mikudagur 6. desember 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Thomas Mygind var saman við 30
ára gamla debutantinum Anne
Katrine Skole vertur á Kan Du
Danse? Eftir finaluna fingu
vit orð á kenda og roynda
sjónvarspsvertin, sum í nógv
ár var vertur á einum ótali á
sendingum á TV3, áðrenn hann
skifti til Kanal 5, har hann
júst er vorðin stjóri á rásini.
Thomas Mygind greiddi frá, at
hann hevur gjørt umleið 1.500
sjónvarpssendingar, men at Kan
Du Danse? var stuttligasta
sendingin, ið hann nakrantíð
hevði verið vertur á.
- Hetta er fyrstu ferð, at
eg arbeiddi saman við einum
øðrum verti. Hetta var eg bæði
spentur um, og samstundis
ræddist eg tað eitt sindur,
eisini at skula arbeiða saman
við einum heilt óroyndum
verti, men tað hevur riggað
ótrúliga væl, og Anne Katrine
er eitt satt stjørnuskot, segði
fryntligi verturin. Hann
greiddi frá, at hann í síni
tíð, sum vertur á sendingum
sum Fangerne På Fortet,
Robinson Ekspeditionen og
Danmarks Klogeste Barn hevur
givið burt vinningar fyri yvir
kr. 15 milliónir. Men ongantíð
áður hevði hann verið so
spentur og havt so nógvar
kenslur innblandaðar í
handanina av kekkinum, ið
gjørdi Vígdis Hentze Olsen kr.
250.000 ríkari.
nud
Eliesar Olsen og Jóna Hentze
vóru komin til Danmarkar at
hyggja at dóttur síni Vígdis,
tá hon vann finaluna í Kan Du
Danse? Vit fingu orð á ov -
farakátu foreldrini og spurdu
hvussu hetta kendist?
- Eg eri bæði yvirraskaður
og rørdur, eg visti væl, at
Vígdis dugdi væl, men tá
støðið er so høgt, so er
ringt at vita, hvussu tað
endar. Vit hava sæð so lítið
av hennara dansi, hon flutti
heimanífrá 15 ára gomul, og
síðan tá hevur hon mest dansa
uttanlands, so tað er
stuttligt at síggja hvussu
nógv hon hevur ment seg, segði
Eliesar.
- Eg haldi at hetta er heilt
óveruligt, segði Jóna, ið ikki
hevði torað at trú tí, áðrenn
avgerðin var tikin. Hon helt
serliga, at tað var flott, at
Vígdis kláraði hetta í einum
so stórum landi sum Danmark
og uttan føroyskar sms
atkvøður.
Tað sum eg eri mest glað um
er, at hon nú sleppur til New
York, segði Jóna og helt fram:
- Hetta hevur verið ein
dreymur síðan hon var 17, eg
misti svøvnin av henni tá. Tá
hon ikki slapp tá, so er gott,
at hon, nú hon er meira búgvin
til tað, sleppur har yvir,
segði Jóna.
nud
Eliesar og Jóna vóru ovfarakát
Thomas Mygind
var sera spentur
Myndir: Jakob Mydtskov