mikudagur 6. desember 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 6. desember 2006
Tað er tiltikið, tá
fluga kemur føst í
siropp, sleppur hon
ongan veg. Men
nú er siroppur
saman við salti og
magnesiumklorid ein
tann besta loysnin til
salting av vegunum
Salting
Tá nógvur kavi er, og veg
irnir verða saltaðir, verður
tað ofta verri at koyra, tí
kavin verður eins og puti
sukur, verður sagt. Men
ikki nokk við putisukri,
tí nú er besta loysnin ein
blanding av siroppi, salti og
magnesiumklorid.
Eftir at hava saltað
norsku vegirnar um veturin
í meira enn 50 ár, er Stat
ens Vegvesen nú í ferð
við at royna nakað nýtt.
Talan er um eina blanding
av t.d. siroppi, salti og
magnesiumklorid, sum hev
ur verið roynd í Kanada við
góðum royndum.
Saltið á norsku vegunum
hevur verið orsøk til bæði
rust á bilunum og trupul
leikar við dálking av drekki
vatninum.
Umhvørvis
felagsskapir hava í fleiri
ár mótmælt saltingini av
norsku vegunum.
Nýggja blandingin kall
ast «Caliber 1000» og er
eitt ”maisdestillat”, har
siroppur og salt eru blandað
við
magnesiumklorid.
Saltið er í munandi minni
mongdum, enn tað sum
verður koyrt á vegirnar í
dag.
Magnesiumklorid hevur
annars verið brúkt á norsku
vegunum í mong ár.
Siroppinum frystur í
útgangsstøðinum við umleið
0 stig, men tá hann verður
blandaður við magnesium
klorid, fellur frystipunktið
til minus 65 stig. Reint
magnesiumklorid frystur
við minus 35 stig.
Nógvir fyrimunir eru við
nýggju blandingini, sum
t.d. at siroppurin heldur
sær betri enn saltið og tí
ber til at koyra blandingina
á vegirnar í
góðari tíð, áðrenn teir verða
hálir. Hetta økir eisini
munandi
um
trygdina.
Ístaðin fyri at salta vegirnar
fleiri ferðir um dagin við
vanliga saltinum, er tað
nokk at salta annan hvønn
dag við ”Caliber 1000”,
skrivar norska Nettavisen.
Fyri bilarnar er ein stórur
fyrimunur við nýggju bland
ingini, at teir rusta minni og
halda harvið longri.
”Caliber 1000” er nakað
dýrari at keypa enn saltið,
sum verður nýtt í dag, men
í longdini verður tað nógv
bíligari, bæði tí tað heldur
sær betri og munandi minni
verður brúkt av blanding
ini.
www.nettavisen.no
Siroppur á vegin
Fyrimunirnir við nýggju blandingini eru t.d. at
siroppurin heldur sær betri enn saltið og tí ber til
at koyra blandingina á vegirnar í góðari tíð,
áðrenn teir verða hálir
Við konseptinum «Caliber
1000” eru salt og siroppur eru
blandað við magnesiumklorid
bilar
31