Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 236 - 6. desember 2006 ] SAMBAND jákup Mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Neistakvinnurnar tóku avgjørdar av, tá Stjørnan gav teimum møguleikan. Frá fyrst til síðst vóru tær á odda, og tað er uppiborið, at tær nú kunnu rópa seg oddalið Kvinnuhondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Útsetti oddadysturin millum Neistan og Stjørnuna sýndi fyrst og fremst, at Stjørnan als ikki hevur ein somikið sterka eind, sum tey flestu mundu rokna við undan kappingarbyrjan. Nakað sum tvey tap í fyrstu seks dystunum nú eisini bera sín greiða boðskap um. Sálarlig yvirvág Og týskvøldið var Stjørnan eisini næstbest frá fyrsta til seinasta bríksl. Í mun til gestirnar, so vóru Neista-kvinnurnar vaknar frá fyrsta bríksli, og tær togaðu seg skjótt nøkur mál framum. Ikki minst tí tær í verjupartinum tóktust hava púrasta tamarhaled á móstøðuni. Hetta seinasta gav eisini kontra-álop, og tá Anna Kristina longu í sjeynda minutti togaði Ásu á Neysta­bø í armin eftir eitt av slagnum, misti Stjørnan ein av týdningarmestu spæl­ arum sínum. Samstundis tóktist hetta tó eina løtu vera vekjarin, sum togaði Stjørnuna upp. Ikki minst í verjuspælinum kom ferðina á støðið, sum liðið áður hevur víst, og so tók heimaleiðslan at minka. Symptomatiskt fyri dystin, so megnaði Neistin tó at svara aftur, hvørja ferð Stjørnan kom ov nær. Seinna korterið fyri steðgin vann Stjørnan seg fýra ferð­ ir upp á javnt, men tær megnaðu ongan tíð at toga seg framum, og hetta gav Neistanum eina sálarliga yvirvág í dystinum. Luksus-trupulliki Og eftir steðgin gjørdist hendan yvirvág alt meira sjón­lig. Hóast Stjørnan fleiri ferðir var nær við, so mistu tær hvørja ferð í avgerandi løtunum. Og spakuliga fingu teir eisini at kalla eitt kompleks móti Fríðu Petersen, sum aftur stóð ein branddyst í Neista-málinum. Eitt av­rik, sum man kennast sum eitt slag av luksus-trupul­ leika hjá venjaranum, tá hesin allan dystin sá seg noyddan at hava ein annan landsliðsmálverja – Erlu Eliasen – á beinkinum allan dystin. Tá so varð, so kom nógv - og helst ov nógv – at hvíla á herunum hjá Alinu Olaru. Tað gjørdi álopsspælið ov stirvið, soleiðis at Neistin aloftast fekk byrgt uppfyri. Og hóast Stjørnan ta einu løtuna valdi at mansverja Ásu á Neystabø, so gav hetta ikki í nóg stóran mun nakra órógv í álopsspælið hjá Neistanum. Tí hóast hetta ikki var lýtaleyst, so fall liðið sjáldan til panikk- loysnir, men royndu ístaðin at spæla tungt. Nakað sum gav Elin Stakksund møgu­ leika at sýna síni kynstur av veinginum. Spennandi kapping Fram um alt, so gav úrslitið ábendingar um, at talan væl kann gerast um eina heilt spennandi kapping í ár. Ein ábending, sum longu var at hóma, tá VB fyri stuttum vann tryggan sigur í sínum heimadysti móti Stjørnuni. Undan árinum tóktust meist­ararnir nevnliga at stevna beint móti eini end­­ urtøku av gullin­um. Með­ an onkur av kapp­ingar­neyt­ unum í oddinum høvdu mist týðandi spælarar, so tókt­ist Stjørnan styrkt við til­gongdini av Simonu Peter­ sen, men higartil hevur hetta ikki ávirka spælið nóg nógv rætta vegin. Týskvøldið tóktist liðið til tíðir koyra alt ov nógv í sjálvdrátti, har Alina, Simona og Durita hvør í sínum lagi royndu at skjóta útifrá. Og uttan líkandi verjuspæl, so fær liðið trupulleikar í oddadystunum. Tað hava bæði VB og Neistin tikið av higartil, og tað er fyrst og fremst hetta, sum klak­ víkskvinnurnar mugu ar­beiða við, vilja tær aftur í ár standa ovast, tá avtornar. At tær hava dygdirnar til tað, ivast fáur í, men enn hava tær ikki prógvað, at so er. Vóru upp­ settar Ása á Neystabø kundi saman við við­spæl­arun­ um fegnast um, at Neistin hevði rakt rætta dagin, tá tær tóku oddasessin frá Stjørnuni. – Vit eru tendraðar frá fyrsta bríksli. Serstakliga standa vit okkum væl í verjuni, og so stendur Fríða eisini ein kanón- dyst í málinum. Tað tóktist, sum høvdu tit alla tíðina neyðuga yvirskotið, tá Stjørnan kom ov nær. Kendu tit tað eisini so? – Avgjørt. Tað er altíð serstakliga tungt at vera aftan fyri ein heilan dyst, og hjá okkum gav hetta bara eyka sjálvsálit uppá, at vit kundu loysa uppgávuna. Og tað gjørdu vit eisini. Sigurin lyfti tykkum upp á oddasessin. Er hetta tekin um, at tit fara at geva Stjørnuni dyst til tað allarseinasta? – Tað er alt ov tíðliga at siga enn. Stjørnan hevur eitt ótrúliga sterkt lið, og tær fara heilt víst ikki at gevast. Men dysturin í dag vísti, at vit kunnu vinna á teimum, og tað í sjálvum sær er positivt fyri okkum. Alt gekk galið Spælararnir hjá Stjørn­ uni vóru kvikar at sleppa sær inn í skifti­ rúm­ið eftir greiða tap­ ið fyri Neistanum. Tað eydnaðist okkum tó at fáa orðið á Joan Midjord Djordjevic, og ikki óvænt­ að var hon illa nøgd um avrikið. – Har gekk snøgt sagt einki eftir vild. Vit standa ikki nóg væl í verjuni, og tí koma vit alla tíðina at renna aftaná Neistanum. Tit missa eisini Onnu Kristinu eftir bara seks minuttum. Tað ger væl ikki fortereytirnar betri? - Í dag haldi eg, at alt gekk okkum ímóti, og í so máta var hatta bara ein partur av tí heila. Og nú mistu tit odda­ sessin. Verður kappingin nú meira spennandi, enn fleiri roknaðu við? – Vit hava so ongan tíð roknað við, at kappingin ikki bleiv spennandi. Og í øllum førum hava vit nógv ting, sum skulu rætt­ast, áðrenn farið verð­ ur undir endaspælið, helt Joan. Neistin-Stjørnan 24-20 (11-10): Stjørnan dró svart Neistin-Stjørnan 24-20 (11-10) Málskjúttar Neistin: Nicoleta R, Hansen 10(4), Elin Staksund 5, Rakul Augustinussen 5, Katja Eigemann 2, Louisa Niclasen 1, Ása á Neystabø 1 Stjørnan: Alina Olaru 8(5), Una Olsen 5, Joan M. Djordjevic 3, Simona Petersen 2, Durita Christophersen 2 Brotskøst: Neistin 7, Stjørnan 5 Útvísingar: Neistin 3, Stjørnan 3 Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (beinleiðis reytt) FAKTA Rakul Augustinussen og hinar í Neistanum prógvaðu týskvøldið, at tær væl og virði­liga kunnu standa Stjørnuni kurl Mynd: Álvur »Vit hava so ongan tíð roknað við, at kappingin ikki bleiv spennandi« Joan Midjord Djordjevic, Stjørnan