Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 236 - 6. desember 2006 ] Upptakt Fleyr-ÍF: ÍF kann taka odda­ sessin Fleyr tekur ímóti ÍF í meistaradeildini hjá monnum hósdagin. Vinnur ÍF dystin, so kunnu teir leggja seg einsamallar á odda í bestu mansdeildini. FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hóskvøldið verður síðsti dysturin í grund­ spælinum í meist­ara­ deildini hjá monnum, tá Fleyr tekur ímóti ÍF. Undan dystinum ligg­ ur ÍF á odda saman við Mjølni. Tey hava bæði 12 stig. Í hinum endanum á stigatalvuni finna vit Fleyr, sum liggur á fjórða plássi við fýra stigum. Hesi bæði liðini hava spælt ein dyst ímóti hvørj­um øðrum fyrr í ár, tá tey brustu saman á Kambsdali fyrst í kapp­ingini. Tann dystin vann ÍF 3-1. Nú er Fleyr á heima­ vølli, og teir fáa sostatt enn ein møguleika at vinna á ÍF. Ein sigur er helst eitt krav fyri Fleyr, um teir ætla sær at spæla við í oddinum í ár. Teirra kappingarár hevur nevniliga ikki verið alt ov gott, so hetta kann verða ein møguleiki at bøta eitt sindur um grundspælið fyri teirra viðkomandi. Hjá ÍF hevur hinvegin gingið strúkandi, og vinna teir síðsta dystin í grundspælinum hós­ dagin, so kunnu teir leggja seg einsamallar á odda í bestu mans­ deildini. Arsenal eru radioaktivir Bretsk kanningarlið hava funnið smáar leivdir av polonium 210 á leikvøllinum hjá Arsenal, Emirates Stadium. Polonium 210 er radioaktiva evnið, sum fyrrverandi russiski njósnarin, Alexandar Litvinenko doyði av. Ein talsmaður segði í gjár, at talan er um heilt smáar nøgdir, sum eru funnar, og at eingin vandi er fyri heilsuni hjá teimum, sum hava verið til dyst. Inter vil hava Beckham Sambært enskum miðlum er italska Inter áhugað í at keypa David Beckham, nú hesin tykist vera søga í Real Madrid. Sambært miðlunum er Inter til reiðar at rinda eina velduga løn, umframt at hann einsamallur fær rættin til allan pening, sum hann vinnur við lýsingum. Ein upphædd, har Real Madrid í dag fær helmingin. ÍF vann tryggan sigur í toppdystinum ímóti Fram í meistara­ deildini hjá monnum. Við sigrinum hevur ÍF nú lagt seg undir liðina á Fram FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyri nøkrum vikum síðani var toppdystur á Kambsdali, tá ÍF tók ímóti Fram. Undan tí dystinum høvdu júst hesi bæði liðini vunnið allar sínar dystir. Tá vann ÍF 3- 1 á Fram, og harvið løgdu teir seg einsamallar á odda í bestu mansdeildini. Nú var aftur lagt upp til toppdyst, tá hesi bæði liðini møttust í Hoyvíkshøllini í gjárkvøldið. Undan dyst­ inum lá ÍF á øðrum plássi við 10 stigum, meðan Fram lá á triðja plássi við 8 stig­ um. ÍF hevði tó leikt ein dyst færri. ÍF legði betur fyri Bæði liðini manglaðu týð­ andi leikarar til dystin. Hjá ÍF var Bartal Eliasen ikki við, meðan Romica Øster ikki var tøkur hjá Fram. Annars byrjaði Fram held­ ur betri í dystinum. Fyrstu løtuna tóktust leikararnir hjá ÍF ikki heilt klárir til uppgávuna. Teir gjørdu nógvar tekniskar feilir, og Fram takkaði fyri og legði seg tíðliga á odda 9-6. Spakuliga byrjaði ÍF tó at finna rútmuna, og ikki gekk long tíð, so var ÍF oman á í dystinum ímóti Fram. Frá støðuni 14-14 vann ÍF fimm bóltar á rað, og so vóru fuglfirðingarnir knappliga á odda 14-19. Eftir hetta megnaði Fram ongantíð at fanga ÍF aftur, og úrslitið av fyrsta setti gjørdist 19-25 til ÍF. Júst sama gongd Gongdin í øðrum setti var júst tann sama, sum í tí fyrsta. Enn einaferð legði Fram betri fyri. Hesa løtuna leiktu Fram-leikararnir væl, og teir megnaðu at leggja seg á odda 8-5. So rakn­ aði ÍF við, og løtu seinni javnaðu teir til 10-10. Lið­ ini fylgdust nú upp til 13- 13, og so steðgaði aftur upp hjá Fram, meðan ÍF reyk avstað. Næstu fimm bóltarnar vann ÍF allar, og nú førdi ÍF við fimm málum. Fram royndi tó sum best at koma inn aftur í dystin, men ÍF blakaði ikki eina trygga leiðslu vekk. Fulgfirðingarnir megnaðu eisini at vinna annað sett, og úrslitið endaði 21-25 til ÍF. ÍF undir liðina á Mjølni Nú sá ikki gott út hjá Fram. ÍF hevði vunnið tvey tey fyrstu settini, og ÍF-leik­ ararnir tóktust vera betri, tá á stóð. Framarnir løgdu tó enn einaferð betri fyri í triðja setti. Skjótt vóru teir á odda 10-7, men hesaferð megnaðu teir at halda leiðsl­uni – í øllum førum eitt sindur longri. Løtu seinni høvdu teir øktu upp í 13-8, og nú tóktist Fram veruliga at vera oman á. Men so tók ÍF dik á seg. Løtu seinni høvdu teir minka um munin niður í 14- 12, og nakrar bóltar seinni var støðan 17-17. Nú var líkt til, at ÍF enn einaferð fór at hála settið heim, og teir so gjørdu. Teir megnaðu at vinna seg upp á 19-22, og sjálvt um Fram gjørdi eina síðstu roynd at fanga ÍF, so rakk tað ikki hjá teimum, og ÍF vann eisini triðja og síðsta settið 22-25. Ikki kann sigast annað enn, at sigurin hjá fuglfirð­ ing­um var uppiborin henda dagin. Teir gjørdu færri feil­ ir enn Fram, og so dugdu teir betri at halda høvdið kalt, tá á stóð. Við sigrinum er ÍF kom­ið á javnt við Mjølnir í oddinum, meðan Fram nú hevur mist týðandi fet í mun til hini bæði oddaliðini. Bæði Fram og Mjølnir hava leikt allar sínar dystir í grund­spælinum, meðan ÍF manglar ein dyst, sum verður á skránni hósdagin, tá teir møta Fleyr í Havn. Vinnur ÍF tann dystin, so kunnu teir leggja seg einsa­ mallar á odda í bestu mans­ deildini. Fram-ÍF (19-25, 21-25, 22-25): ÍF vann tryggan sigur Hans og hinir ÍF-leikararnir vunnu tryggan sigur í toppdystinum ímóti Fram. Við sigrinum hava teir lagt seg undir liðina á Mjølni í oddinum í bestu mansdeildini.