Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 236 - 6. desember 2006 tíðindi mangla einstakar sergreinar heilt, ímeðan aðrar bert eru mann­­aðar við einum ser­­lækna. Hetta kann hava við sær óneyð­uga langa bíði­­tíð millum kann­ingar, og ávirkar eisini støðið á summ­­um økjum tann skeiva vegin. Hesin trupul­ leiki skal loys­ast við eini mið­vísari ætlan, soleiðis at talið av serlæknastørvum á Landssjúkrahúsinum støð­ugt verður økt yvir eitt stutt áramál. ¡ fíggjar­ lógaruppskotinum fyri 2007 eru ein onkologur (serlækni í krabbameini) og ein neuro­ logur raðfestir. Eg fari at taka stig til, at tað verður gjørd ein raðfestingarætlan fyri serlæknaøkið, ið skal fevna um tey næstu 4-5 árini. Skaðastovan og kommunulæknaskipanin Skaðastovan/bráðfeingis­ móttøkan í nýggja bygning­ inum (G1) er skipað sum ein sokallað »afturlatin skaðastova«, har sjúklingar í høvuðsheitum skulu hava ávísing frá kommunulækna. Orsøkin til hetta er, at komm­ unulæknarnir eru serbúnir til at gera ta fyrstu kanningina av sjúklingunum, og í flestu førum eisini kenna sjúklingarnar betri enn teir yngru læknarnir, ið vanliga manna skaðastovuna. Vanlig mannagongd hevur tó í mong ár verið, at sjúklingar venda sær beinleiðis til skaða­stov­una, og verða so al­oft­ast viðgjørdir har. Í teimum førum, har skaða­ stovu­starvsfólk í staðin biður sjúklingin venda sær til kommunulæknavaktina, kann tað í summum før­ um kennast sum sera vána­­­lig tænasta, serliga um komm­unu­lækn­in eftir­ fylgj­­andi ávísir sjúk­ling­ in til kanning og viðgerð á Lands­sjúkrahúsinum. Hesi við­urskifti er sjúkra­ hús­leiðslan greið yvir, og hevur lagt depilsleiðslunum eina við at hava serligt ansni við virkseminum á skaðastovuni/bráðmóttøk­ uni. Vónirnar eru stórar til, at hesin trupulleiki stórt sæð verður loystur, við at kommunu­lækna­vakt­ar­ skipanin flytir inn í skaða­ stovuøkið fyrst í komandi ári. Spurningarnar 5-8 verða somuleiðis eisini svaraðir undir einum Um landsstýrismaðurin ikki er vitandi um hesi við­ ur­skifti, ætlar hann so at kanna nevndu útsøgnir? Um landsstýrismaðurin er vitandi um hesi viðurskifti, hvørjar ætlanir hevur hann so um at fáa skil á, so føroyingar aftur kunnu hava álit á týdningarmiklasta væl­ ferðartilboði føroyinga? Nær verður ein nøgd­ semiskanning gjørd millum føroyskar sjúklingar við­ víkjandi tænastuni á Landssjúkrahúsinum? Ætlar landsstýrismaðurin at veita fígging til slíka nøgdsemiskanning, og kann tað hugsast, at sjúk­ lingaráðið kemur at standa fyri slíkari kanning? Stig tikin til at eftirkanna ákærurnar Beinanvegin skuldseting­ arnar komu fram, tóku Almanna- og heilsu­mála­ ráðið og sjúkrahúsleiðslan stig til at eftirkanna, hvat møguliga kundi liggja til grund fyri álvarssomu ákærunum. Bill Justinussen varð biðin um at upplýsa, hvørji konkret mál sipað varð til í greinini fyri um gjørligt at eftirkanna hesi. Hetta, fyri at kunna rætta møguligar skeivar mannagongdir ella onnur viðurskifti, sum ákærurnar snúgva seg um. Men tað var ikki møguligt at fáa svar frá Bill hesum viðvíkjandi. Eitt vakið eyga við mannagongdunum á Landssjúkrahúsinum Sjúkrahúsleiðslan kallaði beinanvegin allar depils­ leiðslurnar til fundar, har umrøtt varð, hvørjar or­ søkir kundu vera til atfinn­ ingarnar, og hvat kundi gerast fyri at rætta uppá atfinn­ingarsom viðurskifti. Niðurstøðan varð, at depils­ leiðslurnar skuldu hava eitt vakið eyga við, at fakligu mannagongdirnar verða fylgdar og eru nøktandi. Atfinningarsom viðurskifti skuldu skjalfestast og send­ ast sjúkrahúsleiðsluni. Landslæknin biðin at kanna heilsufakliga virksemið Almanna- og heilsumála­ ráðið bað eisini Lands­ læknan um at kanna, um heilsufakliga virksemið á Landssjúkrahúsinum verð­ ur útint á ein slíkan hátt, at fólk ikki kunnu vera trygg við ta tænastu, sum sjúkra­ húsið bjóðar borgarunum. Landslæknin fór aktivt inn í málið, men svarini hann fekk uppá sínar fyrispurningar til heilsuverkið, góvu hon­ um ikki grundarlag fyri eini nærri kanning. Og tá hann ikki fekk svar frá Bill Justinussen um ítøkiligu hendingarnar, metti lands­ læknin ikki at hann sum eftirlitsmyndugleiki í ver­ andi støðu kundi gera meira við málið. Kann ikki liva við at ivi er sáddur um sjúklingaviðgerðina Sum landsstýrismaður kann eg als ikki liva við, at tað er sáddur ivi um tænastu- og viðgerðarstøðið á okkara meginsjúkrahúsi. Tí ætli eg mær at fáa sett í verk góðskukanningar á Landssjúkrahúsinum, ið skulu staðfesta góðsku­støð­ ið og møguligar veikleikar, soleiðis at vit nágreiniliga fáa at vita, hvar setast skal inn. Somuleiðis skulu kann­ingarnar verða við til at tryggja eitt størri gjøg­ numskygni og eina høga góðsku. Góðskukanningar skulu setast í verk Góðska á einum sjúkrahúsi kann kannast út frá trimum ymiskum sjónarhornum: Faklig góðska (kann­ing, viðgerð, røkt og rehabili­ tering) Organisatorisk góðska (sjúklingagongd, tvør­gang­ andi skipanir v.m.) Sjúklingaupplivað góðska (nøgdsemi) Nøgdsemiskanning Í kjakinum hevur serliga fokus verið á, hvussu sjúk­ lingarnir uppliva góðsk­ una, ið lýsast við nøgd­ semiskanningum. Her verð­ ur kannað, hvussu sjúk­ling­ arnir eru nøgdir við sjálva kjarnuveitingina (viðgerð og røkt), viðgerðargongdina, samskiftið, upplýsing v.m. Endamálið er at sammeta sjúkrahúsini við atliti til nøgdsemi, og ikki minst vísa á, hvar veikleikar eru, ið sjúkrahúsleiðslurnar síð­ ani kunnu rætta uppá. 16. oktober 2006 var fund­ ur við Sjúklingaráðið, sum av heilum huga tók undir við at nøgdsemiskanningar verða gjørdar á føroysku sjúkrahúsunum. Og sigast kann at fyrireikingar­ ar­beiðið longu er farið í gongd: 1. nov. helt Almanna- og heilsumálaráðið fund við danska stovnin, îEnheden for brugerundersøgelserî í Danske Regioner, har vit fingu tilsøgn um, at før­ oysku sjúkrahúsini kunnu gerast partur av nøgd­semis­ kanningunum, ið stovnurin ger annað hvørt ár av øllum sjúkrahúsunum í Danmark. Fyrimunurin av hesum er, at føroysku sjúkrahúsini kunnu samanberast við tey donsku í afturvendandi kanningum, umframt at forarbeiðið til tílíkar kanningar longu er gjørt. Nøgdsemiskanning verður gjørd í Danmark í ár og aftur í 2008. Arbeitt verður fyri, at føroysku sjúkrahúsini gerast partur av kanningini í seinasta lagi í 2007. 20. des. kemur umboð fyri kanningarstovnin at greiða okkum frá, hvussu kanningin kann gerast, og hvat krevst av okkum í hesum sambandi. Vónandi kann far­ast und­ ir fyrstu nøgdsemis­kann­ ingina í føroyska sjúkra­ húsverkinum longu til várs, og tí verður biðið um pening til at fíggja kann­ ingina í broyting til fíggjar­ lógar­uppskotið fyri 2007. 2. Kanning frá Health Consumer Powerhouse Kanningin hjá Health Con­ sumer Powerhouse (HCP), ið eisini hevur verið nógv umtalað í kjakinum her heima (og sum gav danska heilsuverkinum vána­ligan karakter), er eitt heilt annað kanningarslag. HCP kannar heilsuverkini í ymiskum londum út frá einum brúkarasjónarmiði, men talan er ikki um eina spurnaðarkanning eins og í nøgdsemiskanningum, har brúkarin gevur til kennar sína meting. Stovnurin kann­ar heilsuverkini út frá sjúklingarætti og kunn­ ing, bíðitíðum, úrslit av viðgerðum, tilboðum frá heilsuskipanum og nýtslu av heilivági. Soleiðis verða objektivar metingar gjørdar av góðskuni á veitingunum, ið heilsuverkið kann bjóða sínum borgarum. Her er tað sostatt serliga tann fakliga og tann organisatoriska góðskan, ið eru í fokus. Almanna- og heilsu­mála­ ráðið hevur samskifti við HCP við atliti til kostnað og praktiskar møguleikar at fáa gjørt eina tílíka kanning av tí føroyska heilsuverkinum, soleiðis at vit fáa sammett føroyska heilsuverkið við heilsu­verk­ ini í ES-londunum. 3. Akkreditering og strategi- og leiðslu­ menningarætlan Sjúkrahúsleiðslan hevur í sínum arbeiði sett sær sum aðalmál at góðskumenna sjúkrahúsið, og hevur tí sett eina strategi- og leiðslu­ menningarætlan ígongd yvir 2-5 ár, har øll starvsfólk við leiðslufunktiónum, eini 80 í tali, luttaka. Sum ein liður í hes­um arbeiði verður kann­að, hvussu ein akkredi­terings­ skipan kann verða sett í verk á Landssjúkrahúsinum, har eisini samband er við Hovedstadens Sygehus­ fælles­skab, ið hevur royndir við akkreditering. Hetta er tann mest víðfevndi kann­ ingarhátturin av sjúkra­hús­ inum, og eisini nógv tann drúgvastu mest orku­krevj­ andi at fyrireika og seta í verk. Akkreditering er ein góðskustýringsskipan, sum skal tryggja, at ym­isk góðsku­­krøv verða fylgd og eftirlíkað. Sjálv góðsku­ metingin verður framd av uttanhýsis serfrøðingum, ið meta um organisatoriska góðskustøðið út frá altjóða standardum og indikatorum. Sjúkrahúsið skal hava eina góðskuætlan, sum niður í smálutir ásetur, hvussu sjúkrahúsið skal arbeiða innanfyri tey ymisku økini, t.d. sjúklingatrygd, reinføri, heilivág o.s.fr. Av serliga stórum týdn­ ingi er at nevna, at akkredi­ teringin tekur útgangsstøði í sjúklingagongdini heilt frá primersektorinum - gjøg­num sjúkrahúsið - og aftur til primersektorin. Soleiðis er tað serliga tann organisatoriska góðskan, ið er í fokus. 4. DSI-kanning av serviðgerð uttanlands Eitt annað kritikkpunkt, ið hevur verið frammi í kjak­ inum, er, at sjúklingagondin, tá ið føroyskir sjúklingar verða sendir til viðgerð uttanlands, ikki er nóg samanhangandi. Dømir hava verið frammi um, at sjúklingarnir ikki sleppa í viðgerð sum avtalað, tá ið teir koma á sjúkrahúsið uttanlands, talan kann eis­ ini vera um manglandi kunn­ing o.s.fr. Almanna- og heilsu­mála­ ráðið fer í komandi ári at seta eina kanning av hesum viðurskiftum ígongd, og hevur tí sett seg í samband við DSI (Institut for sund­ hedsvæsen), fyri at fáa stovnin at standa fyri eini tílíkari kanning. 5. Talgilda heilsuskipanin Í kjakinum hevur eis­ini verið frammi, at Lands­ sjúkra­húsið hev­ur eina ósmid­liga og ótíðar­hósk­ andi journalskipan, sum ger, at kunnleikin um tann einstaka sjúklingin er ymiskur frá kommunulækna til sjúkrahús og millum deild­ ir á sjúkrahúsinum. Sum kunnugt verður arbeitt við at menna og seta í verk eina talgilda heilsuskipan (THS) í sjúkrahúsverkinum og kommunulæknaskipanini. Talan er um eina integreraða kunningarskipan, ið tekur atlit til tvørfaklig viðuskifti og røkkur tvørturum deild­ir og stovnar. Skipanin øk­ir um møguleikarnar at heild­ arviðgera sjúkling­arnar meira rationelt enn í dag. Endamálið er, at óansæð um ein sjúklingur er stadd­ ur hjá kommunulækna ella á einum av sjúkra­hús­ un­um, skal verða møgu­ ligt hjá viðgerandi heilsu­ starvsfólkinum at heinta teir neyðugu upplýsingarnar um sjúklingin skjótt og uttan hóvasták. Talan kann t.d. vera um onkran heilivág, ið sjúklingurin ikki tolir, ella okkurt líknandi. Eisini tryggjar THS-skipanin, at sjúklingaupplýsingarnar altíð eru heilt dagførdar. Soleiðis vil THS-skipanin økja um sjúklingatrygdina, við at møguleikarnir fyri skeivum diagnosum og nýtslu av skeivum heilivági vera minni við eini øktari og betri kunning um sjúk­ lingarnar. At hvør einstakur sjúk­ lingur kemur at hava eina og somu journal í øllum heilsuverkinum merkir, at vit koma longur áleiðis enn nakað annað land um okkara leiðir, tá talan er um talgildar heilsuskipanir, og hetta vil í stóran mun betra um bæði ta fakligu og organisatorisku góðskuna í okkara heilsuverki, og hetta skuldi so aftur havt ávirkan á ta sjúklingaupplivdu góðsk­una. Tórshavn, 28. nov. 2006