Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 6. desember 2006 35 tíðindi Fríggjadagin t. 24. nov. svar­ aði eg fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um viðurskifti á Lands­ sjúkra­húsinum. Henda frá­­greiðing er ein saman­ drátt­ur og dagføring av tí skriv­liga svari, ið varð latið løg­tings­mann­inum t. 6. okt. 2006. Fyrispurningurin í løg­ tingsmáli nr. 100-2/2006 var í 8 pørtum. Spurningar 1-4 verða tiknir fyrst undir einum Er landsstýrismaðurin vit­ andi um, at sjúklingaviðgerð á Landssjúkrahúsinum nú er merkt av líkasælu og til­vild? Er landsstýrismaðurin vit­ andi um, at nógvir sjúk­ling­ ar ikki hava álit á, at Lands­ sjúkrahúsið er ført fyri at veita neyðugu viðgerðina, og tí velja at fáa viðgerð aðrastaðni - enntá fyri egna rokning? Er landsstýrismaðurin vitandi um, at tað kemur fyri, at fólk, sum eru deyðiliga sjúk, verða vend í hurðini á Landssjúkrahúsinum, hóast tey eru ávíst hagar av kommunulækna? Er landsstýrismaðurin vit­ andi um, at tað eisini eru dømi um, at sjúklingar við álvarsligum sjúkum verða sendir heimaftur utt­­an viðgerð, m.a. vegna vant­ andi samskifti millum lækn­ ar og aðrar starvsbólkar á lands­sjúkra­húsin­um? Samandráttur av svarinum: Tað, sum spyrjarin her held­ ur uppá, eru álvarsamar skuldsetingar móti Lands­ sjúkrahúsinum, sum hann ger alment galdandi út frá søg­um, hann hevur hoyrt frá fólki. Spyrjarin heldur uppá, at viðgerðin á sjúkra­ húsinum nú er merkt av líkasælu og tilvild, og har sjúk­lingar, enntá við deyði­ ligum sjúkum, verða sendir heimaftur uttan neyð­uga viðgerð, og spyr, um lands­ stýrismaðurin er vitandi um tað. Av tí at ikki ber til at fáa nærri upplýsingar frá spyrjaranum um hending­ arnar, hann sipar til, er sera torført at fáa tær eftir­kannaðar. Men eg meti ikki, at tað er rætt, at sjúklingaviðgerðin á Landssjúkrahúsinum er merkt av líkasælu og tilvild. Hin­vegin er tørvur er á at kanna viðurskiftini nærri og tryggja, at góðskan er í lagi á sjúkrahúsinum. Hetta komi eg nærri inn á seinni í svarinum. Eg haldi ikki, at tað er tað heilsufakliga virksemið á Landssjúkrahúsinum, sum er atvoldin til ákoyringarnar móti Landssjúkrahúsinum, men onnur viðurskifti, sum ávirka tað generella tæn­astustøðið tann skeiva vegin. Í fyrstu atløgu kunnu serliga nevnast tvey øki, sum kunnu elva til trupul­ leikar. Manglandi røktar- og eftirviðgerðartilboð skapa trupulleikar á Lands­sjúkra­ húsinum Í sambandi við um­legg­ ingina til meira am­bu­ lant virksemi eru færri seingj­arpláss og styttri inn­leggingartíðir á sjúkra­ húsinum skerd. Endamálið við ambulantari viðgerð er at fáa eina effektivari nýtslu av tilfeinginum og at lyfta viðgerðirnar upp á eitt hægri støði. Sjúklingarnir sleppa skjótari heim aftur skjótari aftur á arbeiðsmarknaðin. Henda umlegging hevur tó eisini havt trupulleikar við sær, tí tilboðini í primer­ sektorinum hava ikki fylgt nóg væl við, serliga fyri veik og óhjálpin. Her verð­ ur fyrst og fremst hugs­að um manglandi røktar­heims­ pláss, umframt at heima­ røktin ikki hevur ver­ið fyri­reikað uppá eina størri arbeiðsbyrðu, sum um­legg­ ingin til økt ambulant sjúkra­húsvirksemi hevur havt við sær. Haraftrat hava vit enn onga útbygda rehabili­­terings­skipan m.a. fyri uppvenjing eftir sjúku­ við­gerð. Hetta hevur mill­ um annað havt við sær, at seingjardeildin á G4 er yvirfylt, av tí at so torført er at útskriva sjúklingarnar, og í summum førum hava fólk eisini kent seg illa viðfarnan ella slept upp á fjall av Landssjúkrahúsinum, tá ið tey verða útskrivað. Rehabiliteringsætlan... Arbeitt verður støðugt við at loysa hesar trupul­ leikar. Viðvíkjandi rehabili­ teringsætlanini er settur ein samskipari, ið burturav fer at fyriskipa arbeiðið í einum verkætlanarbólki við fakfólki við tí uppgávu at gera tilmæli um eina rehabiliteringskipan fyri Før­ oyar. Tilmælið skal handast landsstýris­manninum í sein­asta lagi 1. apríl 2007. Harnæst verður uppgávan at fáa sett sjálva skipanina í verk. ... og fleiri røktarpláss Fyri at nøkta meginpartin av tí stóra tørvinum á eldrabúplássum er farið und­ir ta stóru verkætlanina, sum tey næstu 2-3 árini kann fara at geva 136 nýggj búpláss á røktarheimum og eldrasambýlum. Hetta fer so hvørt at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá heima­ røkt­ini. Haraftrat er sam­ starvs­avtala gjørd mill­um Lands­sjúkrahúsið og Heima­ røktina í miðstaðarøkinum um betri samskipan millum partarnar í sambandi við útskrivan av sjúklingum, ið hava broyttan ella øktan tørv á heimarøkt. ∆tlanin er, at øll økini skulu verða fevnd av tílíkari samstarvsavtalu. Sjúklingahotell Eisini er ætlanin at betra um viðurskiftini á Lands­ sjúkrahúsinum við einum sjúklingahotelli. Tey, sum bert hava tørv á gisting uttan stórvegis yvirvaking, kunnu við bæði fíggjarligum og menniskjaligum fyri­muni vera á einum sjúk­linga­ hotelli. Hetta er uppá longri sikt raðfest í endurskoðaðu byggiætlanini, men ein fyri­bils loysn, ið verður viðgjørd í løtuni, er at nýta tann partin av barakkini, sum í dag verður nýttur til apopleksisjúklingar, til hetta endamál. Hesir sjúklingar flyta eftir ætlan yvir á B7 (gamla høvuðsbygningin) á vári 2007. Raðfestingarætlan fyri at styrkja serlæknaøkið Vandin fyri, at sjúklingar ikki verða nóg væl viðgjørdir ella kannaðir, er størri, tá ymisku serlæknagreinarnar eru ov illa mannaðar. Á Lands­sjúkrahúsinum landsstýrismaður Hans Pauli Strøm Ongin ivi skal vera um sjúklinga­ viðgerðina á Landssjúkrahúsinum Vend