Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 6. desember 2006 51 Konsert í Eiðis kirkju Sunnudagin 10. des., kl 20.00 hava Eiðis ljómfelag og Norðljómur konsert í Eiðis kirkju. Eftir at hava durvað eina tíð tók Eiðis ljómfelag virksemið uppaftur um jóltíðir í fjør. Vant hevur verið regluliga, og spælt hevur verið til ymisk høvi, eitt nú á musikkstevnuni í Fuglafirði. Hóast Eiði er gomul hornorkesturbygd, var hildið best at byrja aftur sum harmoniorkestur, fyri at fáa træblásararnar í musikkskúlanum við. Oddur Hentze og Ólavur Olsen, sum eru lærarar í Norðljómi, leiða orkestrið, sum í høvuðsheitum er mannað við musikkskúlanæmingum og tilkomnum spælarum í Sunda og Eiðis kommunum, umframt spælarar av Strondum og úr Lorvík. Kirkjukonsertin sunnudagin er hæddarpunktið á karrieruni higartil, og tað er ikki smávegis skrá, ið tey borðreiða við. Á konsertini skiftast orkestrið og ein­stak­ lingar úr Norðljómi at spæla. Næmingarnir, sum eru í aldrinum 13-15 ár, spæla guitar, trompet, saksofon, klarinett, floytu og orgul, og hava tey lagt serliga stóra orku í spælið seinastu tíðina. Kirkjufólkið fær eisini høvi at syngja við, tá ið orglið spælir Nú hvítna tindar hjá Grundtvig, Nebelong og Robert Joensen, og tá ið orkestrið fer at spæla Gleðilig jól. Á skránni eru mong vøkur løg, og kunnu vit nevna The Holy City hjá Stephen Adams og Happy Christmas hjá John Lennon & Yoko Ono. Endað verður við Ein stjørna lýsir á nátt hjá Tore W. Aas, sum Ingun Joensen syngur saman við barnakóri frá Norðskála-Oyrar skúla. Vónandi taka fólk væl undir við konsertini, so hon kann vera eitt afturvendandi tiltak. Brá Klædnahandil 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Vit hava klæðini til alla familjuna Eingangs íløga – golv.fo golv.fo Rasmusargøta 4 FO-100 Tórshavn Tel. +298 31 88 75 Fax. +298 32 07 00 golv@golv.fo golv.fo Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05 Gávubúðin hevur røttu gávuna! Tel 42 22 70 Norðskáli Stanley Gávur Leikur Búnýti www.husamekling.fo HÚSAMEKLING Keyp og søla av fastari ogn Vaglið • FO-100 Tórshavn • Tel 31 93 21 • Fax 31 93 31 Hús á Strondum til sølu Kvik Køkssentrið Hoyvíksvegur 65 100 Tórshavn Tlf. 31 24 80 Far. 51 24 80 Køkar & baðirúmsmøblar ...eisini gávulutir Piparnøturnar fært tú hjá okkum Tlf 312161 gron@gron.fo www.gron.fo Verður keypt av netinum á ergo.fo, verður latið 10% í avsláttri! J.C. Svabos gøta 6 · Tlf 315 777 ergo@ergo.fo · www.ergo.fo Beaute Pacifi que nýggj seria til húð og kropsrøkt