Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 52

‹ fyrra síða allar 52 síður

Tekstur á síðuni

52 Nr. 236 - 6. desember 2006 Hvussu heldur tú jól? - Tað verður sum vanligt saman við familju. Tað einasta sum higartil liggur fast er, at jóladag verða vit á Toftum hjá mammu míni, og tá fara vit sum so ofta til guðstænastu í Fríðrikskirkjuni jólamorgun. Tað er ein hátíðarlig løta.   Hvat etir tú til døgurða á jólum?  - Vit eta dunnu jólaaftan. Eg haldi tað er tað besta. Annan av jóladøgunum hava vit ræst kjøt, og hin dagin er tað eitt sindur ymist.   Hvat er tað besta við jólum?  - At tey liggja hesa ársins myrk­ astu tíð. Vóru tey ikki her, høvdu heystið og veturin verið tung at komið ígjøgnum. Eg haldi vit hava nógv at gleðast um á jólum og tað er umráðandi at vit koma hvørjum øðrum við og geva okkum tíð til hvønn annan.   Hvat er minni gott við jólum?  - Komi ikki í tankar um nakað. Tey, sum altíð tosa um at tað er ov nógv res, munnu sjálvi hava ein trupulleika.   Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands?  - Nei. Onkuntíð hevur tað tó verið nær við.   Hvønn jólatónleik dámar tær best?  - Tá tað kemur til jólatónleik eri eg rættiliga traditiónellur. Føroyskir sangir og sálmar, sum man er vaksin upp við, røra meg mest. Tá fái eg altíð eina góða kenslu og minnir koma fram.   Hvat ynskir tú tær í jólagávu?  - Tað hugsi eg ongantíð um! Skal tó viðganga, at tað er hugaligt at pakka eina góða bók upp jólaaftan. Tórður Mikkelsen 3 4 5 4 0 0 NISSAN 4x4. NATURALLY CAPABLE. www.autoservice.fo Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo ógv Ketlar Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta fl oks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar. Rein føroysk ull! FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo AT VIT GERA STÁLKONSTRUKTIÓNIR, STÁL TRAPPIR O.A. ÚR SVØRTUM STÁLI, ALUMINIUM OG RUSTFRÍÐUM N. Finsensg. 7 · Tórshavn · tlf 311687 Til tann professionella og til nýbyrjaran