hósdagur 7. desember 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 237 - 7. desember 2006
Í kjallaranum í Tórsgøtu
21 (har Tilhaldið húsast) er
fram til jóla søluframsýning
við hondgjørdum leirlutum
og pløggum.
Tað eru tær báðar Wanja
Petersen og Petsia Skibe
næs, ið skipa fyri. Kjól
arnar, niðurdeilarnar og
blusurnar við tilhoyri hevur
Wanja tilevnað. Petsia eigur
leirlutirnar.
So ynskir tú tær øðrvísi
klæði til jóla, er tað gott
hugskot at fara inn á gólvið
í 100 ára gomlu hølunum og
keyp tær ein lekran kjóla.
Ongin vandi er fyri at nøkur
onnar gongur í tí sama sum
tú á jólum, tí bara ein finst í
hvørjum sniði.
Leirlutirnir hjá Petsiu
eru framleiddir á serstakan
hátt. Teir eru tíðarleysir og
samstundis sermerktir. So
eisini jólagávuna, tú hevur
leitað eftir, finnur tú her.
Søluframsýningin er opin
frá kl. 10.00–17.00.
eirikur
Spennandi
søluframsýning
Sunnudagin kl. 14 hevur
Kirkjukórið Ljómur undir
leiðslu av Dorte Tilma jóla
konsert í Vágs kirkju.
Á skránni verður eisini
Lusiugonga, og skúlabørn
fara at syngja jólasangir.
Seinrapartin er kórið við í
Tvøroyrar kirkju, tá ið jólini
verða sungin inn kl. 16.
Kirkjukórið Ljómur syngur
í Suðuroy sunnudagin
Kirkjukórið Ljómur syngur í kirkjunum í Vági og á Tvøroyri sunnudagin