Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 7. desember 2006 3 Barnagarðurin í Oyndarfirði er væl útgjørdur til børnini í bygdini. 10 børn hava sína dagligu gongd her Barnagarður Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Oyndarfjørður: Børnini tykjast hugna sær sera væl í nýggja barnagarðinum í bygdini. Týsdagin vóru tey øll upptikin í ymiskum spæli, bæði tey yngru børnini og tey í eldra endanum. Veðrið var einki at reypa av – vindur og regn, og í fjallatoppunum kavi. Hetta helt kortini ikki starvs­fólkunum aftur í at fara túr við nøkrum av børnunum. Børnini í Oyndar­firði hava eisini tørv á at fáa fríska luft. Í løtuni eru 10 børn í barnagarðinum, sum er bygd­ur fastur í skúlan í bygd­ini. Hann er annars gjørd­ur til 15 børn. Starvsfólkini eru tvey í tali, umframt eitt starvsfólk sum er avloysari. Trýstroyndur Barnagarðurin er vælút­ gjørdur og hevur haraftrat fleiri smærri og størri rúm til børnini at spæla í. Nú tað stundar til jóla eru næmingarnir í skúlanum í ferð við at rigga til ein jólaleik. Ætlanin er gera ein pall til leikin, og skal hesin framførast í stóra salinum, sum er vælegnaður til slík tiltøk. Hesin salurin og onn­ur rúm vórðu annars trýst­ roynd í farnu viku, tá elsti maðurin í bygdini, Andreas Andreasen fór um tey 100 árini. Dagurin hjá hesum merkis­ manni byrjaði við guds­ tænastu í Oyndarfjarðar kirkju, meðan samkoman í sam­bandi við dagin varð hildin í skúlanum og barna­ garðinum. Mett verður at millum 360 og 400 fólk vóru í Oyndarfirði henda dagin. Børnini hugna sær í barnagarðinum, sum er væl útgjørdur til tey Vala barnagarður til børnini