Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 237 - 7. desember 2006 tíðindi SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 Í gjár vóru seks handverkarar til arbeiðis í nýggja kappróðrarneystinum í Árnafirði. - Vit pláta beint nú, sigur Poul Johannes Joensen, oddamaður í felagnum BUISON. Byggivinna Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Árnafjørður: Í hesum døg­um verður arbeitt av øllum alvi at fáa nýg­g­ja kappróðrarneystið í Árna­ firði liðug­t. Arbeiðið g­ong­ur væl, hóast tað er nakað seinkað. Ætlanin er kortini – skilst – at hava eina samkomu í neystinum um jóltíðir. Teir eru seks mans til arbeiðis í løtuni, og­ allir hava úr at g­era. ­ Tá vit eru lidnir at pláta, fara vit at leg­g­ja loftið upp­ undir, g­reiðir Poul Johannes frá. Hann er sera væl nøg­dur við menn sínar. Tí, sum hann sig­ur: ­ Hetta eru bestu handverkararnir í landinum! Arbeiðir fyri framman Tá teir byrjaðu við Buison fyri einum ári síðani vóru teir bert tveir mans til arbeiðis. Nú er talið av hand­ verkarum økt munandi. Teir eru tveir útlærdir handverkar, tveir lærling­ar og­ tveir mans til arbeiðis. Tað sjáldsama er, at Poul Johannes sjálvur er millum lærling­arnar! Nú smíða teir í hesum kappróðrarneystinum, men annars hava teir stoypt rætti­ lig­a nóg­v í ár, serlig­a í Havn. ­ Hetta er annað arbeiðið hjá okkum her norðanfyri í ár, sig­ur Poul Johannes. Tá arbeiðið við neystinum er liðug­t, lig­g­ja onnur arbeiði fyri framman. Mill­ um annað skulu eini sethús byg­g­jast júst í Árnafirði. Hóast teir stutt síðani eru byrjaðir við felag­num, eru teir bookaðir við arbeið­ um heilt fram til summ­ arfrítíðina. Talan verður fyri tað mesta um timburarbeiði. – Havi bestu handverkarar í landinum       Sonur Bui Handverkararnir sum í løtuni arbeiða í Árnafirði starvast allir hjá smápartafelagnum Buison. Hetta er eitt heldur sjáldsamt navn, men hevur kortini eina orsøk. Pápi Poul Johannes eitur Poul Christoffur, men verður vanliga nevndur Bui. Tá so sonurin byrjaði við felagnum fyri umleið einum ári síðani, avgjørdi hann at nýta hetta navnið. Poul Johannes er jú hóast alt sonur pápa sín! FAKTA Poul Johannes Joensen hevur góðar menn aftrat sær. – Eg havi bestu handverkarar í landinum, sigur hann Pápin, Poul Christoffur er sambært soninum álitið hjá sær. Hann hevur drúgvar royndir sum handverkari. Ein annar sonur arbeiðir eisini hjá felagnum