leygardagur 27. januar 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
Nr. 19 - 27. januar 2001
27
Fyrst í nítjandu øld flýddi jød-
iska Hirschsprung-familjan úr
Týsklandi vegna kríggj og
setti búgv í Keypmannahavn.
Pápin hevði verið tubakks-
framleiðari í Týsklandi og
tann eini sonurin, Heinrich,
føddur í Danmark í 1836,
valdi sær somu yrkisleið.
Heinrich vann sær nógvan
pening av sigarsøluni og fór at
keypa sær nýggja danska
málningalist, ið hann hevði so
stóran áhuga fyri. Nýgiftur, í
1860´unum, byrjaði hann so
smátt at keypa forvitnislig
listaverk, men skjótt vóru Pau-
line og Heinrich um at drukna
í málningum í sínum stásiliga
heimi á Højbro Plads. Savnið
taldi meira enn 1000 málning-
ar, skitsir, tekningar og stand-
myndir av Eckersberg, Købke,
Bendz, Marstrand, Ancher,
Hammershøi og øðrum, tá ið
ríkmaðurin Heinrich í 1908
doyði.
Í 1902 valdi Hirschsprung at
geva sítt einastandandi savn av
danskari list í gávu til statin,
við eini treyt: at Keypmanna-
havnar Kommuna lat grund-
stykki til nýggjan museums-
bygning og átók sær uppgáv-
una at reka listasavnið Den
Hirschsprungske Samling
saman við statinum. Í 1911
opnaði sjálvsognarstovnurin
Den Hirschsprungske Samling
á Stockholmsgade (beint yvir
av risastóra Statens Museum
for Kunst) fíggjað av statinum,
kommununi og einkjuni eftir
Heinrich, ið ikki náddi at
síggja listasavnið sjálvur. Tann
friðaði bygningurin, teknaður
av kenda arkitektinum H.B.
Storcks, hevur ein hóp av
smáum stovum, ið geva savn-
inum, eftir persónliga ynski
Hirschsprungs, ein intiman og
heimligan dám. Á veggunum
hanga teir smáu málningarnir
lið um lið, stílurin úr borgar-
ligum heimum kring Evropa
tá í tíðini. Fyrsti leiðari á lista-
savninum, Emil Hannover, ið
var góður vinur við og listar-
ligur ráðgevi hjá Heinrich, og
sum giftist við einastu dóttir
hansara, komponeraði tey 21
rúmini á savninum við máln-
ingum, standmyndum og
møblum úr nítjandu øld, so at
alt passaði saman í eina størri
heild. 90 ár seinni er nærum
onki broytt. Tey umleið 500
listaverkini, ið hanga á bróst-
unum, eru við fáum undantøk-
um tey somu sum Hannover í
1911 hongdi upp.
Í sali nummar 21, hjá Skag-
ensmálaranum P.S. Krøyer
(1851-1909), er ein stórur
málningur av Heinrich, Pau-
line og børn teirra. Hirsch-
sprung-familjan situr í sínum
fínasta stási uttanfyri sína villa
norðan fyri Keypmannahavn
ein vakran summardag, og á
borðinum uttanfyri standa te-
koppar og víngløs. Eitt vínglas
ov nógv. Tað er glasið hjá
gestinum hjá familjuni, Krøy-
er, ið skapar málningin. Glasið
er hansara signature. Heinrich
Hirschsprung er eisini í for-
høllini, stórur og prúður við
sigar í hondini tekur hann
ímóti gestunum, tá ið teir
koma inn á listasavnið. Undir
loftinum í forhøllini er ein
verndareingil málaður og und-
ir fótunum hevur tú stóra
mosaikk av tubakksplantu!
Um listaverkini hjá Hirsch-
sprung høvdu endað á Statens
Museum for Kunst, so hevði
ongin í dag vita hvør hesin
sigarmaðurin var, men hann
hevur vitað hvussu navn hans-
ara skuldi yvirliva tey næstu
ættarliðini og knýtast til nat-
uralistiska og súmbolska list í
Danmark: við at gera sjálvs-
ognarstovn undir familjunavn-
inum.
Lat meg enda hetta kapittul
úr Keypmannahavnar søgu við
at nevna, at bjór og tubakk
hava havt størri týdning fyri
listina í hesum landi enn tey
flestu vita av. Pengarnir hjá
ríkum monnum, ið hava selt
tubakk og bjór, standa aftan
fyri tvey av teimum vakrastu
søvnunum í Keypmannahavn:
Ny Carlsberg Glyptotek og
Den Hirschsprungske Saml-
ing.
Hirschsprung
TELDUBRÆVIÐ
SPØL
Elinborg Joensen
Nógv hevur verið at hoyrt og sæð
um tann sonevnda Pokémon
seinastu tíðina. Børn í øllum aldri
flokkjast um hesar verur, ið líkj-
ast lítlum ódjórum. Men hóast
hetta, er almikil gravgangur eftir
teimum. Ongantíð áður hevur ein
vøra selt so nógv. Bara í USA eru
yvir 4. mió. telduspøl seld. Og
sambært New York Times hevur
Nintendo brúkt yvir 20. mió.
dollarar, at marknaðarføra
Pikachu og hinar Pokémonarnar
við.
Tað munnu vera fleiri, ið
undrast á gravgangin eftir hesum
verunum. Hvat er so spennandi
við Pokémon, sum Bøllar, Yoyo,
Turtles, Barbie og Actionmen
ikki hava? Eg dugi ikki
nágreiniliga at svara hasum
spurninginum, men okkurt bendir
á, at »yvirnáttúrligar« kreftir eru
orsøkin. Eg fari at loyva mær at
seta »yvirnáttúrligar« í
gásareygu, tí at meira er millum
himmal og jørð, enn vit vita um.
Spælið snýr seg um, at tað
finnast 151 sløg av Pokémon. Tað
ræður um at fáa allar hesar 151
figurarnar, um tað so er í kortum
ella figurum. Tú ert ein
Pokémon-venjari í spælinum,
sum skal gera tínar Pokémonar
sterkari og sterkari, so at teir
vinna á hinum, og teir mennast
alla tíðina.
Í teimum kristiligu miðlunum
hevur leingi verið illgruni um
sambandið millum Pokémon og
eysturlendskar átrúnaðar, okkulta
samsvarið við »Dungeons &
Dragoons«, og tey kortini, sum
hoyra til, sum børn millum 4 og
14 ár dámar sera væl at skifta
sínámillum. Í USA eru hesi
kortini bannað í fleiri skúlum.
Seinast í Orlando, Florida, har
børnini seldu matpakkar og stjólu
skúlataskur fyri at skifta um kort,
ella hóttu við harðskapi, tí at
kortini høvdu ringa ávirkan á tey.
Sambært amerikanska
tíðarritinum »Charisma« er tað
vanlig uppfatan, at Pokémon
kortini ávirka børnini sum illir
andar. Tey elva til klandur,
havisjúku og asosialan atburð, í
staðin fyri at fremja sosialan
atburð og fríar ræsur at nýta
hugflogið. Eisini hevur filmurin
um Pokémon, »The First Movie«
verið orsøkin til fleiri epilepsi-
tilburðir hjá børnum.
Tað er talan um trý element,
jørð, sjógv og luft – hetta er tann
japanska trúarlæran.
Eisini kundu Pokémon-
verurnar undirbygt menn-
ingarlæru Darwins. So tað kundi
væl borið á, at talan er um
átrúnaðarligan íblástur.
Hvat er alt hetta fyri nakað,
kunnu vit spyrja okkum sjálvi.
Summi siga, at tað bert er eitt
»trend« sum man fara at ganga út
um stutta tíð. Onnur vilja vera
við, at talan er um átrúnaðarligan
íblástur. Hesir hugburðir nýtist
okkum ikki at leita leingi eftir, tí
vit finna teir nevniliga eisini her
hjá okkum. Føroysku handlarnir
eru heldur ikki samdir hesum
viðvíkjandi. BR í Havn hevur
tikið vøruna av hillini, vegna
átrúnaðarliga illgrunan, meðan
Griffilin í SMS ikki heldur tað
vera neyðugt at taka vøruna av
hillini, nú sølan gongur sum heitt
breyð.
Eg eri sjálv ikki heilt greið um
støðuna. Men eg meti tað vera
sera týdningarmikið, at hava
eyguni opin hesum viðvíkjandi.
Tí at tey andaligu tingini eru ikki
at spæla við. Men eg eri sannførd
um, at eru vit persónliga kristin,
so kunnu hvørki Pokémon, ella
nakar illur andi taka ræðið á
okkum. So mín áheitan er: Verið
ansin, tí at meira er millum
himmal og jørð, enn vit vita um.
Elinborg Joensen, sum gongur í 10.d í Eysturskúlanum, er í starvsvenjing
á Sosialinum.
Mynd: Jens Kristan Vang
Pokémon
Fra:
Firouz Gaini, Keypmannahavn
Dato:
23.01.01
Til:
birgir@sosialurin.fo
Emne:
VIKUSKIFTI
P/F Fjarhitafelagið søkir
MASKINMEISTARA
Søkt verður eftir einum maskinmeistara við fullari
maskinmeistaraútbúgving.
Lønin verður ásett sambært sáttmála millum
Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevara-
felag.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til P/F Fjarhitafelagið, telefon 319559, og
tosa við Jóannes Hansen,stjóra.
Umsókn saman við prógvum og møguligum um-
mælum verður at senda til:
P/F Fjarhitafelagið,
att.:Jóannes Hansen,stjóra
Postboks 3215,110 Tórshavn
Teldukoyrikort
í Runavík
Nýtt dagskeið í teldukoyrikorti
byrjar í Runavík
mánadagin 5.februar
Tekning á telefon 311115
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Peugeot 306 XL,1,4 Atlantis 5/H
Árg.: 1995
KM.: 66.529
Eyka útgerð: Airbag,5 gear,met.lakk.
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
tlf.345600 - lokal 728
fax nr.345607
at hitta millum kl.10.00 og 12.00