leygardagur 27. januar 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
25
gult cyan magenta svart
24
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
RØÐA
Tórbjørn Jacobsen
Tað er ringur ráðharra-
óvani at skriva røðurnar
sjálvur. Hendan rasan livir
sjáldan leingi. Strongdin
tekur kvørkratakið, og so
líðandi bløðir tú út. Á
gravarbakkanum standa
teir dystin lærdu, køldu
heilarnir, ið duga hetta
merkiliga kynstrið, – at
útdelegera. Hjá teimum
flestu er politikkurin fak
og metta, og ikki eitt am-
boð, í strembanini fram
ímóti hugsjónarligum mál-
um.
Smátt um smátt fløddi
dirvið innaftur í æðrarnar.
Kom at hugsa um aðru
ferðina eg var uttanlands í
almennum ørindum. Ein
norðurlendsk mentanarráð-
stevna. Hildin í Svarta
Gimsteininum í Keyp-
mannahavn. Millum røður-
nar keypti eg mær tvey
yrkingasøvn, Frederico
Garcia Lorca og Pablo Ne-
ruda. Sat og las, tá ið
danski mentamálaráðharrin
spurdi, hvør ið hesin Pablo
Neruda var. Og tit síggja
ivaleyst hesa løgnu sceans-
una fyri tykkum, har ið ein
primitivur skipari av bygd í
Føroyum situr og greiðir
einum hámentaðum donsk-
um ráðharra, frøðingi í
bókmentasøgu, frá alra-
helst størsta yrkjara, sum
Latínamerika nakrantíð
hevur fostrað. Í eina fjórð-
ingsøld hevði eg borið
kenslu á hann. So kanska
eru føroysku koyggjurnar, í
førum líka so góð bók-
mentareiður, sum lærdu
háskúlarnir á meginlandin-
um.
Sjálvt despotarnir
hava eina bleyta
rók í sálini
Victor Hugo mundi ikki
fara so heilt skeivur, tá ið
hann segði, at ævinleikin
býr í listamanninum.
Politikkaranum hevði hann
ikki nógv gott at bera í so
máta, helt hann ikki vera
annað enn eitt deyðiligt
produkt av sínari samtíð.
Men flestu politikkarar
hava eisini eina bleyta rók
í sálini, har ið eisini yrk-
ingar setast at rinda sær
møðina. Sjálvt teir mest
eirindaleysu despotarnir
hava eitt sovorðið andaligt
spísikamar. Eftir at Stalin
var farin, funnu teir eitt
pappír í skjalasavni hans-
ara har ið hann sjálvur
hevði skrivað: »Hesir mega
ikki nertast«. Ovastur á
listanum stóð tónaskaldið
Sjostakovitj. Síðani kom
ein longri røð av listar-
monnum, – harímillum
Eistenstein, Pasternak og
Ehrenburg.
Tað unikka og fantast-
iska við yrkingini er, at
ongin kennir hin ævinliga
sannleikan. Og tey flestu
munna hava spurt seg
sjálvan og onnur hendan
relevanta spurningin:
»Hvat er at yrkja?«. Tað
ger háskúlastjórin eisini.
Maðurin sum bleiv heiðr-
aður í hel. Ella yrkir hann
uppí løður? Nær skula vit
vænta okkum hitt inni-
spunna tógvið? – fyri at
halda okkum í termunum
hjá langabba hansara.
hvat er at yrkja?
tann ið dugir tað lærir tað
aldrin
tann ið ikki hevur lært tað
enn
hevur nokk altíð dugað tað
tað er at krógva seg
at krabba seg ímóti
streyminum
at droyma í litum
pynta uppá eitt
meistaraverk
við ósjónligum blekki
prógva at jørðin er fløt
fara í grind við
skrivimaskinuni
fara til arbeiðis kl 4 um
morgunin
vera bundin í 107 ár
selja sína sál til
flutningsbandið
blomstra í sugguni
vegleiða tann síggjandi
villa tann blinda
vera navnleysur og
analfabetur
stava seg ígjøgnum tað
seinasta skríggið
vera eftirlitsmaður
á transsibirisku
jarnbreytini
skriva brøv til rosu
luxenburg
um eina superstar
ið vitjaði á nátt
leypa á bláman
og rópa einstein über alles
ella øvugt
um nakar mótmælir
vera kirurgur og klokkari
grava sína egnu grøv
eta fysikk og kemi til
døgurða
misbrúka móðurmálið
til tað flennir í kíki
vera føddur
á eini aðrari planet
vera tann ævigi taparin
sum vinnur á øllum
Men ongin sigrar á
skaldskapinum
Tað vælsignaða við
yrkingini er, at
dómstólurin er
individuellur. Lærdur og
ólærdur ræður sjálvur fyri
tí, ið fæst burturúr.
Yrkjarin, sum ikki er
realistur, doyr. Og yrkjarin,
sum bara er realistur, doyr
eisini. Yrkjarin, sum er
irrationellur, hevur tann
keðiliga trupulleika, at tað
er bara hann sjálvur, ið
skilir seg sjálvan. Kanska
unnustan skilir okkurt hiss-
ini. Og yrkjarin, sum bara
er rationalistur, hevur tann
trupulleikan, at sjálvt kýrn-
ar skilja hann, og tað er
ikki minni hugstoytt. Tað
finnast ongir frymlar í
hesum høpi, ið kunna loys-
ast við tølum, – har er
einki tilfar, sum framman-
undan er ásett av Guði ella
Fana. Í skaldskapinum
stríða hesar báðar person-
asjurnar ein ævinligan bar-
daga. Onkuntíð vinnur hin
fyrri, – aðrar tíðir hin
seinri. Men eingin sigrar á
skaldskapinum.
Frumhugur menniskjans
stendur til skaldskapin og
haðani eru liturgi´in og
sálmarnir komnir og eisini
substansurin í øllum trúar-
lærum. Yrkjarin stríddist
ímóti náttúrunnar fyri-
brigdum, og frá fyrstu tíð
var hann eitt slag av presti,
ið var kallaður. Hin moder-
naði yrkjarin í dag má
súgva til sín úr dagligdegn-
um og mannalívinum fyri
at rættvísgera yrkingina.
Borgarligi yrkjarin er og
verður samlíkur prestinum
omanfyri. Fyrr sáttaðust
teir við myrkrið, – og í dag
verða teir noyddir til at
týða ljósið.
Spreingiknøttar
móti maktini
Hin langleitti yrkjarin
Yviri við Strond, sum ikki
hevur verið hildin at verið
av hesum borgarliga slagn-
um, hevur verið so fram-
søkin, at hann hevur yrkt
eina yrking um sínar egnu
yrkingar:
Mínar yrkingar
skulu sveiggja í einum
frumskógi av
nalvastreingjum.
Uttan at banka uppá
fylla fornminnissøvnini við
duldarfullum eygum.
Tær búnast í hugans
einsligu gloprum
tamba seglini við mánalýsi
og sangi
vermast millum bróst sum
lukta av nátt og sveitta.
Yrkingarnar eru rekar.
Viðarbular riknir inn á
grýtutar strendur.
Heilivágur hjá sorgini.
Spreingiknøttar móti
maktini.
Saltið í rúkandi
døgurðapottum.
Christian – ein stútt
og áhaldandi kraft
Omma mín ivaðist ongan-
tíð í, at Christian Matras
var Føroya klókasti maður.
Ikki tí at hann var yrkjari,
men heldur tí, at hann var
tann einasti professarin, ið
vit tá áttu. Maðurin er nú
heima hjá fedrum sínum,
men hevði hann livað, so
var hann farin um 100-ára
markið í hesum døgum.
Christian eigur nakrar av
teimum flottastu setning-
unum í føroyskum skald-
skapi. Sigl oyggj, fram úr
mjørka. Her leikti tær
lendið løg inn í sál. Eg
fann teg í kvæðum, sum
fólksins varrar lyftu úr øld
í øld.
Og maður ið fær tvinnað
orð saman í so heilskaptar
og fullkomnar setningar er
ikki hvør sum helst. Og
yrkingarnar eru hareftir.
Ein røð av ótíðarbundnum
perlum, ið koma at standa
fram til dómadag. Sjálvt
um maðurin ongantíð stóð
á geilarhornum og breiddi
seg út um sínar egnu for-
treffiligheitir. Í einari kron-
ik sigur ein føroyskur yrkj-
ari nakað soleiðis: »Tá ið
fólk vestanfyri forelska seg
í Japan, er tað í nógvum
førum teirra arbeiðssemi,
disiplin og lítillætni, ið
kenst tiltalandi. Í Føroyum
eru hasar dygdirnar heldur
ikki fremmandar. At vera
lítillátin merkir ikki at for-
nokta sjálvan seg. Í før-
oyskum bókmentum um-
boðar Christian Matras
handa andan fram um
flestu onnur fólk ið skriva.
Ein stútt áhaldandi kraft, ið
gongur langt aftur í okkara
gamla bóndasamfelag. Ein
ektað kollektiv kensla, ið
samstundis rúmar teimum
flestu hugrákum. Sjálvt tá
ið tað varð dansað, dans-
aðu okkara forfedrar
kollektivt.«
Hesin viðingurin, sum
varð samrøddur í sjónvarp-
inum fyri viku síðani, ivað-
ist ikki í, at nógvir
føroyingar hildu, at
Christian bara gekk niðri á
asfaltinum og dagdroymdi,
Saltið í rúkandi døgurðapottum!
MENTAMÁLARÁÐHARRIN. Røða hildin á Landsbókasavni Føroya í sambandi við, at Chr.
Matras hevði fylt 100 ár. Á somu samkomu varð tikið afturíaftur tey 11 yrkingarsøvnini, ið
vóru útgivin í seinasta ári, og yrkjarar og annað gott fólk skipaðu fyri upplestri. Til seinast tók
rektarin á Fróðskaparsetrinum samanum og eftirmetti verkini í akademiskum ljósi.
og liraði onkra yrking av
sær tá ið tað hóskaði, –
soleiðis hissini. Og sjálvt
um tað onki hevur við
dygdina í yrkingunum at
gera, so kann tað vera, at
professaratittulin onkurs-
vegna hevur legaliserað
yrkjaran og givið honum ta
tign, ið hann so søttliga
hevði uppiborna. Hann er
ein av teimum fáu profet-
unum, ið varð viðurkendur
í livandi lívi. Og eingin
ivingur er um, at hendan
støðan ger hann til eitt
jarnbrot í viðurkenningar-
prosessini av føroyska
yrkjarastarvinum.
Og omma mín man ikki
hava verið so langt av leið
í síni fatan av Christiani, tí
longu tíðliga sýnir hann
sítt dirvi og sítt intellekt.
Skula vit trúgva Williami,
so var Matras bæði frí-
teinkari og marxistur táið
hann kom til Havnar at
ganga í skúla. Marsjeraði í
havnargøtum saman við
øðrum undir sprotareyðum
flaggi, syngjandi kamp-
sangin, – Internationala.
William, ið var missiónsk-
ur, – ræddist. Øtaðist, tá ið
Matras tosaði um
»kammerat Lenin« og
»kammerat Trotzky«, og tá
ið hann við ovurhuga um-
røddi hina russisku revo-
lusjónina. Men, sum hjá
teimum flestu, so koma
nýansurnar við aldrinum.
Og tað hendi eisini hjá
Christiani.
Hin ateistiski og bolsje-
vikiski unglingin gjørdist
so líðandi til vitskapar-
mann og til føroyskan
patriot. Týddi Petter Dass
og Thomas Kingo, Bror-
son, Grundtvig og Inge-
mann. Og hvat ið sosialum
og politiskum sjónarmið-
um viðvíkur, so viku so
smátt allar víðgongdar
hugsanir fyri tí einu og
somu: fosturlandskærleik-
anum – kærleikanum til
føroyskt mál, føroyska
náttúru og fólkaminnir,
føroyskan anda og list.
Men hesin skúlin í reli-
giøsari frígering og menn-
iskjaligari samkenslu, sum
Christian Matras gekk
ígjøgnum, í sínum
dreingja- og ungdómsár-
um, hevur sett sítt týðiliga
merki á hansara skaldskap.
Her ræður ein frígjørd
religiøs kensla – frígjørd
fyri bond og fyrisetanir,
ókonfessionel; og her finna
vit eisini eina menniskja-
liga samkenslu í stórt mát,
frígjørd fyri øllum stað-
bundnum ella nationalist-
iskum smásinni. Yrkingar-
nar hjá Christiani eru allar
um Føroyar – ja, í grundini
bert um eina av oyggjun-
um: hansara føðioyggj.
Men hvør einstøk yrking
hevur perspektivir út ímóti
tí alheimska og tí almenn-
iskjaliga. Tak t.d. yrkingina
»Kvøld«. Havmyrkrið
leggur seg ikki bara um
hina lítlu Viðoynna. Tað er
eisini kvøld um allan
heimin. Tað er tann ragna-
røkkurskensla, eitt menn-
iskja kann kenna í sinn-
inum, annaðhvørt tað er
Viðingur ella Mexikanari,
– ella ein frá San Fransisco
ella Bucaresti:
Nú sorast smátt í sinnum
foldarverk,
Nú skakast tryggar grundir
undir døgum
øll flusnar foldartíð, sum
áður sterk
stóð fevnandi um knøtt við
sínum søgum.
Tað hvílir ein stór
ábyrgd á herðum
yrkjarans
Umframt sína egnu natúru
hevur yrkingin so nógv
annað í sær, – ella kann
hava. Hon kann nýtast sum
samfelagsins renovatións-
arbeiðari, men eisini sum
vápn í einum góðum stríði.
Tak verkamanna- og tjóð-
skaparrørsluna. Skal tú
sigra í stríði, mást tú antin
drepa ella broyta tanka-
góðsið hjá mótstøðumann-
inum. Yrkingin hevur verið
ein av stabbunum, sum
hesar rørslur hava staðið á.
Hygg bara at Føroya Fólks
Songbók, – ein lovsongur
til tjóðina. Og ávirkanin
hevur ikki verið so lítil
heldur. Ávegis sigurin
heldur ikki. Tað er bara
góð hálv øld síðani før-
oyskir skúlar sambært
fremmandari lóg ikki
máttu geva frálæru í okk-
ara egna móðurmáli.
Koloniala maktin ræddist
máttin í málinum. Varð
givið eftir, so visti hon tað,
at stríðið vildi flyta seg til
uppgerðina um hitt enda-
liga valdið. Og tað er
akkurát har vit standa ídag.
Kostirnir eru tvinnir. Bara
annar er gongin. Tað má
røkka ella støkka. Nú.
Konsensus-møguleikin
finnst ikki í einum tjóð-
skaparstríði. Hugsi tykkum
hvat ið var hent kristin-
dóminum, um apostlarnir í
sínari tíð vóru farnir út á
øll strætir og høvdu frá-
boðað fjøldunum, at teir
trúðu á ein ella annan
konsensus í trúarmálum?
Yrkjarin hevur eisini
skyldur. Stórar skyldur.
Hann umboðar fimta stats-
valdið, ið skal reinsa upp í
samfelagsins øskudungum,
– áhaldandi. Tað hvílir ikki
so lítil ábyrgd á herðum
hansara. Og hann eigur
ongantíð at lata seg kom-
promitera, heldur ikki av tí
stuðli, ið samfelagið letur
mentanarlívinum. Hetta
krevur dirvi. Eitt dirvi,
sum er neyðugt skal fólka-
ræði tryggjast út í ytstu lið.
At vera samfelagsins ringa
samvitska krevur ikki so
lítið. Tað verða nógvir
baldrutir túrar, men hetta
er neyðugt, fyri at halda
samfelagsins oddvitum á
kósini, og fyri at halda fast
um moralin, ið heldur
samfelagnum saman og
uppi. Komi at hugsa um
kenda troubadurin Bob
Dylan:
Come senators,
Congressmen
Please heed the call
Don´t stand in the doorway
Don´t block up the hall
For he that gets hurt
Will be he who has stalled
There´s a battle
Outside and it´s raging.
It´ll soon shake your
windows
And rattle your walls.
For the times they are
a’changing.
Urmegin sigrar, – hóast
ellið boyggir og sjónin
brestur
Tað er eingin sum ivast í,
at yrkingin hevur fingið
eina rænesansu í Føroyum.
Tað tóktist sum hóttafall
var komið á. Arvurin eftir
stóru yrkjararnar í rom-
antisku tjóðskapartíðini
kendist ov tungur at bera.
Har stendur ein gjógv. Nú
grør aftur um gangandi fót.
Hetta vísir urmegina í
bæði yrkjara og í yrking-
ini. Kendir eru fleiri, sum
ikki helmaðu í, heldur ikki
tá ið fysisku skipbrotini
komu. Tá ið elli boygdi og
sjónin brast.
Jean-Paul Sartre varð
starblindur tá ið hann kom
uppí ellisár, og tá ið hann
fór um sjeytiára-markið
segði hann soleiðis við
franska blaðið Nouvel
Observateur: »Møguleik-
arnir hjá mær sum skriv-
andi manni eru foknir med
alla. Eg havi verið, – og eri
ikki meira. Eg átti at verið
totalt útsligin. Eg trívist
rættiliga væl, men orsøkir-
nar til, at so er, skilji eg
ikki. Eg verði hvørki hug-
tungur ella melankolskur,
tá ið eg hugsi um, hvat ið
er tikið frá mær. Tað hava
verið nógvar tungar løtur.
Tað einasta, ið nú er at
gera, er at laga seg til tað,
ið eg eri blivin.« Men ur-
megin sigraði eisini á Jóan
Paula. Eftir hetta var hann
ein av teimum, sum fekk
eitt tað størsta framtakið í
franskari pressu, í nýggjari
tíð, av bakkastokki, –
avísina »Libération«.
Slagið stendur
ímillum kjøt og anda
Í bløðunum ger ein pensi-
oneraður pantifúti gjøldur
burturúr stóra argentinska
kollveltingarmanninum
Che Guevara. Myndin í
føroyska mentamálastýrin-
um verður tikin framaftur.
Í greinini er hann íblástur
av einum stokkonservativ-
um donskum ummæli, av
eini bók um legenduna, har
ið politiska halgimennið
verður meiri styrkt enn
viknað. Veit ikki, um Che
var ein slíkur, men eg
komi aftur at hugsa um
hesar eymu røkurnar, sum
eisini finnast í sálarlívin-
um hjá politiskum despot-
um. Sartre og Che hittust í
Havanna. Og hesin sivilis-
eraði vesturlendingurin
helt hann vera hitt mest
fullkomna menniskja hann
hevði hitt. Neruda og Che
hittust eisini. Í cubanska
tjóðbankanum. Á skriv-
stovuni sat stjórin víðgird-
ur í feltuniformi, og helst
hugsaði hann meiri um
komandi slagmarkir enn
um hitt cubanska peninga-
umfarið. Regis Debray
fortaldi seinri hesum kenda
kilienaranum, at tað vóru
tvær bøkur í feltsekkinum,
tá ið amerikanskir leigu-
sveinar skutu hann uppi í
boliviansku fjøllunum. Ein
frálærubók í støddfrøði og
fræga yrkingin hjá Neruda:
Hin stóri sangurin. Eitt
slag av tjóðkvæði hjá øll-
um latínamerikanarum
ídag.
Visiónin er kjøt
Segði hønan við hanan
Ein eggleysan dag.
Hetta er Tóroddur tá ið
hann er bestur. Harímillum
liggur hitt politiska spek-
trið: Kjøt og anda. Búk og
hjarta. Myrkur og ljós. Og
tað fer tað altíð at gera,
soleingi menniskja er ein
partur av foldarlívinum.
Og harvið verður yrkjarin
ongantíð arbeiðsleysur.
Koyrið á og stingið ikki
upp fyri nøkrum. Hvørki
høgum ella lágum. Tað
hvílir ein tung ábyrgd á
tykkara herðum, tit
samfelagsins vitar í
døkkum stundum.
Til seinast tøkk til øll
tykkum, bæði farnum og
livandi, ið góvu mær
íblástur til hesa røðuna.
Tórbjørn Jacobsen mentamálaráðharri við tveimum av børnunum, tvíburðunum Jóan Jákup og Hjørdis, 11 ár
Mynd: Birgir Kruse
Mentamálaráðharrin Tórbjørn Jacobsen á Landsbókasavninum, sunnudagin, saman við Jóannesi Nielsen og Carl Jóhan Jensen
Mynd: Birgir Kruse