leygardagur 27. januar 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
23
22
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
VERDI 100
Ove Olsen
Í dag, 27. januar eru 100
ár liðin, síðani stóra italska
operatónaskaldið Giuseppe
Verdi doyði í Milano.
Nógvar av operum hansara
hava heilt frá tá tær vóru
framførdar fyrstu ferð
hildið sær í altjóða reper-
toirinum meira javnt og
áhaldandi enn hjá nøkrum
øðrum operatónaskaldi
uttan kanska Mozart og
Wagner. Heilt frá byrjan av
vísti Verdi ta mest
neyðugu gávuna hjá einum
operatónaskaldi – nevni-
liga evnini at skriva løg,
sum lýsa kenslurnar hjá
einum persóni í operuni og
sum samstundis vekja
kenslur í áhoyrarunum.
Hetta var ein gáva, sum
saman við áralongu roynd-
um hansara at skriva
dramatiskan tónleik til
pallin, gjørdi Verdi føran
fyri at skapa nøkur av
teimum størstu meistara-
verkunum innan italska
opera, sum nakrantíð eru
skapt.
Italia og operan
Tá vit samanbera hugtøk-
ini romantikkur og italsk
opera, so vóru hesi hugtøk
tey somu í fyrru helvt av
1800-talinum. Gjøgnum
alla 19. øld er operan so
nógv tann týdningarmesti
tónleikaformurin í Italia,
og operan verður so at siga
málgagn fyri tað serliga
slagið av romantikki í
Italia. Nógvar orsøkur
vóru til hetta. Til dømis
skrivar italski rithøvund-
urin Benedetto Croce í
1908 soleiðis:
Romantikkurin í sínum
psykologiska ella romant-
iska týdningi var ikki til í
Italia í tí tíðarskeiðnum,
sum verður rópt romant-
iskt. Hann var ikki til, og
kundi ikki vera til. Ikki
bert tí, at italiumenn tá
høvdu aðrar trupulleikar at
hugsa um – tjóðskaparlig-
ar, politiskar og sosialar –
men tí at søguligu fortreyt-
irnar fyri romantikkini
vóru ikki til í Italia. Italia
hevði ikki reformatiónina,
mystisismuna, heimsspek-
ina og myturnar, sum eyð-
kendu tann norðureurope-
iska romantikkin. Okkara
tjóðskaparliga støða forð-
aði fyri, at romantikkin
blómaði sum aðrastaðni,
skrivar Croce.
Hendan niðurstøðan er
nær tengd at tí søguligu
støðu, sum Italia var í í
fyrru helvt av 1800-talin-
um. Frá gamlari tíð hevði
Italia verið býtt sundur í
ein hóp av smáum statum,
sum høvdu ymiska polit-
iska skipan. Har vóru
fúrstadømi, kongaríki,
kirkjustaturin, og ikki
minst tey lýðveldi, sum
vóru sprottin úr teimum
gomlu bý-statunum. Italia
var ikki ein politisk eind,
og soleiðis var støðan eis-
ini fyrst í 1800-talinum.
Eftir fall Napoleons syrgdi
Wiener-kongressin í 1815
fyri einum nýggjum makt-
býti í Europa. Fyri Italia
gjørdist avleiðingin tann
sokallaða Restaurazione –
ein endurstovnan av fleiri
statslíknandi eindum sum
til dømis kongaríkir, her-
togadømir og stórhertoga-
dømir, og so øðrum um-
ráðum, ið vórðu roknaði
sum landspartar av tí eyst-
urríkska keisaradøminum.
Umráði við hvør sínari
søgu, traditiónum og trup-
ulleikum. Og ígjøgnum alt
tað romantiska tíðarskeiðið
var Italia verandi í hesi
støðu – býtt sundur í smá-
ríkir – og soleiðis var tað,
til landið varð savnað í
eina tjóðskaparliga eind í
1860.
Men hóast hesa støðu,
so hevði Italia kortini ein
felags mentunnararv, sum
flestu italiumenn kendu
seg knýttar at. Fyrst og
fremst italska málið,
italska listin sum heild og í
fyrru helvt av 1800-talin-
um eisini ein felags
dreymur, sum gerst sterk-
ari í kjalarvørrinum av
»endurreisingini«: Dreym-
urin um eina italska tjóð-
skaparliga eind. Frælsis-
hugsjónin, sum verður
borin uppi bæði av til-
vitanini um ein felags arv
og av misnøgdini við tað
útlendska okið, sum liggur
á landinum. Og hetta bleiv
endamálið hjá listini í tí
italsku romantikkini – at
uppala italiumenn til at
kenna seg sum eitt fólk, at
styrkja teirra frælsisdreym.
Og tað listarliga amboðið
til hetta kundi í Italia bert
gerast operan. Fyri tað
fyrsta tí at operan sum
listargrein hevur sín upp-
runa í Italia, og opera er
fyrst og fremst grundað á
sang, ið er tann náttúrlig-
asti tónleikaformurin av
øllum. Og opera-traditi-
ónin í Italia hevði verið í
støðugari menning heilt
síðani tað fyrsta opera-
húsið lat upp í 1637. Í
fyrru helvt av 1800-talin-
um var soleiðis ein hópur
av opera-húsum í Italia –
heilt frá tí stásiliga La
Scala í Milano til tey mest
eyðmjúku opera-hús í
meira fjarskotnum býum.
Verdi sum
tjóðskaparlig ímynd
Í 1830-unum vóru tað
Bellini og Donizetti, sum
vóru ráðandi á tí italska
opera-pallinum, og eftir av
Vincenzo Bellini doyði í
1835, bert 34 ára gamal,
var Donizetti tann fremsti
opera-komponisturin. Men
tá Giuseppe Verdi byrjaði
at skriva sínar operur sein-
ast í 1830-unum fekk Italia
av álvara tann opera-kom-
ponistin, sum kundi gerast
málgagn hjá rørsluni fyri
italskari endurreisn. Fyrstu
tvær operurnar hjá honum
høvdu ikki so stóran týdn-
ing í hesum sambandi,
men í 1842 kom hann
veruliga fram við stóru
operuni Nabucco. Hon var
eitt sera væleydnað verk,
bæði musikalskt og polit-
iskt. Her hoyrdu fólk ein
nýggjan tóna, ið var ag-
gressivur og ágangandi,
eina sterka rútmu og há-
borin í melodiunum. Tað
víðagitna trælakórið – va
pensiero sull’ali dorate –
sum lýsir longsulin hjá
teimum jødisku fangunum
eftir heimlandinumm og
frælsinum, skiltu italienar
alt fyri eitt. Tað var júst
hesin tónin og hetta hug-
lagið, ið bar teirra egna
longsul eftir italskum
frælsi undan tí eystur-
ríkska okinum uppi.
Í teimum fyrstu operun-
um hjá Verdi er tað fólkið,
sum er tann veruligi høv-
uðspersónurin, og tjóð-
skaparkenslan er tað veru-
liga evnið, og á henda hátt
fingu operahúsini ein
nýggjan, meira vandamikl-
an politiskan týdning. Tann
eggjandi tónleikurin hjá
Verdi østi tjóðskapar-
kensluna hjá áhoyrarunum.
Verdi gjørdist ein ímynd –
ja sjálvt hansara navn var
ein ímynd. Fólk løgdu ein
nýggjan týdning í bók-
stavirnar VERDI, og tey
róptu Viva Verdi. Meining-
in við hesum var: Viva
Vittorio Emmanuele, Ré
d’Italia – Livið Viktor
Immanuel, kongur Italia.
Viktor Immanuel var
kongur í Piemonte við
høvuðsstaði í Torino, og
hann vildu nógv hava sum
konga í einum sameindum
Italia. Og sjálvt um hand-
lingin gekk fyri seg fyri
langari tíð síðani og í heilt
øðrum londum, so skiltu
fólk sambandið við teirra
egnu støðu í teimum oper-
um, sum komu beint
aftaná Nabucco – I Lom-
bardi frá 1843, Ernani frá
1844 og Attila frá 1846.
Við operum sínum upp
ígjøgnum 1840-ini gjørdist
Verdi ein politisk ímynd
og operur hansara hildu
tjóðskaparrørsluni uppi.
Men samstundis menti
hann hesi árini sín egna
stíl, og hann fann skjótt sín
heilt persónliga opera-stíl.
Og operur hansara fóru
meira og meira at snúgva
seg um tað einstaka menn-
iskja – teirra sinnalag,
trupulleikar og innanhýsis
viðurskifti. Macbeth frá
1847, Louisa Miller frá
1849 og Stiffelio frá 1850
eru allar tekin um ta
gongdina. Ein gongd, sum
í stóran mun hevði upp-
runa sín í livandi áhuga
hansara fyri bæði italskum
og útlendskum bókment-
um. Shakespeare var sera
væl umtóktur aftur í 1800-
talinum – í romantikkini –
og Verdi hevði alt sítt lív
sera stóra virðing fyri
Shakespeare. Tríggjar av
operum hansara eru
grundaðar á sjónleikir hjá
Shakespeare: Macbeth,
Othello og Falstaff.
Verdi leitaði altíð eftir
áhugaverdum, sterkum og
kenslubornum persónum,
sum hann kundi brúka í
sínum musikdramatisku
verkum. Og í 1851 og
1853 komu tær tríggjar
operurnar, sum fólk seinni
hava kallað hansara rom-
antisku trilogi – Rigoletto,
Il Trovatore og La Traviata.
Í veruleikanum er ikki
talan um eina trilogi, tí
evnini eru heilt ymisk,
men tær verða kortini
bólkaðar saman, tí tær í
stíli eru líkar. Her er tað
fyrsta stóra hæddarpunktið
í langa lívsverkinum hjá
Verdi. Søgurnar, sum
operurnar eru grundaðar á,
eru allar útlendskar –
Rigoletto eftir Victor
Hugo, Il trovatore eftir ein
spanskan leik av Guttierez
og La Traviata eftir Ale-
xandre Dumas. Stór verk
komu eisini seinni – til-
dømis La forza del destino
í 1862, Don Carlos í 1867
og Aida í 1871. Í Føroyum
hevur eisini hansara fram-
úrskarandi Missa da Re-
quiem frá 1873 verið fram-
ført.
La Traviata
Sum nevnt aðrastaðni, so
er ætlanin at operan La
Traviata skal framførast í
Føroyum í august mánaða í
sambandi við nýggju
listastevnuna, sum Norð-
urlandahúsið skipar fyri.
Librettoina skrivaði F.H.
Piave eftir skaldsøguni hjá
Alexandre Dumas La
dame aux camélias. Hetta
er ein hugtakandi søga um
eina vakra, fátæka unga
gentu, sum kemur til Paris,
har hon kemur inn í eitt lív
í marglæti. Hon livir í
veitslum við nógvum
monnum kring seg. Men
hon leggur alt hetta lívið
aftanfyri seg tá ein ungur
maður gerst góður við
hana og hann verður henn-
ara lívs kærleiki. Men
seinni slítur hon samband-
ið millum tey, tí hon sær
hvussu fortíð hennara er til
bága fyri sosialu støðu
hansara. Hon hvørvur út úr
lívi hansara og doyr at
enda av tuberklum.
Hetta er søgan í stuttum,
og Verdi gjørdist alt fyri
eitt hugtikin av henni og sá
møguleikarnar fyri eini
opera. Í dag verður La Tra-
viata mett sum eitt meist-
araverk við einum hópi av
framúrskarandi melodium
og tónleiki, sum ógvuliga
væl lýsir teir ymsu persón-
arnar í verkinum. Men tá
operan fyrstu ferð var
framførd á Teatro Fenice í
Venezia í 1853 var fram-
førslan beinleiðis ein
fiasko. Áhoyrararnir hildu
tónleikin vera torføran, teir
dugdu ikki rættuliga við at
persónarnir vóru í samtíðar
klæðum. Høvuðspersón-
urin – Violetta – var eisini
framførd av eini heldur
trivaligari sopran, og
áhoyrararnir hildu tað vera
eitt sindur láturligt, at hon
skal doyggja av bróstsjúku.
Men sum tey flestu meist-
araverk, so yvirlivdi La
Traviata hesar fyrstu trup-
ulleikarnar og hevur alla
tíðina verið millum best
umtóktu operurnar hjá
Verdi og hon hevur verið
framførd á øllum heimsins
stóru opera-pallum.
Giuseppe Verdi hevði
eini framúrskarandi evni at
síggja klárt, hvat kravdist
av einum verki fyri at tað
skuldi virka væl á einum
palli. Alt sítt lív sýtti hann
fyri at slaka í teimum
krøvum, hann setti fyri
verk síni. Hetta saman við
hansara einastandandi
gávum at skriva góðan,
melodiøsan tónleik, sum
altíð var grundaður á tað
týdningarmesta í italskari
opera – sangin – gjørdi, at
Verdi framvegis hoyrir
millum tey størstu opera-
tónaskaldini, sum nakr-
antíð hava livað.
Giuseppe Verdi
f. 9/10-1813 • d. 27/1-1901
Í 1886 málaði Giovanni Boldini tónaskaldið Guiseppe Verdi (úr bókini Giuseppe Verdi, myten,
mennesket og komponisten, eftir Francesco Cristofoli. Gyldendal 2000
Ove Olsen tónleikaleiðari, við trimum av verkum Verdi’s í tónaleikasavni Útvarpsins
Mynd Jens Kr. Vang
Uppslag frá frumsýningini av La Traviata í Venezia 6. mars 1853