leygardagur 27. januar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
21
gult cyan magenta svart
20
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
BÓKIN
Turið Kjølbro
Árið í fjør var eitt gott ár
hjá Bókadeild Føroya Lær-
arafelags. Útgávurnar vóru
ikki færri enn 43 í tali, tað
mesta í nógv ár, og Barna-
bókaklubbin fekk fleiri
nýggjar limir.
– Taka vit limatalið í
Barnabókaklubbanum sum
eina ábending, er barna-
bókin alt annað enn hótt.
Men vit ásanna, at tað er
lættari at halda børnum
undir skúlaaldri til, enn
teim stóru og ungu. Ein
orsøk til tilgongdina er
uttan iva, at foreldur eru
tilvitað um, hvussu týdn-
ingarmikið tað er, at børn
hoyra søgur. Tey brúka
møguleikan at skapa eina
nærveru og samveru við
barninum saman við eini
bók í friði og náðum. Bók-
in gevur nakað, sum hini
tilboðini ikki kunnu kapp-
ast við. Men tá ið vit koma
til størru børnini og tey
ungu, merkist kappingin
frá telduspølum, sjónvarpi
og øðrum. Vit hoyra ofta
frá foreldrum, at um tað
mundið, tá ið børn sjálv
byrja at lesa av álvara, so
tíma tey ikki longur at vera
limur í Bókaklubbinum. Í
tí aldursbólkinum missa
vit fleiri limir. Summi for-
eldur halda kortini fram
við at halda børnunum til,
um ikki annað so bert fyri
at fáa bøkurnar, tí kanska
vendir áhugin aftur. Onnur
foreldur taka til eftirtektar,
at børn velja onnur tilboð
fram um bókina. Vit høvdu
ynskt, at har vóru fleiri
lesarar, tí tað eru hesar
bøkurnar, sum kosta
okkum mest at gera. Hin-
vegin verða hesar nógv
brúktar í skúlunum.
Royndir vísa, at eru børn
frá barni av von við at
hoyra søgur, koma tey altíð
aftur til bókina, hóast tey
fella frá eina tíð. Og kem-
ur ein bók út til størri børn
og ung, sum er nakað ser-
ligt, klárar hon kappingina
við hinar miðlarnar. Eg
síggi bjart uppá framtíðina
hjá barnabókini, sigur
Niels Jákup Thomsen,
leiðari á Bókadeild Føroya
Lærarafelags.
Barnabókaklubbin hjá
Bókadeild Føroya Lærara-
felags er farin undir fimt-
anda útgávuárið. Tilgongd-
in av limum hevur verið
støðugt líka síðani byrjan
og í dag eru 1650 limir.
Bókaklubbin er býttur í
fýra aldursbólkar og til-
samans fáa limirnir í
minsta lagi 28 bøkur á
hvørjum ári. Orsøkin til, at
tilgongdin av limum øktist
í fjør, metir Niels Jákup
Thomsen vera, at Bóka-
deildin fór undir at gera
eitt betri og størri limablað
í litum við nógvum tíðind-
um og tilboðum.
– Fólk varnast okkum
betur í dag av tí sama,
sigur hann.
Longu tá ið barnið verð-
ur borið í heim, á einum
av teim trimum sjúkrahús-
unum í Føroyum, hevur
mamman møguleika at
tekna barnið sum lim. Tey
nýføddu fáa eina bók til
gávus og nógv gera brúk
av tilboðnum og melda
børnini inn.
– Eisini heilsusystrarnar,
serliga tær, sum arbeiða úti
um landið, gera vart við
okkum og heita á foreldur
um at melda børnini til.
Bókaklubbin
grundarlagið
Mest sum allar bøkurnar,
ið koma til tey smæstu og
stórur partur av tí, ið verð-
ur givið út til størri børn
og ung, verða samprentað-
ar við onnur forløg úti í
heimi. Tað er ógvuliga dýrt
at prenta litríkar bøkur,
men í prentsamstarvi við
onnur forløg í øðrum lond-
um kann prísurin á bókini
vera nógv lægri enn hann
annars hevði verið. Uttan
samprent, hevði kostnaður-
in á bókunum verið fýra
ferðir so stórur.
– Var Barnabókaklubbin
ikki, hevði Bókadeildin
ikki havt møguleika at
geva so nógvar bøkur út
sum vit gera. Tí hóast talan
er um dygdargóðar og
virðislønar bøkur, er
marknaðurin fyri týddum
bókum ikki stórur í Føroy-
um. Av tí, at vit hava
Bókaklubban vita vit, at
vit sleppa av við eitt ávíst
tal av bókum. Vit sleppa at
kalla av við allar bøkurnar.
Um ikki beinanvegin, so
eftir fáum árum, sigur
Niels Jákup Thomsen.
Vansin við samprenti er,
at valið av útgávum ikki
einsamalt er Bókadeild-
unnar.
– Tað er rætt, men hin-
vegin so er úrvalið av sam-
prentsbókum so stórt og
breitt, at við at vera við í
samprenti kunnu vit fáa
tað besta burtur úr útgáv-
um aðrastaðni, velja tær
frægastu út og geva tær út
á føroyskum, sigur Niels
Jákup Thomsen.
Bókadeildin hevur av-
markað seg til at samstarva
við forløg í Onglandi,
Týsklandi, Noregi, Svøríki
og Danmark.
Í tann mun arbeiðsorka
og pengar eru til tað, ar-
beiðir Bókadeildin eisini
við øðrum útgávum, bæði
bókum og fløgum.
– Vit hava nærum bara
góðar royndir í so máta. Tá
ið tað snýr seg um aðrar
útgávur enn barnabøkur,
leggja vit doyin á, at geva
bøkur út, sum vit rokna
við fara at selja væl og tí-
skil kunnu geva eitt íkast
til virksemið hjá okkum
annars.
Av slíkum útgávum í ár
kunnu vit nevna Veðrið í
Føroyum í 120 ár, sum
Petur Skeel Jacobsen, veð-
urfrøðingur, skrivar og
Alan Brockie tekur mynd-
irnar til. Eisini ein fiska-
kókibók er á veg, sum
næmingar í Fiskivinnu-
skúlanum í Vestmanna
leggja til rættis.
Føroyskt og útlendskt
Tað er langt millum útgáv-
urnar av upprunaføroysk-
um barnabókum. Í heyst
komu tvær, báðar til smá-
børn, og í vár kemur ein,
eisini til smábørn. Tað er
Flosi fer í føðingardag eft-
ir Marionnu Debes Dahl.
Guðrið Poulsen ger mynd-
irnar. Ið hvussu so er tvær
aðrar upprunaføroyskar
barnabøkur til smábørn
koma í ár afturat.
Serliga norðurlendskar
útgávur mynda fimtanda
útgávuárið hjá Bókaklubb-
anum. Ein teirra er ís-
lendsk, sum í fjør fekk
fagurbókmentaliga virðis-
løn sum tann fyrsta barna-
bókin nakrantíð. Av øðrum
útgávum kunnu vit nevna
tvær Harry Potter útgávur,
sum koma í ár. Hesar
koma ikki í Bókaklubban.
– Vit hava einki føroyskt
handrit liggjandi. Saknur
er á føroyskum bókum til
størri børn og ung, og tað
er ikki nakað nýtt. Vit hava
áður skrivað kappingar út,
tað hevur eydnast væl við-
hvørt og minni væl við-
hvørt. Vit hoyra frá fólki,
sum hava hugskot til bøk-
ur, at tey ikki rættiliga
hava umstøður og tíð, og
tað er heilt einfalt orsøkin
til, at ikki meiri kemur út á
føroyskum. Tað er eitt ódn-
artak hjá fólki at skriva
eina bók samstundis sum
tey hava annað arbeiði,
sigur Niels Jákup Thom-
sen.
Sum skilst verður síðsta
hond løgd á Mentanarvirk-
isætlanina hjá Landsstýrin-
um nú, og eftir ætlan kem-
ur hon til aðalorðaskifti í
Løgtinginum í vár. Niels
Jákup Thomsen hevur
góðar vónir til Mentanar-
virkisætlanina.
– Tað skuldi verið líka
so góðir møguleikar fyri at
fáa starvsløn fyri at skriva
eina ungdómsbók ella eina
barnabók sum aðrar bók-
mentir. Eg havi ta álit á
teimum, sum taka dagar
ímillum, hvør skal hava
starvsløn, at barna- og
ungdómsbøkur verða rað-
festar líka høgt sum aðrar.
Um barnabókaútgáva fær
serligar sømdir í eini slík-
ari virkisætlan, veit eg ikki
um eg skal tora at vóna.
Eg havi ikki varugan av, at
tað verður mett sum nakað
serligt at skriva til børn og
ung í Føroyum. Men í
veruleikanum er tað ein
størri avbjóðing.
Er langt millum útgávur-
nar av føroyskum barna-
bókum, er enn longri mill-
um bøkurnar, sum lýsa
føroyska nútíðarsamfelag-
ið.
– Norðurlendskir rithøv-
undar, sum skriva til børn
og ung taka alla tíðina evni
upp, sum eru uppi í tíðini.
Ein gongd leið er at skriva
út kapping, har evnið skal
vera nútíðin. Tað er ógvu-
liga spell, at føroysk børn
ikki kunnu lesa um nútíð-
arsamfelagið í bókment-
um, sigur Niels Jákup
Thomsen.
Málið í føroyskum
barnabókum hevur mang-
an fingið skot fyri bógvin.
Fólk hava víst á, at málið
er ov knortlut, tungt, fornt
og ókent fyri børnini.
Niels Jákup Thomsen sig-
ur, at tað er langt síðani, at
hann seinast hoyrdi slíkar
atfinningar.
– Vit áleggja týðarum at
brúka eitt gott mál. Málið
eigur at vera soleiðis, at
børn tíma at lesa bøkurnar
og at foreldur ikki kasta
bøkurnar frá sær orsakað
av málinum. Talumál og
slang kann væl koma fyri,
har tað er uppá sítt pláss.
Málið í bókunum má
fylgja við tíðini, tí tað er
einki endamál í at geva
bøkur út, sum børn ikki
tíma at lesa.
Avmarkað orka
Bókadeild Føroya Lærara-
felags fær á hvørjum ári
játtan á Løgtingsfíggjar-
lógini. Stuðulin er 1 mió.
kr. og umsetningurin ligg-
ur um 2,5 mió. krónur,
onkuntíð upp ímóti 3 mió.
krónum.
– Vit søkja á hvørjum ári
um at fáa størri játtan, men
enn er tað ikki eydnast. Í
grundini fær landskassin
væl og virðiliga pengarnar
aftur. Vit hava brúk fyri at
fáa eitt fólk í starv afturat
soleiðis at vit kunnu gera
meiri við upprunaføroyskt
tilfar, men í løtuni hava vit
ikki umstøður til tað, sigur
Niels Jákup Thomsen at
enda í viðtali.
– Taka vit limatalið í Barnabókaklubbanum sum eina ábending, hevur barnabókin
ongantíð havt tað so gott sum nú. Men vit ásanna, at tað er lættari at halda børnum undir skúlaaldri til,
enn teim stóru, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags
Barnabókin alt annað enn hótt
- Royndir vísa, at eru børn frá barni av von við at hoyra søgur, koma tey altíð aftur til bókina,
hóast tey fella frá eina tíð. Og kemur ein bók út til størri børn og ung, sum er nakað serligt,
klárar hon kappingina við hinar miðlarnar, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild
Føroya Lærarafelags
BÓKIN
Turið Kjølbro
Næsta vikuskiftið tekur
Bókadeild Føroya Lærara-
felags lut á stórari norður-
lendskari barnabókastevnu
í Keypmannahavn. Stevnan
vendir sær til brúkaran, tað
vil siga, børn og foreldur.
– Vit eru boðin við í ár
og hava gjørt av at taka við
innbjóðingini, hóast vit
hava so avmarkaða orku.
Við luttøkuni hugsa vit
serliga um føroysk børn og
foreldur í Danmark, sum á
bókastevnuni fáa høvi at
síggja nýggjastu føroysku
bøkurnar til børn og ung.
Eisini fara vit at nýta høvi
at kunna um Barnabóka-
klubban, sigur Niels Jákup
Thomsen.
Barnabókaklubbin hevur
nógvar limir í Danmark,
serliga í høvuðsstaðarøkin-
um.
– Tilgongd er alla tíðina,
men vit kundu hugsað okk-
um at fingið enn fleiri. Tá
ið vit hava tikið lut á
Bókastevnu í Forum, hava
vit fingið fitt av limum. Eg
vil avgjørt heita á barna-
familjur um at vitja hesa
stevnuna, tí umframt serlig
bókastevnutilboð, er eitt
hav av spennandi tilboðum.
Íblástur
Umframt beinleiðis sam-
bandið við føroyingar í
Danmark, er eitt endamál
við luttøkuni eisini at fáa
innlit í, hvat er frammi á
barnabókaøkinum í Norð-
urlondum júst nú.
– At taka lut gevur
íblástur. Vit síggja, hvat
rørir seg aðra staðni og vit
hitta eina rúgvu av forlags-
fólki. Tað í sjálvum sær er
gevandi, sigur Niels Jákup
Thomsen.
Tað eru kortini ikki tey
kendastu forløgini, sum
taka lut á eini slíkari
stevnu.
– Tað kemst uttan iva av
avmarkaðari orku. Á hesi
stevnuni verður dentur
lagdur á tað
norðurlendska, men tað
vísir seg, at er til dømis
bókastevna í Svøríki eru
tað serliga svensk forløg,
ið taka lut.
Væl eydnað
Hetta er aðru ferð, at skip-
að verður fyri Norður-
lendskari barnabókastevnu
í Danmark. Stevnan í fjør
var ógvuliga væl eydnað,
10.000 fólk nýttu høvið at
vitja stevnuna, og hon varð
nógv umrødd í fjølmiðlun-
um. Nógv foreldur og børn
vitjaðu, og nógv tóku lut í
ymsu tiltøkunum, ið verða
fyriskipað allan dagin.
Í ár er eisini nógv
ymiskt á skránni. Fólk
kunnu fara til upplestur,
sjónleik, film, tónleik, og
fyrilestrar verða
fyriskipaðir fyri forleggjar-
um, høvundum, bókavørð-
um og øðrum áhugaðum
bókafólkum. Upplestur
verður eisini serliga fyri
børnum eins og tey eisini
kunnu taka lut í verkstøð-
um og spæli. Kendir
barnabókahøvundar úr øll-
um Norðurlondum eru
bodnir við at lesa upp, og í
forhøllini vísa barnabóka-
teknarar verk fram. Stevn-
an í ár ger serliga burtur úr
svenskum teknarum, og
framsýningin letur til at
verða ein litføgur uppliv-
ing í sjálvum sær.
Barnabókastevnan verð-
ur í Øksnehallen í Keyp-
mannahavn í døgunum 2.
til 4. februar. Øksnehallen
liggur bert fáar minuttir til
gongu frá Københavns Ho-
vedbanegård við beinleiðis
sambandi til flogvøllin í
Keypmannahavn. Opið er
hvønn dag frá klokkan
10.00 til 18.00.
Føroyska barnabókin
á bókastevnu
– Við luttøkuni hugsa vit serliga um føroysk børn og foreldur í
Danmark, sum á bókastevnuni fáa høvi
at síggja nýggjastu føroysku bøkurnar til børn og ung. Eisini fara vit at
nýta høvi at kunna um Barnabókaklubban,
sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags
– Eg vil avgjørt heita á barnafamiljur um at vitja norðurlendsku barnabókastevnuna, tí umframt serlig bókastevnutilboð, er eitt
hav av spennandi tilboðum, sigur Niels Jákup Thomsen.
Bókadeild Føroya Lærarafelags varð stovnað í 1956 og deildin,
ið er stovnur undir Føroya Lærarafelag, fór undir at skipa fyri
regluligari útgávu av barnabókum á føroyskum. Síðani 1986 hava
fleiri fólk burturav arbeitt við útgávuvirkseminum og í dag stend-
ur deildin fyri umleið triðinginum av øllum tí, ið kemur út á før-
oyskum og nærum øllum, ið kemur út til børn.
Á hvørjum ári síðani 1950, uttan í 1958, hevur Føroya Lærara-
felag givið Mína Jólabók út, sum er savn við søgum og songum
til børn. Í 1928 fór Føroya Lærarafelag undir at geva Barna-
blaðið út, sum er ætlað grunddeildini í skúlanum. Útgávan steðg-
aði í 1931, men í 1958 fór Lærarafelagið undir aftur at geva
blaðið út. Barnablaðið, sum í dag er eitt stórt blað, býtt sundur
til tveir aldursbólkar, hevur 3200 lesarar.