leygardagur 27. januar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
FANTASY-BÓK
Bergljót av Skarði
Annfinnur í Skála:
Heimurin Forni 2
»Ferðin til Zambora«.
Umslag: Hannis Egholm.
267 bls. Sprotin 2000.
At vera við í einum ævin-
týri, filmi ella telduspæli -
virtual reality – er eitt
tema í nýggju skaldsøguni
eftir Annfinn í Skála, har
drongurin hugsar:
»At lesa um ævintýr var
eitt, men sjálvur at vera
við í einum ævintýri, sum
vit og skil segði var vit-
leyst, ein dreymur ella
rættari ein marrudreymur,
tað var nakað heilt annað.«
Heimurin forni er skald-
søga til stór børn, ung og
vaksin. Hon er í tveimum
bindum, fyrra bind eitur
»Hjá dvørgum í Níðafjøll-
um« og seinna »Ferðin til
Zambora«. Tað er stór-
hending í føroyskum bók-
mentum, at ein so modern-
að skaldsøga skrivað á
føroyskum kemur út.
Ævintýrsøga stendur
fremst, Heimurin forni er
nevniliga mitt í tí ráki,
sum vit uppliva á bók-
mentaøkinum. Tað yvir-
nattúrliga, gandaheimur og
gandaverur, uttanjarðarver-
ur ella aliens. Vit lærdu at
lesa tað við Tolkien, hans-
ara hobbar og Lisa í Leika-
landi eru klassikarar.
Seinni eru x files og aliens
filmar vorðnir partur av
okkara gerandisdegi, hvør
hevur ikki grundað um
tíðarmaskinur og tíðar-
lummar, og ævintýrsøgan
hevur eisini nógv saman
við telduspølum.
Annfinnur í Skála kennir
alt hetta og dugir at gera
eina spildurnýggja før-
oyska ævintýrsøgu við øll-
um hesum í huga. Millum-
tekstleikin umfatar t.d.
Føroyingasøgu, íslendinga-
søgur, indianarafilmar og
krígsfilmar: »Kjartan kom
knappliga at minnast ein
gamlan, spennandi krígs-
film við Richard Burton
og Clint Eastwood. Hann
æt Arnarreiður, gjørdi
hann ikki? Spennandi
filmur!« (Bind 1, bls.170)
Kjartan og Hallbera eru
tvey 18 ára gomul ungfólk,
sum enda í eini fornari tíð,
tey verða tikin av dvørgum
og send eina sera vanda-
mikla ferð. Endamálið er
at bjarga heiminum undan
rangaroki. Umframt
dvørgaheim, vitja tey eis-
ini álvaheim og tann ræðu-
liga staðin Xalar í varg-
mannalandi. Á vegnum fáa
tey hjálp frá bóndanum
Oddvaldi og syni hansara
Arngrími, sum kemur við
teimum. Tey verða tikin til
fanga – fyrst Hallbera og
seinni Kjartan – men eftir
nógv brøgd og nógvar list-
ir sleppa tey heim aftur.
Ferðin er sera spennandi,
og lesarin livir seg inn í
ævintýrheimin.
Umhvørvið, bæði náttúr-
an og hús og borgir eru
sera nágreiniliga og real-
istiskt lýst, til dømis í
bindi 1 bls. 157 og 213.
Eitt kort er sett fremst í
bókini, so at vit fáa fylgt
Hallberu og Kjartani á
ferðini.
Lýsingin av tí falska
smílandi høvuðsmanninum
hjá tí ónda Zaroki kongi
minnir um myndir av her-
monnum ella herførarum
frá seinni tíðum, og mið-
aldarkenda og vápnini
skapa óhugna. Nógv av
søgugongdini hevur sínar
paralellir í okkara egna
heimi og okkara egnu tíð
ella stutt undan okkara tíð
– eisini føroyskari søgu.
Eitt sum er serstakliga
hugfangandi við bókini er
málið ella rættari sagt mál-
ini. Tað føroyska er lýtar-
leyst, samstundis sum tað
spælir sær við munin á
talaðum máli anno 2000,
sum Hallbera og Kjartan
tala og so málinum eini
1000 ár frammanundan,
sum Arngrímur tosar. So-
leiðis fær høvundurin á
jaligan hátt gjørt viðmerk-
ingar til føroyskt nútíðar-
mál sum eitt framhald av
elligomlum máli, og sum
allatíðina er í broyting.
Fleiri orðapør eru nevnd í
hesum sambandi, tí at
Hallbera og Kjartan mega
týða talumálsorðini fyri
Arngrími – t.d. idé – hug-
skot; farligir – vandamikl-
ir. Og hinvegin nýtir Arn-
grímur orð sum ikki eru so
eyðskild hjá hinum báðum
eitt nú fáa eftirlæti – vera
forkelað.
Eisini nútíðarføroyingar
tosa ymiskt sínamillum
t.d.sigur tann romantiska
Ingibjørg »sum her er vak-
urt«, tá ið tey eru útferð
og: »her er pent, ha?« sig-
ur Áki um sama landslag.
Eitt annað málsligt stíl-
brigdi í bókini er orðafell-
ini, t.d. leggja sjógv ímill-
um, binda um heilan fing-
ur, bera blak fyri eyguni á
– her sæst orðabókarmað-
urin Annfinnur rættiliga
dusa sær.
Málið er fjølbroytt við
einum pedagogiskum
tanka aftanfyri. Staðar-
nøvnini eru eisini nakað
fyri seg, eins og í veruleik-
anum eita steinar og gjáir
eftir, hvussu landslagið
sær út ella hendingum,
sum har eru farnar fram,
enn eitt dømi um, hvussu
vandaliga høvundurin
arbeiðir.
Enn meiri forkunnugt er,
at spildurnýggj mál (ella
rættari sagt elligomul, ný-
liga uppdagað mál) verða
løgd fram í bókini –
dvørga-, álva- og varg-
mannamál. Tey bæði Hall-
bera og Kjartan skilja ikki
hesi mál, og tað ger lesarin
heldur ikki, tað elvir
óhugna og økir spenning-
in, tá ið hesir óhugnaligu
vargmenn, sum eru úlvar,
sum eru umskaptir til
menn práta saman yvir
høvdinum á teimum, sum í
hesum broti tá ið Kjartan
er tikin til fanga.
»Zarok kom inn og setti
seg í hásætið. Tá ið hann
hevði sett seg, leit hann
kaldliga út yvir manna-
múgvuna, so gav hann
tekin við veldisstavinum,
og dyrnar við vestara
endaveggin brustu upp, og
Kjartan varð skumpaður
fram eftir gólvinum. Hann
var ikki bundin, men fekk
illa gingið, so hann varð
bæði styðjaður og sjúgvað-
ur frameftir.
Fólk eygleiddu hann.
Summi fóru á føtur fyri at
síggja betur.
Við eitt skar manna-
múgvan í róp – Braatisak
hinnizi kunderu! dundi
stevfast í riddarasalinum.
Zarok hevjaði veldis-
stavin, og aftur var deyða-
kvirt« (bls. 74) og seinni:
»Meðan teir prátaðu og
drukku, fór hundurin yvir
til Zarok við kjøtbeininum
í kjaftinum. Hann læt við
halanum. Zarok klappaði
honum uttan at hyggja nið-
ur, men tá ið hann kíndi
honum um trýnið, varnað-
ist hann, at Daka hevði
okkurt í kjaftinum. Hann
hugdi niður og sá beinið.
Hann sprakk so algoystur á
føtur, at steypið hvølvdist,
og vínið rann út á borðið –
Sakkugatim Dakhis stratta!
Hann leit aftur at Horuki –
Kannuliz varna!
Horuk fór beinanvegin
út.
Lítla løtu seinni kom
Horuk innaftur saman við
øðrum vaktarmanninum.
Zarok segði harðmæltur
– Psinni un psinnar utasta
anazatatos, veilka satta-
nukk?
Hallbera sá bara vangan
á vaktarmanninum, men
hon skilti á lagnum, at
hann var ræddur.« (bls.59)
Fremst í bókini eru setn-
ingarnir á hesum fornu
málum týddir til føroyskt,
men teir eru ikki so nógv-
ir, at tað elvir til, at tú
missir tráðin.
Annfinnur í Skála hevur
í fleiri ár arbeitt við orða-
bókum, og hetta kemur til
nyttu her, hansara áhugi
fyri etymologi og stóra
málsliga vitan eru sjónsk í
hesum langt síðani út-
deyðu málum. Málini eru
heilt týðiliga av germansk-
ari rót og hava fjølbroytt
bendingarlag.
Persónalýsingin er væl-
eydnað, sambandið ímill-
um Hallberu og Kjartan
broytist, tey verða væl og
meiri enn væl. Tey eru
bæði skúlanæmingar, og
lærarin Annfinnur í Skála
fær eisini prógvað, at
skúlakunnleiki kann vera
hentur í vandans stund.
Stuttligt er eisini at
síggja, at høvundurin ar-
beiðir medvitað við kyns-
rollumynstri við at lata
dreingin og gentuna tjakast
um slíkt og eisini við at
lata tey kappast á jøvnum
føti, og í álvaheimi eru
bara konufólk ella konu-
álvar í ovastu leiðslu eins
og tað bert eru menn í
leiðsluni í Skuggana landi.
Vit hitta eisini foreldur
teirra, og sjónarhornið
skiftir ímillum nógvar per-
sónar. Foreldrini eru í
Havn ár 2000, so søgan
hevur eisini eitt »Back to
the future« tema.
Tá ið Hallbera og Kjart-
an eru komin heim, siga
tey frá síni ferð:
»Símun segði, at hann
hevði eisini ilt við at
trúgva søgu teirra, men
hon hekk so væl saman –
eisini í smálutum, so hava
tey pentað hana saman, so
mugu tey hava fyrireikað
seg í langa tíð.« (bls.202)
Eg veit ikki hvussu
langa tíð Annfinnur hevur
brúkt um at penta hetta
saman, men søgan hongur
væl saman eisini í smálut-
um, og eg hugsi, at Heim-
urin forni er ein virðiligur
kappingarneyti hjá Pika-
chu og øðrum Pokémonn-
um og øllum teimum
løgnu verunum, sum børn
samla uppá.
Mitt í einum ævintýri
UMMÆLI. Søgan hongur væl saman, sigur Bergljót av Skarði í hesum ummæli av »Heiminum Forna«,
har hon leggur høvuðsdentin á seinnu bókina »Ferðin til Zambora«. Fyrru bókina ummældi Jógvan Isaksen seinasta Vikuskifti.
– Hetta er ein virðiligur kappingarneyti hjá Pikachu og øðrum Pokémonnum
og øllum teimum løgnu verunum, sum børnini samla uppá, sigur Bergljót
Bergljót av Skarði,
studentaskúlalærari:
»Heimurin forni« er ein
virðiligur kappingar-
neyti hjá Pikachu og
øðrum Pokémonnum.
Mynd: Jens Kr. Vang
BÓKAUMMÆLI
Inge Knutsson
I en vacker essä om sin
store landsman William
Heinesen har den färöiska
författarinnan och musike-
ren Oddvør Johansen skri-
vit att det är hennes över-
tygelse, att det i varje litet
människoöde på jorden
finns stoff till en hel
roman. Med tanke på att
verkligheten oftast över-
träffar dikten är det inte
svårt att dela hennes
uppfattning.
Det är knappast någon
överdrift att påstå att
svenska romaner i allmän-
het skildrar personer i de
övre samhällslagren. Hos
oss tycks det råda ett slags
tyst samförstånd om att ju
obetydligare en människa
är – mätt i pengar, infly-
tande, materiell status,
berömmelse – desto oin-
tressantare är hon. Ur den
felsynen följer också att
sorg och glädje, förtvivlan
och vrede, liksom allt
annat mänskligt, förutsätts
vara djupare, och mer
fängslande, ju högre upp i
samhällsklasserna man
kommer.
Färöarna har aldrig haft
någon bördsadel, bara ett
fåtal penningaristokrater. I
ett litet samhälle som det
färöiska blir vad vi brukar
kalla den lilla människan
plötsligt stor. I denna vin-
darnas och de väldiga vatt-
nens värld påminns alla
människobarn samtidigt
om att de som biologiska
varelser är bräckliga rön.
Oddvør Johansen (f.
1941) har liksom de flesta
av sina färöiska kolleger
direktkontakt med folk-
djupet och avlyssnar män-
niskornas hemligheter och
det gripande i deras öden.
Hon gjorde en ovanligt
övertygande debut 1982
med romanen Lívsins
summar, som översattes
till bl.a. svenska (Livets
sommar), har publicerat
ytterligare en roman, en
novellsamling och ett par
barnböcker, samt den nu
till Nordiska rådets litte-
raturpris nominerade Í
morgin er aftur ein dagur
(I morgon är också en
dag).
Debutromanen, som väl
har självbiografisk bak-
grund, skildrar en familjs
liv i 1940- och 50-talens
Tórshavn, sett genom en
ung flickas ögon, den
första skildringen i sitt
slag i färöisk litteratur. I
sin nya bok går Oddvør
Johansen längre bakåt i
tiden, ända till 1901, och
slutar med den brittiska
ockupationen av Färöarna
år 1940. Huvudpersonen är
åter en kvinna, men skild-
ringen växer ut till en min-
dre kollektivroman, som i
sin tur innehåller en åter-
spegling av samhällsut-
vecklingen.
Bråd död och sjukdom
till döds bildar upptakten
till historien om Angelika
och Enok och alla deras
barn, men handlingen
drivs framåt av det sträv-
samma småfolkets företag-
samhet och framtidstro.
Deras drömmar, önskemål
och planer kolliderar ofta
med en verklighet, som
politiskt sett styrs av dansk
överhet och som försvåras
av inhemska potentaters
manipulationer.
Oddvør Johansens skriv-
sätt och berättarperspektiv
erinrar i sina bästa stunder
om William Heinesens.
Liksom han är hon föga
intresserad av romantek-
niska experiment; att be-
rätta en medryckande
historia om vanliga män-
niskor så att säga underi-
från, och krydda den his-
torien med humor, vemod,
indignation, när så behövs,
är i stället deras ledstjärna.
Som läsare uppehåller man
sig gärna i skenet från den.
UMMÆLI. Svenski føroyavinurin Inge Knutsson hevur í svenskum blaði ummælt Oddvør Johansen og skaldsøgu hennara
»Í morgin er aftur ein dagur«, sum er í uppskoti at vinna bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Avgerðin fellir um eina viku. Ebba Hentze hevur týtt søgu Oddvarar til danskt.
Bókmentavirðisløn:
Oddvør í uppskoti
Oddvør Johansen, sum er ímillum teir rithøvundar, sum skotnir eru upp, at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Avgerðin fellur
fríggjadagin hin 2. februar fyrrapart.
Mynd: Jens Kr. Vang
Inge Knutsson hevur
týtt eitt úrval av stutt-
søgunum hjá Jens Paula
Heinesen undir heitinum
»Vågorna rullar mot
stranden«, 1975. Síðani
hevur hann týtt yrkingar
eftir ymsar høvundar:
»Bränning och bleke«.
Inge hevur eisini týtt
yrkingar, sum hava
staðið í bløðum og tíðar-
ritum, eins og stuttsøgur,
eitt nú í »Avsändare
Norden«, 1996.
Harafturat hevur Inge
Knutsson týtt eitt stórt
úrval av yrkingum hjá
Williami Heinesen,
»Hemma på jorden«,
1987, og nú arbeiðir
hann við at týða stutt-
søgur hjá Williami.
Inge hevur eisini
skrivað blaðgreinar um
føroysk viðurskifti og
føroyskar bókmentir. Í
stuttum viðtali sigur
Inge Knutsson, at hann
fegin vil týða enn meira
úr føroyskum. Hann
hevur eisini týtt fleiri
enn fimti bøkur úr
íslendskum, 20 úr
norskum og seks úr
donskum.
Í einum føri hevur
Inge eisini fingið yrk-
ingar givnar út í bók.
Tað var í »Morgonen
talar havets språk«, sum
kom í 1977.