leygardagur 27. januar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
17
16
Sosialurin Nr. 19 - 27. januar 2001
Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: birgir@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Birgir Kruse
EG MEINI TAÐ
BÓKMENTIR
Birgir Kruse
Hósdagin vóru 150 ár liðin
síðani norski rithøvundurin
Arne Garborg varð føddur.
Hesin sermerkti norski
høvundur legði í fyrstu
skaldsøgunum eftir kirkju
og morali yvirhøvur. Eisini
heitið á fyrstu skaldsøguni
»Ein fritenkjar« endur-
speglar hetta. Skaldsøgan
kom í 1878. Síðani komu
»Bondestudentar« (1883)
og »Mannfolk« (1886).
Eftir at verða mettur
sum ein av teim »radikalu«
í norskum andslívi, letur
Garborg høvuðspersónin í
skaldsøguni »Trætte
mænd« púra óvæntað í
kristnan ham.
Framhaldandi skaldskap-
ur hansara ber nú brá av
einari átrúnaðarligari
idealismu, sum sprettir í
fullum blóma í frásøgu-
kvæðnum »Haugtussa«
(1895). Bókmentafólk
hava stundum víst á Leo
Tolstoj sum íblástur hetta
skeiðið. Partar úr »Haug-
tussa« eru endurgivnir í
savninum »Nýbrotið í
norðurlendskum bókment-
um«, sum forlagið Sprotin
gav út í 1994. Gunnar
Hoydal hevur týtt tekstin
til føroyskt.
Sama frásøgukvæði er
givið út á fløgu við norsku
sangarinnuni Lynni Tree-
krem og tónleiki eftir Ketil
Bjørnstad í 1995. Útgevari
er Kirkelig Kulturverksted,
sum forlagið Ascehough
eigur.
Arne Garborg, sum var
íðin talsmaður fyri ný-
norska landsmálinum, er á
ein hátt grundarsteinurin
undir hesum stóra norska
bókaforlagnum, Asche-
houg. Fyrsta skaldsøga,
hetta forlag gav út, var júst
hansara »Trætte mænd« í
1891.
Í sambandi við 150 ára
dagin gevur sama forlag út
øll bókmentaverk Gar-
borgs, tilsamans 12 bind.
Harumframt verða dag-
bókabløð givin út í bók
undir heitinum »Dagbøker
fra Labråten«.
Tað var á 54 ára føðing-
ardegnum, at Arne
Garborg setti sær fyri at
skriva dagbók restina av
lívinum. Hetta var í 1905.
Garborg andaðist hin 14.
januar 1924.
Sonne Smith
Viðhvørt er tað heilt merki-
ligt at hugsa sær, at eg sum
skrivi hetta, eri føroyingur,
enntá einnevndur føroyingur
í Føroyum, ja, enntá ein-
nevndur í allari verðini.
Tað eru so nógvir ein-
nevndir føroyingar í verðini
av tí, at teir eru einnevndir í
Føroyum og búgva uttan-
lands. Tak til dømis Simon
von Konoy, alias Símun úr
Konoy. Hann býr uttanlands,
ella skuldu vit heldur sagt, í
Suðurdanmark. Eg veddi
upp á, at eingin annar eitur
hvørki Simon von Konoy
ella Sínum úr Konoy. Hann
er gøtumaður. Hvussu
nógvir gøtumenn eru til?
Tað er sjálvandi ilt at siga, tí
í allari verðini eru kanska
fleiri túsund gøtumenn, men
í Gøtu ein dag, ella í fleiri
dagar, búgva fleiri hundrað
gøtumenn. Eitt nú Jógvan
Salamon Joensen. Taka vit
og skilja Føroyar frá verðini,
so er Jógvan Salamon Joen-
sen helst einnevndur. Men
sjálvur ivast hann í, um ikki
onkur annar eitur Jógvan
Salamon Joensen. Hann
heldur, at ein leirvíkingur,
sum býr í Leirvík, eitur
soleiðis eisini. Og nú fór eg
at ivast, um eg havi stavað
navnið rætt. Mær var
hyggjandi í telefonbókina,
og Gud hjálpi tú mær eitur
hann Jógvan Salomon.
Sorry Sofus!
At hugsa sær, at tað skulu
vera so fáir sumbingar í
verðini. Bara nakrir hundr-
að. Tað má vera fantastiskt
at vera sumbingur. Tað má
vera nógv meiri fantastiskt
enn at vera frumskógarindi-
anari í Amazonas, tí teir eru
nógvar ferðir fleiri í tali. Tað
má vera stuttligt, ella ið
hvussu er heilt burturav
sjáldsamt at vera sumbingur.
So er tað Trongisvágur –
fyrr Trangisvaag – bygdin
heilt har inni í Froðbiar
sókn. Hugsa sær til, at ein
trongisvágsingur hevur verið
maskinmeistari – chiefur – í
Disney World í Kalifornia,
ha? Men hann var ikki
einnevndur, tí hann æt
Lindberg, minnist meg rætt.
Hann æt Lindberg, tá ið
hann fór úr Trongisvági til
Amerika at búgva.
Onkur føroyingur býr í
Tokyo og lærir seg at eta
fisk. Ein annar býr onku-
staðni í Teimum Sameindu
Emirríkjunum og virkar sum
oljuvinnuserfrøðingur. Hann
er føroyingur, men tað hugsa
hasir arabararnir ikki um.
Teir eru karvandi líka glaðir.
Hann skal bara hjálpa teim-
um við at fáa nakað burtur
úr oljuni. Hann fær óge-
meina nógvar pengar aftur-
fyri. So nógvar pengar, at vit
hava yvirhøvur ikki ráð at
senda boð eftir honum.
Mann kann ikki fara og
betala fyri sovorðið tvætl.
Nei nei, latið okkum fáa
útlendingar. Ein føroyingur
er ikki førur fyri at útinna
nakað oljuavrik ella olju-
bragd í Føroyum. Tað duga
vit ikki, um maðurin so
glíður í olju har suðuri í
Persaflógvanum hvønn tann
einasta dag.
So eru tað uppaftur fleiri
hálvir føroyingar enn heilir
føroyingar. Tað eru eisini
nokkso nógvir fjórðingsfør-
oyingar til, hvussu mann so
ber seg at við tí. Men tað
skerst ikki burtur, at tað er
nógv fínari og virðiligari at
vera hálvur ella fjórðings-
føroyingur, um so er, at
viðkomandi hevur skorað
eitt mál onkustaðni í Suð-
ureuropa, fyri ikki at siga
Suðuramerika. Tað mugu vit
skriva síðu upp og síðu nið-
ur um. Vit eiga eisini eitt
føroyskt fótbóltslið í Dan-
mark. Todi Jonsson eigur
tað, tí tað stendur altíð at
lesa á ítróttarsíðunum, at
FCK er liðið hjá Toda. Og
Todi er hálvur klaksvíkingur
og hálvur søldfirðingur. Tað
er ikki so sjáldsamt at vera
klaksvíkingur, tí teir eru
fleiri túsund í tali.
Jamen, er tað ikki herligt
at vera føroyingur? Vit klóra
eyguni úr hvørjum øðrum, tí
at vit øll hvør í sínum lagi
halda tey flestu vera
kraftidiotar, tí vit hava ikki
somu meining um alt.
Vit føroyingar skulu liva
við, at vit hava dømt okkum
sjálvar í somu løtu, vit koma
í verðina.
Garborg 150
Føroyingar
FILMUR
Birgir Kruse
Kendi, nýskapandi danski
filmsleikstjórin Lars von
Trier (f.1956) fer nú undir
nýggjan film. Fyrsta, sum
grett er, er heitið á filmin-
um. Tað verður »Dog-
ville«. Nýggi filmurin
verður tikin í Trollhättan í
Svøríki, har sum »Dancer
in the Dark« fyri mesta
partin eisini varð tikin. Tá
vóru eisini upptøkuhølini
hjá Zentropa í Avedøre
nýtt, hóast leikur at síggja
til fer fram á bygd í
Amerika.
Sagt verður, at nýggi
filmurin líkist, ella í
minsta lagi hellir seg aftur-
at hesum fyrra filmi Triers.
Íslendska Björk spældi
høvuðsleiklutin í honum
og skrivaði seg samstundis
inn í eina røð av kvinnum í
truplum leiklutum, sum
Trier meistaraliga hevur
greitt til film. »Breaking
the Waves«, »Idioterne« og
»Dancer in the Dark«.
Í djúpt átrúnaðarliga
filminum »Breaking the
Waves«, sum í støðum fær
ein at hugsa um russiska
meistaran Andrej Tarkov-
skij (1932-86), medvirkar
svenski leikarin Stellan
Skarsgård (f. 1951). Í
svenskum bløðum hevur
Stellan sagt, at fær hann
arbeiðsboð frá Trier, so er
hann til dystin fúsur bein-
anvegin.
Skarsgård hevði høvuðs-
leiklutin í svenska filmin-
um hjá Hans Alfredson
»Den enfaldige mördaren«
í 1982. Í avgerandi scen-
uni, tá góðlynti mordarin
fer til verka og ger enda á
harðrenda
arbeiðsgevaranum, er tað
afturvið dunandi tónum
Guiseppe Verdi’s. Ein av
stórbærastu norrønu upp-
livingunum á løriftinum.
Filmsliðið hjá Trier fer
undir »Dogville« í mai og
upptøkurnar skulu verða
lidnar innan 1. juli, tá
amerikanskir filmsleikarar
helst fara í verkfall. Um
Trier fer at tríva eins djúpt
í pengakassan, sum tá
hann gjørdi »Dancer in the
Drak« er ikki vist. Tann
filmurin kostaði 100
milliónir krónur.
Trier í Trollhättan
Í himmalskari vreiði afturvið tónum Verdi’s
– Stellan Skarsgård í »Den enfaldige mördaren« 1982
TÓNLEIKUR
Birgir Kruse
Í dag eru hundrað ár síðani
italska tónaskaldið Gui-
seppe Verdi doyði í Mil-
ano. Verdi, sum gjørdist 87
ára gamal, varð serliga
kendur innan opera. Hann
var útbúgvin á sama staði,
Milano, har fyrsta opera
hansara »Oberto« varð
framførd í 1839.
Fosturlandski tónin í
verkunum hjá Verdi elvdi
til, at hann skjótt gjørdist
súmbol fyri teimum, ið
vildu savna tjóðina.
Sagt verður um Verdi, at
við framúr evnum at siga
søgur og skapa drama,
samantvunnin við einum
mettaðaum orkesturklangi,
skapti hann italsku operuni
nýggjar karmar. Eitt heið-
urspláss, sum hann lutar
við Giacomo Puccini
(1858-1924).
Í 1982 gjørdi Franco
Zefirelli film úr operuni
»La Traviata«. Filmurin,
har Placido Domingo med-
virkaði, varð sýndur í
Norðurlandahúsinum í
1985. Í august verður aftur
høvi hjá føroyingum at
uppliva hesa operu í Norð-
urlandahúsinum. Tá fer
Stockholms Folkteater at
framføra »La Traviata« í
modernaðum sniði.
Nýliga kom út forvitnis-
liga bókin »Guiseppe Verdi
– myten, mennesket og
komponisten« á forlagnum
Gyldendal. Rithøvundur er
Francesco Cristofoli.
Verdi varð føddur 10.
oktober 1813 og doyði 27.
januar 1901. Í grein inni í
blaðnum greiðir Ove Ol-
sen, tónleikaleiðari í Út-
varpinum, frá um Verdi.
Verdi doyr í Milano
Eilif Petersen málaði Arne Garborg í 1894 (Nasjonalgalleriet)
Á SKEIÐ
Birgir Kruse
Herfyri sendi Meginfelag
áhugaleikara Føroya eitt
skriv til sjónleikarafeløg-
ini, har boðað varð frá
skeiði í einum av Balta-
londunum. Sum limir í
Fuglafjarðar Sjónleikara-
felag tóku vit av og tað var
alt leyst og liðugt beinan
vegin, siga teir báðir 25
ára gamli Mortan og 26
ára gamli Árant G. Berja-
stein.
Teir eru brøður, sum
báðir hava áhuga fyri sjón-
leiki. Serliga nú nýggja
Mentunarhúsið skal lata
upp í Fuglafirði.
Sjónleikaraskeið
Klaipeda eitur býurin, sum
er í Litava, einum av teim
trimum Baltalondunum.
Tað er har forkunnuga
skeiðið er. Tað varir eina
viku og er fyri áhugaleik-
arar innan leik og stjórnan.
Mortan hevur valt leikin,
meðan Árant hevur valt
hitt seinna, at stjórna. Tað
er fyrstu ferð, at føroyingar
eru við. Oftast eru luttak-
ararnir úr Norðurlondum
og Eysturevropa, siga
ferðabúnu sjónleikarabrøð-
urnir úr Fuglafirði. Árant,
sum dagliga arbeiðir á fóð-
urdeildini hjá Havsbrún,
og Mortan, sum gongur á
HD í Klaksvík, eru spentir
fyri ferðina. Vit vænta at
fáa nógv burturúr, sum
kann koma okkum til
góða, tá vit eru heima aft-
ur. Hóast ferðin bert fevnir
um níggju dagar, er skráin
drúgv og fjølbroytt. Tað
verður helst strævið, tí alt
er á enskum. Men vit eru
spentir, at hitta onnur fólk
úr øðrum tjóðum.
Skemtileikur
Heima í Fuglafirði eru teir
báðir Mortan og Árant
saman við øðrum farnir
undir at venja ein skemti-
leik. »Fiskar á turrum
landi« er heitið á leikinum,
sum Turið Sigurðardóttir
hevur týtt eftir Árna Ibsen.
Fýra leikarar eru við, teirra
millum Mortan. Og so eru
eini 6-10 medhjálparar.
Tað er ilt at siga beint nú,
halda teir. Sjónleikur hevur
tað at vinda uppá seg. Og
so er hetta eisini sveina-
stykkið hjá Áranti, heldur
bróðurin ertandi fyri. Tí
tað er hann, sum skal
stjórna leikinum, saman
við Magna Joensen úr
Gøtu, sigur Mortan.
Mentanarhús
Fyrsta sýning av »Fiski á
turrum landi« hjá Fugla-
fjarðar Sjónleikarafelag er
sett at verða tá nýggja,
stásiliga bygdahúsið,
Fuglafjarðar Mentanarhús,
verður tikið í brúk. Tað
verður á Varmakeldu-
stevnu, sum verður um
mánaðarskiftið juni-juli.
Vónirnar eru stórar til hús-
ið, sum Niels Midjord
hevur teknað. Og ljóðvið-
urskiftini skuldu verið góð,
siga Mortan og Árant.
Sami maður, sum roknað
ljóðiðút í Sydney, tá
Operahúsið hjá Utzon varð
bygt, hevur verið uppí
ætlanini hjá fuglfirðingum.
Soleiðis bara av áhuga.
Ætlanin er at spæla
minst ein leik hvørt árið.
Tað er tað allar minsta,
sigur Mortan. Tá man hev-
ur fingið hølið, so er at
brúka tað. Men tað mangla
nýggjar kreftir til sjónleik í
Eysturoynni, heldur hann.
Í nýggja mentanarhúsin-
um verður konserthøll við
plássi til 200 fólk. Verða
báðir salarnir brúktir, so
kann borðreiðast til 300
fólk. Men tá er eingin pall-
ur. Húsini hava staðið í
gerð í nógv ár. Byrjað var
fyri eini sjey árum síðani
og so hevur tað gingið
spakuliga framá, uttan ta
stóru lántøkuna, siga sjón-
leikabrøðurnir í Fuglafirði.
So sjónleikarafelagið eigur
at kalla øll húsini, nú tey
eru um at verða liðug.
Kommunan hevur stuðlað
heilt fitt við 1, 5 millión.
Nógvir aðrir stuðlar eru
eisini. Uttan teir bar einki
til, halda Mortan og Árant.
Nýggja mentanarhúsið
er mitt í býnum, omanfyri
bátahylin og niðanfyri hjá
Haraldsen, tey rópa. Beint
við síðuna av gamla sjón-
leikarhúsinum, sum nú er
forrætning. Í gamla sjón-
leikarhúsinum var helst
bara dansur, halda teir seg
minnast. Vit eru ov ungir
at minnast Silly Boys og
Absurdy Fair. Kanska er
okkurt kjallaraorkestur,
men tað man verða smá-
ligt, heldur Mortan.
Tvey ár á rað hevur
Varmakelduteitið verið
framført í Fuglafirði. Tað
vóru Mortan og Marita
Øre, sum tóku stig til tað.
Áhugin millum fólk er
stórur, men higartil hava
hølini manglað. Nú verður
betri, siga teir báðir, sum
gleða seg til ferðina, sjón-
leikin og mentanarhúsið.
SJÓNLEIKUR. Í Fuglafirði er tiltakandi áhugi fyri sjónleiki. Í næstu viku fara tveir ungir
fuglfirðingar ta longu leið til Litava á sjónleikaraskeið
Brøður til Litava
Sjónleikabrøðurnir Mortan G. og Árant G. Berjastein við
nýggja Mentanarhúsið í Fuglafirði
Mynd: Jens Kr. Vang
STARVSKIFTI
Birgir Kruse
Malan Johannesen, sum vit
kenna frá mentanarsend-
ingum í Sjónvarpinum,
hevur eitt skifti verið
skrivari hjá LISA, tað er
Listafólkasamband Føroya.
Men nú gevst Malan sum
skrivari og fer aftur í
gamla mentunarstarvið í
Sjónvarpinum.
Um orsøkina til hetta
skiftið frá skrivandi ment-
an til myndandi mentan,
sigur Malan, at tá hon
søkti starvið í LISA, var
tað fyri at taka av einari
avbjóðing, sum hon helt
vera spennandi.
Ikki tí, tað var hon eis-
ini, sigur Malan, men eg
havi ikki so góða heilsu og
tað noyðist eg at laga meg
eftir. Avbjóðingin varð í
størra lagi, leggur hon
afturat.
Arbeiði í LISA hevur
gingið væl, heldur Malan
Hetta er eitt nýtt starv og
tað var spennandi at sleppa
at leggja lunnar undir
nakað, sum ikki hevur
verið fyrr.
Mær dámar væl at sam-
starva við onnur og tað er
tað, sum arbeiðið í LISA í
stóran mun snýr seg um,
undirstrikar Malan. Eisini
hevur tað verið stuttligt at
hjálpt til at leggja heima-
síðuna hjá LISA til rættis.
Hon kemur á netið hvørja
løtu, lovar fráfarandi skriv-
arin.
– Hvussu kanst tú í stutt-
um lýsa LISA?
LISA er meginfelagið
hjá øllum listafólkafeløg-
unum í landinum og
hyggja vit í lógirnar, so
kann endamálið lýsast við
hesum setningum: at
kveikja og stimbra før-
oyska list og mentan, at
fremja samstarv millum
føroysk listafólk og millum
tær einstøku listagreinar-
nar, at virka fyri áhuga-
málum og rættindum lim-
anna og at umboða limir-
nar alment í almennum
málum, sum hava felags
áhuga.
Eitt av aðalmálunum hjá
LISA er at arbeiða fyri at
fáa til vega karmar, sum
føroysk listafólk kunnu
trívast og virka í.
Í hesum sambandi nevnir
Malan, at mentanarnevndin
hjá Løgtinginum hevur
vent sær til LISA eftir við-
merkingum til uppskotið
til lógina fyri Mentanar-
grunn Landsins, sum var
samtykt í fjør.
LISA hevur eisini skyldu
til at innstilla limir til ym-
iskar nevndir, sigur Malan.
Millum aðrar hana, sum
letur nógv umrøddu Ment-
anarvirðisløn Landsins, og
so skal felagsskapurin eis-
ini innstilla tveir limir í
nevndina fyri Mentanar-
grunn Landsins.
Vit hava eitt tætt sam-
starv við Mentamálastýrið,
sigur fráfarandi skrivarin.
Tað kann vera um mál,
sum viðvíkja listafólkum,
umframt at tað javnan
verður heitt á okkum um
upplýsingar um alt
møguligt, sum hevur við
list og mentan at gera,
sigur Malan.
Vit hava eisini samstarv
við listafólkafelagsskapir í
hinum Norðurlondunum
og úti í heimi. Skrivstovan
hjá LISA skal harafturat
vera ein upplýsingarmið-
støð fyri limafeløgini og
øll onnur við, sigur Malan,
sum leggur afturat, at øll
eru vælkomin at venda sær
til LISA. – Vit hava møgu-
leikar fyri at fáa til vega
tilfar um mangt og hvat,
sum meiri enn so kann
vera forvitnisligt og hent!
Hvat ert tú fegnast um
av tí, tú higartil hevur ar-
beitt við?
Tað sum mær dámar best
at arbeiða við er at for-
midla – hetta at seta ljós á
fólk, sum hava nakað uppá
hjartað, sigur Malan og
leitar aftur til tíðina við
mentanarsendingum í Sjón-
varpinum, sum onkrar
nýliga hava verið endur-
sendar.
– Tað lá væl fyri, tá ið eg
arbeiddi við mentanarsend-
ingum í SVF, tað var ein
natúrligur partur av starv-
inum og ótrúliga spennandi
arbeiði at gera, sigur Mal-
an, sum eisini hevur verið
lærari. – Mær hevur dámað
væl at undirvísa. Tað er
eisini eitt slag av formidl-
ing, haldi eg.
– Eg havi verið ógvuliga
fegin um eisini at vera
LISA-umboð í Mentanar-
grunni Føroya Løgtings í
fleiri ár. Tað er hugaligt at
síggja, at nógv sum hava
fingið stuðul úr grunninum
til sítt fyrsta avrik, so við
og við hava ment seg til fín
listafólk, sigur Malan.
– Tá ið tú fæst við so-
vorðið sum eg havi gjørt
eisini her í LISA, so fært
tú so við og við fatan av,
hvussu týdningarmikið tað
er fyri eitt listafólk at
sleppa at skapa. Tað kann
summatíðir vera ringt at
skilja fyri okkum gerandis-
fólk, men eg má siga at eg
havi fingið stóra virðing
fyri hesum fólkum. Vóru
tey ikki so áhaldandi í síni
skapanartrongd og virkis-
gleði, so varð deydligt og
tómt á hesum klettum,
heldur Malan fyri nú hon
leggur frá sær í Skansa-
stovu, har felagsskapurin
LISA heldur til á ovastu
hædd.
Hiðani ynskja vit Maluni
góða eydnu!
FRÁ LISA TIL SVF. Malan Johannesen gevst at skriva fyri Listafólkasambandið
og fer aftur í Sjónvarpið
Malan aftur í sjónvarpið
Mynd: Jens Kr. Vang