leygardagur 27. januar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kyndilsmessudag
fyllir
elsta skótaliðið í landinum
75 ár.
Føðingardagin hevur lið-
ið móttøku í Skótahøllini
og
dagin
eftir
verður
veitsla.
Fríggjadagin 2. februar
eru 75 ár liðin síðani teir
fýra havnadreingirnir Es-
kild Christiansen, Arne
Ellingsgaard, Pauli Christ-
iansen og Zacharias Poul-
sen stovnaðu Skótalið Sig-
munds Brestissonar.
Skótarørslan var tá av
álvara farin at breiða seg
um heimin, og neistin, sum
hesir
dreingirnir
festu
henda vetrardagin í 1926,
gjørdist skjótt bál. Í hesi 75
árini hava fleiri túsund
havnardreingir verið úlva-
ungar, skótar, birkenbeinar-
ar og rovarar í SSB.
SSB hevur havt góðar og
minni góðar tíðir, men øll
hesi árini hevur verið lív í
fylkinum - fyrst á Bakka-
hellu og síðani í Skóta-
høllini við Havnará.
Eftir at hava arbeitt við
skótaítróttini í eini trý-fýra
ár keypti SSB síni fyrstu
høli á Bakkahellu fyri 1000
krónur. Í hesum smáu húsn-
um høvdu skótarnir so
skótaarbeiði sítt fram til í
1956, tá tann prýðiliga
Skótahøllin var liðug og
gjørdist karmur um skóta-
lívið í SSB.
Nógvir tættir hava eyð-
kent SSB síðani byrjan. Eitt
eru summarlegurnar, eitt
annað eru tær føstu kapp-
ingarnar og eitt triðja var
tann árliga skótaveitslan,
sum ikki minst tær ungu
genturnar gleddu seg til.
Skótaveitslurnar vóru í
mong ár hildnar í Tórshøll -
og seinri í Klubbanum - við
borðhaldi, undirhaldi, sangi
og dansi. Ikki minst vóru
skótaveitslurnar kendar fyri
skemt, spæl og sang, tí
nógvar góðar kreftir innan
leik og tónleik vóru í skóta-
arbeiðinum.
SSB var ikki meiri enn
tvey ár, tá liðið var á fyrstu
skótaleguni í Danmark, og
síðani hava skótar úr SSB
verið á mongum legum,
jambore´eum og jamborett-
um kring stóran part av
heiminum. Men í minn-
unum hjá teimum flestu
skótunum standa óivað
túrarnir, kappingarnar og
legurnar í tí føroysku
náttúruni.
Liðið fekk rættiliga góða
undirtøku frá byrjan, men
bestu undirtøkuna hevði
SSB óivað seinast í 30-un-
um og aftur í 50- og 60-
árunum. Í 1939 vóru so
nógvir skótar komnir uppí,
at 2. lið varð stovnað. Í
1961 varð 3. lið stovnað og
tá vóru eitt skifti 18 patrulj-
ur í SSB. Men hesi árini
batnaðu tíðirnar, og tá fleiri
ítriv - m.a. vetrarítrótturin -
stóðu teimum ungu í boði,
minkaði áhugin fyri skóta-
arbeiðnum nakað, so seiniri
varð lagt saman aftur í tvey
lið.
Tá fleiri yngru dreingir
høvdu hug at koma upp í
skótaarbeiðið, varð úlvalið
stovnað seinast í 20-unum.
Úlvaliðið hevur ikki verið
virkið alla tíðina, men eitt
skifti - frá 50-unum og eini
20 ár fram - vóru tvey lið
og 8 patruljur.
Eisini eldri skótar høvdu
hug at halda fram, og rov-
araflokkurin sá dagsins ljós
í 30-unum. Í 60-unum varð
eisini Sankta Jørundsgildið
sett á stovn fyri gamlar
skótar.
SSB var farið um tey 40,
tá stig vórðu tikin til at fáa
gentur upp í skótaarbeiðið
hjá teimum gulu skótunum.
Tær bláu gentuskótarnir
skipaðu seg í Skótalið Tóru
Sigmundsdóttir í 1969.
Saman eru SSB STS
skipað í Skótafylki Sig-
munds Brestissonar. Í dag
eru umleið 130 skótar í
fylkinum. Í nógv ár lá talið
um 200-250, og tá talið var
av tí mesta, høvdu meiri
enn 300 úlvar, skótar og
rovarar sína gongd í Skóta-
høllini.
Móttøka
Í samband við at Skótafylki
Sigmunds
Brestissonar
verður 75 ár, og Skótahøllin
er bygd út, verður opið hús
í Skótahøllini við Havnará
fríggjadagin 2. februar kl.
16.00 til 19.00.
Skótaveitsla
Skipað verður eisini fyri
stórari veitslu nú SSB fyllir
75 ár. Veitslan verður í
Hoydølum leygardagin 3.
februar kl. 16. Umboð fyri
onnur skótalið í Føroyum,
landsstýrið og býráðið eru
boðin við.
Eisini verða fyrrverandi
skótar í SSB og STS bodnir
við. Atgongumerki á kr.
175,00 fáast við at venda
sær til 31 10 30 ella 31 77
72.
Skótalið Sigmunds Brestissonar fyllir 75 ár
Mynd frá skótaferð í fimtiárunum: Thomas Arge, Dan Mortensen, Eðin Jacobsen, Eyðun
Johannessen, Dánjal Húsgarð og Christian Christiansen
OLJULEITING
Jan Müller
Nú um dagarnar høvdu
jarðfrøðiligu
serfrøðing-
arnir hjá Oljumálastýrinum
sett umboðum fyri olju-
feløgini, ið hava leitiloyvi á
landgrunninum, stevnu í
Hoyvík, har umrøtt varð,
hvussu farast skal víðari
fram við kanningum inni á
stóru basaltøkjunum við
Føroyar. Martin Heinesen,
jarðfrøðingur
sigur,
at
endamálið við arbeiðsfund-
unum var at vita, hvussu
vit kunnu finna nýggjar
leitingarmøguleikar inni á
føroyskum øki uttan fyri
tey økini, har tað nú verður
leitað á.
– Landgrunnurin er so
trupul, so vit mugu royna at
hyggja frameftir og vita,
hvørjir møguleikar eru
sigur Martin Heinesen.
Hann vísir á, at stórur part-
ur av landgrunninum liggur
fjaldur
undir
tjúkkum
basalti, og hóast roynt
hevur verið at skjóta seis-
mikk og gera aðrar kann-
ingar, so er tað framvegis
torført at fáa nóg nógvar
upplýsingar
um
løgini
undir basaltinum og harvið
eisini
møguligar
olju-
goymslur. Martin Heinesen
sigur, at teir við fundunum
royna at bróta upp úr
nýggjum og harvið kunna
skapa betri grundarlag fyri
framtíðar útbjóðingum.
Feløgini, sum hava fingið
leitiloyvi, hava nevniliga
bundið seg til at brúka
nakað av pengum uppá
slíkar verkætlanir, og hetta
var so tann fyrsti fundurin í
tí sambandi. Tað eru olju-
feløg, sum longu nú halda
seg síggja, at umstøður eru
fyri at finna olju og gass
undir basaltinum.
Frá fundinum í Oljumálastýrinum týsdagin, tá umboð fyri oljufeløg og føroyskar myndugleikar
møttust at tosa um framtíðina uttan fyri verandi leitiøki
Mynd Jens K Vang
Kanna onnur
møgulig oljuøki
14
Nr. 19 - 27. januar 2001
Bilar frá
P/F Esmar Simonsen
Bilar frá
P/F Esmar Simonsen
Brúktbilasølan hjá
P/f Esmar Simonsen
Tel. 44 44 05 • Fax 44 46 29
Sosialurin - 311820
Árg.: Juli 1998 · Litur: Grønt met. · Koyrt: 8.900 km
Nýprísur: 183.200,- · Prísur: kr. 139.800,-
Daewoo Leganza SX 2.0 133 HK
Mot.: 2.4 Turbo Diesel · Árg.: Febr. 1992 · Litur: Hvítt
Koyrt: 128.000 km· Prísur: kr. 115.000,-
VW- Transporter LT 35 (dupult kabina v/last)
Árg.: 1987 · Litur: Reytt met. · Koyrt: 214.000 km
Prísur: kr. 20.800,-
Toyoat Camry Hatcback
Árg.: 1992 · Litur: Blátt · Koyrt: 165.000 km
Prísur: kr. 61.800,-
Ford Mondeo Turbo Diesel
Árg.: Nov. 1989 · Litur: Reytt · Koyrt: 97.000 km
Prísur: kr. 22.000,-
Daihatsu Charade
Nr. 19 • leygardagur • 27. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Niels Jákup Thomsen:
Barnabókin alt annað
enn hótt
síða 20-21
DROTNINGALIST. Kongaligi parturin av Himmalinum er nær
Einglablóð
»Partur av Himmalinum« tekning Margreta
drotning, Bíblian 2000
FRAMSÝNING
Birgir Kruse
Í Listaskálanum er framsýning,
har Bíbliu-tekningarnar hjá
Drotningini kunnu skoðast.
Tekningarnar, sum eru gjørdar
við tusji, eru 24 í tali.
Hóast stílfastar, kunnu tær
javnmetast við poesitekningar,
tað er einfaldar tekningar, sum
serliga gentur gera í poesibøkur
hjá hvørji aðrari. Tær eru leik-
andi lættar og vilja ikki verða
annað.
Og so plaga genturnar at
skriva uppá tvørs »lev« og »vel«.
Úr hesi traditión hugsi eg, at
kongaligu tekningarnar til
nýggju Bíbliuna eru sprotnar.
Stuttligt er at festa seg við
heitini. Myndin omanfyri nevnist
»partur av Himmiríki«. At tað er
ein Drotning, sum teknar og har-
til ikki aftrar seg at brúka eingla-
blóð, er ein stuttlig uppliving.
Samríkja-Bíblian fær himnaríkið
at tykjast nær. Og samstundis
verða vit mint á, at alt kann
strikast út – við einglablóði. Med
kongelig foranordning.
Tað er eisini Margreta drotn-
ing, sum hevur tikið stig til
permurnar á teimum trimum rík-
isbíbliunum. Tríggir ymsir kross-
ar ímynda hvønn av teim trimum
ríkispørtunum. Okkara føroyska
ber Sigmundarkrossin, grøn-
lendski krossurin er úr einum
smærublaði og danski krossurin
er hin sonevndi Dagmarkross-
urin. Krossurin, lagdur við gulli,
eyðkennir Bíbliuna hjá hvørjum
landi sær.
Ymsar hava meiningarnar ver-
ið um Drotningina og hennara
listarligu avrik. Tað eru tey, ið
halda, at hon skal halda seg burt-
ur frá listarligum arbeiði, tí hon
tekur frá mangan svongu lista-
fólkunum. Men lítið er at aftra
seg í, at tað er hugaligt at vita
sær ein ríkisovasta, sum gevur
mentanina gætur. Ikki bert sum
passivur áskoðari. Nei, hon
megnar so sanniliga eisini at
geva eitt boð uppá nýggj listarlig
úttrykk. Best sást hetta í listar-
liga samansetta filminum um tey
bæði Kaj og Gerdu í »Snedronn-
ingen« hjá H.C. Andersen. Við
nútímans tøkni hevði drotningin
sett saman eina sonevnda decou-
page. Hugaligt at síggja, at and-
ans evsta makt kann gerast ítøki-
lig og leggjast í handakraft og
verk, øllum til frægd.
Framsýningin við drotninga-
myndunum úr samríkjabíbliuni,
sum stuðlar uppundir trúarligu
listaframsýningina »Passiu-
tónar«, er opin fram til hin 18.
februar.