leygardagur 27. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 27. januar 2001
13
12
Nr. 19 - 27. januar 2001
Ongantíð fyrr er bók
útgivin, har beatlar-
nir sjálvir siga gott
fyri hvørjum orði.
Men nú er bókin The
Beatles Anthology
komin út kring allan
heim. Niclas Johanne-
sen hevur pilkað
nøkur sitat úr bókini
Niclas Johannesen
2. partur
JOHN: Paul og eg funnu
væl út av tí beinanvegin. Eg
var helst eitt sindur ivasam-
ur, tí mínir eldru vinmenn
fóru, meðan yngri vinir,
sum Paul og George komu,
men vit vandu okkum
skjótt við hvønn annan.
JOHN: Hon (mamman,
Julia) bleiv yvirkoyrd av
einum fullum løgreglu-
manni – Tað var tað ring-
asta, sum nakrantíð er hent
mær.
PAUL: Pápi mín gjørdist
púrasta fyri ongum, tá
mamma doyði. Tað var tað
ringasta fyri meg: At hoyra
pápa mín gráta. Eg hevði
aldrin hoyrt hann grátið
áður. Tú gerst vaksin alt í
einum, tí tú roknar ong-
antíð við at skula hoyra tíni
foreldur gráta.
GEORGE: So Paul og eg
plagdu at vera við sama
bussi, í sama skúla og sama
búna, tá vit koyrdu heim fra
Liverpool Institute. Eg
uppdagaði, at hann hevði
eina trompet, og hann fann
útav, at eg hevði ein guitar.
Eg var umleið 13 ár.
GEORGE:
John
var
longu kendur fyri at vera
nakað serligt í skúlanum
hann gekk. Hann hevði »an
attitude«. Og hann visti tað.
RINGO: Eg fór at ganga
saman við eini gentu. Men
tað helt ikki serliga leingi,
tí hon byrjaði at leggja trýst
á meg. Tað var antin
trummurnar ella hon. Eg
fór frá henni eitt kvøldið og
hugsaði: »Hvat hendir, um
eg ikki komi aftur?« Og eg
vendi aldrin aftur. Eg vildi
bara spæla, tað hevði størri
týdning fyri meg. Men vit
vóru forlovað og eg elskaði
hana.
PAUL: Vit høvdu spælt
við tankanum um at broyta
okkara nøvn til verulig
showbiz nøvn, og nú, tá vit
vóru veruligir yrkistónleik-
arar, skuldi tað vera. Eg
bleiv til Paul Ramon, sum
eg helt var rættiliga ekso-
tiskt og hóskandi. George
bleiv kallaður Carl Harri-
son eftir Carl Perksins
(hann var okkara stóra
idol). John var Long John.
Fólk hava síðani sagt: Ah,
John broytti ikki sítt navn.
Lat meg siga tær: Hann var
Long John. Vit broyttu allir
navn.
JOHN: Í Hamburg vóru
vit noyddir at spæla í tíma-
vís uttan íhald. Hvør sang-
ur vardi einar tjúgu minutt-
ir og vit spældu tjúgu solo-
ir. Vit spældu millum átta
og tíggju tímar hvørt kvøld.
Tað var hetta, sum bøtti um
okkara spæl. Og týskarum
dámar heavy rock, so vit
máttu rokka alla tíðina.
JOHN: Mín rødd byrjaði
at fara og eg píndist av at
syngja. Men vit lærdu frá
týskarunum, at tú kundi
halda teg vaknan við at eta
pillarar, so tað gjørdu vit.
Eg plagdi at vera so í ørviti,
at eg lá á gólvinum aftan
fyri klaverið, fullur, meðan
restin
av
orkestrinum
spældi.
RINGO: Hetta var tann
tíðin í okkara lívi, har vit
funnu tablettir, »uppers«.
Tað var tann einasti háttur-
in, tú kundi orka at spæla
so leingi út í eitt. Teir kall-
aðust Preludin, og tú kundi
keypa teir yviri við diskin.
PAUL: Tað kom eitt sind-
ur ilt ímillum meg og
Stuart (Sutcliffe). Eg vil
vera við, at eg vildi tryggja,
at vit vóru allatíðina so
góðir sum gjørligt musik-
alskt, um tað skuldi bera so
á, at onkur talentmaður
hoyrdi okkum. Fólk vilja
helst kalla hetta perfektion-
istin í mær. Hetta førdi til
nakrar skrammur okkara
millum, og eg kundi helst
verið eitt sindur meira
sensitivur á hesum økinum.
Men hvør er tað í slíkum
aldri? Ið hvussu er ikki eg.
GEORGE: Eg haldi tað
gingu tveir mánaðir, áðrenn
fimm oyrað fall og eg visti,
hvat teir veruliga søgdu:
»Øll undir átjan ár, farið
út.« Eg var bert seytjan og
eg sat har við bólkinum og
bleiv ørkymlaður, og til
endans fann onkur út av tí.
Eg veit ikki hvussu. Vit
høvdu ikki nøkur arbeiðs-
loyvi ella nakað visa, og eg
sum var undir aldursmark-
inum byrjaði at brenna
undir okkum. Ein dagin
kom so løgreglan og sendi
meg heim.
PAUL: Hamburg fór ser-
stakliga illa við okkum. Eg
minnist, hvussu eg kom
heim til Onglands og pápi
mín helt eg var hálvdeyður.
Eg sá út sum ein beina-
grind. Sjálvur hevði eg ikki
verið varugur við broyting-
ina, tí eg hevði havt tað so
frálíkt!
JOHN: Vit vóru altíð
anti-jazz. Eg haldi tað er
lorta tónleikur – upp aftur
býttari enn rock’n’roll.
GEORGE: Hann (Stuart
Sutcliffe) segði: »Eg fari úr
orkestrinum, vinir. Eg fari
at vera hjá Astrid.« Tá hetta
hendi, segði eg: »Vit fara
ikki at fáa ein fimta lim
upp í at spæla bass. Ein av
okkum trimum má gerast
bassspælari og tað verður
ikki eg.« Og John segði.
»tað verður ikki eg« og
Paul tóktist ikki at hava
nakað ímóti at gera bass-
spælari.
PAUL: Ongin vildi veru-
liga spæla bass, tað var tí
Stuart spældi hann. Í veru-
leikanum vildu vit allir
vera guitarspælarar.
GEORGE: Brian (Ep-
stein) kom at lurta eftir
okkum. Eg minnist, hvussu
plátuvendarin Bob Wooler
kunngjørdi »Eigarin av
plátuhandilinum NEMS,
harra Epstein, er her og
lurtar í kvøld.« Hann stóð
afturi í gjøgnum og lurtaði
og aftan á kom hann í
umklæðingarrúmið.
Eg
helt, hann var ein ordans
ríkmaður, tað er mítt fyrsta
minni um hann. Eg haldi,
hann kom fleiri ferðir,
áðrenn hann gjørdi av, at
hann vildi vera okkara
managari.
JOHN: Eg minnist, hann
sá ríkur út. Hann royndi at
managa okkum, men rakk
okkum ikki ordiliga. Vit
søgdu: »Vit vilja ikki hava
teg.« Paul var ikki so við
upp á tað, men hansara
háttur at handfara ting er
meira konservativur. Hann
sigur tað enn tá sjálvur – og
tað er fínasta slag. Kanska
endar hann við at hava
fleiri stuttleikabátar enn
vit.
PAUL: Vit byrjaðu veru-
liga at halda, at vit høvdu
brúk fyri tí besta trummu-
spælaranum í Liverpool, og
í okkara eygum var tann
besti ein fýrur, ið kallaðist
Ring Starr. Hann hevði
broytt sítt navn áðrenn nak-
ar av okkum, og so hevði
hann eisini skegg.
JOHN: Mytan vaks gjøg-
num árini, at hann (Pete
Best) var framúr og Paul
var øvundsjúkur inn á
hann, tí hann sá eisini gott
út, umframt annað møsn og
tvætl. Teir funnu ikki so
øgiliga væl útav tí, men tað
komst eisini av, at Pete var
eitt sindur seinur í tí. Hann
var ein vandaleysur fýrur,
men hann var ikki kvikur.
Vit høvdu allir eitt kvikt
høvd, men hann fangaði tað
aldrin.
RINGO: Eg var sera
ólukkuligur, tá eg fann út
av, at George Martin ivaðist
í mínum dygdum. Eg kom
til London, klárur at leggja
í vaðið, men fekk at vita
»vit
hava
fingið
ein
professionellan trummu-
spælara«. Hann var longu
bílagdur, orsakað av trupul-
leikunum við framførsluni
hjá Pete Best, og George
vildi ikki taka fleiri kjansir.
Gamli George hevur síðani
fleiri ferðir givið sína
treytaleysu umbering, men
tað knústi meg – eg hataði
hann fyri hetta í áravís.
So tað er Andy White,
sum spælir á »Love Me
Do« single-lagnum – men
eg spæli seinni á LP-plát-
uni. Andy gjørdi ikki
nakað, sum eg ikki kundi
gera.
GEORGE: Vit góvu út
»Love Me Do« og lagið
kláraði seg væl. Tað rakk
nummar seytjan á hit-lista-
num. At hoyra »Love Me
Do« á fyrsta sinni í útvarp-
inum fekk meg at rista um
allan kroppin. Tað var tann
besta kenslan nakrantíð.
PAUL: At býta sangrætt-
indini javnt millum Lennon
og McCartney var ein
avgerð, vit tóku rættiliga
tíðliga, tí vit vildu vera líka
sum Rodgers og Hammer-
stein. Tað einasta, vit vistu
um sangskriving var, at teir
og fólk sum Lerner og
Loewe gjørdu tað. Vit
høvdu hoyrt hesi nøvn og
settu sangskriving í sam-
band við teir, so saman-
setingin av tveimum nøvn-
um ljóðaði áhugaverd. Eg
vildi, at tað skuldi vera
McCartney/Lennon, men
John hevði sterkari persón-
ligheit og eg haldi, hann
fekk tað í lag gjøgnum
Brian. Hann var hálvtannað
ár eldri enn eg, og í slíkum
aldri ger tað stóran mun.
JOHN: Paul og eg sótu
nógv eyga til eyga tónlist-
arliga í gomlum døgum.
Og eg trúgvi, at vit ar-
beiddu væl saman, tí okk-
um eisini dámdi sama slag
av tónleiki. Onkuntíð skriv-
aðu vit saman, aðrar tíðir
hvør sær. At byrja við
skrivaðu vit hvør sær, tí
Paul var meira avanseraður
enn eg. Hann dugdi altíð
einar tvær akkordir, sum eg
ikki dugdi, og hansara
sangir høvdu vanliga fleiri
akkordir enn mínir. Pápi
hansara
spældi
klaver.
Hann spældi altíð popp og
jazz standardarsangir og
Paul fangaði tað frá hon-
um. Vit skrivaðu saman, tí
okkum dámdi tað sera væl
til tíðir.
PAUL: George plagdi at
skriva sangir. Ella skrivaðu
vit ein til hann. Síðani byrj-
aði George at koma seg:
»Hví skulu tit skriva mínar
sangir?« Og so byrjaði
hann at skriva sínar egnu.
At byrja við plagdi George
at hava ein sang við á
hvørji útgávu. Tað var eina-
ferð upp á tal at fáa George
upp í okkara sangskrivara-
team. John og eg høvdu
veruliga prátað um tað. Eg
minnist, eg og John gingu
framvið Woolton kirkjuni
ein morgun, har vit reistu
spurningin: »Uttan at vera
ov harður við George,
skuldu vit tríggir skriva ella
er tað er betur at hava tað
einfalt?« Vit gjørdu av, at
vit skuldu halda okkum til
okkum báðar.
GEORGE: Eg var í tí
hepnu støðu at sita saman
við hinum – t.d. í einum
bili – meðan ein sangur
varð skrivaður ella var við
at fáa skap. Her lærdi eg
eitt sindur um, hvussu tað
var at skriva eitt lag. Eg
minnist, hvussu eg einaferð
sat við Paul í einum bio-
grafi. Tey vístu eina lýsing
fyri Link Furneture, ið
segði »Are you thinking of
linking?« »Á, hatta riggar
væl til ein sang, segði Paul,
og hann skrivaði ein sang
sum ljóðaði »Thinking of
linking my life with you.«
John var altíð hjálpsam-
ur. Hann segði við meg, »tá
tú skrivar, royn at skriva
allan sangin beinanvegin, tí
um tú sleppur honum,
verður tað verri at gera
liðugt.« Og tað er satt –
viðhvørt, ið hvussu er.
Hann gav mær nøkur góð
ráð og vit skrivaðu okkurt
saman seinni í 60’unum.
Eg vitjaði hann í hansara
húsi ein dag, og hann
stríddist við einum trimum
sangum, sum ikki vóru
lidnir, og eg kom við nøkr-
um uppskotum og hjálpti
honum at stykkja hesi
saman í ein lidnan sang
»She Said, She Said«. Tann
mittasti parturin av sangi-
num er frá einum øðrum
lagi: »She said, I know
what it’s like to be dead« og
eg kom við partinum »Oh,
no, no you’re wrong«
Onkuntíð plagdi eg at
skriva honum sangir, sum
eg ikki hevði fingið lidnar.
Ein dagin spældi eg honum
ein og hann segði: »Hatta
er ikki so býtt«. Hann
gjørdi onki víðari um hetta
mundið, men eg legði til
merkis, at á næsta lagnum,
hann skrivaði, hoyrdi eg, at
hann hevði stolið akkord-
skiftini frá mínum lagi!
Beatles um The Beatles
Føroyingar eru so víðfarnir, at tú kanst
renna teg í teir allastaðni. Eisini kanst tú
hitta fjarstaddar útlendingar, ið bæði
skilja og duga føroyskt. Tílíkur »føroy-
ingur« er Björn Hagström! Hann er fødd-
ur og aldur upp í Svøríki, men varð tíð-
liga fongdur við hesi sjúkuni, sum bara
útlendingar fáa: tí føroysku, at leggja sín
hug á tað føroyska! Chr. Matras mundi
vera »smittuberin«. Bjørn las norrønt og
føroyskt í Keypmannahavn. Christian var
honum góður ráðgevi, og Bjørn sat
mangan væl hjá teimum Marionnu á
Vesturbúrgv og uppi undir Varða.
Vakti áhugin í hesum ídna svenska før-
oyinginum fekk hann at leita til Føroya at
lurta. Vit hittust í Havn fyri einum hálvt-
hundrað árum síðani og hava hildið sam-
bandið við hvønn annan síðani. Burtur úr
Føroyaferðunum, tá ið Björn vitjaði við
bandupptakara, kom m.a. doktararitgerð-
in Ändelsevokalerna í färöiskan (1967),
sum er eitt merkisvert verk í føroyskari
málfrøði og tað fyrsta av hesum slagi.
Fyri 10 árum síðani gav Emil Thomsen út
»Átta greinir um føroyskt mál« eftir
Bjørn, sum eg kann mæla øllum at lesa.
Sum ikki-føroyingur dugir Bjørn betur
enn vit at hoyra og taka fram dømi úr tal-
aða málinum, sum vit ikki gáa so væl eft-
ir, tí vit eru so bókstavabundin av skrift-
málinum og lata tað í ov stóran mun
sleppa at ávirka og avgera framburðin.
Eftir í nøkur ár at hava undirvíst m.a. í
føroyskum við lærdar háskúlar í Svøríki
kom hann til Føroya at undirvísa á Fróð-
skaparsetrinum sum gestaprofessari, til
hann í 1978 varð settur sum vísindaligur
høvuðsritstjóri á stóru orðabókini Ord-
bog over det norrøne prosasprog við uni-
versitetið í Keypmannahavn. Hann gavst
har í 1986, varð professari í føroyskum á
Fróðskaparsetrinum, men mátti leggja frá
sær í ótíð av serligum grundum.
Bjørn er giftur Bothild úr Noregi. Hon
er útlærd arkitektur og segði mær eina-
ferð, hvussu hon helt, at vit áttu at varð-
veitt Múrin í Kirkjubø. Mær kunnugt
hevur hon ongantíð alment greitt frá hes-
um áhugaverda uppskoti, so eg fari ikki
at avdúka tað og kanska elva til meira ó-
neyðugt kjak um tann spurningin.
Bothild og Bjørn eiga døturnar Tullu
og tríburðarnar Kerstin og Gunvor. Tulla
er lækni, sum blaðung skrivaði hon tvær
væl dámdar barnabøkur um upplivingar
við rossum úti á bygd norðuri í landinum.
Kerstin er arkitektur sum mamman. Gun-
vor er tónleikari, hevur spælt í operaork-
estrum. Bothild og Bjørn eru aktivir pen-
sjónistar m.a. syngja tey í kóri.
Vit bæði Anna yunskja góða eydnu á
80 ára degnum mánadagin 29. januar og
takka fyri vinskap og arbeiði fyri tí før-
oyska!
Sverri Egholm
24.01.2001
Føroyavinurin Björn Hagström verður 80 ár
VIÐMERKINGAR
Jákup Fróði Djurhuus
- Men Landstýri vil hava
donsku stjórnina at bróta
grundlógina.
Danska stjórnin hevur gjørt
púra greitt, at føringar fáa full-
veldi, um vit ynskja tað. Danska
stjórnin hevur bjóða Landsstýr-
inum 4 ára skiftistíð, og somu
rættindi sum hini norðanlondini
hava, um Føroyar gerast full-
veldi.
Men trupulleikin er, at Lands-
stýri ikki torir at taka av tilboð-
num.
Tá danski forsætismálaráð-
harrin sigur við útvarpi á mid-
degi týsdagin, at hann ikki kann
binda seg til frammanundan í
eini yvirlýsing at góðtaka eitt
møguligt úrslit av eini fólkaat-
kvøðu, so heldur hann seg bara
til ásetingarnar í grundlógini.
Tað skal nevniliga samtykkj-
ast av fólkatinginum, tá avgerð-
in fyriliggur.
Vanligi føringurin kann bert
verða fegin um, at danska
stjórnin eisini í hesum máli
virðir grundlógina, nú tjóðveld-
ismenninir í “kongagøtu” mæla
til at bróta hana.
Um henda hugsanin, at
kunna bróta grundlógina tá best
ber til, verður tann berandi í
einari føroyskari grundlóg, so
er ikki nógv gott í væntu.
Hví er tað nú so umráðandi
hjá Landstýrinum at fáa eina
bindandi undirskrift frá donsku
stjórnini frammanundan, tá ið
teir væl vita, at danska stjórnin
virðir ynski føringa um full-
veldi?
Er hetta ikki enn ein roynd at
skapa samanbrestir við donsku
stjórnina áðrenn fólkaatkvøðu-
na?
Grenja óført
Hóast Landstýri grenjar óført,
og er sera ónøgt við at vera í
ríkisfelagsskapi við Danmark,
so hava teir enn ikki kunna víst
á eitt einasta ítøkiliga dømi um,
hvat verður øðrvísi og betri, fáa
teir sín vilja.
So Landstýri skyldar føroy-
ingum eitt greitt svar uppá, hvat
í teir ætla við einari fólkaat-
kvøðu, heldur enn at spæla
myrkaspæl, og krógva fram-
tíðina fyri føringum.
Regin Eikhólm
Ein hálvur sannleiki er ein heil
lygn, sigur jødiskt orðatak.
Hetta fær meg at hugsa um full-
veldisframferðina hjá landsstýr-
ismanninum í fullveldismálum,
Høgna Hoydal. Hann legði hart
út við at brúka 10 tals milliónir
krónur av skattagjaldarans pen-
ingi til at útgeva Hvítubók og
ein fagurlittan propagandafald-
ara. Hesar báðar útgávur hava
tað til felags, at tær einans tala
søk fullveldisins. Hetta er eitt
einoygt propagandatiltak, sum
við hálvum sannleika hálovar
loysingini uttan at hava nakað
alternativ at samanbera við.
Okkara kendi og í fjølmiðlu-
num ofta endurgivni samfelags-
frøðingur, Jógvan Mørkøre,
segði í eini samrøðu við Sosi-
alin, at um rætt varð farið fram,
átti andstøðan at fingið eins
nógvan pening og Hvítabók
kostaði, til at gjørt sínar egnu
metingar um framtíð Føroya. Tá
høvdu Føroya fólk havt eitt reelt
val, men sum øllum kunnugt
fekk andstøðan ikki eitt klovið
oyra.
Tvørturímóti so sendi loys-
ingarministarin sínar talsmenn
land og ríki runt við Hvítubók
undir arminum umboðandi
hálvan sannleika um ljósareyðu
framtíðar møguleikarnar fyri
fullveldið Føroyar. Ikki eitt orð
um eina alternativa sjálvstýris-
loysn innan fyri verandi ríkis-
felagsskap. Hvussu kann mann
hálova náttini uttan at kenna
dagin?
Løgmaður gjørdi tað ikki
lættari fyri Føroya fólk, tá hann
ikki tordi at halda sítt lyfti um
breiða undirtøku, áðrenn farið
varð til Danmarkar at samráð-
ast. Helst hevur fullveldismask-
an frá varaløgmanni blindað ov
nógv?
Maskurada
Samráðingarúrslitið talar ann-
ars fyri seg. Fullveldisætlanin
fánaði burtur, tá hon møtti ver-
uleikanum, eins og tá maskur-
nar falla í eini maskuradu. Fáur
man í dag taka fullveldisætlan-
ina í fullum álvara, sum tá alt
kemur til alt, bert umboðar
hálvan sannleika og/ella eina
heila lygn, sambært ísraelska
orðatakinum.
Ongastaðni í Norðurlondum
hevði borið til at framt slíka al-
ment fíggjaða fullveldis propa-
gandu, sum tað vit eru vitni til í
Føroyum. Ímóti allari sunnari
fornuft er nú eisini ætlanin at
halda eina tóma fólkaatkvøðu
fyri at káva út yvir ella at bera í
bøtuflaka fyri politiska samráð-
ingarmistakið og ómegd!
Onki ítøkuligt er at taka støðu
til, sjálvt ikki ein fullveldis-
fíggjarætlan hevur verið at sæð.
Tá vóru Øskudølgur og Sóping-
arkona frægari, tí tey royndu
seg tó við ítøkuligum argument-
um!
Tá Høgni Hoydal í Dimma-
lætting (23/1-01) sigur, at gekk-
askortanir mugu falla, so veit
hann helst, hvat hann tosar um,
tí undir ”samráðingar-maskur-
aduni”, fullu fleiri fullveldis-
gekkaskortar, men tað, sum
kom til sjóndar, var til lítlan
sóma fyri Føroya fólk.
Andstøðan og Nyrup hava
alla tíðina sagt og hildið fast
við, at ein stórur meiriluti av
Føroya fólki skal standa aftan-
fyri eina komandi nýskipan.
Hetta er í tráð við fólkastýrið og
enntá við íslendsku loysnina. Tí
er ikki neyðugt hjá andstøðuni
ella Nyrup at bera masku ella
gekkaskort, og tøkk fáið tey fyri
tað!
Hetta er tíverri meir enn vit
kunnu siga um landsstýris-
mannin í fullveldismálum, men
kanska onkur gekkaskortur fell-
ur av afturat, áðrenn vit verða
send apríl!
Høgnalogikkur: Tá vit eru
samd um alt, hví eru vit so ó-
samd?
Konsert í Norð-
urlandahús-
inum
Føroya Jazztónleikarafelag
og Norðurlandahúsið
skipa fyri konsert í Norð-
urlandahúsinum í morgin
Tíðindaskriv
Sunnudagin 25 januar kl 16.00
skipar Føroya Jazztónleikarafelag
og Norðurlandahúsið fyri konsert
í Norðurlandahúsunum.
Konsertin er tann triðja í røðini
av fýra, sum serliga er ætlað ung-
um føroyskum musiktalentum,
sum hava áhuga í jazztónleiki.
Tey, ið luttaka í fyrru helvt á
hesi konsert eru Jens Dam Ziska á
trumpet, Nicolina Djurhuus á
trombon og Kári Mouritsen á
Kontrabass.
Tey hava øll trý verði sera
virkin, og hava tey tað til felags,
at øll spæla við í Big Bandinum
"Jazzarnir",
sum
Brandur
Øssurson stjórnar.
Teir, ið spæla undir hjá hesum
trimum ert Stamen Stanchev á
klaver,
Eyðun
Egilstrøð
og
Magnus Madsen á slagverk.
Seinnu helvt av konsertini eigur
Gunnar Guttesen, sum ta síðstu
tíðina javnan hevur verið at hoyrt
á tí føroyska tónleikapallinum.
Eisini kenna vit hann í samband
við gospelkórið United Voices,
har
hann
er
fastur
klaverspælari.Vð sær til hesa
konsertina hevur hann fingið
tríggjar góðar og royndar tón-
leikarar. Við trummurnar kemur
Brandur Jacobsen at sita, og hann
kenna vit fyrst og fremst frá bólk-
inum "Ivory", á gittar spælir
Mikkjal Hvannstein, sum flestu
munnu kenna frá bolkinum "I am"
og við bassin kemur Bárður
Háberg at spæla, og hann er m. a.
við á tveimum nýútkomnum fløg-
um, bæði tí hjá Torkil Mørkøre og
tí hjá Unn Paturson. Teir koma
millum annað at spæla løg frá
Mezzoforte og Dave Wecl.
Konsertin verður umleið ein
tíma til longdar (uttan steðg) og
kaffeterian verður eisini opin.
Føroya Jazztónleikarafelag og
Norðurlandahúsið.
Gekkaskortatíð: Komið og spælið
fullveldi við einum hálvum sannleika!
Danir virða føroyskt ynski um fullveldi!