leygardagur 27. januar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 19 - 27. januar 2001
ÚTSØLAN
N a k r i r s j o k k p r í s i r !
Jakkar og Cowboybuksur:
fyrr upp til kr. 899,-
Mánadagin EINANS kr. 99,-
byrjar mánadagin kl. 800
Klædningar • Jakkar • Buksur
Skjúrtur • Blusur • Troyggjur o.m.a.
Opið til
Kl. 2000
Saltangará · Tlf. 44 81 10
Fyri fyrstu ferð í hálv-
an annan mánað er
aftur full leikskrá í
hondbóltskappingini,
og millum annað
verður ein sera
týdningarmikil
dystur leiktur í Vági
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at landslið og jólafrí-
tíð hava gjørt sítt, verður nú
av álvara lagt til brots í
landskappingini hjá bæði
monnum og kvinnum.
Brak í Vági
Størsti
spenningurin
í
kvinnudeildini er uttan iva í
Vági, har heimaliðið annan
dagin á rað skal royna seg
móti
Stjørnuni.
Liðini
spæla eisini leygardagin,
men tá er talan um fyrru
hálvfinaluna í Coca-Cola
kappingini.
Tað tykist undan dystin-
um greitt, at tað bert verður
vinnarin av hesum, sum
skal geara sær vónir um at
fylgja við VÍF, og á heima-
liðnum eru tær uttan iva
sera uppsettar upp á at
vinna annan landskapping-
ardystin á rað móti Stjørn-
uni. Hinvegin kann tað
hava sálarliga ávirkan á
klaksvíksgenturnar, at tær
longu hava tapt tríggjar
dystir á rað. Tapa tær eisini
dystin leygardagin, er hetta
tal vaksið upp í fýra, og
møguliga
fimm
eftir
sunnudagin.
Í Havn skal Kyndil royna
at fáa glið á móti Sóljuni,
meðan VÍF á pappírinum er
risa stórur favorittur móti
Tjaldrinum.
Tað munnu menninir hjá
vestmenningum eisini vera,
tá teir somuleiðis fara til
Runavíkar, meðan ein av
nærmastu kappingarneyt-
unum, StÍF, hevur dyst móti
einum
øðrum
botnliði,
nevnliga KÍF. Júst KÍF
hevur ofta volt strandingum
trupulleikar, so hóast mun á
stigatalvuni, kann væl vísa
seg, at hetta kann gerast ein
áhugaverdur dystur.
Í Havn verður talan um
lokaluppgerð, tá H71 og
Kyndil bresta saman. Í út-
gangsstøði tykjast lokal-
uppgerðir altíð spennandi,
og eftir at liðini vunnu hvør
sín innanhýsis dyst í grund-
spælinum, er líkt til at alt
kann henda í hesum dysti.
Eisini hóast Kyndil á
pappírinum átti at staðið
seg betri.
Dystirnir um vikuskiftið
verða allir leiktir sunnu-
dagin, og eru teir hesir:
1. deild, kvinnur
Høllin í Vági:
VB-Stjørnan
Høllin á Hálsi:
Kyndil-Sóljan
Høllin í Runavík:
Tjaldur-VÍF
1. deild, menn
Høllin í Runavík:
Tjaldur-VÍF
Høllin í Vestmanna;
KÍF-StÍF
Høllin á Hálsi:
H71-Kyndil
Nr. 19 • leygardagur • 27. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Ein partur av avgerð-
ini um gullmerkini
fellur ivaleyst á
Giljanesi sunnudagin,
tá oddaliðini í
kvinnudeildini hittast
FLOGBÓLTUR,
KVINNUR
Ein týðandi dystur hjá
kvinnunum verður sunnu-
dagin á Giljanesi kl. 16,00,
tá oddaliðini og steypa-
finalistarnir Dráttur og
Mjølnir møtast.
Dráttur skal nú prógva,
at tær klára at standa
ímóti trýstinum at liggja í
oddinum, og at tær klára
at vinna, tá tær eru fa-
vorittar.
Í landskappingini hava
liðini
higartil
vunnið
hvør sín dyst og vóru
hesir
sera
spennandi.
Báðir dystirnir endaðu 3-
2, og líkt er til, at sama
verður galdandi sunnu-
dagin.
Jugoslavin Marina
munurin
Í mun til seinasta ár, hevur
Dráttur í ár leikandi venj-
ara, sum er jugoslavin
Marina. Hon er sera sterk í
álopinum, meðan hon til
tíðir ikki vísir eins gott
spæl í verjuni. Men Dráttur
hevur eisini aðrar góðar
leikarar, sum t.d. lands-
liðsleikarar Helgu Norden-
dal og royndu Elisabeth
Rasmussen. Hesar kunnu
eisini
vera
avgerðandi
leikarar, í einum so tættum
dysti, sum roknast kann við
sunnudagin.
Mjølnir altíð gott
Men mótstøðuliðið er ikki
eitt tilvildarligt lið, og tað
verður tað, sum kann blíva
trupulleikin hjá Drátti. Við
sínum góða grundspæli
kann Mjølnir slíta eitthvørt
lið upp, til tað ikki klárar at
standa
ímóti
trýstinum
longur.
Á liðnum eru royndir
leikarar sum landslið-hev-
arin í fleiri ár Marjun Kal-
sø, Margit Joensen og Tina
Jacobsen, umframt fleiri
aðrar leikarar, sum altíð eru
tilreiðar at stríðast til tað
síðsta.
Um Dráttur skal vinna,
verður uttan iva eisini
neyðugt, at liðið fær góðan
stuðul frá áskoðarunum.
Aðrir dystir
Hinir dystirnir í meistara-
deildin verða hesir.
Gundadalshøllin
Fleyr–TB
kl. 13.00
Kambsdalur
ÍF–Fossánes
kl. 15.00
TB hevur hava stóra
framgongd seinastu tíðina,
og var m.a. í finaluni í NS-
cup í Klaksvík, so her eru
tvørágenturnar favorittar,
meðan ein uttan iva kann
rokna við at ÍF vinnur á
Fossánesi, men alt kann tó
henda, tí næst seinasta
vikuskifti vann Fossánes
sítt fyrsta sett í meistara-
deildini.
Støðan, Meistaradeild Kvinnur
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin tapt
munur Stig
Dráttur
13
12
1
38
8
30
15
Mjølnir 12
11
1
34
7
27
13
Fleyr
13
6
7
20
27
-7
7
ÍF
12
4
8
15
27
-12
5
TB
12
4
8
22
25
-3
4
Fossánes 12
0
12
1
36
-35
0
Støðan, Meistaradeild Menn
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir Taptir vunnin tapt
munur Stig
Mjølnir 9
8
1
26
9
17
9
ÍF
10
7
3
24
13
11
9
Fram
10
5
5
21
19
2
6
Fleyr
10
5
5
18
18
0
6
SÍ
11
0
11
3
33
-30
0
Havnarliðini bæði,
Fleyr og Fram, hittast
um vikuskiftið, og
nógv bendir á, at tal-
an kann gerast um
ein sera spennandi
dyst
FLOGBÓLTUR, MENN
So møtast teir aftur – Havn-
arliðini Fleyr og Fram.
Dysturin verður leygardag-
in kl. 15,00 í Gundadals-
høllini. Bæði liðini hava
higartil leikt tveir dystir í
endaumfarinum. Fleyr tapti
3-1 ímóti ÍF og vann 3-0 á
SÍ, meðan Fram tapti 3-1
ímóti oddaliðnum Mjølnir
og vann 3-1 á SÍ.
Stórur spenningur
Tað er stórur spenningur
undan dystinum, tí bæði
liðini liggja jøvn við 6
stigum í niðara helmingi á
stigtalvuni, men hesir dyst-
ir vísa seg sum oftast at
vera góðir kortini. Og eisini
skal hugsast um, at liðini í
ár eru sera jøvn. Tað eru
bert 3 stig sum skilja ímill-
um topp og nr. 4, so her
kann alt henda framvegis.
Tað skal tó viðmerkjast, at
Mjølnir hevur leikt ein dyst
minni.
Rumeni skift síðu
Ein av leikarunum, sum í ár
leikar við Fram er rumenin
Pasco, sum seinasta ár
vandi Fleyr, tá teir gjørdist
føoyameistarar. Ein kann tí
roknað við, at báðir partar
vilja vísa, hvør tað var sum
var orsøkin til føroyameist-
araheitið.
Hjá Fram verður uttan
iva avgerandi, um áleyparin
og móttøkuleikarin Rúni
Weihe fer at hava ein av
sínum bestu døgum, og
hvar á vøllinum Pasco fer
at leika. Hann hevur higar-
til skift ímillum at vera
hevari og áleypari.
Ein tídningarmikil partur
verður eisini, um t.d. ungi
Suni Petersen klárar at
standa ímóti trýstinum í
hesum avgerandi dystinum.
Fleyr royndirnar
Fleyr hevur fleiri royndar
leikarar á liðnum. Nevnast
kunnu Klæmint Isaksen,
Johannes Ejdesgaard og
Jan Hentze. Klæmint hevur
higartil roynst væl, meðan
Johannes Ejdesgaard hevur
verið eitt sindur svingandi,
men hevur í avgerðandi løt-
um leikt væl. Í mun til und-
anfarin ár leikar Jan Hentze
bert sum libero, og er
sostatt ikki við í álopinum.
Eisini Fleyr hevur onkrar
ungar
leikarar.
Steinar
Eirikstoft hevur leikt fleiri
góðar dystir, og serliga
stuttligt var tað at síggja
stikkbóltarnar, sum hevarin
Jákup Villiam Sivertsen
hegnisliga legði upp til
hann ímóti ÍF.
Men hevarin hjá Fleyr fær
ta størstu uppgávuna leyg-
ardagin. Tað verður hann,
sum skal royna at býta bólt-
arnar út til áleypararnar hjá
Fleyr, soleiðis at bóltarnir
ikki enda í teimum høvu
Fram-blokkunum.
Uttan iva ein spennandi
og undirhaldandi dystur.
Steypavinnararnir til
Sørvágs
Mjølnir skal leygardagin til
Sørvágs at leika ímóti SÍ.
Dysturin skuldi uppruna-
liga vera sunnudagin, men
er vegna landsliðsvenjing
fluttur til leygardagin kl.
13,30.
Mjølnir liggur á odda og
hevur higartil ikki havt
trupulleikar við SÍ, sum
liggja niðast í meistara-
deildini.
Avgerðandi hjá SÍ er tó,
um teir hava allar menn
tøkar, tí so kunnu teir gott
stjala eitt sett ella meir.
Fult hondbóltsvikuskifti
Oddastríð á Giljanesi
Rok í Havnini
Hendir ein eldsbruni
inni í einum av nógvu
tunlunum í land-
inum, eru sløkkiliðini
als ikki fyrireikað. At
fremja bjargingar-
arbeiði í einum
brennandi tunli kevur
serliga útgerð og
serliga útbúgving,
men hvørki finst í
landinum, eins og
eingin tilbúgvingar-
ætlan fyriliggur fyri
tunnilsvanlukkur. Tað
er ikki so mikið sum
avgjørt, hvør ið hevur
ábyrgdina av
tilbúgvingini.
VANLUKKUVANDI
Rúnar Reistrup
Alt ímeðan higartil longsti
tunnil í Føroyum verður
boraður, er trygdin í ver-
andi tunnlunum út av lagi
vánalig. Tunlarnir eru snøgt
sagt tikkandi brandvan-
lukkur, ið bara bíða eftir at
henda.
Einki sløkkilið í landin-
um hevur útgerð ella út-
búgving til at fara inn í ein
roykfyltan tunnil at fremja
bjargingararbeiði. Og tí er
tað ógvuliga avmarkað,
hvussu nógv sløkkiliðini
fáa hjálpt tann dagin ein
samanstoytur hendir og
eldur kemur í mitt inni í
einum av longri tunlunum í
landinum.
Ivi um ábyrgdina
Tað er sløkkiliðið í teirri
kommununi, har tunnilin
liggur, ið verður boðsent,
um eldur kemur í inni í við-
komandi tunli.
Men kommunurnar hava
bara skyldu til at hava
sløkkilið, ið eru nóg væl
mannað og útgjørd til at
røkja tær »vanligu« upp-
gávurnar í kommununi,
ikki serupgávur so sum
tunnilseldar. Av tí sama
hava smáar kommunur smá
sløkkilið við ógvuliga av-
markaðari útgerð, ið als
ikki er nøktandi til at
fremja bjargingararbeiði í
einum tunnilseldsbruna.
Hvør tað er, ið hevur
skyldu at syrgja fyri røttu
útgerðini og røttu útbúgv-
ingini til at basa tunnilseld-
um, liggur ikki heilt greitt,
tí lógin um eldsbruna tekur
ikki hædd fyri slíkum sum
tunnilseldum, og málið er
ongantíð tikið upp.
Landið skal gjalda
Men sambært Brunaum-
sjón Landsins, er tað tó lítil
ivi um, at tað eigur at vera
uppgávan hjá tunnilseigar-
anum at syrgja fyri tilbúgv-
ingini til tunnilin undir eig-
aravaldinum hjá hesum.
Hetta er millum annað stað-
fest í Danmark, har landið
til dømis brúkar 10 millión-
ir krónur um ári til tilbúgv-
ing í sambandi við tunnilin
undir Stórabelt, eftir at tað
varð staðfest, at tað er land-
ið sum tunnilseigari, og
ikki Korsør kommuna, har
undirsjóvartunnilin kemur
upp, ið hevur ábyrgdina av
tilbúgvingini.
Føroya land er ígjøgnum
Landsverkfrøðingin eigari
av øllum tunlunum í land-
inum uttan Vágatunlinum,
sum
P/F
Vágatunnilin
eigur.
Tískil er tað sambært
Brunaumsjón Landsins ikki
uppgávan
hjá
einstøku
kommununum, men hjá
landinum sum tunnilseig-
ara, at syrgja fyri tilbúgv-
ingini til tunnilseldar, hóast
tað er kommunala sløkki-
liðið, ið verður boðsent.
Hetta hevði verið ein nær-
um óberandi byrða fyri
smærri
kommunur,
ið
liggja soleiðis fyri, at tær
hava ein tunnil innan fyri
kommunumarkið.
Men hóast greiðu áskoð-
anina, hevur Brunaumsjón
Landsins ikki fyrr enn nú
tikið málið upp við tunnils-
eigararnar.
Sløkkiliðið í Kvívík
Eitt av kommunalu sløkki-
liðunum í landinum, ið so
at siga dag fyri dag fær ein
størri tunnil sum part av
sínum
ábyrgdarøki,
er
sløkkiliðið
í
Kvívíkar
kommunu.
So hvørt sum undirsjóv-
artunnlinum undir Vest-
mannasundi leingist, veks-
ur tann ósvaraði spurning-
urin um trygdina í tunnlin-
um í sambandi við elds-
bruna, bæði nú undir
byggiarbeiðinum, og tá
tunnilin verður tikin í
nýtslu um hálvttriðja ár.
Byggirharrin, ið er NCC,
hevur sambært P/F Vága-
tunlinum, ábyrgdina av at
fólkið, ið arbeiðir í tunnlin-
um, hevur møguleika at
basa smærri eldum og ann-
ars koma skjótt úr tunnlin-
um, um eldurin ikki kann
basast. Men um ein van-
lukka hendir og arbeiðs-
fólkið av einhvørjari orsøk
ikki sleppur úr, verður ringt
til alarmsentralin, ið sendir
boðini víðari til sløkkiliðið
í Kvívíkar kommunu.
Ongan kjans
Men kommunala sløkkilið-
ið í Kvívík hevur bert út-
gerð til vanligar eldsbrunar,
og tí er ikki hugsingur um
at sløkkiliðið kann fara inn
í tunnilin at basa eldi.
– Sløkkiliðið hjá okkum
er útgjørt til at basa smærri
eldum, men tað hevur snøgt
sagt ongan kjans at gera
nakað, um tað verður boð-
sent til ein eldsbruna í
Vágatunlinum. Og tað er
heldur ikki hugsingur um at
vit sum kommuna kunnu
útgerða okkara sløkkilið til
ein tunnilseldsbruna. Tað
eru vit ov smáir til, sigur
borgarstjórin í Kvívíkar
kommunu, Heini Holm.
Sløkkiliðini kunnu altíð
heita á sløkkilið í øðrum
kommunum at koma sær til
hjálpar, tá okkurt er á vási,
og hevði Kvívíkar sløkkilið
verið boðsent til ein elds-
bruna í Vágatunnlinum,
hevði hjálp verið tilkallað
úr Havnini beinanvegin sig-
ur borgarstjórin.
Men heldur ikki størsta
sløkkilið í landinum er ført
fyri at gera eitt nøktandi
bjargingararbeiði um tað
verður boðsent til ein tunn-
ilseldsbruna.
– Vit hava spurt okkum
fyri hjá sløkkiliðnum í
Havn um hvussu tað er
fyrireikað til ein tunnilseld,
men tað vísir seg at tað
hvørki hevur útgerð ella
útbúgving til tunnilseldar.
Vit fingu at vita frá Tórs-
havnar Sløkkiliði, at tað
heilt einfalt ikki hevði farið
inn í ein brennandi Vága-
tunnil, um talan var um ein
umfatandi eldsbruna sigur
Heini Holm.
Meðan vit bíða
Enn hevur tað ongantíð
verið ein eldsbruni inni í
nøkrum av størru tunlunum
í Føroyum. Men herfyri
kom eldur í ein bil í leyna-
tunlinum, og hóast hetta er
ein av styttstu tunlunum í
landinum, so upplivdi Tórs-
havnar Sløkkilið, ið varð
boðsent at hjálpa Kvívíkar
sløkkiliði, hvussu trupult
tað er at gera bjargingar-
arbeiði í einum roykfyltum
tunli. Hendingin spældi tó
væl av, og fólkini í tunlin-
um, vórðu fingin út.
Men tann hendingin er at
meta sum lítið og einki
afturímóti teimum vanlukk-
um, sum kunnu henda í
størru tunlunum.
Tað
er
Brunaumsjón
Landsins, ið skal halda
eftirlit við, at millum annað
tilbúgvingin í sambandi við
tunlar er nøktandi. Men enn
hevur Brunaumsjón Lands-
ins bara havt fyrireikandi
fund við P/F Vágaunnilin
og Landsverkfrøðingin, ið
eru einastu tunnilseigarar í
landinum. Rættiligt hol er
ikki sett á málið.
Brunaumsjónini
vantar orku
Men sambært Petur Olsen,
leiðara á Brunaumsjón
Landsins, er tað ikki viljin,
men arbeiðsorkan, ið vant-
ar.
– Vit eru væl og virðiliga
greið um, at tað stendur
sera illa til við tilbúgvingini
í sambandi við tunlarnar í
landinum. Og tað nívir
okkum
almikið.
Men
Brunaumsjón
Landsins
vantar arbeiðsorku, tí sum
nú er megna vit so at siga
einans at halda eftirlit við,
at nýbyggingar lúka krøvini
um brunatrygd, og at
ymiskir stovnar framhald-
andi lúka krøvini. Alt sum
eitur tilbúgving kemur í
aðru røð. Vit eru tvey fólk á
stovninum og okkum tørvar
tvey fólk afturat, um vit
skulu røkja okkara upp-
gávu. Sum nú er uppfylla
vit bara ein lítlan part av
lógini um eldsbruna, og tað
er als ikki nøktandi, sigur
Petur Olsen, leiðari á
Brunaumsjón Landsins.
Hann sigur seg hava gjørt
landsverkfrøðingin varugan
við
trupulleikarnar
av
væntandi arbeiðsorkuni, og
hetta váttar landsverkfrøð-
ingurin, men sigur, at sum
er er eingin broyting í
væntu.
Føroysku tunlarnir:
Lúrandi eldfellur
– Vit hava spurt okkum fyri hjá sløkkiliðnum
í Havn um hvussu tað er fyrireikað
til ein tunnilseld, men tað vísir seg
at tað hvørki hevur útgerð ella útbúgving
til tunnilseldar. Vit fingu at vita frá Tórs-
havnar Sløkkiliði, at tað heilt einfalt ikki
hevði farið inn í ein brennandi Vágatunnil.