hósdagur 7. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 237 - 7. desember 2006
tíðindi
Mest til byggibúning
Sandavágs kommuna ætlar at brúka 6,3 mió. krónur til íløgur
næsta ár. Av hesum fara 3,1 mió. krónur til byggibúning.
Arbeiðið fevnir um at gera útstykkingina í Sørpum lidna,
og ein partur av pengunum skal brúkast til at keypa lendi til
nýggja útstykking. Av tí, sum eftir er av játtanini til íløgur,
fara tvær mió. krónur til barnaansing. Fíggjarætlanin hjá
Sandavágs kommunu næsta ár javnvigar við 24,6 mió.
krónum
Dýrt at snúsa
Svenska heilsustýrið vil hava sviar at gevast at snúsa, tí tað
kann elva til krabbamein í munninum og búkspýttkirtlinum,
og nú hava politikararnir gjørt av at leggja uppaftur størri
trýst á snúsararnar. Tað verður gjørt við at hækka avgjaldið
á snúsi so nógv, at tað verður munandi dýrari at fáa sær upp
í nevið. Sum er kostar ein pakki við 50 grammum av snúsi
26 svenskar krónur, men eftir nýggjár fer hann at kosta 37
krónur.
Ólavur Gregersen,
stjóri á SeWave Bit
land, hevur verið í
Týsklandi á ráðstevnu
um alduorku, har ið
tey høvdu eina fram
løgu um alduorku
ætlanina í Føroyum.
Tann føroyska
ætlanin er tann,
sum hevur frægast
møguleikar at klára
seg, segði ein ES-
embætismaður við
Ólav eftir framløguna
ALDUORKA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Ólavur Gregersen hevur ver
ið í Týsklandi á einari ráð
stevnu um alduorku, sum ES
skipaði fyri. Á ráðstevnuni
vóru mestsum øll, sum
arbeiða við alduroku.
Umboð fyri verkætlanirnar,
sum hava fingið stuðul frá
ES, vóru á staðnum.
– Tað var sera spennandi
at vera har. Har vóru nógvir
týðandi persónar innan aldu
orku, og tað var ein stevna
við høgum fakligum støði,
sigur Ólavur.
Ráðstevnan gav Ólavi ein
mynd av, hvussu langt hini,
sum arbeiða við alduorku
verkætlanum, eru komin.
– Eg fekk eina fatan av,
hvar onnur vóru í mun til
okkum. Eg kann staðfesta,
at tað er langt á mál, áðrenn
alduorka kann gerast løn
andi. Vit tosa helst um 10 -
15 ár, áðrenn vit kunnu tosa
um at koma uppá sama støði
sum vindorka er í dag, sigur
Ólavur.
Føroyska verkætlanin
einastandandi
Eftir framløguna fingu teir
nógvar positivar viðmerk
ingar frá øðrum luttakarum
á ráðstevnuni.
– Ein enskur proffesari,
sum hevur arbeitt við aldu
orku í 20 - 30 ár, segði við
meg, at okkara verkætlan
er einastandandi. Tað sama
segði ein embætismaður
hjá ES, sum helt, at okkara
verkætlan er ein av teimum
fáa, sum hevur ein veruligan
møguleika at klára seg og
gerast lønandi.
Tað serliga við føroysku
verkætlanini er, at teir ætla at
spreingja hol inn í bergið og
hava alduorkuverkið har.
– Vit leggja okkum eftir at
fáa fatur á alduni, har ið hon
hevur mest orku. Tí fara vit,
har nógv brim er. Har er bergið
hent, tí at tað verjir verkið.
Ein annar fyrimunur er, at
alduorkuverkið hvørki sæst
ella hoyrist, sigur Ólavur
Hava møguleika
fyri stórrakstri
Føroyska alduorkuskipanin
leggur upp til, at byggjast
kunnu fleiri orkuverk fram
við berginum. Hetta Land
slagið í Føroyum ger, at
verkætlanin kann koma at
bera seg.
– Hugskotið leggur upp
til, at ein røð av turbinum
kunnu byggjast upp framvið
berginum. Hetta ger, at vit
kunnu hava stórrakstur.
Tað er nakað, sum mangan
er torført, tá ið vit tosa um
alduorku, sigur hann.
Ráðstevnan hevur verið
eitt gott upplivilsi fyri Ólav,
og tað hevur givið eyka
íblástur at halda fram við
verkætlanini.
– Hetta hevur verið eitt
rættiliga positivt upplivilsi.
Vit arbeiða framvegis við at
fáa síðstu pengarnar til høldar,
so at vit kunnu byrja at byggja
eitt royndarverk. Tað er tó ikki
lætt at fáa fígging. Vit mangla
umleið 15 milliónir, men
flestu íløgugrunnar halda,
at tíðarskeiðið er ov langt,
áðrenn íløgan kann geva
avkast, sigur hann.
Kunnu verða
slóðbrótarar
Ólavur heldur, at hetta kann
gerast ein góður møguleiki
hjá føroyingum, um vit koma
í gongd og arbeiða miðvíst.
– Um vit arbeiða skjótt
og miðvíst, kunnu vit gerast
fremst á økinum. Vit kunnu
vera slóðbrótarar og gera
okkara vitan galdandi. Vit
síggja eitt dømi í Danmark,
har ið danir vóru eitt stig
frammanfyri hini innanfyri
vindorku. Av tí, at at teir vóru
10 - 15 ár frammanfyri hini
londini, hava danir eisini ein
størri part av marknaðinum
í dag.
– Tað sama kann henda
hjá okkum, um vit megna
at verða fyrst, sigur Ólavur
at enda.
Føroyska alduorkuætlanin millum tær bestu
Ólavur Gregersen, stjóri á Sewave Bitland, hevur verið á ráðstevnu um alduorku í Týsklandi
Ein verkætlan við
vetnisorku skal
roynast í Nólsoy.
Ætlanin er, at
Nólsoy skal verða
sjálvberandi innan
orku. - Vetnisorka
er bíligari, og tað
er grøn orka, sigur
Bjarti Thomsen
VETNISORKA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Nólsoy: Bjarti Thomsen
er formaður í nevndini
fyri Nólsoyar orkufelag.
Felagið varð stovnað 27.
august, og nevndin skipaði
seg 15. oktober. Nevndin fer
at arbeiða við orkuætlanini
hjá landsstýrinum í Nólsoy.
Landsstýrið vil fegin hava
tey lokalu við í arbeiðið, og
nólsoyingar vilja fegin hava
ávirkan á tær avgerðir, sum
verða tiknar.
– Hetta sprottið úr einari
norðurlendskari orkuætlan,
sum skal menna útjaðaran.
Meiningin er at fáa útjaðaran
sjálvberandi við orku. Nóls
oyggin er hóskandi í stødd,
og tí varð hon vald, sigur
Bjarti, sum er spentur uppá
verkætlanina.
Máta nýtsluna
– Tað er spennandi at fáa
virksemi út á oynna. Tað
er eisini spennandi at vera
slóðbrótari og at vera við í
onkrum innovativum, sigur
hann.
Arbeiðið er higartil á
einum byrjunnarastøði.
Tey hava sett málarar á olju
fýringarnar í húsunum í
Nólsoy, so at teir kunnu fáa
eina mynd av, hvussu nógv
íbúgvarnir nýta av orku.
– Talan er um vetnisorku.
Vindmyllur verða settar upp,
og vit vinna orkuna í vind
unum og varðveitta hana
við vetni. Myndugleikarnir
ætla at gera Nólsoynna
sjálvberandi. Hetta er ein
spennandi verkætlan, sum
eisini inniber grøna orku.
Hetta er sera viðkomandi,
nú tað verður tosað nógv
um Kyoto-sáttmálan. Um vit
vinna meira orku við vetni,
kunnu vit minka um koltvíilt
útlátið, sigur Bjarti.
Føroyska veðurlagið
væl egnað
Føroyska veðurlagið er væl
egnað til vetnisorku.
– Tað er tvífalt so nógvur
vindur um veturin sum
um summarið, og tað sær
út til, at vit nýta tvífalt so
nógva orku um veturin
enn um summarið. Tískil
hóskar veðurlagið væl til
okkara nýtslu. Vit hava
eisini meira vind her, enn
tey hava inni á evropeiska
meginlandinum.
– Tað verður spennandi
at nýta vindorku til at hita
húsini upp við. Oljan kostar
nógv, og hon fer helst at
dýrka komandi árini. Tað sær
út til at loysa seg longu í dag
at satsa uppá vetnisorku. Ein
annar fyrimunur er, at tað er
grøn orka, sigur Bjarti.
Enn eru tey í holt við
fyrireikandi arbeiði, men
vit kunnu vænta okkum at
síggja okkurt ítøkiligt í vár.
– Vit eru í holt við at
kortleggja nýtsluna, og aftaná
skal eitt uppskot gerast. Til
várs kunnu vit vænta at
síggja okkurt ítøkiligt, sigur
Bjarti Thomsen at enda.
Nólsoy skal verða sjálvberandi við orku
Bjarti Thomsen er formaður
í nevndini fyri Nólsoyar
orkufelag. Hann sigur, at vit
kunnu vænta at síggja okkurt
ítøkiligt til várs