hósdagur 7. desember 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 7. desember 2006
9
tíðindi
Fríggjadagin í farnu
viku byrjaði handilin
hjá Kal í Klaksvík at
selja út.
– Nú var tíðin komin
at gevast, sigur 67
ára gamla Herfríð
Jacobsen, sum hevur
havt handilin síðani
hon var 38 ára gomul
Handilslív
Orð&mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík:
Fríggjadagin
var mikil mongd av fólki
savnað uttanfyri handilin
hjá Kal í Vágstúni.
Í lýsing dagin fyri var heitt
á fólk um at hjálpa teimum
við at tøma handilin. Og
hetta lótu fólk sær ikki siga
tvær ferðir.
Longu áðrenn handilin
lat upp henda morgunin var
ein rúgva av fólki uttanfyri
handilin. Hesi vildu fegin
gera kvettið henda dagin,
nú allar vørurnar vórðu
seldar fyri hálvan prís.
Sama dag høvdu handl
arnir í Klaksvík opið til
langt út á kvøldið, og tí
vóru fólk fyrireikað uppá
hetta.
Men tað kom helst óvart
á mong, at Herfríð soleiðis
ætlaði at tøma handilin – og
haraftrat gevast!
- Eg helt, at tað var rætta
tíðspunktið at gevast nú.
Og tí gjørdi eg tað nú, sigur
Herfríð Jacobsen heldur
sorgblíð við Sosialin.
Í gjár var lítið eftir at
vørum í handlinum, bæði
tá talan var um gávulutir og
meturvørur.
Av sonnum, - fólk hjálptu
henni væl at tøma hand
ilin!
Trúfastir kundar
Sum nevnt aðrastaðni á
síðuni veit Herfríð alt um,
hvat tað vil siga at reka
ein handil í miðbýnum í
Klaksvík.
Tá faðir hennara lat bygn
ingin byggja fyri 66 árum
síðani, hevði hann skriv
stovuna í ovaru hæddini,
meðan handilin var í niðaru
hæddini.
So líðandi er handilin
mentur til at gerast ein gávu
búð og ein handil, har til
bar at keypa klædnavørur
og meturvørur av góðum
slagi. Hetta hevur verið
eitt stað, har nógv fólk er
komið á gátt hvønn einasta
dag.
- Ja, eg havi havt nógvar
góðar og trúfastar kundar øll
hesi árini. Alt hevur gingið
sera væl, sigur Herfríð.
Nú er henda tíðin komin
at enda, og Herfríð hevur
valt at selja allar vørurnar,
sum vóru í handlinum fyri
hálvan prís.
Á henda hátt vildi hon
takkað teimum mongu kund
unum, samstundis sum hon
ynskti at geva teimum eitt
gott tilboð.
- Ja, eg helt tað vera rætt
á henda hátt, sigur hon.
Sild í tunnu
Fríggjadagin var so dagurin
komin, tá útsølan skuldi
verða.
- Skal eg siga akkurát
sum er, so stóðu fólk sum
sild í tunnu her inni allan
dagin, greiðir Herfríð frá.
Á ovaru hæddini har
klædnavørurnar og metur
vørurnar var nógv av
fólki. Í niðaru hæddini,
við øllum teimum mongu
gávulutunum, nýttu mong
høvið at keypa jólagávur til
familju og vinir.
Tær vóru fleiri til arbeiðis
henda dagin, men avgjørdu
at lata aftur fyrri enn hinir
handlarnir.
Tá klokkan var farin at
nærkast seks byrjaðu kund
arnir so smátt at fækkast
henda dagin, og klokkan
mundi vera um sjey, tá
handilshurðin varð stongd.
Restina av kvøldinum
nýttu tær til at fylla inn aftur
á hillarnar úr goymsluni.
Og leygardagin var sama
rokið aftur.
- Sum tú sært. Her er
millum lítið og einki eftir í
dag, sigur Herfríð.
– Rætta tíðin at gevast
Ætlar fyrst at slappa av
- Eg dugi so ikki at siga fyri einki, sigur Herfríð.
Aðrastað$ni á síðuni er nevnt, at hon hevur rikið
handilin hjá Kal síðani hon var 38 ára gomul
Øll hesi árini hevur handilin verið hennara eitt og alt.
Spurningurin er, hvat ein so virkisfús kvinna nú fer at
gera?
- Hvat eg ætli mær at gera? Eg voyt ikki. Her liggur
so nógv á láni, sum eg ikki havi havt stundir til øll hesi
árini.
- Men fyrst av øllum ætli eg mær eitt: At slappa av í
desember mánaði, fyri fyrstu ferð í lívinum. Tað gleði
eg meg til, sigur Herfríð.
Altíð handlað
Pápi Herfríð, J. Michael
Jacobsen flutti í 1940 inn í
handilin, hann hevði latið
byggja í Vágstúni.
Herfríð sjálv er borin í
heim í 1939, og byrjaði
longu sum 14 ára gomul
at hjálpa til í handlinum.
Sum 20 ára gomul fór hon
á skúla í Danmark, men
kom aftur til Føroyar 28
ára gomul at arbeiða.
10 ár seinni yvirtók hon
handilin og hevur rikið
hann til dags dato.
FAKTA
Herfríð Jacobsen hevur rikið handilin hjá Kal í sløk 30 ár. – Alt hevur gingið væl hesi árini, sigur henda 67 ára gamla og virkisfúsa kvinnan
”
Eg havi havt
nógvar góðar og
trúfastar kundar
øll hesi árini. Alt
hevur gingið sera
væl