Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 237 - 7. desember 2006 Í vikuni høvdu bæði politikarar og vinnulívsfólk høvi at hoyra um royndirnar hjá norðmonnum við einum oljugrunni og samtíðis hoyra, hvat for­ maðurin í Búskaparráðnum heldur um ein føroyskan oljugrunn. Hóast einki lønandi oljufund enn er gjørt við Føroyar, so eiga vit kortini at geva hesum máli ans, tí talan er um eitt álvarsmál, sum bæði Jørn Astrup Hansen og Poul Michelsen, tingmaður vístu á. Tað er neyvan nakar ivi um, at semja er um, at vit skulu hava ein oljugrunn. Spurningurin er bara um, nær tað er rætta løtan at fara undir at fyrireika hann. Her nevndi tingmaðurin, at tað er betri at vera uppá forkant við útviklingin enn at gerast eftirbátur. Hesum gav búskaparráðsformaðurin honum rætt í men helt kortini, at hetta málið hevur ikki so stóran skund heldur, tí tað ganga nógv ár frá tí, at oljan er funnin, til hon gevur pengar í landskassan. Tað er undir øllum umstøðum rætt og gott, at hetta málið verður tikið fram til kjak. Norski oljugrunnsmaðurin, sum greiddi frá norska grunn­ inum, vónaði eisini, at føroyingar fóru at hyggja eftir norsku royndunum, um vit koma til nógva olju. Trupulleikin við slíkum grunni er at kunna fasthalda endamálið, sum er at spara upp til komandi ættar­ lið og bara brúka av avkastinum. Formaðurin í Búskaparráðnum sáddi iva um, um hetta fer at bera til við føroyskum politikarum, ið vilja sleppa at brúka pengarnar. Hann metti, at skal nakar dugur vera í einum slíkum sparigrunni, so má meira enn eitt løgting ”binda” seg til at halda lokið fast á kassanum. Sum er hava Føroyar onga grundlóg, og tí kann lykil til oljugrunnin ikki plaserast her. Neyðugt er við eini ella aðrari skipan, sum líkist henni við bundnari uppsparing, sum tá er millum fleiri partar. Hetta er avgjørt eitt mál, sum vit eiga at umrøða longu nú og hava greiða niðurstøðu um, tá vit loksins fara at skriva lóg og reglur fyri oljugrunnin. Tjóðveldisflokkurin hevur annars havt uppskot um at seta á stovn ein búskapargrunn, har ikki bert oljuinntøkur fara men eisini blokkurin. Hetta er sjálvandi eisini eitt mál, sum eigur at takast við í orðaskiftið. Eisini er tað áhugavert at merkja sær orðini hjá Astrup um, at oljuinntøkur fara at avloysa blokkin og hvørjar avleiðingar tað fær fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Kann ein útleiða av hesum, at stórar oljuinntøkur eru = meira sjálvstýri ella fullkomna loysing? Livst so spyrst. Sosialurin Olju- og búskapargrunn Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Um ósemjuna á Føðideildini og Landssjúkrahúsinum sum heild vil eg ikki koma inn á, tí eg haldi hesir skulu loysast innanveggja har. Men tá tosað verður um arbeiðið hjá sjúkra­systr­ unum á Føðideildini, vil eg gjarna gera nakrar við­ merkingar. Fyri tað fyrsta er tað gott at síggja, at nevnt verður, at sjúkrasystrarnar hava bygt deildina upp ígjøgnum mong ár. Hetta eru vit ernar av og er høvuðsorsøkin, at vit hava havt nógv, dugnalig og málrættað starvsfólk, sum alla tíðina hava nýggju familjuna í miðdeplinum. Nógv nýggj vitan kemur allatíðina samstundis sum samfelagið, familju­ mynstrið og hugsanir um viðurskiftini hjá nýggju familj­uni alla tíðina broyt­ ast. Hetta ger arbeiði á deild­ ini so sera spennandi. Eitt av høvuðsmálunum hjá deildini er at veita veg­ leiðing, stuðul og røkt so mamman/familjan følir seg trygga í teirra nýggju støðu sum familja, tá tey fara heim av deildini. Nevnt verður í greinini, at sjúkrasystrarnar átaka sær leiklutin sum lærarar. Ja, vit leggja stóra orku í at upplýsa og vegleiða foreldrunum um reinføri, góðan mat og livihátt og annað heilsufremjandi, so nýggja familjan hevur tað gott. Okkara royndir eru, at tey eru glað fyri hetta og nærum øll taka av hesum tilboði. Tað, sum síðan verður nevnt vóni eg er skeivt end­ ur­­givið. Sagt verður, at alt ov nógv­ar fløskur (av mjólka­ tilbúningi) verða givnar. Vit hava í nógv ár ar­ beitt eftir tilráðing frá Heilsu­stýrinum og WHO, har mælt verður til at virka fyri um­støðum soleiðis, at barnið helst bert fær brósta­ mjólk fyrsta hálva árið, um mamm­an ynskir og hevur møguleika til tess. Tí hava vit greiðar reglur, sum siga nær gevast skal aftrat og grundgivið verður í hvørjum einstøkum føri, meðan stórur partur av ar­beiðsorku okkara fer til veg­leið­ing, stuðul og hjálp at fáa gongd á brósta­­gev­ ingina. Úrslitini hava eisini verið góð, og títtleikin av børnum, ið bert fáa bróst er høgur. Nevnt verður, at barnið verður tikið frá mammuni um náttina. Tíbetur kunnu mammurnar svara fyri seg sjálvar og sum áður sagt, vóni eg, at Annika her er skeivt endurgivin. Onkuntíð krevjast ávísar eygleiðingar, men oftast er tað ynski frá mammunum um so er. Vit hava í fleiri ár ar­beitt fram ímóti at fáa altjóða góðkenning sum Pinku­ barna­­vinarlig deild (Baby­ friendly), men hetta kann bert gerast við góðum tvør­­­fak­­lig­­­um sam­starvi. Har verður m. a. kravt, at mamm­ur­nar skulu hava møgu­leika at hava barnið hjá sær alt døgni­ð, júst sum tær hava tað á Føði­deildini. 6. desembur 2006 VIÐMERKING: Fyri rættleikans skuld skal sigast, at Annika Hoydal ER rætt endurgivin í samrøðuni í Sosialinum 6. desember. Hetta hevur hon váttað fyri blaðnum! Blaðstjórin Viðmerkingar til samrøðu við Anniku Hoydal, ljósmóðir í Sosialinum sjúkrasystir á Føðideildini Sólfríða Helmsdal Viðvíkjandi brúkara­ gjald­inum í undirsjóvar­ tunnlunum Sambært roknskaparnar fyri Vágatunnilin og ætl­an­ irnar fyri Vága- og Norð­ oyatunnilin 2006 og 2007 - sæst at roknað avdráttartíð, við rentu uppá uml. 5%, er umleið 8 ár. Tá hugsað verður um áramálið íløgan (Vága­tunn­ ilin og Norðoya­tunn­ilin) skal nýtast er avdráttartíðin eftir okkara metan - alt ov stutt. Tað tvífalda kann væl for­ svarast. Um afturgjaldstíðin, sum dømi, var longd til 15 ár so kundið brúkaragjaldið verið lækkað munandi uttan fíggjarligar trupulleikar fyri partafeløgini. Vit heita tí á Kapping­ arráðið um at kannað hetta og gera niðurstøðu um ráðið heldur brúkara­ gjaldið hjá Vága- og Norð­ oyatunnlinum er rímiligt. Samstarvsbólkurin hjá politisku lokalfeløgunum í Norðoyggjum. Absalon í Buð, John William Joensen Árni Joensen Olga Biskopstø Jógvan Skorðheim Áheitan á kappingarráðið