Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 7. desember 2006 11 Eftir at verða aftur í Dan­ mark, eri eg vónsvikin av tí sum fyllir so nógv, bæði í fjølmiðlum og kjaki mill­ um fólk. Funda­­mental­isma og alt tað, ið kem­ur burtur úr funda­­mental­­ismu. 11. sept. sum vit øll minn­ast sera væl, og sum hevur sett ótta í hvørt mans­barn, hevur nú smittað, og fer nú sum ein herj­andi um­far­sjúka yvir alt Dan­mark. Eingin tosar um tað sum er tann grundleggjandi trupulleikin, men vit síggja og hoyra í smáðum pettum. Øll tosa um tað sínamillum, - við varsemi, - fyri ikki at verða nevndur rasistur, men øll eru samd í, at Danmark er komið til tað sum vit nevna – “point of no return”. Demokrati verður sett spurn­artekin við, hvar gong­ ur markið, og hvønn skulu vit taka atlit til. Er tað demo­krati at ansa eftir hvat vit skulu tora at siga? Hvørji eru tey, vit skulu “taka hensyn til”? Hvør hevur skapt alla hesa øð­ing? Etc.etc. Svarið er ein­falt: - funda­ mental­ist­iskir islamar. Eg kann blíva so dansi­ter­andi í øðini....Hvat billar hetta fólkið sær inn? Koma til Danmarkar. Fáa eina feita íbúð, og ein góðan kekk. Fáa útbúgv­­ing sum verð­ ur goldin av landin­­um, fyri so at smoyggja eina átrún­ aðar­liga húgvu yvir fólk sum als ongan áhuga hevur fyri hesum. Áleggja fríum danskarum at uppføra seg og hava meiningar, sum kemur av einari trúgv, sum islamar sjálvir ikki megna at stýra. Eg minnist fyri fýra árum síðani, áðrenn eg flutti til Føroyar, tá bardist tann danski fólkaflokkurin sín bardaga fyri at fáa tamarhald á hesum trupulleika, men ístaðin fyri at lurta, blivu teir kallaðir rasistar.   Um val verður nú, eri eg bangin fyri at sigurin ferð til fólkaflokkin, tí nú síggja øll, at hetta hevur einki við rasismu at gera, men er ein átrúnaðarlig støðutakan sum er skapt av menniskjum, og ikki av Koranini. Ein støðutakan har muslimar ikki halda høvdið kalt, men blanda politik og religión saman. Hetta er ein farligur koktail. Vit sóu eitt klipp frá tali­banum, ið søgdu hetta sera klárt: at demokrati og materalisma var rótin til alt ónt, men teir vildu gera alt fyri at koma hesum til lívs. Danskarar ganga nú á leist­um, bangnir fyri at traðka á tærnar hjá mus­ liminum. Teir finna seg á ókendum øki, og gerðast lítlir og uttan integritet. So­leiðis sum eg síggi Da­n­mark frá barnið av sum nærmast kann bindast við far til fire filmanar ella Mortan Korck, ella ja .... Matador ...Tað er farið... Alt hetta, sum eg kundi skrivað nógvar síður um, fær meg at hugsa aftur á tá eg seinast, fyri skjótt trimun árum síðani flutti aftur til Føroyar.  Eg eri sera politiskt ágrýt­ in og havi altíð fylgt við poli­tikki, havi ikki havt høvið at velja í Føroyum tey nógvu seinastu árini, tíanverri, men havi altíð fylgt við. Serliga hesi trý árini eg búði heima, er  myndin eg havi fingið av tí politiska rákinum, - og málini sum hava verið frammi, - minna alt um alt tað kensluna eg siti við herniðri, og mangan hevur hetta verið samtaluevni við døgurðaborðið og tann ræsta fiskin, heima hjá okkum.  Áðrenn eg fór á HF vóru mál sum: - frí fosturtøka, samkynd og frí søla av rús­ drekka frammi. Føroy­ingar standa í stað, og teir koma bara ikki víðari. Spurn­ingurin er: Hvør steðgar teimum? Er demo­ krati í Føroyum? Eg setti mær ofta henda spurning tá eg var heima, og svarið er sera einfalt, NEI.....har er einki demokrati. Føringurin sjálvur hevur ikki tann fría viljan og torir ikki at standa frítt fram, tí antin steðgar lógin, ella trúgvin honum, og ofta bæði vavd saman í eitt. Eg fái kuldaskjálvta tá eg hoyri og síggi hesar funda­ mentalistar sita og ráa í landinum, og fólkinum, og minnir ikki stórt um annað enn tað vit sita í Danmark. Alt ov ofta havi eg eisini hoyrt um hvussu ein eigur at uppføra seg ...... Hvat er hetta fyri nakað?  - Í mun til hvat? - Í mun til politiskar meiningar, trúgv, ella hvat grannin sigur ella heldur, ella hvar kemur hesin smáborgarligi hugsunarháttur frá? Fólk­ið sjálvt stendur veikt, og er smitt­að av tí polit­iska rák­in­um. Fólkið fylgir við streyminum, uttan at vera kritiskt í mun til hvat gongur fyri seg, og ringast av øllum, tey sum tora tað, verða kveistrað burtur. Tann fundamentalistiski meiri­­lutin ræður.   Danir hava funnið útav hesum, í tey fýra árini eg havi verið heima. Føringar hava ikki funnið útav hes­ um enn, og berjast als ikki ímóti. Tað gevur “stof til eftertanke”. Hetta er ikki tí at føringar eru seinir í fatanini ella eru býttari enn onnur, hetta kemst av at teir tora ikki annað enn at fylgja fjøldini, tí annars verða teir varpaðir út, ikki út av landinum, men út frá at hava møgulleikar til at skapa nakað.  Eg havi livað í einum demo­krat­iskum landi, og hetta gevur nakrar av­bjóð­ ingar. Avbjóðingar sum ger ein føran fyri at velja og - velja frá. Hendan møgu­ leikan hava føringar ikki, tí tað verður valt fyri hann í einum hásæti sum stýrir hvat er gott og minni gott fyri hann, hettar minnir um fundamentalismu. Synd er, at stýrið ikki hevur tað álit á sínum borgarum, tá borgarin hevur havt tað álit at velja teir inn. Synd er, at borgarin ikki sjálvur kann finna útav hvat er gott og minni gott fyri hann, og torur at skapa sína egnu meining.  Hvat er tað, teir sum stýra eru bang­in fyri? At missa eftir­lit, ella bang­­ ið fyri ábyrgd? Vit vita, at við frælsi fylgir ábyrgd fyri hvønn ein­ stakan, ábyrgd fyri at velja tað sum er gott fyri ein, og skapar minst skaða.....  Hví tora tey sum stýra ikki at geva tað ræði til hvønn einstakan? Ja Føroyar er ein kristin tjóð, men fyri mær er tað onkur í hásætinum sum ikki hevur lisið Bíbliuna nóg væl, og hevur misskilt tað at verða menniskja við eini kristnari trúgv. Vit eru menniskju, og í kraft av at vit eru menniskju, eru vit syndarar. Í Guds eygum eru vit eins stórir syndarar. Sum ein prestur segði so gott og eg citeri: “tit skulu minnast til, at kirkjan er full av syndarum”. Tað er akkurát tað sum vit skulu minnast. Eingin kann døma uttan ein, eingin politikkari kann fortelja einum vaks­ num hvat er gott og hvat er minni gott, tí vit eru øll syndarar, og ikki minst... eingin politikkari kann døma nakran, tí tað er bert ein ið kann døma... At tað sita nakrir politik­ arar og halda seg verða Gud í einum politiskum máli, er ein farligur coctail. Hettar er fundamentalisma tá hon er vandamiklast. Eg haldi at Føroyngar skulu vakna. Verða kritisk til tað sum gongur fyri seg. Verða meira tollerantir, og ikki minst, góðtaka tað at ikki øll eru eins, men seta prís uppá at vit øll eru ymisk, soleiðis at tað verður eitt meira litríkt land, har hvør einstakur gerst ríkari við tí í geyma, at ein og hvør skal hava loyvi til at hvíla í sær sjálvum, uttan at grannin, trúgvin ella politikkur seta foringar. Tað hevur til allar tíðir verið ein innari og ytri bardagi hjá einum menniskja, at taka støðu til, í hvussu stór­ an mun ein skal handla eft­ir egnari sannføring í mun til at lata seg stýra av øðrum. Hjá børnum verð­ ur ofta hildið at hettar er sera sjónligt, tá tann, ið skilir seg út verður argaður, meðan tann, ið tekur við felag norminum, sleppur at vera partur av tí “góða felagskapinum”. Í umrøðuni um hvør støða skal takast til málið um at seta kynsliga orientering inn í lóg, tykir mær at vit í stóran mun eru í somu støðu. Nógv sjónarmið verða førd fram til frama fyri bæði ja og nei, og ymiskt er hvat verður nýtt sum grundarlag. Eitt sum skal tala fyri at taka undir við málinum, er at okkara grannalond øll hava framt somu broyting og tí skula vit bara fylgja við streyminum, fyri fram­ haldandi at verða við í “tí góða felagskapinum”. Fleiri eru eisini áheitaninar úr hinun norðanlondunum um at syrgja fyri at Føroyar fáa somu lóggávu sum hini; annars eru vit ikki eitt samfelag á hædd við hini. Myndin úr skúlagarðinum kemur fram fyri meg, har næmingurin, ið ikki vil gera sum “klikan” tilskilar, verður hóttur við at verða koyrdur út í kuldan. Í hesum tíðum har nógv krút verður brúkt at hálova tolsemi og minnilutaverju, klingar hendan “go with the flow” hugsan eitt sindur hult. Minnilutar í samfelagnum skula hava ávísa ser-verju fyri at tryggja teirra rætt­ indi, men tá tað kemur til okkum sum lítil tjóð, eru somu grundgevingar ikki galdandi. Eitt er at harðskaps­hend­ ingin, sum í hesum føri eru heilagi upprunin til at kjakið er komi fram aft­ur, als ikki hevði givið myndugleikunum nakað sum helst betur amboð, um umtalaða lógarbroyting var í gildið; eitt gott dømið uppá hvussu líkasæl humanis­ man og partur av “objek­ tiva” og “public service” jurnalistikkinum er við hvat er rætt og skeivt, bara so leingi tað tænir einum ávísum endamáli. Hitt er tann meira grund­ leggjandi spurningurin, um tað í hesum føri er rætt at “gera sum hini” bara fyri at “verða sum hini”. Okkara samfelag eri ikki nakað “paradís” á jørð í mun til øll onnur lond, men tað er so sanniliga heldur ikki ein Taliban-líknadi stat­ ur har m.a. homosexuell ganga friðleys og ikki hava nakran góðan. Hesin sexuelli minniluti hevur, mótsatt teimum lygnum ið førdar eru fram, júst somu verju í lógini sum einhvør annar. Ein far tó tað fatan at málið veruliga ikki snýr seg um at gera umstøðurnar hjá einum bólki betur, men heldur um at seta ein annan bólk/land uppá pláss, tí tað her hevur valt at fylgja eini aðrari sannføring, ið ikki stemmar við tað meirilutin í okkara góðu kliku sigur. Norðurlendsk hagtals­ árbók vísti fyri kortum, at Føroyar á mongum økjum eru best fyri, heldur enn at vera “reyvin av fjórðu deild”, sum man mangan far fatan av. Møguliga er grund til at spyrja hví hettar er so? Kann tað skyldast tey virðir vit í stóran mun hava bygt okkara samfelag á, men sum standa fyri at verða skift út við virði, ið hini grannalondini hava og líða undir? Eitt er vist, verður grund­ ar­lagi skift út so koma vit eisini at smakka avleiðing­ arnar! Skula vit vera sum øll hini? Gunnar K Nattestad Tó at tað hevur alt at siga fyri eitt menniskja sum ein­ stakling, at hansara trúgv er tann rætta (sanna), er hetta ikki so fyri eitt sam­ felag. Eitt samfelag eigur hvørki vón um ella ótta fyri einum øðrum lívi. Tað sum hevur týdning fyri samfelagið er ikki, um borgararnir hava rætta (sanna) trúgv, men at teir við­ur­kenna sær eina trúgv. (Alexis de Tocqueville) Alexis de Tocqueville er uttan iva kendasti heims­ spekingurin í fólka­ræðis­ ligum spurn­ingum. Her í Evropa eru Montesqieu og aðrir meira kendir, men í USA kemst ikki uttan um Tocqueville. Har verður aft­ur og aftur bent á hann, og valla nøkur setanar­røða hjá nývaldum forseta hevur ikki til­vísing til hansara. Meirilutin ræður Kári Petersen syngur so vísi­liga í vísuni, Meirilutin ræður: - Men – gerast fólk klók av at fylkjast í flokk so vóru vit bæði vísmenn, um vit vóru nokk, tó málfrøðin mest hevur fávit mítt fest, um flest merkir best ella barasta flest. Alexis de Tocqueville ótt­ aðist eisini henda partin av fólkaræðinum og sigur: Moralski myndugleikin hjá meirilutanum er part­ víst grundfestur í hugs­ anini, at meira vit og vís­dómur er savnaður í ein­um hópi av sameindum fólk­­um enn í einum ein­ stak­lingi, og at talið av lóggevarum hevur størri týdning enn dygdin í teim­ um. Hann leggur afturat: at áhugin hjá teimum mongu verður tikin fram um tann hjá teimum fáu. – men nú tykir mær ráði­ligast, at vær latum heldur ikki teir ráða, ið grammastir vilja ganga móti hvørjum øðrum; men latum oss ganga mill­um partarnar, so hvør teirra fær nakað av sín­­um framt og allir hava eina lóg og ein sið. Tað man vera satt, at um vær slít­um lógina sundur, slít­ um vær og frið­in. (Torgeir løgsøgumaður í Ara Torgilssonar Ís­lend­ inga­bók í týðing Jákups Bergs) Eftir hesi orð legði Tor­ geir fram tað uppskot um semju, sum menn tóku undir við og gjørdi Ísland kristið. Trúliga gjørdi tað mun, at bannað var tá kristnum at reka handil við heidnar. Megin­parturin av Evropa var kristnaður, og tí vóru handilsleiðirnar hjá heid­ num íslendingum skerdar; Íslandi tørvaði eitt nú við og korn úr Evropa. Løgtingsins leiklutur er ikki at ganga undan Alexis de Tocqueville vísir á, at tað er skeivt at halda, at tú við lóg kann skapa eitt nýtt samfelag. Lógirnar verða skrivaðar út frá tí, sum vit samdust um í gjár, allar undan­ farnar gjárdagar. Siðir og siðvenja orða okk­ara lógir – ikki øvugt. Tað tekur ofta sína tíð hjá løgtingi og løg­tingslimum at hoyra nóg væl, hvønn veg tað ber í siðum og hug­ burði í samfelagnum, t.e. hjá veljarunum, og líka ofta eru tað minni­lutarnir, ið grammastir vilja ganga móti hvørjum øðrum, sum løgtingslimir munu óttast mest, serliga nú upp undir val. Tilgongdir í fólka­ ræðinum Kjartan Kristiansen Fundamentalisma tá hon er vandamest Ellen Rasmussen viðmerkingar