Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 237 - 7. desember 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Lorensa í Selvindi 30. juni 1948 - 26.11.2006 In memoriam Nú rekur tungt um Raktanga, kalt strýkur lot um hógv, nú syrgin Selvindsbrekku ganga øll tey, sum gleddust her so nógv. Vit fata lítið langnuleik í lívsins loynda talvi, nú frúgvin fall, og styrkin sveik, og burt svann lívsins alvi. Lorensa, tú oss øllum var eitt ljós á lívsins gøtu, sum altíð okkum blíðskap bar og gylti manga løtu. So still tú lívsins lagnu tók, nú sjálv tú stóðst for happi, nú sóttin vonda mót tær ók, tú stóðst sum avrekskappi. Tú vísti oss at styrki bar í kærleiksfyltum heimi, har móðuralskur meira var, enn glóð í grúgvueimi. Tú vísti oss, at vinalag við gulli verður spunnið so við og við hvønn virknan dag, sum lívsskeið verður runnið. Tú vart so stútt og stór í sinn, so skær á tínum staði, at øll sum komu til tín inn, tey kendu vinalagið. Tú vinur okkar alra var við húsi tínum øllum, nú andi tín mót hæddum bar til heim í Himna høllum. Lorensa, vit tær siga takk for alt, tú okkum lærdi, at vinarlag títt okkum rakk, so leingi lív títt vardi. Tó hús títt enn vit eiga kært við øllum tínum kæru, har vinalag vit fingu lært við tíni góðu læru. Vit goyma teg sum dýran skatt í okkar innsta minni, og minnast teg, tá lív var lætt í tíni stovu inni Títt lív for okkum glæma er, sum ikki hvørva skal, tí øll vit siga, nú tú fer, at alt, tú var, var væl. Unna & Petur Martin Sunnudagin 3. december fylti vælkendi útisetin og tvørá­­maðurin, Bjarki Olsen 70 ár. Foreldrini vóru mentaði fólk, og Bjarki vaks upp í musiskt-intel­lektu­ ellum umhvørvi. Mamman, Olga var av Tvøroyri, men hevði norskar røtur. Pápin, Jákup var ætt­að­ur úr Sandavági, men kom sum heilt ungur lærari at arbeiða við Tvøroyrar skúla, har hann fekk sítt lívsyrki í væl meira enn ein mansaldur. Bert 16 ára gamal fór Bjarki úr sínum tryggu barna­korum við restini av kon­ firmatiónspengunum og heilt feskum realprógvi sum viðføri til Noregs, og haðani á cyklu víðari til Danmarkar, har hann ætl­aði sær útbúgving. Hann kom næstan alt fyri eitt í læru sum radiomekanikari í Kjøpinhavn. Tað var dreym­ur hansara at gerast radio­teknikari, - hetta eydnaðist, og hann hevur trivist óføra væl í Kjøpinhavn síðani. Hann arbeiddi á heims­kendu verksmiðjuni Radio­meter, sum enn ligg­ur í Em­drup í útnyrð­ings­part­in­um av Kjøpinhavn. Hann speci­aliseraði seg í røntgen-tól­um og fekk sær so holla eftir­út­búgv­ing, bæði í Dan­mark og útlondum, at hann í 1966 fekk prógv sum verkfrøðingur. Kunnleiki hansara í rønt­gen-teknikki og aðrari elektr­ón­iskari hospitals- projektering førdi við sær, at hann fekk ein stóran part av verðini sum arbeiðspláss. Hann hevur arbeitt nógv í teimum arabisku londunum, í Amerika og ikki minst í Týsklandi, Italien og Svøríki. Eitt stutt skifti arbeiddi hann á Loran-støðini á Eiði. Bjarki gjørdist brátt habil­ur heimsborgari, men globala basan bleiv við at vera Kjøpinhavn, har hann hevði sítt býli, konu og børn. Hann hevði eftir tátíð­ar-mátistokki stóra inntøku og gjørdist heilt skjótt múgv­andi maður. Tað er tó vandi í hvørjari vælferð. Síðst í 1970´unum fekk Bjarki álvarsama sjúku, sum hann ófatuliga heroiskt hevur stríðst við síðani. Tað intensiva og krevjandi rønt­ g­en-arbeiðið kann vera or­søk til, at Bjarki fekk sítt heilsu­brek, men í hansara lívs­­ káta lyndi er ikki pláss fyri beiskleika, og tí hevur hann heldur ikki gramt seg um sína hørðu lagnu. Hann er ikki typ­an, sum fellir í fátt. Í staðin fyri hevur hann við síni ótrúligu mentalu av­lopsmegi rationelt ana­lyserað og diagnosticerað sína medicinsku støðu og roynt allar hugsandi og prakt­iskt ótraditi­onellar leið­ir, bæði tekniskt-kirurg­ iskt, radio­logiskt og kemiskt til at finna sær heilsubót. Hann er so vælkendur í danska lækna­­­heiminum, at hann er uppá fornavn við nógvar av Dan­markar allarkønastu dugna­monnum innan bæði kirurgi, radiologi og medicin. Hann hevur ligið á einum ótali av donsk­um sjúkrahúsum, Ríkis­hosp­ ital­inum, Frederiksberg hosp­it­ali, Hillerød amtssjúkrahúsi, Glostrup amtssjúkrahúsi fyri bert at nevna nøkur, og allastaðni er hann persónliga væl við yvirlæknarnar, sum fagna honum sum stinnum stríðsmanni og óvanliga stálsettum sjúklingi. Hann hugtekur læknarnar við sín­um seiga treiskni og stríðs­huga. Teir hava viðgjørt Bjarka í so nógv ár, at teir næstan sleppa honum uppí sjálva planleggingina av tí aktuella kurinum, og teir eru so ovfarnir av hansara analytisku tilgongd til við­ gerðina, at teir beinleiðis ráðføra seg við Bjarka um kompliceraði teknisk snildi í sjálvari operatiónini. Hvussu ofta Bjarki til­samans hevur verið á opera­tiónsborðinum, veit eg ikki, men tað eru meira enn sjey ár síðani, at hann fortaldi, at hann, umframt aðra viðgerð, hevði verið undir skurði 17 ferðir, og hann hevur verið innlagdur ótaldar ferðir, síðani tá. Annars fekk Bjarki sína debut sum hospitalspatientur longu sum hálvvaksin smá­drongur, tá ið hann kom at liggja á sjúkrahúsinum í Havn í heilar átta mánaðir, tí hann var farin í pettir, av eini hættisligari sleðuskreiðing móti einum bili í eini bratt­ari Tvøroyrarbrekku. Kanska er tað haðani, hann hevur fingið sína mentalu styrki til seinni hospitals- avbjóðingar. Leikum fagurt á foldum… Tey lívskor, sum Bjarki hevur fingið at berjast við, høvdu fingið tey allarflestu til at missa mótið og tað sociala áræðið. Men soleiðis er ikki við Bjarka - tvørturímóti. Hann hevur, líka síðani sjúk­an noyddi hann burtur av ar­beiðs­marknaðinum, lut­tikið sum andilig kempa í alskyns soci­alum aktivitetum, bæði donskum og føroyskum. T.d. hev­ur hann avrikað stórt ar­beiði í meinigheitsráðnum við Brønshøj kirkju, har hann hevur verið limur í nógv ár. Hann hevur verið eitt av teim­um allarhollastu álitis­fólk­unum í Føroyahúsinum (í køkinum, við diskin ella við dyrnar), har hann hevur hjálpt til við alskyns høvi. Hann hevur eisini ofta staðið fyri musikalskum undirhaldi - hann er jú rutineraður pian­istur. Hann hevur verið fastur fúsur í Neystinum, har hann enntá, hóast sítt heilsu­brek, róði kapp við eini oldboys- manning. Seinni hevur hann luttikið dúgliga í felagsskapinum Bátsmanningini, sum heldur til í Nordhavn. Eina tíð, síðst í 90´unum kýtti hann seg sum cyklistur, t.d. cyklaði hann fleiri ferðir líka úr Brønshøj og suður til Ishøj, har Neystið liggur. ( Hetta er eitt roysni, sjálvt hjá heilt frískum manni..) Vertsskapsmaður og skemt­ari er Bjarki burturav – tá ið til ber, er hann at síggja í flestu føroysku feløgum, og hann er oftast millum teir síðstu skemtararnar, sum fara til hús. Hann spælir, hann syngur og skemtar til síðsta mann. Honum dámar eisini væl at ferðast, ikki minst til europeiskar stórbýir, og hann veit eina ótrúliga rúgvu av kultursøgu úr flestu europe­isku metropolum. Føroyingafelag skipaði síðst í 90´unum fyri eini ferð til Berlin – har var Bjarki millum teir fremstu, sum minutiøst granskaðu tann dynamiska týska høvuðs­ staðin. Á Potsdamer Platz, sum tá enn var eitt risastórt byggipláss, var Bjarki ovast uppi í einum av teimum fyri­bils sýnistornunum og setti føroyskan trumf á við at fáa sær turran fisk og spik høgt omanfyri tað centrala Berlin. Í tí elegantu salonini í Grand hotel á Friedrichs­strasse setti hann seg bein­an­ vegin við flyglið at undir­halda, og varð sera væl fagnaður. Òførur frásøgumaður er Bjarki eisini. Tað gav at bíta, tá ið hann í Føroyahúsinum stutt eftir nýggjár í 2001 greiddi frá sínum turbulenta og spennandi lívi. Fólk roknaðu við einum fyrilestri uppá smá trý korter – men tá ið meira enn tríggir tímar vóru farnir, sótu vit enn sum undir lestri, og eingin vildi heim. Hann endaði kvøldið við eminentum klaverspælið. Slíkt er lívskunstur!. Tað var m.a. tá, hann for­taldi um tann sjáldsama hugnaliga býin Freiburg, har hann búði og arbeiddi í fleiri um­førum. Honum dámdi stakvæl býin og gloymdi aldri hesa kulturperlu við Rínánna. Viðhvørt át hann eksklusivan døgurða fronsku megin Rhinen í býnum Colmar, men annars fekk hann sær ta andiligu føðina týsku megin ánna í sjálvum Freiburg. Henda býin hevur hann ofta vitjað seinni av nostalgiskum grundum sum vitalur globetrottari. At ferðast er at liva, helt H.C.Andersen fyri og Bjarki vil liva, ikki bara yvirliva; tí ferðast hann so dúgliga. Líka síðani hann sum bara trett­ an ára gamal spældi swing, jitterbug og jazz (við serligari dispensatión frá Elgerdu Jac­obsen í skúl­anum) til dansin í Tvøroyrar klubba, og til hann nú spælir skikkiligar jólasálmar í Føroya­húsinum, so hevur Bjarki altíð verið tann al­fúsi entertainarin og tann passioneraði veitslu­maðurin. Eingin kann belæra Bjarka um lívskvalitet. Hann hevur ríkað tað soci­ala lívið hjá útisetum, og vit hava øll lært ótrúliga nógv av honum. Tvøroyrar bygd kann vera errin av at hava fostrað slíkan úrmæling. Bjarki dugir nógv betri enn tey allarflestu at liva eft­ir devisuni: Leikum fagurt á foldum – eingin treður dans­in undir moldum! Hjartaliga tillukku! Virgar T. Dalsgaard Birgur og lívsknáur útiseti farin um hálvfjers Alroyndur kosmopolittur