hósdagur 7. desember 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 237 - 7. desember 2006
G. Fr. Händel ( 1685 – 1759)
skrivaði í 1741 oratoriið
MESSIAS fyri soli, kór og
orkestur - eitt verk, sum
ikki bert er at meta sum tað
mætasta úr hansara hondum,
men sum longu frá byrjan
varð lýst sum “the finest
Composition of Music that
ever was heard ”, og sum
í meira enn hálvatriðju øld
hevur varðveitt sín tónlistar
liga frískleika og enn dagin
í dag eigur tokka millum
fólk kring allan heim meira
enn nakað annað skrivað
tónaverk.
Eftir tíðarbil við týnandi
mótburði í sínari tilveru,
raknaði meistarin við eftir
heilsustrik, og í religiøsum
eldhuga og við inniligum
takksemi fyri endurvunna
jarðarlívið og fyri frelsuna
fyri framman skapti hann
eftir bert 21 døgum, har hann
lítið og onki svar og nóg illa
tók føði til sín, henda út í
triðja tíma langa lovsong til
Hin Altvaldandi – eitt bragd,
sum listarsøgan neyvan veit
annað dømi um, og sum
Stefan Zweig so kveikjandi
lýsir í bók síni “Mannaættar
stjørnuløtur.”
Tað var tó ikki bara so
hissini burtur úr serstakari
lagnuløtu, at meistarin
soleiðis hugfangaður fór til
verka. Tekstin til verkið hevði
hann sjálvur frammanundan
sett saman burtur úr gamla
og nýggja testamenti. I flestu
av kirkjuligu tónaverkum
Händels er tað søga Ísraels,
ið verður lýst, so sum heit
ini eisini geva til kennar:
“Esther”, “Deborah”, Sam
son”, “Joshua”, “Saul”,
“Judas Maccabæus” og fleiri
onnur. Men “Messias” hevur
sína serstøðu. Her snýr tað seg
ikki um at lýsa trupulleikarnar
hjá einstøkum persónum, ella
hvussu eitt einstakt fólk,
Ísraels fólk, verður fríað úr
trongd og neyð. Nei, hetta er
ein boðskapur um, hvussu
øll mannaættin verður loyst
frá synd og trega og reist
upp á evsta degi. Skiftandi
teksturin við sínari mus
ikalsku íklæðing lýsir søgu
Krists frá fyrijáttan, føð
ing, lívi, deyða og fram til
uppreisn.
Ár eftir ár varð “Messias”
framført undir tónaskaldsins
leiðslu fyri stúgvandi fullum
kirkjum og konserthøllum, og
8 dagar, áðrenn hann doyði,
varð tann blindi og likamliga
avmaktaði
meistarin
leiddur fram at framføra
hetta sítt yndisverk. Enn í
dag kennist hátíðarstundin
mikil víða um heim, tá ið
máttmikla Halleluja-kórið
lyftir lurtandi mannfjøldina
úr sæti, eins og tað gjørdi á
frumframførsluni í Dublin
í 1942.
Havnarkórið og Suð
framføra
MESSIAS
í
Christianskirkjuni
nú
leygardagin kl. 17.00 og í
Norðurlandahúsinum sunnu
dagin kl. 16.00.
Atgongumerkir til kon
sertina sunnudagin – 200
kr. vaksin og 50 kr børn
upp til 14 ár – eru at fáa í
Norðurlandahúsinum og í
Kunningarstovunum í Havn
og í Runavík.
Í Klaksvík verður høvi í
kirkjuni at stuðla tiltakinum
við einum íkasti.
HÄNDELS
MESSIAS
Sopranin Helena Dearing
er fødd í New York. Sum barn
flutti hon við familju síni til
Eysturríkis, har hon fekk sína
tónleikaútbúgving á Wiener
Musikhochschule.
Í 1980 hevði hon sína fyrstu
sangframførslu, og seinni hevur
hon sum solistur havt hópin av
konsertum í flestøllum londum í
Europa, eins og hon eisini hevur
gjørt konsertferðir eitt nú til Japan
og USA.
Sangúrvalið hjá Helena Dearing
fevnir um tónleik frá barokktíðini,
sum hevur hennara serliga áhuga,
og upp til nútíðar songlist.
Umframt sítt konsertvirksemi er
Helena Dearing eisini professari
í sangi við lærda tónlistaskúlan
í Wien.
Altsangarin Elsa
Súsanna Dalsgaard
er vælkend í klassiska tónleika
heimnum her á landi. Hon leyk
prógv sum sangari á Det kgl. Danske
Musikkonservatorium í Keyp
mannahavn og hevur síðan 2000
havt fast tilknýti sum kórsangari í
norsku operuna í Oslo.
Í hesum starvi hevur hon mang
an eisini havt solistuppgávur eitt
nú í Requiem eftir A. Schnittke,
S. Rachmaninoffs Vesper, Stabar
mater eftir G.B. Pergolesi, La
Traviata hjá G. Verdi og Dido &
Aeneas eftir H. Purcell.
Heima í Føroyum hava vit
upplivað Elsu Súsonnu bæði á
egnum konsertferðum og sum
luttakandi í Summartónum. Í sam
arbeiði við Havnarkórið hevur hon
eisini sett sín ljómandi dám á sum
solistur í verkum sum Magnificat
og Jólaoratoriinum eftir J.S. Bach,
Händels Messias og Elias eftir
Mendelssohn-Bartholdy
Tenorurin Johan
Christensson
er í seinni árum vorðin viður
kendur sum ein hin fremsti
konsert- og oratorisangarin við
virksemi bæði í heimlandinum
Svøríki og uttanlands.
Seinasta ár var hann at hoyra
í Stockholms Konserthus sum
solistur í c-moll messu Mozarts,
sum Allan Gilbert stjórnaði.
Saman við gitna svenska kór- og
orkesturleiðaranum Eric Ericsson
framførdi hann H-moll messu
Bachs í Stockholm, Gøteborg og
Norrkøping. Saman við Stefan
Parkman var hann í Stuttgart og
framførdi Magnificat eftir nútíðar
tónaskaldið Sandstrøm, eins og
hann eisini hevði evangelistpartin
í Jóhannespassión J.S. Bachs í
Malmø Konserthus.
Seinni í vetur gongur ferðin til
Nidaros Dómkirkjuna í Tróndheimi
og til Helsingborg Konserthus
at framføra Händels Messias og
Jólaoratorium Bachs, sum eisini
við honum sum evnagelisti verður
at hoyra í Stockholms Konserthus
við Paul Goodwin sum leiðara.
Samanumtikið ferðast Johan
Christensson víða bæði burturi og
heima til týðandi sololeiklutir bæðí
tí klassiska og tí nútíðarliga.
Ágúst Ólafsson,
bassbariton,
fekk sína byrjandi sangútbúgv
ing í heimbýnum Reykjavík.
Framhaldandi lærdi hann í Sibelius
Akademiinum í Helsinki hjá Jorma
Hynninen og Sauli Tillikainen.
Samstundis søkti hann sær
lærdóm í Týsklandi á skeiðum hjá
heimsgitnu sangarunum Elisabeth
Schwarzkopf og Dietrich Fischer-
Diskau.
Ágúst hevur havt solokonsertir í
Íslandi, Noreg, Svøríki, Finlandi og
Týsklandi. Í altjóða sangkapping á
Hugo Wolf Akademiinum í 2004
vann hann aðru virðisløn saman
við pianistinum Izumi Kawa
katsu.
Í operusangi hevur Ágúst
Ólafsson havt gitnar leiklutir sum
Don Giovanni og sum greivin í
Brúdleipi Figaros í hesum operum
Mozarts og sum Don Carlos í
operu Verdis.
Annars er Ágúst javnan solistur
í oratorium Bachs og Händels,
og seinasta vár upplivdu vit
hann sum bass-solist í Mozarts
Requiem í Norðurlandahúsinum
og í Christianskirkjuni saman við
Føroya Symfonikóri og –orkestri,
sum Bernharður Wilkinson
stjórnaði.
Um solistarnar