hósdagur 7. desember 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 237 - 7. desember 2006
tíðindi
- SEV hevur syrgt
fyri, at kravda og
regluliga eftirlitið
við slíkum tangum
hevur verið hildið á
Vágsverkinum, men
knappliga hendir
kortini nakað, sum vit
øll kunnu læra nakað
av. Spurningurin
er, hvussu vit skulu
byrgja uppfyri, at
slíkt ikki hendir,
sigur leiðarin á
Brunaumsjón Lands
ins, Petur Lava Olsen
Oljutangar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Støðan gjørdist ikki sørt spent
á Oyrunum í Vági tíðliga í
gjáramorgunin, tá ið staðfest
varð, at tann stóri oljutangin
á Vágsverkinum var farin
at leka. Ein tangabátur hjá
Shell hevði júst fylt tangan,
sum tekur heili 2.500 tons.
Tangagarður er rundan um
tangarnar, sum eru tveir í
tali, men gjørdist heilt galið,
hevði hesin ikki nær til kunn
að tikið ímóti øllum teimum
2.500 tonsunum av olju.
Bleytt margarin
Talan er um tungolju, sum
er á Vágsverkinum, og í
tangunum eru rør, sum hita
oljuna, ið annars er rættiliga
tjúkk, tá ið hon er køld.
Teir, sum vita um tungolju,
siga, at hon minnir um bleytt
margarin, tá ið hon ikki er
hitað.
Oljutangarnir á Vágsverk
inum eru bjálvaðir, og tí kundi
tað í fyrstu syfti vera torført
at staðfesta, hvar lekin var.
Við at taka bjálvingina uttan
av tanganum, er staðfest, at
leki var í tveimum støðum
– einum staði á hvørji
síðu, niður ímóti fótinum á
tanganum.
Í gjár varð roynt at tetta
holini sum frægast, men
hetta eydnaðist eftir øllum
at døma ikki til fular. Men
lekarnir minkaðu, og tíbetur
er eingin vanlukka hend.
Farið varð sum skjótast at
pumpa oljuna úr aftur tang
anum og yvir aftur í tanga
skipið, sum var komið við
henni.
Metingar í gjárkvøldi
søgdu, at øll oljan helst
var fingin úr tanganum um
midnáttarleitið í gjárkvøldið,
men sum skiltist tíðliga í
morgun, vóru eini 600 tons
eftir í tanganum.
Støðan er undir eftirliti,
og gongst sum ætlað, verður
tangin tómur um ikki so
leingi.
Reglurnar á økinum
Tað er Brunaumsjón Lands
ins, sum gevur byggiloyvi
til slíkar tangar, og tað er
sami stovnur, sum sambært
brunalógini hevur eftirlitið
við oljugoymslum fyri
myndugleikarnar.
Petur Lava Olsen, leiðari
á Brunaumsjón Landsins,
sigur, at slíkir tangar verða
bygdir á staðnum.
- Hetta er sum at byggja
ein bygning, bert við
øðrum krøvum. Vit fáa eina
verkætlan at taka støðu til,
og er hon í lagi, fær felagið
byggiloyvi treytað av, at
kommunan eisini góðtekur
ætlanina. Í tekningini fáa
vit eitt nú at vita, hvussu
konstruktiónin verður, vit
fáa upplðsingar um stál,
sveisingar og undirlag.
Hann sigur, at eingin
oljugoymsla verður bygd
uttan við samtykki frá
Brunaumsjón Landsins – og
kommununi á staðnum.
Undir eftirliti
Petur Lava Olsen, sum
er staddur í Suðuroy,
sigur í morgun, at lekin
á Vágsverkinum nú er
minimalur, og tað er einki til
hindurs fyri at tøma tangan,
soleiðis sum støðan er.
Hann leggur aftrat,
at tangagarðurin, sum SEV
hevur kring tangarnar í Vági,
er størri enn minstakravið.
- SEV hevur hildið seg
til galdandi reglur og hevur
eisini syrgt fyri, at kravdu
og regluligu eftirlitini hava
verið, soleiðis sum reglurnar
í lógini siga. Men knappliga
hendir kortini nakað, sum vit
øll kunnu læra nakað av, og
spurningurin er, hvussu vit
skulu byrgja uppfyri, at slíkt
ikki hendir.
Upprudding í Vági
Petur Lava Olsen vísir á,
at eitt lítið sindur av olju í
byrjanini fór út ígjøgnum
ein ventil og út á sjógv, men
talan var um smáar nøgdir.
- Uppfyllingin í tanga
garðinum er sandur og tílíkt
tilfar, og tá ið olja lekur út
í garðin, seyrar hon nakað
niður í tilfarið. Tá ið tangin
er tómur, noyðist SEV undir
uppruddingararbeiði, og tá
verður so eisini neyðugt
at grava ein part av hesum
tilfarinum, sum olja er
seyrað niður í, uppaftur.
Leiðarin á Brunaumsjón
Landsins sigur, at honum
kunnugt er stóri tangin á
Vágsverkinum tann nðggjari
av tveimum, og hann heldur,
at hesin er út við 20 ára
gamal, bygdur í 1988.
Brunaumsjón Landsins um oljulekan:
SEV hevur hildið seg til
reglurnar á Vágsverkinum
Støðan var ikki sørt spent í Vági tíðliga í gjáramorgunin, tá ið menn varnaðust, at oljutangin við 2.500 litrum av tungolju var farin at leka
Mynd: Finnur Fj. Johannesen
Roynt verður at pumpa oljuna umborð á skipið aftur, men tað tekur sína tíð, tí tungolja er tjúkk sum bleytt margarin, tá hon er
køld
Mynd: Finnur Fj. Johannesen