hósdagur 7. desember 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 7. desember 2006
19
tíðindi
- Neyðugt verður
at taka spurningin
upp, um nýggj
krøv skulu setast
til oljugoymslur,
sigur Petur Lava
Olsen, leiðari á
Brunaumsjón
Landsins, sum kortini
heldur, at tað verður
ógvuliga torført at
tryggja seg fult og
heilt ímóti teringi av
stáli
Oljuleki
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Petur Lava Olsen, leiðari
á Brunaumsjón Landsins,
sigur, at ein slíkur oljutangi,
sum tann, ið fór at leka á
Vágsverkinum, í fyrsta lagi
er bjálvaður, og síðan er
aftur ein klædningur uttan á
honum. Tí kann tað taka sína
tíð endaliga at fáa staðfest,
hvaðani ein leki sum í hesum
førinum stavar – og hví
tangin fór at leka.
– Men so vítt, vit halda
okkum vita nú, lekur tangin
í tveimum støðum. Ein leki
er á hvørji síðu, niðri við
fótin á tanganum. Lekarnir
eru
staðfestir
millum
bjálvingina og sveipin, sum
vit rópa tað.
Trupul teringur
Hann ásannar, at tað kann
vera rættiliga torført undir
regluliga og kravda eftirlit
inum at staðfesta, um tering
ur er í stálinum, soleiðis at
vandi er fyri, at tangar av
hesum slagi kunnu fara at
leka.
– Hetta er sum við einum
stálskipi, sum okkurt slag av
teringi kemur í. Stálið kann
sum heild vera í fínasta lagi,
men so knappliga í einum
staði er teringur í. Orsøkirnar
kunnu í tílíkum føri vera so
nógvar, leggur hann aftrat.
Petur Lava Olsen sigur,
at trupulleikin ofta er, at
teringur kann vera rættiliga
”lokalur” og soleiðis á einum
ógvuliga lítlum øki.
– Teringur kann koma í
av ymiskum orsøkum, men
tað stutta av tí langa er, at
talan er um smáar elektriskar
spenningar, sum taka seg
upp í stálinum.
Hann sigur, at teringur
eitt nú kann koma í nær við
sveisingar, og har ójavni er í
dygdini av stálinum.
– Teringur kann eisini
koma í, har hiti og kuldi
møtast stálinum – ella, har
eitt sonevnt kondenspunkt
er. Hvar eitt slíkt punkt er,
kann vera rættiliga ilt at
siga.
Men teringur kann eisini
standast av, at væta sleppur
til stálið í onkrum ávísum
staði í tanganum.
Skerpað eftirlit
Leiðarin á Brunaumsjón
Landsins vísir á, at teir, ið
eiga og reka skip, mangan
eru vorðnir lumpaðir av, at
teringur er komin í.
– Knappliga kunnu teir
standa við einum trupulleika,
sum teir slett ikki høvdu
roknað við. Hetta kann eitt
nú koma, eftir at skrokkurin
hevur fingið eina bungu. Ein
lítil elektriskur spenningur
fer í gongd, sum við tíðini
kann gera, at stálið terist við
tí úrsliti, at hol at enda kemur
á skrokkin. Soleiðis kann
elektriski spenningurin gera,
at tað veikara stálið verður
”etið” upp av tí sterkara,
sigur hann.
Petur Lava Olsen sigur, at
slíkar hendingar sum tann í
Vági, kunnu læra okkum øll
nakað.
– Spurningurin um,
hvussu eitt slíkt eftirlit skal
verða, gerst aktuellur, og
neyðugt verður at hyggja
at, um ein ella annar tíðar
karmur skal ásetast, nær
kravt verður, at farið verður
afturum bjálvingina at
hyggja at, hvussu vorðið
er við stálinum. Tað er
sjálvandi eitt størri arbeiði,
men spurningurin er, hvussu
vit tryggja okkum best ímóti
tí, sum kann henda, um tað
ikki verður gjørt.
Hann heldur, at neyðugt
verður at taka upp spurningin,
hvørji krøv skulu setast til
slíkar tangar í framtíðini.
Petur Lava Olsen endur
tekur, at SEV hevur hildið
seg til tær ásetingar um
eftirlit, sum eru galdandi á
økinum.
– Men tað er ikki vist, at
galdandi ásetingar eru nóg
mikið, um vit skulu tryggja
okkum betri ímóti tí ringast,
sum kann henda, sigur
leiðarin á Brunaumsjón
Landsins, Petur Lava Olsen
úr Suðuroy í morgun.
Vit hava øll lært av lekanum í Vági
Neyðugt var at taka ein
part av bjálvingini burtur
fyri at staðfesta, hvar
lekin var - og fyri sum
frægast at tetta lekam,
meðan oljan varð pumpað
úr aftur tí 2.500 tons stóra
tanganum
Mynd: Bjartur V. Joensen
Tað var nú heppið, at tangabáturin ikki var farin
avstað aftur, tá ið menn varnaðust, at oljutangin
var farin at leka
Mynd: Finnur Fj. Johannesen