hósdagur 7. desember 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 237 - 7. desember 2006
tíðindi
Tá Fjarðafestivalurin
verður hildin
komandi ár, verður
tað við skríggjandi
gentum framman
fyri pallin og eini
dreingjabólkastjørnu
á pallinum, Brian
Littrell úr Backstreet
Boys støkkur inn á
gólvið
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Brian Littrell verður ímorgin
avdúkaður sum fyrsta navn
ið á Fjarðafestivalinum
2007, hetta var longu greitt
í gjárkvøldið. Brian Littrell
er kendur úr Backstreet
Boys, ið telist millum kend
astu dreingja bólkar nakr
antíð. Ein bólkur, ið hevur
selt yvir 75.000.000 fløgur.
Brian gav í fjør út fyrstur
fløguna sum einstaklingur.
Eina fløgu við kristiligum
popp/rokki.
Sambært
Briani sjálvum, so er fløgan
eitt kall, ið hann hevur havt
í nógv ár.
Brian skrivar á heima
síðu síni, at hann var
endurføddur í Kristi 8 ára
gamal, og síðan tá hevur
hann hann m.a. sungið
nógv í kirkjum og øðrum
kristiligum
samkomum.
Familjan hjá Brian hevur
altíð gingið í baptistakirkju,
og sjálvt árini sum tilbiðin
heimsstjørna í Backsteet
Boys hevur Littrell hildið
fast í trúnni.
Hann vil nú brúka sína
støðu sum mainstream popp
stjørna, til at bera kristiliga
boðskapin út til fólk.
Løtt gáta
Tað tók ikki langa tíð hjá
Planet.fo at loysa gátuna
hjá Fjarðafestivalinum, at
stóra navnið, ið festivalurin
skuldi avdúka fríggjadagin
í morgunsendingini á Rás
2, var Brian Littrell fyrr
verandi Backstreet drongur
Festivalurin avdúkaði í
gjár, at talan var um eitt
stórt kristið navn, ið eisini
var kent úr verðsligum tón
leiki. Talan var um eina
heimstjørnu, segði festi
valurin og tí vóru stórir
kristnir bólkar sum P.O.D.
ikki upp á tal, tí so skuldi
talan verið um heimstjørnir
ikki stjørnu.
Fyrsta boð var sjálvandi
Cliff Richards, men hetta er
heldur ósannlíkt, Føroyar
eru nokk ov lítlar til Cliffin.
Men festivalurin tosaði um
eitt av størstu nøvnum í
Føroya søgu, so kanska.
Men hóast vit leitaðu eftir
mynd av Cliff á alnetinum,
ið passaði til putlispælið
á kall.fo, so var eingin at
finna, skrivar planet.fo í
gjárkvøldið
og
heldur
fram:
Næsta
boð
var
Brian
Littrell, ið er kendur úr
Backstreet Boys, og síðan
hevur gjørt vart við seg,
sum kristin tónleikari. Tað
tók heldur ikki eina langa
løtu, áðrenn myndaleitingin
á Google, gav okkum mynd
ina av Brian Littrell, ið
liggur aftan fyri putlispælið
hjá Kalli.
Planet.fo var
skjót, men kjak.
fo var skjótari
Avdúkingin hjá Planet.
fo kom út kl. 21.59 í gjár
kvøldið. Men planet.fo var
ikki fyrst við svarinum, á
kjaksíðuni kjak.fo, hevði
kjakarin Sokkurin funni
somu loysn longu kl.
17.47 ella yvir fýra tímar
frammanundan. Staðfestast
kann, at her var ikki talan
um eina serliga trupla
gátu, og at fyri aðruferð
í fimm dagar slapp morg
unsendingin á Rás 2 ikki
at gera ein skrálagda
avdúking.
Mánadagin
var nevniliga ætlanin, at
avdúka Nephew sum fyrsta
navnið á G!Festivalinum.
Men eisini tá var ein kjakari
fyrstur við loysnini, tá var
tað á planet.fo kjakinum.
Áður hava kjakarar á Kjak.
fo samstarva við planet.fo
um at avúka, at Kaisers
Orchestra spælir á G!
Íløga í breiðari
lurtaraskarða
Tað er lítil ivi um, at ein
heimsstjørna sum Brian
Littrell kann fáa stóran
týdning fyri Fjarðafesti
valin, tí eitt tílíkt navn
dregur nógv fólk, ið kanska
ikki hoyra til vanliga mál
bólkin hjá festivalinum
á konsert. So hóast nógv
ivaleyst eru vónbrotin av, at
talan ikki er um Cliffin, so
kann Brian Littrell tykjast
sum ein góð íløga hjá
Fjarðafestivalinum.
Nýggj Páll Finnur Páll
løg á alnetinum
Fyribils liggur arbeiðið við triðju fløguni hjá Páll Finnur
Páll stilt, men nú hevur bólkurin lagt eina smakksroynd
út á myspace síðu sína.
Talan er um tvey nýggj demoløg. Tey eru tikin
upp í einum heimastudio í kjallaranum hjá einum av
limunum. Tey eru als ikki endaliga liðug enn, men
bólkurin hevur valt at leggja tey út á síðuna alíkavæl,
fyri at fólk kann fáa eina hóming av, hvørja leið
nýggja fløgan ferð. Tey bæði løgini eru Viðurkenning
og Kommunumaðurin. Tvey løg, ið á nógvan hátt
eru typisk fyri Páll Finnur Páll. Har er eitt fangandi
kærleikslag frá Finni Jensen og eitt sindur av skeivari
sosial realismu frá Páll Oddi Rubeksen. Hetta lagið er
ein lýsing av lívinum sum kommunumaður í Havn, sum
eingin, sambært bólkinum, vil kennast við.
Løgini eru at hoyra á:
www.myspace.com/pallfinnurpall
nud
Løg hjá havnar
gentuni Rannvá
Jacobsen verða í
næstum at hoyra á
Breakthru Radio í
New York
Tónleikur
Niels Uni Dam
Útvarpsstøðin Breakthru
Radio í New York, hevur
sett seg í samband við 25
ára gomlu havnargentuna
Rannvá Jacobsen, um at
spæla
hennara
tónleik,
skrivar Dimma.fo
Rannvá Jacobsen er ein av
nógvum føroyskum einstak
lingum og tónleikabólkum,
ið hevur ein tónleikaprofil
á Myspace.com. Profilurin
hjá Ránnvá varð stovnaður
11. november í ár, og á
honum liggja tvey løg.
Hesið løg Longsul og The
Austronaut
høvdu
ikki
ligið leingi á síðuni, tá eitt
umboð fyri amerikansku
útvarpsrásina setti seg í sam
band við Ránnvá, skrivar
Dimma.fo
Útvarpsstøðin
hevur
áleið 4 milliónir lurtarar
og spælir nógvan nýggjan
óheftan tónleik.
Rannvá fær sambært
Dimma.fo ongan pening
fyri hetta, tí útvarpsstøðin
fingið loyvi, at nýta tón
leikin uttan kostnað. Men
tað er greitt, at hetta er gott
fyri útbreiðsluna av navn
inum Rannvá Jacobsen.
Í
hesum
sambandi
var Rannvá í farnu viku
í upptøkuhøli saman við
James Olsen, Kristoffur
Mørkøre og Kim Hansen
og spældi tvey løg afturat
inn, skrivar Dimma.fo.
Í føroyskum høpi er Rann
vá Jacobsen kend m.a. úr
bólkinum PH 5,5 og sum
einstaklingur á spælistøðum
og barrum kring Havnina,
har hon hevur undirhildið
við sínum kassagittara.
Royndir
tónleikarar
í nýggjum
hami
Kaggin heldur fast í tátt
inum at skipa fyri góðum
dansi hvørt vikuskiftið.
Fríggjakvøldið eru tað
Showmenn, sum spæla,
meðan Hjartar Frúgv við
m.ø. Sølvu Ford spælir
leygarkvøldið.
Hóast navnið Hjartar
Frúgv ikki telist millum
kendastu
dansibólkar
í landinum, so boðar
manningin frá høgari
góðsku. Frálíka Sølva
Ford, hevur gjørt um seg í
nógvum bólkum seinastu
15 árini, m.a. í Tám, sum
í 2001 spældi seg í Prix
Føroyar finaluna. Har
spældi hon m.a. saman
við
urguleikaranum
Johan Petur Andreassen
og bassleikaranum Kol
beini Simonsen, ið báðir
eru við í Hjartar Damu.
Umframt tey trý er
gamli
musketerurin
og húkallurin, trummu
leikarin í bólkum sum
Føstufressum, Moirae og
Taxi multilistamaðurin
Kaj
Johannesen
á
trummum. Gittarleikari
er Herluf Lützen, ið
ivaleyst best er kendur
frá Spælimanstónleiki,
men sum eisini hevur
rokkað í eitt nú Devon,
men eisini hópin av øðr
um bólkum.
So
hóast
Hjartar
Frúgv ikki er eitt kent
navnini borga nøvnini
á pallinum fyri einum
góðum dansikvøldið, við
dansivinarligum rokki.
nud
Breakthru Radio fann
Rannvá á Myspace
Backstreet Boy á Fjarðafestivalin
Tað var ikki trupult at finna myndina av Brian Littrell á Google og loysa gátuna á heimasíðuni hjá Kalli.