Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 237 - 7. desember 2006 tíðindi Tá Fjarðafestivalurin verður hildin komandi ár, verður tað við skríggjandi gentum framman fyri pallin og eini dreingjabólkastjørnu á pallinum, Brian Littrell úr Backstreet Boys støkkur inn á gólvið Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Brian Littrell verður ímorgin avdúkaður sum fyrsta navn­ ið á Fjarðafestivalinum 2007, hetta var longu greitt í gjárkvøldið. Brian Littrell er kendur úr Backstreet Boys, ið telist millum kend­ astu dreingja bólkar nakr­ antíð. Ein bólkur, ið hevur selt yvir 75.000.000 fløgur. Brian gav í fjør út fyrstur fløguna sum einstaklingur. Eina fløgu við kristiligum popp/rokki. Sambært Briani sjálvum, so er fløgan eitt kall, ið hann hevur havt í nógv ár. Brian skrivar á heima­ síðu síni, at hann var endurføddur í Kristi 8 ára gamal, og síðan tá hevur hann hann m.a. sungið nógv í kirkjum og øðrum kristiligum samkomum. Familjan hjá Brian hevur altíð gingið í baptistakirkju, og sjálvt árini sum tilbiðin heimsstjørna í Backsteet Boys hevur Littrell hildið fast í trúnni. Hann vil nú brúka sína støðu sum mainstream popp­ stjørna, til at bera kristiliga boðskapin út til fólk. Løtt gáta Tað tók ikki langa tíð hjá Planet.fo at loysa gátuna hjá Fjarðafestivalinum, at stóra navnið, ið festivalurin skuldi avdúka fríggjadagin í morgunsendingini á Rás 2, var Brian Littrell fyrr­ verandi Backstreet drongur Festivalurin avdúkaði í gjár, at talan var um eitt stórt kristið navn, ið eisini var kent úr verðsligum tón­ leiki. Talan var um eina heimstjørnu, segði festi­ valurin og tí vóru stórir kristnir bólkar sum P.O.D. ikki upp á tal, tí so skuldi talan verið um heimstjørnir ikki stjørnu. Fyrsta boð var sjálvandi Cliff Richards, men hetta er heldur ósannlíkt, Føroyar eru nokk ov lítlar til Cliffin. Men festivalurin tosaði um eitt av størstu nøvnum í Føroya søgu, so kanska. Men hóast vit leitaðu eftir mynd av Cliff á alnetinum, ið passaði til putlispælið á kall.fo, so var eingin at finna, skrivar planet.fo í gjárkvøldið og heldur fram: Næsta boð var Brian Littrell, ið er kendur úr Backstreet Boys, og síðan hevur gjørt vart við seg, sum kristin tónleikari. Tað tók heldur ikki eina langa løtu, áðrenn myndaleitingin á Google, gav okkum mynd­ ina av Brian Littrell, ið liggur aftan fyri putlispælið hjá Kalli. Planet.fo var skjót, men kjak. fo var skjótari Avdúkingin hjá Planet. fo kom út kl. 21.59 í gjár­ kvøldið. Men planet.fo var ikki fyrst við svarinum, á kjaksíðuni kjak.fo, hevði kjakarin Sokkurin funni somu loysn longu kl. 17.47 ella yvir fýra tímar frammanundan. Staðfestast kann, at her var ikki talan um eina serliga trupla gátu, og at fyri aðruferð í fimm dagar slapp morg­ unsendingin á Rás 2 ikki at gera ein skrálagda avdúking. Mánadagin var nevniliga ætlanin, at avdúka Nephew sum fyrsta navnið á G!Festivalinum. Men eisini tá var ein kjakari fyrstur við loysnini, tá var tað á planet.fo kjakinum. Áður hava kjakarar á Kjak. fo samstarva við planet.fo um at avúka, at Kaisers Orchestra spælir á G! Íløga í breiðari lurtaraskarða Tað er lítil ivi um, at ein heimsstjørna sum Brian Littrell kann fáa stóran týdning fyri Fjarðafesti­ valin, tí eitt tílíkt navn dregur nógv fólk, ið kanska ikki hoyra til vanliga mál­ bólkin hjá festivalinum á konsert. So hóast nógv ivaleyst eru vónbrotin av, at talan ikki er um Cliffin, so kann Brian Littrell tykjast sum ein góð íløga hjá Fjarðafestivalinum. Nýggj Páll Finnur Páll løg á alnetinum Fyribils liggur arbeiðið við triðju fløguni hjá Páll Finnur Páll stilt, men nú hevur bólkurin lagt eina smakksroynd út á myspace síðu sína. Talan er um tvey nýggj demoløg. Tey eru tikin upp í einum heimastudio í kjallaranum hjá einum av limunum. Tey eru als ikki endaliga liðug enn, men bólkurin hevur valt at leggja tey út á síðuna alíkavæl, fyri at fólk kann fáa eina hóming av, hvørja leið nýggja fløgan ferð. Tey bæði løgini eru Viðurkenning og Kommunumaðurin. Tvey løg, ið á nógvan hátt eru typisk fyri Páll Finnur Páll. Har er eitt fangandi kærleikslag frá Finni Jensen og eitt sindur av skeivari sosial realismu frá Páll Oddi Rubeksen. Hetta lagið er ein lýsing av lívinum sum kommunumaður í Havn, sum eingin, sambært bólkinum, vil kennast við. Løgini eru at hoyra á: www.myspace.com/pallfinnurpall nud Løg hjá havnar­ gentuni Rannvá Jacobsen verða í næstum at hoyra á Breakthru Radio í New York Tónleikur Niels Uni Dam Útvarpsstøðin Breakthru Radio í New York, hevur sett seg í samband við 25 ára gomlu havnargentuna Rannvá Jacobsen, um at spæla hennara tónleik, skrivar Dimma.fo Rannvá Jacobsen er ein av nógvum føroyskum einstak­ lingum og tónleikabólkum, ið hevur ein tónleikaprofil á Myspace.com. Profilurin hjá Ránnvá varð stovnaður 11. november í ár, og á honum liggja tvey løg. Hesið løg Longsul og The Austronaut høvdu ikki ligið leingi á síðuni, tá eitt umboð fyri amerikansku útvarpsrásina setti seg í sam­ band við Ránnvá, skrivar Dimma.fo Útvarpsstøðin hevur áleið 4 milliónir lurtarar og spælir nógvan nýggjan óheftan tónleik. Rannvá fær sambært Dimma.fo ongan pening fyri hetta, tí útvarpsstøðin fingið loyvi, at nýta tón­ leikin uttan kostnað. Men tað er greitt, at hetta er gott fyri útbreiðsluna av navn­ inum Rannvá Jacobsen. Í hesum sambandi var Rannvá í farnu viku í upptøkuhøli saman við James Olsen, Kristoffur Mørkøre og Kim Hansen og spældi tvey løg afturat inn, skrivar Dimma.fo. Í føroyskum høpi er Rann­ vá Jacobsen kend m.a. úr bólkinum PH 5,5 og sum einstaklingur á spælistøðum og barrum kring Havnina, har hon hevur undirhildið við sínum kassagittara. Royndir tónleikarar í nýggjum hami Kaggin heldur fast í tátt­ inum at skipa fyri góðum dansi hvørt vikuskiftið. Fríggjakvøldið eru tað Showmenn, sum spæla, meðan Hjartar Frúgv við m.ø. Sølvu Ford spælir leygarkvøldið. Hóast navnið Hjartar Frúgv ikki telist millum kendastu dansibólkar í landinum, so boðar manningin frá høgari góðsku. Frálíka Sølva Ford, hevur gjørt um seg í nógvum bólkum seinastu 15 árini, m.a. í Tám, sum í 2001 spældi seg í Prix Føroyar finaluna. Har spældi hon m.a. saman við urguleikaranum Johan Petur Andreassen og bassleikaranum Kol­ beini Simonsen, ið báðir eru við í Hjartar Damu. Umframt tey trý er gamli musketerurin og húkallurin, trummu­ leikarin í bólkum sum Føstufressum, Moirae og Taxi multilistamaðurin Kaj Johannesen á trummum. Gittarleikari er Herluf Lützen, ið ivaleyst best er kendur frá Spælimanstónleiki, men sum eisini hevur rokkað í eitt nú Devon, men eisini hópin av øðr­ um bólkum. So hóast Hjartar Frúgv ikki er eitt kent navnini borga nøvnini á pallinum fyri einum góðum dansikvøldið, við dansivinarligum rokki. nud Breakthru Radio fann Rannvá á Myspace Backstreet Boy á Fjarðafestivalin Tað var ikki trupult at finna myndina av Brian Littrell á Google og loysa gátuna á heimasíðuni hjá Kalli.