hósdagur 7. desember 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 237 - 7. desember 2006 ]
aadlfkj
alæksdfj a kasd ælka
dælk assd fælk jaæslld
jfæll lasd fælkaj sdlkff
asdf ads fælakjm asd
asdf asdf ass fass assdf
ælkajs sdffl a d s asd f
asd fkjasdfæl
Síðstu 15 minuttirnar
av dystinum vísti
Kyndil rættiligt
stórspæl í bestu
mansdeildini, tá teir
vunnu tryggan sigur
á kollfirðingum í
gjárkvøldið
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Bæði
kyndlamenn
og
kollfirðingar høvdu brúk
fyri einum sigri fyri at
nærkast
oddaliðunum,
tá hesi bæði møttust í
Atlantic Airways deildini í
gjárkvøldið. Leingi tóktist
dysturin
kunna
gerast
rættiliga spennandi, men
síðstu 15 minuttirnar rann
Kyndil snøgt sagt KÍF um
koll, og at enda vunnu teir
ein sannførandi sigur.
Javnur fyrri hálvleikur
Fyrstu løtuna av dystinum
var leikferðin høg, og liðini
skaptu nógvar møgueleikar.
Heimaliðið úr Kyndli fekk
annars betru byrjanina, og
eftir seks minuttir høvdu
teir lagt seg á odda 5-2. So
fekk KÍF fer á álopsspælið,
og næstu løtuna fingu teir
trý mál á rað, og nú var
aftur javnvág í støðuni.
Eftir hetta fylgdust liðini
væl at eina løtu, men
Kyndil var alla tíð oman á.
Teir førdu við einum máli,
so førdu teir við tveimum
málum, og sigast kann,
at gestirnir úr Kollafirði
ongantíð megnaðu at taka
leiðsluna.
Tá fimm minuttir vóru
eftir av fyrra hálvleiki
vann Kyndil seg aftur fram
um við trimum málum,
men enn einaferð koma
kollfirðingar væl aftur. Í
síðsta álopinum tóku teir
eitt time-out fyri at tosa um
tingini, og nú var munurin
bara eitt mál. Tá KÍF kom
inn aftur á vøllin eydnaðist
teimum at skora, so nú stóð
á jøvnum, tá liðini fóru til
hálvleiks.
Kyndil vísti
meistaraspæl
Í endanum av fyrra hálvleiki
var Lars Black komin inn í
kyndilsmálið fyri Magnus
Matras, meðan KÍF valdi
at seta Óla K. Djurhuus
inn í málið frá fyrsta
bríksli í seinna hálvleiki,
og júst málverjarnir stjólu
myndina fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki.
Tá 13 minuttir vóru
farnir av seinna hálvleiki
høvdu liðini bert fingið
tvey mál hvørt, so støðan
nú var 15-15. Hetta var ikki
minst takkað tveimum sera
væl uppløgdum málverjum,
sum vísti sera gott spæl
hesa løtuna.
Men við eitt skrædnaði
veruliga hjá kollfirðingum,
meðan Lars og hinir kyndla
leikararnir byrjaðu at leika
dreymahondbólt. Ilt er at
meta um, hvat hendi hesa
løtuna. Kyndlaleikararnir
tóktust til tíðir at vera
heldur oman á í dystinum,
men at teir skuldu gerast so
nógv betur síðsta korterið
av dystinum hevði eingin
roknað við.
20 minuttir inn í seinna
hálvleik hevði Kyndil lagt
seg á odda 21-18. Næstu
fimm minuttirnar høvdu
teir økt upp í 25-19, og
síðstu fimm minuttirnar av
dystinum skoraði Kyndil
seks ferðir, meðan KÍF bert
fekk tað eina málið.
Hesa løtuna av dystinum
vísti Kyndil seg frá tí
allarbestu síðuni, tá leik
arar í fleiri umførum
fóru flúgvandi í gjøgnum
málteigin hjá KÍF. Fyrst
skoraði Rókur Akralíð upp
á ein sokallaðan flúgvara,
har hann loftaði bóltinum
í luftini inni í málteiginum
og sendi hann í málið, og
fylgjandi álopið var túrurin
komin til Hans Áka Dal
Christiansen, sum eftir júst
somu uppskrift skoraði av
vonginum.
Endaliga úrslitið gjørdist
31-20 til Kyndil, og sigurin
var fult uppiborin. Síðstu
løtuna av dystinum fall KÍF
liðið fullkomiliga saman,
og hetta dugdi Kyndil at
gagnnýta til fulnar.
Við sigrinum hava meist
ararnir úr Kyndli vunnið
seg fram um KÍF, og nú
liggja teir á fjórða plássið.
Kollfirðingar mugu hin
vegin vísa nógv betri spæl,
um teir ætla sær heiðurs
merkir í ár.
Kyndil-KÍF 31-20 (13-13):
Nú kenna vit Kyndil aftur
Kyndil-KÍF 31-20 (13-13)
Málskjúttar:
Kyndil: Rókur Akralíð 9, Høgni Klein 8 (4), Hans
Áki Dal Christiansen 5 (1), Ken Zachariasen 3, Janus
Einar Sørensen 3, Hjalti M. Jacobsen 2, Hans Arni
Thomsen 1
KÍF: Daniel Rapa 6, Arnbjørn Hansen 4, Karl Johan
Djurhuus 3, Damir Oros 3, Rógvi Weyhe 2, Niklas
Reginsson 1, Gert Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 5, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 7
Diskvalifikatión: KÍF 1 (3x2 min)
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Samuelsen
FAKTA
– Vit finna
okkara
spæl
Eftir dystin fingu vit
orðið á málverjan hjá
Kyndil, Lars Black.
Hann helt at menn vóru
meir uppsettir í dag, og
at liðið spældi upp á
egnar fortreytir.
– Munurin á liðunum
er at kalla eingin í
fyrra
hálvleiki.
Eg
haldi kanska, at vit
spæla heldur betur,
men støðan er jøvn, tá
vit fara til hálvleiks. Í
seinna hálvleiki haldi
eg tó, at vit eru meir
tendraðir enn KÍF. Vit
finna okkara egna spæl
fram, og so duga vit
at straffa KÍF, tá teirra
spæl ikki koyrir so væl.
Harafturat haldi eg, at
verjan var sera góð í
seinna hálvleiki, og nú
byrja vit spakuliga at
kenna Kyndil aftur.
- Fara
niður við
høvdinum
Vit fingu eisini orðið
á Karl Johan Djurhuus
hjá KÍF eftir dystin.
Hann var hampiliga væl
nøgdur við fyrra hálv
leik, men helt at viljin
var at kalla vekk í seinna
hálvleiki.
– Eg veit ikki, hvat
tað er sum hendir. Í
fyrra hálvleiki spæla
vit heilt hampiligt,
og støðan er jøvn, tá
vit fara til hálvleiks. Í
seinna hálvleiki kiksar
alt tó hjá okkum.
Vit skora ikki upp á
møguleikarnar, vit fáa
býttar útvísingar, og av
eini ella aðrari orsøk er
viljin hjá okkum slett
ikki til staðar síðsta
korterið.
Innsatsurin
hjá okkum var alt annað
enn góður í dag.
Kyndil er veruliga komið í gongd í bestu mansdeildini. Í gjárkvøldið vunnu teir enn ein uppibornan stórsigur, tá teir høvdu vitjan av KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
– Vit spæla upp á egnar fortreytir, tí vinna vit.
Lars L. Black, Kyndil