Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 237 - 7. desember 2006 ] Manchester United spældi seg sjálvt í trupulleikar í heimadystinum ímóti Benfica, Ronaldo gjørdi rættiliga bart, tá ið Real Madrid var hótt av tapi, og FCK endaði kappingina við einum flottum heimasigri. Seinasta umfarið í bólkaspælinum í Champions League var í gjárkvøldið Champions League Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu dystirnir í bólka­ spælinum í Champions League fótbóltskappingini vóru mikukvøldið. ÍO fleiri av bólkunum var fram­vegis spenningur um, hvørji lið skulu fara víðari í kapp­ ingini. Manchester United skuldi hava minst javnleik fyri at koma víðari frá bólkaspælinum, men mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki var tað Beinfica, sum legði seg á odda við einum dundurskoti frá Nelson. So var tað, sum at United- spælararnir vaknaðu við kaldan dreym. Teir settu ferðina upp, spældu nógv skjótari og miðvísari, og teir lupu á við nógvum fólki. United legði nógv fyri í royndini at javna fyri hálvleikssteðing, og stundum var bara ein verjuspælari afturi. Tað eydnaðist at javna við stútara frá Vidic, og í seinna hálvleiki staðfestu Giggs og Saha sigurin hjá enska liðnum. – Støðan gjørdist meira innviklað, eftir teir løgdu seg á odda, men tá ið vit høvdu javnað, gjørdist upp­gávan lættari, segði Cristiano Ronaldo við uefa. com eftir dystin. Við sigrinum vann United sín bólk, og tað komst millum annað av, at Celtic taptu fyri FCK í Parkini. FCK endaði við braki FC Keypmannahavn hevði bert heiðurin at spæla fyri í seinasta dystinum í Champions League í gjár­ kvøldið. Liðið kundi ikki vinna seg víðari í kappingini ella koma upp á triðja pláss, sum hevur við sær luttøku í UEFA Cup. Men hóast hetta spældi FCK ein góðan dysti á heima­vølli ímóti Celtic. Danska liðið var meira motiverað enn tað skotska, og tað endaði við einum 3- 1 sigri til FCK. Jesper Grønkjær og Atiba Hutchinson skoraðu innan ein hálvan tíma, og í seinna hálvleiki økti Marcus Allback til 3-0. Jiri Jarosik minkaði um munin fyri Celtic. Hetta er fyrstu ferð, at FCK hevur verið við í bólka­spælinum í Cham­ pions League, og teir komu heiðurliga frá fyrstu roynd­ini. FCK vann tveir dystir og spældi ein javnan á heimavølli, meðan teir taptu allar tríggjar úti­ dystirnar. Sigurin á Man­ chester United í farna mán­aði stendur sum eitt hæddarpunkt í søguni hjá felagnum. Ronaldo ornaði alt Í bólki E var greitt undan seinastu dystunum, at Lyon og Real Madrid vóru komin víðari, og tey bæði liðini kláraðu ikki at vinna sínar seinastu dystir. Í báðum førum stillaðu liðini ikki við sterkastu manning, og so høvdu Dynamo Kiev og Steaua Bukarest ein kjans. Í Kiev kom Real Madrid aftur um 2-0, áðrenn brasilski álopsspælarin Ronaldo seinastu fýra min­­uttirnar tók alt í egnar hendur. Hann minkaði til 1-2 og fekk løtu seinni brotsspark, sum hann sjálv­ ur sendi í málið til 2-2. Lyon kom eisini aftur um í sínum dysti, men franska liðið javnaði í seinna hálv­ leiki. Arsenal gjørdi nóg mikið Í bólki G kundi bæði Porto og Arsenal klára seg við javnleiki í seinasta dystinum teirra millum. Vann annar parturin, kundi CSKA Moskva liggja fram við og fara víðari við einum sigri. Men dysturin í Portugal endaði við javnleiki 0-0. Porto var nærmast við at skora, tí tvær ferðir spark­ aði Queresma bóltin á stongina. – Vit løgdu alla orku í at fáa ein javnleik burtur úr hesum dystinum, og eg eri væl nøgdur við, at tað eydnaðist, segði verju­ spælarin Kolo Touré við uefa.com eftir dystin. Eingin veruligur vandi var á ferð, tí CSKA tapti sín dyst í Hamburg 3-2. Í bólki H stillaði AC Milan næstan við einum eykaliði, og tað gav franska liðnum Lille møguleikan at vinna 2-0 á útivølli. Dysturin millum Anderlecht og AEK endaði 2-2, og tað hevði við sær, at Milan og Lille fóru víðari úr bólkinum. United var kroyst Helgi til B36 Rituvíkingurin, sum áður hevur spælt í NSÍ og GÍ, skal komandi árið spæla við B36. Hesum hevur B36 boðað frá á heimasíðu felagsins. Helgi er 28 ára gamal, og kann brúkast á flestu framrættaðu plássunum á vøllinum. Aloftast hevur tað to verið a miðvøllinum, at hann hevur verið nýttur, men máltevið er tó sera gott. Nakað sum eisini var sjónligt í GÍ, tá hann í 2001 skeyt seg til gylta skógvin við 19 málum í 18 dystum. Helgi er eisini skrásettur fyri seks dystir á føroyska A-landsliðnum. Lutakast til Coca Cola kvartfinalur Menn: Neistin – Team Klaksvík VÍF – H71 2 StÍF – Kyndil H71 – KÍF Kvinnur: Stjørnan – Neistin 3 Neistin – VÍF VB – Neistin 2 (VB vunnið uttan dyst) StÍF – Kyndil Hondbóltsstøður Sunset-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 7 5 - 0 - 2 170 140 30 10 2 Neistin 6 4 - 1 - 1 147 123 24 9 3 VB 6 4 - 0 - 2 141 139 2 8 4 StÍF 7 1 - 1 - 5 152 185 -33 3 5 Kyndil 6 0 - 2 - 4 127 150 -23 2 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 8 6 - 1 - 1 237 220 17 13 2 StÍF 8 4 - 3 - 1 227 216 11 11 3 Neistin 8 5 - 0 - 3 263 236 27 10 4 Kyndil 8 3 - 0 - 5 227 225 2 6 5 KÍF 8 2 - 1 - 5 205 224 -19 5 6 H71 8 1 - 1 - 6 207 245 -38 3 Champions League, bólkaspælið Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 6 4 - 1 - 1 10 4 6 13 2 Barcelona 6 3 - 2 - 1 12 4 8 11 3 Werder Bremen 6 3 - 1 - 2 7 5 2 10 4 Levski Sofia 6 0 - 0 - 6 1 16 -15 0 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Bayern München 6 3 - 3 - 0 10 3 7 12 2 Inter Milan 6 3 - 1 - 2 5 5 0 10 3 Sporting Lissabon 6 1 - 2 - 3 3 6 -3 5 4 Spartak Moskva 6 1 - 2 - 3 7 11 -4 5 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Liverpool 6 4 - 1 - 1 11 5 6 13 2 PSV Eindhoven 6 3 - 1 - 2 6 6 0 10 3 Bordeaux 6 2 - 1 - 3 6 7 -1 7 4 Galatasary 6 1 - 1 - 4 7 12 -5 4 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Valencia 6 4 - 1 - 1 12 6 6 13 2 Roma 6 3 - 1 - 2 8 4 4 10 3 Shakhtar Donetsk 6 1 - 3 - 2 6 11 -5 6 4 Olympiakos 6 0 - 3 - 3 6 11 -5 3 Bólkur E v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Lyon 6 4 - 2 - 0 12 3 9 14 2 Real Madrid 6 3 - 2 - 1 14 8 6 11 3 Steaua Bucharest 6 1 - 2 - 3 7 11 -4 5 4 Dynamo Kiev 6 0 - 2 - 4 5 16 -11 2 Bólkur F v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Manchester Utd 6 4 - 0 - 2 10 5 5 12 2 Celtic 6 3 - 0 - 3 8 9 -1 9 3 Benfica 6 2 - 1 - 3 7 8 -1 7 4 FC København 6 2 - 1 - 3 5 8 -3 7 Bólkur G v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Arsenal 6 3 - 2 - 1 7 3 4 11 2 FC Porto 6 3 - 2 - 1 9 4 5 11 3 CSKA Moskva 6 2 - 2 - 2 4 5 -1 8 4 Hamuburg SV 6 1 - 0 - 5 7 15 -8 3 Bólkur H v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AC Milan 6 3 - 1 - 2 8 4 4 10 2 Lille 6 2 - 3 - 1 8 5 3 9 3 Aek Athen 6 2 - 2 - 2 6 9 -3 8 4 Anderlecht 6 0 - 4 - 2 7 11 -4 4 Manchester United kom aftur um 1-0 ímóti Benfica, men so vendi enska liðið dystinum og vann heili 3-1 Mynd: Scanpix