Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 237 - 7. desember 2006 ] Manchester United spældi seg sjálvt í trupulleikar í heimadystinum ímóti Benfica, Ronaldo gjørdi rættiliga bart, tá ið Real Madrid var hótt av tapi, og FCK endaði kappingina við einum flottum heimasigri. Seinasta umfarið í bólkaspælinum í Champions League var í gjárkvøldið Champions League Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu dystirnir í bólka­ spælinum í Champions League fótbóltskappingini vóru mikukvøldið. ÍO fleiri av bólkunum var framvegis spenningur um, hvørji lið skulu fara víðari í kapp­ ingini. Manchester United skuldi hava minst javnleik fyri at koma víðari frá bólkaspælinum, men mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki var tað Beinfica, sum legði seg á odda við einum dundurskoti frá Nelson. So var tað, sum at United­ spælararnir vaknaðu við kaldan dreym. Teir settu ferðina upp, spældu nógv skjótari og miðvísari, og teir lupu á við nógvum fólki. United legði nógv fyri í royndini at javna fyri hálvleikssteðing, og stundum var bara ein verjuspælari afturi. Tað eydnaðist at javna við stútara frá Vidic, og í seinna hálvleiki staðfestu Giggs og Saha sigurin hjá enska liðnum. – Støðan gjørdist meira innviklað, eftir teir løgdu seg á odda, men tá ið vit høvdu javnað, gjørdist uppgávan lættari, segði Cristiano Ronaldo við uefa. com eftir dystin. Við sigrinum vann United sín bólk, og tað komst millum annað av, at Celtic taptu fyri FCK í Parkini. FCK endaði við braki FC Keypmannahavn hevði bert heiðurin at spæla fyri í seinasta dystinum í Champions League í gjár­ kvøldið. Liðið kundi ikki vinna seg víðari í kappingini ella koma upp á triðja pláss, sum hevur við sær luttøku í UEFA Cup. Men hóast hetta spældi FCK ein góðan dysti á heimavølli ímóti Celtic. Danska liðið var meira motiverað enn tað skotska, og tað endaði við einum 3­ 1 sigri til FCK. Jesper Grønkjær og Atiba Hutchinson skoraðu innan ein hálvan tíma, og í seinna hálvleiki økti Marcus Allback til 3­0. Jiri Jarosik minkaði um munin fyri Celtic. Hetta er fyrstu ferð, at FCK hevur verið við í bólkaspælinum í Cham­ pions League, og teir komu heiðurliga frá fyrstu royndini. FCK vann tveir dystir og spældi ein javnan á heimavølli, meðan teir taptu allar tríggjar úti­ dystirnar. Sigurin á Man­ chester United í farna mánaði stendur sum eitt hæddarpunkt í søguni hjá felagnum. Ronaldo ornaði alt Í bólki E var greitt undan seinastu dystunum, at Lyon og Real Madrid vóru komin víðari, og tey bæði liðini kláraðu ikki at vinna sínar seinastu dystir. Í báðum førum stillaðu liðini ikki við sterkastu manning, og so høvdu Dynamo Kiev og Steaua Bukarest ein kjans. Í Kiev kom Real Madrid aftur um 2­0, áðrenn brasilski álopsspælarin Ronaldo seinastu fýra minuttirnar tók alt í egnar hendur. Hann minkaði til 1­2 og fekk løtu seinni brotsspark, sum hann sjálv­ ur sendi í málið til 2­2. Lyon kom eisini aftur um í sínum dysti, men franska liðið javnaði í seinna hálv­ leiki. Arsenal gjørdi nóg mikið Í bólki G kundi bæði Porto og Arsenal klára seg við javnleiki í seinasta dystinum teirra millum. Vann annar parturin, kundi CSKA Moskva liggja fram við og fara víðari við einum sigri. Men dysturin í Portugal endaði við javnleiki 0­0. Porto var nærmast við at skora, tí tvær ferðir spark­ aði Queresma bóltin á stongina. – Vit løgdu alla orku í at fáa ein javnleik burtur úr hesum dystinum, og eg eri væl nøgdur við, at tað eydnaðist, segði verju­ spælarin Kolo Touré við uefa.com eftir dystin. Eingin veruligur vandi var á ferð, tí CSKA tapti sín dyst í Hamburg 3­2. Í bólki H stillaði AC Milan næstan við einum eykaliði, og tað gav franska liðnum Lille møguleikan at vinna 2­0 á útivølli. Dysturin millum Anderlecht og AEK endaði 2­2, og tað hevði við sær, at Milan og Lille fóru víðari úr bólkinum. United var kroyst Helgi til B36 Rituvíkingurin, sum áður hevur spælt í NSÍ og GÍ, skal komandi árið spæla við B36. Hesum hevur B36 boðað frá á heimasíðu felagsins. Helgi er 28 ára gamal, og kann brúkast á flestu framrættaðu plássunum á vøllinum. Aloftast hevur tað to verið a miðvøllinum, at hann hevur verið nýttur, men máltevið er tó sera gott. Nakað sum eisini var sjónligt í GÍ, tá hann í 2001 skeyt seg til gylta skógvin við 19 málum í 18 dystum. Helgi er eisini skrásettur fyri seks dystir á føroyska A­landsliðnum. Lutakast til Coca Cola kvartfinalur Menn: Neistin – Team Klaksvík VÍF – H71 2 StÍF – Kyndil H71 – KÍF Kvinnur: Stjørnan – Neistin 3 Neistin – VÍF VB – Neistin 2 (VB vunnið uttan dyst) StÍF – Kyndil Hondbóltsstøður Sunset-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 7 5 - 0 - 2 170 140 30 10 2 Neistin 6 4 - 1 - 1 147 123 24 9 3 VB 6 4 - 0 - 2 141 139 2 8 4 StÍF 7 1 - 1 - 5 152 185 -33 3 5 Kyndil 6 0 - 2 - 4 127 150 -23 2 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 8 6 - 1 - 1 237 220 17 13 2 StÍF 8 4 - 3 - 1 227 216 11 11 3 Neistin 8 5 - 0 - 3 263 236 27 10 4 Kyndil 8 3 - 0 - 5 227 225 2 6 5 KÍF 8 2 - 1 - 5 205 224 -19 5 6 H71 8 1 - 1 - 6 207 245 -38 3 Champions League, bólkaspælið Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 6 4 - 1 - 1 10 4 6 13 2 Barcelona 6 3 - 2 - 1 12 4 8 11 3 Werder Bremen 6 3 - 1 - 2 7 5 2 10 4 Levski Sofia 6 0 - 0 - 6 1 16 -15 0 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Bayern München 6 3 - 3 - 0 10 3 7 12 2 Inter Milan 6 3 - 1 - 2 5 5 0 10 3 Sporting Lissabon 6 1 - 2 - 3 3 6 -3 5 4 Spartak Moskva 6 1 - 2 - 3 7 11 -4 5 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Liverpool 6 4 - 1 - 1 11 5 6 13 2 PSV Eindhoven 6 3 - 1 - 2 6 6 0 10 3 Bordeaux 6 2 - 1 - 3 6 7 -1 7 4 Galatasary 6 1 - 1 - 4 7 12 -5 4 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Valencia 6 4 - 1 - 1 12 6 6 13 2 Roma 6 3 - 1 - 2 8 4 4 10 3 Shakhtar Donetsk 6 1 - 3 - 2 6 11 -5 6 4 Olympiakos 6 0 - 3 - 3 6 11 -5 3 Bólkur E v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Lyon 6 4 - 2 - 0 12 3 9 14 2 Real Madrid 6 3 - 2 - 1 14 8 6 11 3 Steaua Bucharest 6 1 - 2 - 3 7 11 -4 5 4 Dynamo Kiev 6 0 - 2 - 4 5 16 -11 2 Bólkur F v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Manchester Utd 6 4 - 0 - 2 10 5 5 12 2 Celtic 6 3 - 0 - 3 8 9 -1 9 3 Benfica 6 2 - 1 - 3 7 8 -1 7 4 FC København 6 2 - 1 - 3 5 8 -3 7 Bólkur G v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Arsenal 6 3 - 2 - 1 7 3 4 11 2 FC Porto 6 3 - 2 - 1 9 4 5 11 3 CSKA Moskva 6 2 - 2 - 2 4 5 -1 8 4 Hamuburg SV 6 1 - 0 - 5 7 15 -8 3 Bólkur H v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AC Milan 6 3 - 1 - 2 8 4 4 10 2 Lille 6 2 - 3 - 1 8 5 3 9 3 Aek Athen 6 2 - 2 - 2 6 9 -3 8 4 Anderlecht 6 0 - 4 - 2 7 11 -4 4 Manchester United kom aftur um 1-0 ímóti Benfica, men so vendi enska liðið dystinum og vann heili 3-1 Mynd: Scanpix