Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 237 - 7. desember 2006 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Søkt verður eftir einum starvsfólki til byggimálsviðgerð. Talan er um eitt fulltíðarstarv á byggi- og býarskipanardeildini. Høvuðsuppgávur · Byggimálsviðgerð · Byggieftirlit · At fyrireika mál, ið skulu leggjast fyri byggi- og býar- skipanardeildina, og skipa fyri avgreiðslu av nevndar- og býráðssamtyktum · Samskifta við borgarar, feløg og stovnar Førleikakrøv Umsøkjarin skal vera útbúgvin tekniskt hjálparfólk, byggiteknikari ella hava viðkomandi handverkaraútbúgving. Harumframt skipar kommunan fyri skeiðum í byggimálsviðgerð í Danmark. Umsøkjarin skal duga væl at samskifta og helst hava kunnleika til telduforritini MS Office, AutoCad ella MicroStation, men hetta er tó ikki nøkur treyt. Persónligir eginleikar Umráðandi er, at umsøkjarin dugir væl at leggja sær arbeiðið til rættis, er fyrikomandi, kann arbeiða sjálvstøðugt og er til reiðar at luttaka í øðrum arbeiði á deildini enn omanfyri nevnt. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin verður í 4. lønarflokki, sambært sáttmála millum Føroya Starvsmannafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær Magna Dalsgaard, leiðara ella Mikael Viderø, býararkitekt, tlf. 302010. Umsókn Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar komunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. desember 2006. Viðmerkið umsóknina „Starv á byggi- og býarskipanardeildini“. Byggimálsviðgeri [endurlýsing] Byggi- og býarskipanardeildin er partur av teknisku fyrisitingini. Á deildini starvast 4 burturav við málsviðgerð av umsóknum um byggiloyvi v.m. Árliga verða umleið 150 ymisk byggiloyvi givin. Vit bjóða búningsmøguleikar og góð arbeiðsviðurskifti. Byggi- og býarskipanardeildin er í sama bygningi sum Snarskivan. Tórshavnar kommuna lýsingar Ófulltikin dekkari til Fiskiveiðieftirlitið Eitt starv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Fiskiveiði- eftirlitinum, verður hervið lýst leyst. Ert tú ung/ungur, og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, er hetta ein góður møguleiki. Starvstíðin sum ófull tikin dekkari, telur á sama hátt sum starvstíð við handils- skipum Arbeiðið umfatar at ganga vakt, og annars taka lut í vanligum skipsarbeiði. Førleikakrøv: • Heilsuváttan fyri sjófólk. Uttan avmarkingar og skikkaður til kagtænastu. • Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi. Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár. Starvið sum ófulltikin dekkari verður sett sum skjótast. Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið er Fiski- málaráðið og stovnar undir tí. Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið. Skrivlig umsókn við: CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 21. desember 2006 kl. 1200. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Att.: Fiskiveiðieftirlitið Heykavegur 6 Postsmoga 347 110 Tórshavn Nærri upplýsingar um størvini, kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. FISKIMÁLARÁÐIÐ Fiskiveiðieftirlitið Til sølu Nýggir møblar: Dupultsong, 3- og 2 mans leðursofur, hornasofaborð og vanligt sofa- borð (glas). Køksborð við 4 stólum. Veggreol við glasskápum við ljósi í. Til sølu fyri ½ prís. Tel 50 20 49, best eftir kl. 18.30 Lesið -so eru tit við!