hósdagur 7. desember 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 7. desember 2006
35
Desember-kappingin
Hvønn dag í desember mánaða verða
Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess
størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mikudagin
3. januar 2007 kl. 10.00 og viðmerkið
brævbjálvan »Sudoku«.
Vinningur í desembur er 2 flogferðaseðlar
við FaroeJet. Virði Kr. 4.380,-
Drigið verður fyrstu vikuna í januar.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin í desember
2 flogferðaseðlar við FaroeJet
Virði Kr. 4.380,-
lýsingar
Stórt sangkvøld í
ítróttarhøllini á Eiði
ini á Eiði
ni á Eiði
Kom og syng við sunnukvøldið
10. desember kl. 21.
Sangkvøldið er til frama fyri eina føroyska
grønmetis-verkætlan til frama fyri tey fátøku í
Rumenia.
Hetta verður eitt serstakt sang- og
spælimansupplivings kvøld, har útvið 20
harmonikuspælarar úr so at siga øllum
landinum - og úr ymiskum samkomum – luttaka.
Luttakarar vera:
• Sangbólkurin Eclesia (við konum)
• Magni Christiansen
• Oasubrøðurnir
• Gullak & Tórhilda
• Hallmar & Hedvig
Atgongumerkini fáast við inngongdina fyri kr.
100,-. Tað stendur tó frítt at geva meira til
hesa føroysku verkætlan.
Vágafólk og Norðoyingar!
Tað er ókeypis at koyra gjøgnum
undirsjóartunlarnar hendan dagin.
Góður andaligur lesnaður og fl øgur verða at
keypa frá bókaborðinum hjá bókhandlinum Vitin.
Sangløta verður í Miðlon leygardagin 9. desem-
ber kl. 12. Eclesia, Oasubrøðurnir og fl . luttaka.
Vælkomin til sangkvøldið í ítróttarhøllini á Eiði
10. desember kl. 21
Vitja inn á www.123hjemmeside.dk/jofri
Calarasi Missiónin
V/ Asbjørn Niclasen, Thomas J. Askham, Sverri Kjærbæk
900 dagar
Í singapore
Jústinus leivsson eidesgaard
orlagið Hellurnar gevur triðja árið á rað
út bók. Hesa ferð eitur bókin „900 dagar
í Singapore“ og fevnir um teir 900 dagarnir,
høvundurin Jústinus Leivsson Eidesgaard
starvaðist í Singapore frá august 1996 og
fram til januar 1999.
Hetta tíðarskeið vóru hjúnini Poula og
Jústinus Eidesgaard savningarstaðurin hjá
teimum mongu føroyingunum, sum vitjaðu
Singapore, serliga sjómenn, men eisini van-
lig ferðandi. Fleiri litmyndir prýða bókina
millum annað við skipavitjanum og føroy-
ingum í Singapore.
Bókin er skrivað í tveimum høvuðsløg-
um og einum triðja, sum av og á kemur til
sjóndar. Beinagrindin eru útisetabrøvini,
sum høvundurin skrivaði heim til lands-
menninar, og sum vóru lisin upp í útvarp-
inum. Hesi vóru sera væl móttikin heima.
Hetta er fyrsta lagið, næsta lagið er søgan
um Singapore fram til loysing í 1965. Tað
er grundarlagið fyri, at landið, sum er minni
enn Føroyar og telur yvir 3 milliónir íbúgvar,
er heimsins fjórríkasta land, og hevur lyft seg
út triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum
ættarliði. Triðja lagið eru eygleiðingarnar,
høvundurin gjørdi, nú hann vitjaði aftur í
fyrst í hesum árinum.
Bókin vísir eisini føroyingum, at smáar
tjóðir kunnu røkka ovastu rók.
Forlagið Hellurnar
v/Jústinus Leivsson Eidesgaard
F
Ovaragøta 1, 188 Hoyvík,
Tel. 322800 ella 223143
justinus@post.olivant.
fo, www.hellurnar.com
Minst til bíleggingarseðilin!