Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 47

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 7. desember 2006 47 Í hesu vikuni koma tvær nýggjar DVD-útgávur á marknaðin frá Studio Pegasus. Tað eru filmirnir hjá Trølla Pætur samtakinum ”Jólini hjá Trølla Pætur” og ”Trøllini og Mafian”  ”Jólini hjá Trølla Pætur”, ið er ein hugnaligur jóla-familjufilmur er ikki áður komin út á DVD, og fólk hava spurt nógv eftir hesum filmi á DVD, síðani hann kom út á VHS fyri 4 árum síðani. Við góðum stuðli frá Vinnuframagrunninum varð fyri tveimum árum síðani farið undir at umseta søgugongdina í filminum ”Trøllini og Mafian”, har endamálið var, at leggja frásøgurøddir um filmsgongdina inn á filmin, so eisini børn í øðrum londum kunnu fáa gleði av hesum, í Føroyum, so vælumtókta barnafilmi. Úrslitið bleiv so, at frásøgan varð umsett til danskt, norskt, íslendskt og enskt. Frásøgufólk hava síðani verið í upptøkuhølunum og lisið frásagnirnar inn, ið síðani eru kliptar inn í filmum á hesum tungumálum. T.v.s. at tá ein setur filmin í gongd, so kann veljast ímillum hesi málini, - umframt føroyskt sjálvandi. Mennirnir aftanfyri Trølla Pætur halda, at tá so stórur partur av børnunum í Føroyum hava tikið filmin til sín, so eiga børn í londunum uttanum okkum eisini at fáa møguleikan fyri at njóta gott føroyskt barnaundirhald. Tað er Studio Pegasus, ið gevur út, og filmirnir verða at fáa í krambúðunum frá hósdegnum. DVD-útgáva á fimm tungumálum Norðuri í Sundum 33 | 410 Kollafjørður | tlf. 421273 fart. 211473 | judiholm@post.olivant.fo Tógvbiksin Vit hava alt tað nýggjasta frá Sandnes! Opið er: mán. - frí. 15.00-19.00 leygardag 10.00-14.00 FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo VIT GERA STÁLKONSTRUK TIÓNIR, TRAPPUR O.A. ÚR VANLIGUM- OG RUSTFRÍUM STÁLI OG ALUMINIUM ...tín veitari innan stálarbeiði Rein føroysk ull! Kvik Køkssentrið Hoyvíksvegur 65 100 Tórshavn Tlf. 31 24 80 Far. 51 24 80 Køkar & baðirúmsmøblar ...eisini gávulutir Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05 Gávubúðin hevur nógv vakurt jólaprýði og røttu gávuna! Keyp jólamerkini 2006 Prísur:30,- kr og fá ein bókling við 30 bakiuppskriftum