hósdagur 7. desember 2006síða 47
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 7. desember 2006
47
Í hesu vikuni koma tvær nýggjar DVD-útgávur á marknaðin frá Studio Pegasus.
Tað eru filmirnir hjá Trølla Pætur samtakinum ”Jólini hjá Trølla Pætur” og
”Trøllini og Mafian”
”Jólini hjá Trølla Pætur”, ið er ein hugnaligur jóla-familjufilmur er ikki áður
komin út á DVD, og fólk hava spurt nógv eftir hesum filmi á DVD, síðani hann
kom út á VHS fyri 4 árum síðani.
Við góðum stuðli frá Vinnuframagrunninum varð fyri tveimum árum síðani
farið undir at umseta søgugongdina í filminum ”Trøllini og Mafian”, har
endamálið var, at leggja frásøgurøddir um filmsgongdina inn á filmin, so eisini
børn í øðrum londum kunnu fáa gleði av hesum, í Føroyum, so vælumtókta
barnafilmi.
Úrslitið bleiv so, at frásøgan varð umsett til danskt, norskt, íslendskt og enskt.
Frásøgufólk hava síðani verið í upptøkuhølunum og lisið frásagnirnar inn, ið
síðani eru kliptar inn í filmum á hesum tungumálum. T.v.s. at tá ein setur filmin
í gongd, so kann veljast ímillum hesi málini, - umframt føroyskt sjálvandi.
Mennirnir aftanfyri Trølla Pætur halda, at tá so stórur partur av børnunum
í Føroyum hava tikið filmin til sín, so eiga børn í londunum uttanum okkum
eisini at fáa møguleikan fyri at njóta gott føroyskt barnaundirhald.
Tað er Studio Pegasus, ið gevur út, og filmirnir verða at fáa í krambúðunum
frá hósdegnum.
DVD-útgáva á fimm tungumálum
Norðuri í Sundum 33 | 410 Kollafjørður | tlf. 421273
fart. 211473 | judiholm@post.olivant.fo
Tógvbiksin
Vit hava alt tað
nýggjasta frá Sandnes!
Opið er:
mán. - frí.
15.00-19.00
leygardag
10.00-14.00
FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo
VIT GERA STÁLKONSTRUK TIÓNIR,
TRAPPUR O.A. ÚR VANLIGUM- OG
RUSTFRÍUM STÁLI OG ALUMINIUM
...tín veitari innan stálarbeiði
Rein
føroysk
ull!
Kvik Køkssentrið
Hoyvíksvegur 65
100 Tórshavn
Tlf. 31 24 80
Far. 51 24 80
Køkar & baðirúmsmøblar
...eisini gávulutir
Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05
Gávubúðin
hevur nógv vakurt jólaprýði
og røttu
gávuna!
Keyp jólamerkini 2006
Prísur:30,- kr
og fá ein bókling við 30 bakiuppskriftum