Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 48

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 237 - 7. desember 2006 Hvussu heldur tú jól? – Eg fari at halda jól saman við familjuni heima hjá foreldrunum. 1. jóladag saman við verfamiljuni. Og 2. jóladag verða vit heima hjá okkum saman við familjunum og teimum, sum leggjast afturat. Hvat etir tú á jólum?  – Jólaaftan stendur dunna –  helst føroysk og vistfrøðilig –  (og viðhvørt eisini gás) á matskránni, og Ris a´la mande omaná. 1. jóla­dag er eitt sindur ymiskt. 2. jóla­ dag er føroyskt skerpikjøt, sum er hitað í ovninum, við nýkókaðum eplum og salti eitt must. Hvat er tað besta við jólum?  Tað er at vera saman við skyldfólki og vinum – helst børnum, eta gott, dansa og syngja um jóla­træið  –  angin av jólum – síggja børn­­ini pakka upp. Og so dámar mær tann hátíðarliga dámin, sum tað er at fara til jóla­guds­tæn­astu. Viðhvørt havi eg eisini verið til midnáttarmessu hjá Katolikk­un­um.   Hevur tú hildið jól uttanlands? – Ja, tað havi eg gjørt fleiri ferðir. Fyrstu ferð var i  Los Angeles, í nógvum hitastigum millum fólk í svimju­klæðum á strondini ella fólk á rulli­skoyt­um, og við handl­­­um fullum av jóla­trøum við kunstig­um kava: “I´m dream­ing of a white Christmas” :)  Og við urtagørðum í fagrasta blóma prýddir av stórum trøum við búnum appelsinum og sitrónum, og alskins vøkrum blómum. Eg búði hjá eini katólskari, meksi­kanskari familju, so jólini byrjaðu ikki fyrrenn 1. jóladag. Tá fóru vit til eina katólska Gudstænastu í eini stórari kirkju, eg hevði ong­an­tíð á ævini sæð so stóra kirkju og so nógv fólk í kirkju, har var roykilsi, og prestar og tæn­arar og kórsangur, tað var ótrúliga hugtakandi. Aftaná guds­tænastuni fóru vit “heim” at eta jóladøgurðan, sum var tortillas ella var tað encheladas. Men tá eg skuldi ringja heim via “Operator”, og tey søgdu mær, at Føroyar ikki vóru til, var tað ikki so stuttligt longur. Síðani havi eg hildið jól í Århus í  Jægergårdsgade 140 sjey ár á rað. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? Eg ynski mær eini góð jól, eg ynski kavajól, og at øll hava tað gott.  Og annars – ja, ein “Swiss Ball” (stødd 65), vøttir og lingeri frá Siri. Vár Berghamar Jacobsen 3 4 5 4 0 0 NISSAN 4x4. NATURALLY CAPABLE. www.autoservice.fo PhotoCare klárar allar jólamyndirnar! 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Telefon 47 81 70 NILAN: Ventila tións- verk við innbygdari hitapumpu TRYGGJAR GOTT INNIKLIMA VIÐ AT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett av góðkendum montøri Alt innan seyming – fá alt á sama stað! Sp/f Marjun Heimá BERNINA C. Pløyensgøta 4 · 100 Tórshavn · Tel 31 25 31 ...altíð ein metur frammanfyri! Verður keypt av netinum á ergo.fo, verður latið 10% í avsláttri! J.C. Svabos gøta 6 · Tlf 315 777 ergo@ergo.fo · www.ergo.fo DYNAMO stólar