hósdagur 7. desember 2006síða 48
Tekstur á síðuni
48
Nr. 237 - 7. desember 2006
Hvussu heldur tú jól?
– Eg fari at halda jól saman við familjuni
heima hjá foreldrunum. 1. jóladag saman
við verfamiljuni. Og 2. jóladag verða vit
heima hjá okkum saman við familjunum
og teimum, sum leggjast afturat.
Hvat etir tú á jólum?
– Jólaaftan stendur dunna – helst føroysk
og vistfrøðilig – (og viðhvørt eisini gás)
á matskránni, og Ris a´la mande omaná.
1. jóladag er eitt sindur ymiskt. 2. jóla
dag er føroyskt skerpikjøt, sum er hitað í
ovninum, við nýkókaðum eplum og salti
eitt must.
Hvat er tað besta við jólum?
Tað er at vera saman við skyldfólki og
vinum – helst børnum, eta gott, dansa og
syngja um jólatræið – angin av jólum
– síggja børnini pakka upp. Og so dámar
mær tann hátíðarliga dámin, sum tað er
at fara til jólagudstænastu. Viðhvørt havi
eg eisini verið til midnáttarmessu hjá
Katolikkunum.
Hevur tú hildið jól uttanlands?
– Ja, tað havi eg gjørt fleiri ferðir. Fyrstu ferð
var i Los Angeles, í nógvum hitastigum
millum fólk í svimjuklæðum á strondini ella
fólk á rulliskoytum, og við handlum fullum
av jólatrøum við kunstigum kava: “I´m
dreaming of a white Christmas” :) Og
við urtagørðum í fagrasta blóma prýddir
av stórum trøum við búnum appelsinum
og sitrónum, og alskins vøkrum blómum.
Eg búði hjá eini katólskari, meksikanskari
familju, so jólini byrjaðu ikki fyrrenn
1. jóladag. Tá fóru vit til eina katólska
Gudstænastu í eini stórari kirkju, eg hevði
ongantíð á ævini sæð so stóra kirkju og
so nógv fólk í kirkju, har var roykilsi, og
prestar og tænarar og kórsangur, tað var
ótrúliga hugtakandi. Aftaná gudstænastuni
fóru vit “heim” at eta jóladøgurðan, sum
var tortillas ella var tað encheladas. Men
tá eg skuldi ringja heim via “Operator”, og
tey søgdu mær, at Føroyar ikki vóru til, var
tað ikki so stuttligt longur. Síðani havi eg
hildið jól í Århus í Jægergårdsgade 140
sjey ár á rað.
Hvat ynskir tú tær í jólagávu?
Eg ynski mær eini góð jól, eg ynski
kavajól, og at øll hava tað gott. Og
annars – ja, ein “Swiss Ball” (stødd 65),
vøttir og lingeri frá Siri.
Vár Berghamar Jacobsen
3 4 5 4 0 0
NISSAN 4x4. NATURALLY CAPABLE.
www.autoservice.fo
PhotoCare klárar allar jólamyndirnar!
31 7
9 13
Dr. Jakobsensg. 12
FO-100 Tórshavn
njac@kallnet.fo
Telefon 47 81 70
NILAN:
Ventila tións-
verk við
innbygdari
hitapumpu
TRYGGJAR GOTT INNIKLIMA VIÐ AT:
• Tryggja støðuga útskifting av luftini
• Hita frísku luftina, sum verður blást inn
• Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini
• Avmarka ovurviðkvæmið
Verður uppsett av góðkendum montøri
Alt innan seyming
– fá alt á sama stað!
Sp/f Marjun Heimá BERNINA
C. Pløyensgøta 4 · 100 Tórshavn · Tel 31 25 31
...altíð ein metur
frammanfyri!
Verður keypt av netinum
á ergo.fo, verður latið
10% í avsláttri!
J.C. Svabos gøta 6 · Tlf 315 777
ergo@ergo.fo · www.ergo.fo
DYNAMO stólar