hósdagur 28. desember 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 238 - 8. desember 2006
tíðindi
Starvslýsing
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
sansir.fo
– Um landið hevði
dugað eins væl við
fíggjarstýringini
sum Tórshavnar
Kommuna, so hevði
staðið ótrúliga væl
til í Føroyum. Tað
sigur borgarstjórin í
størstu kommununi
í landinum, um
atfinningarnar
sum Búskaparráðið
setir fram móti
fíggjarstýringini hjá
kommununum
BÚSKAPUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Heðin
Mortensen
er
greiður í síni talu og
orðum, tá vit spyrja hann
um atfinningarnar sum
Búskaparráðið setir fram
móti fíggjarstýringini hjá
kommununum.
Í einum samandrátti,
sum Búskaparráðið hevur
gjørt av frágreiðingini,
verður sagt: “Ein enn
størri trupulleiki er tann
vantandi fíggjarstýringin av
kommunubúskapinum.”
Hesum hevur borgarstjórin
í landsins størstu kommunu,
Heðin Mortensen, ikki
serliga nógv til yvirs fyri.
– Eg kann siga stutt og
greitt, at um landið hevði
stýrt eins væl fíggjarliga
sum vit í Tórshavnar
Kommunu, so hevði staðið
væl til í Føroyum, sigur
Heðin Mortensen avgjørdur
á málinum.
Nakað av atfinningum
hava
verið
frammi
mótvegis fíggjarætlanini hjá
Tórshavnar Kommunu fyri
komandi ár, har ein nógvar
stórar og kostnaðarmiklar
íløgur verða framdar.
– Vit skylda ongar pengar.
Vit hava eina góða og effektiva
umsiting, og tær íløgur vit
nú gera, eru neyðugar, slær
borgarstjórin í Tórshavnar
Kommunu fast.
– Her er talan um íløgur,
vit hava fingið álagt at gera,
millum annað frá løgting
inum.
Heðin Mortensen vísir á,
at tað í hansara verð snýr seg
um raðfestingar, tá pengar
verða játtaðir.
– Tað snýr seg um priori
teringar og hvat fæst fyri
pengarnar. Í Tórshavnar
Kommunu fæst service fyri
pengarnar, og eg finni meg
ikki í, um onkur førir fram
at vit ikki stýra væl, sigur
Heðin Mortensen, sum
heldur at landið brúkar alt
ov nógvan pening til hørð
virði.
Um spurningin um eina
felags fíggjarrammu, sigur
Heðin Mortensen, at tað
sjálvandi hevði verið gott um
land og kommunur tosaðu
betur saman, men at tað
sum nú er, er tað altíð landið
sum kemur við áleggingum
til kommunurnar, eftir at
fíggjarætlanirnar hjá komm
ununum eru gjørdar.
Landið kundi
lært av okkum
Landið kundi lært av Tórshavnar kommunu, heldur Heðin
Mortensen