Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 8. desember 2006 7 tíðindi Bjarni, Mortan, Jytta og Benjamin ganga øll á SIT í Havn. Tey fingu 13 fyri eina uppgávu fyri einum góðum mánað síðani, og tað fekk umrøðu í Sosialinum. Nú hava tey fingið enn eitt 13- tal fyri eina verkætlan TEKNISKI SKÚLI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Fyri einum góðum mánað síðani skrivaðu vit um ein verkætlanarbólk, sum fekk 13 fyri eina uppgávu um elorku í Føroyum. Fýra næmingar, sum ganga í Tekniska skúla, vóru í bólkinum. Nú hava tey fýra ikki gjørt mætari enn at vinna sær enn eitt 13-tal fyri eina verkætlan. Hesaferð skrivaðu tey í markn­aðarlæru. Evnið var SMS, og tey skuldu velja tríggjar handlar, sum tey skuldu meta um. Tey fýra, sum fingu 13 fyri síðstu verkætlan, Bjarni Skaalum, Mortan Olsen, Jytta Olsen og Benjamin Hansen, høvdu valt at arbeiða saman aftur hesaferð. – Vit kenna hvønn annan væl, og vit arbeiða væl sam­ an. Vit hava ymiskar styrkir, og soleiðis eru vit rættiliga væl fyri. Vit eru eins og ein persónur við fýra heilum, siga tey. Tey fingu ikki nógva tíð at fyrireika seg, men tað gekk væl hóast alt. – Vit høvdu gjørt film, og vit høvdu tónleik í bak­ grundini. Vit høvdu eis­ini fingið jingluna frá SMS. Hesa fingu vit frá Graf­ikk­ studio, og vit vilja fegin takka teimum, siga tey. Tað koyrdi bara hjá okk­ um, tá ið vit komu inn til munnliga framløgu, siga tey. Hesi fýra eru sjálvandi sera glað fyri byrjanina í Tekniska skúla. Tey hava fingið tvey 13-tøl, sum eru farin beinleiðis í prógvið. Hetta var als ikki nakað, sum tey høvdu væntað. – Vit eru als ikki nørdar. Vit fingu ikki gott prógv í fólkaskúlanum, men hetta prógvar, at øll kunnu, um tey vilja gera nakað fyri tað, siga tey. Góðu úrslitini fær tey eisini at hugsa um møguliga at fara undir víðari útbúgving. – Tað var kanska meira ætlanin at fara í læru onkra­ staðni, men góðu metini hjá okkum fær okkum at hugsa um at fara undir víðari útbúgving. Tað er í øllum førum hugaligt at ganga í skúla, tá ið tað gongur væl, siga tey fýura at enda. Enn eitt 13-tal Hesi fýra hava higartil fingið tvey 13-tøl í prógvið. Frá vinstru: Bjarni Skaalum, Jytta Olsen, Mortan Olsen og Benjamin Hansen Mynd: Jens Kr. Vang Vilja hjálpa Svínoy Tingmenn vóru yvirhøvur sera jaligir, tá Løgtingið í gjár umrøddi ein fyrispurning, sum Karsten Hansen hevði sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni um havn og tunnil í Svínoy. Landsstýrismaðurin segði, at Landsverk er komið so væl áleiðis við ymsum kanningum, og at ábendingin er, at tað skilabesta er at gera eina havn vestantil á oynni. Einki er sett av á fíggjarlógini til hetta, men tingmenn nevndu, at tað ber til við einari eykajáttan. Skatturin hækkar Bygdaráðið í Sørvági hevur samtykt at hækka skattin, so hann verður 20,5 prosent í 2007. Hann er 19,75. Samstundis hækkar barnafrádrátturin úr 3.500 í 4.000 krónur, og barnaansingin fær systkinaavsláttur. Sørvágs kommuna hevur sett ikki minni enn 23,6 mió. krónur av til íløgur næsta ár. Av hesum fara 5,6 mió. krónur til vegir, fýra mió. krónur fara til byggibúning, 2,5 mió. krónur fara til havnina og ein mió. krónur til vetrarfriðing. Jan Mortensen sigur, at høvuðslutirnir í frágreiðingini frá Bú­skap­arráðnum eru tørvurin á arbeiðs­ megi og kommunali geirin, og har er hann samdur við ráðnum í teirra atfinningum BÚSKAPUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Jan Mortensen er stjóri í Vinnu­húsinum. Hann sigur, at hóast tað í frágreiðingini frá Búskaparráðnum verð­ur varpað ljós á fleiri trup­ulleikar við føroyska búskap­inum, so eru tað eftir hansara tykki tveir høvuðslutir, sum stór vekt eigur at verða lagd á. – Har vera ymisk ting tik­ in fram, men tað eru eft­ir mínum tykki tveir høvuðs­ trupulleikar í før­oyska búskapinum, sum eisini verða nevndir í frá­greiðingini, sigur Jan Mortensen. – Tann eini trupulleikin er tørvurin á arbeiðsmegi í Føroyum. Tað verður nevnt tíðliga í frágreiðingini, men so verður ikki gjørt meiri við evnið. Tað undrar meg eitt sindur, og eg kundi eisini hugsað mær, at teir gjørdu meiri við tað, sigur Jan Mortensen. Hann heldur, at tørvurin á arbeiðsmegi longu í dag er ein trupulleiki, og um vit ikki gera nakað við trupulleikan nú, so fáa vit ein stóran samfelagsligan trupulleika um nøkur ár. Jan Mortensen vísir á, at vit áttu at fingið arbeiðs­megi inn úti frá, fyri at fáa loyst tær uppgávur, sum skulu gerast. Spurdur um arbeiðs­markn­ aðurin er búgvin til hetta, svarar stjórin í Vinnuhúsinum, at tað er heldur ein spurningur um arbeiðsmarknaðurin hev­ ur ráð til annað. Jan Mortensen undrast eisini á, at onki verður gjørt við henda trupulleikan frá politiskari síðu. – Ofta hava vit hoyrt, at hetta er eitt øki, sum hoyrir til danskar myndugleikar, men um danskir myndugleikar ikki vilja gera nakað við henda trupulleikan, so haldi eg, at vit eiga at yvirtaka økið, heldur Jan Mortensen. Kommunali geirin Hin høvuðstrupulleikin er fíggjarstýringin hjá komm­ unum. Tað, sum Jan Mort­en­ sen kallar kommunali geirin. – Land og kommunur mugu gera felagsfíggjarætlanir. Tað vildi verið púra natúrligt, um kommunufeløgini gjørdu hesar ætlanir í samstarv við landið. Megna feløgini ikki tað, so mugu politikarar landsins hava dirvi til at gera tað, heldur stjórin í Vinnuhúsinum. – Í kommununum síggja vit gjøgnumgangandi ein góðan hug at brúka pengar. Men hugurin er minni góður til at hava eitt lágt skattaprosent, sum hevði tryggjað ein góðan trivna, sigur Jan Mortensen. Upplop Í frágreiðingn sínari sigur Búskaparráðið, at vøksturin í búskapinum neyvan fer at halda áfram við somu kós og somu ferð. – Tann trongheitin vit síggja á arbeiðsmarknaðinum ger, at ferðin ikki far verið tann sama. Hinvegin síggja vit heldur ikki tekin um nakra niðurgongd, sigur Jan Mortensen. Vit spyrja eisini stjóran í Vinnuhúsinum, hvat hann heldur í mun til spurningin um inn- og útflutning. – Við nýggju lánimøgu­ leik­unum, vit hava fingið frá bankunum, hava føroyingar fingið eitt fíggjarligt frælsi. Og sjálvandi sæst ein bein­ leiðis ávirkan av tí beint tá, sigur Jan Mortensen, sum heldur at talan er um eitt upplop. – Men er eitt stórt undirskot á handilsjavnanum fleiri ár á rað, so hava vit ein trupulleika, sigur Jan Mortensen. Høvuðslutirnir eru tørvurin á arbeiðsmegi og kommunali geirin