hósdagur 28. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 238 - 8. desember 2006
tíðindi
Stívliga 60 mans,
sum eru við
langfaraskipunum
Skálabergi og
Sundabergi fara
at halda jól í
russiskum sjógvi í
Barentshavinum í ár
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ert tú fiskimaður, liggur
tað ikki í tínum hondum at
avgera, nær tú ert heima, og
nær tú ert burtur. Tú kanst
í ein ávísan mun leggja til
rættis tíðina umborð, men
tað vil altíð vera soleiðis, at
tú onkuntíð kundi hugsað
tær at verið heima, tá ið tú
noyðist at vera burtur.
Burtur á jólum
Allir fiskimenn kundu eins
og flestu onnur hugsað sær
at verið heima á jólum, men
soleiðis fellir tað ikki altíð
hjá sjófólki, minni enn so.
Báðir langfaratrolararnir
hjá JFK-Troli í Klaksvík
verða burtur á jólum. Um
ársskiftið, tá ið fólk hugna
sær heima við hús saman við
sínum kæru, verða stívliga 60
mans, sum sigla við hesum
báðum skipum, í russiskum
sjógvi í Barentshavinum.
Hanus Hansen, stjóri
í JFK-Troli, sigur, at
Skálaberg hevur roynt har
uppi í eini 25 samdøgur, og
Sundaberg er nýliga farin og
nærkast nú fiskileiðunum
har eysturi.
– Fiskiskapurin í russ
iskum sjógvi hevur verið
brúkiligur, síðan Skálaberg
byrjaði nýggjan túr. Gongst,
sum ætlað, koma bæði
skipini heimaftur einaferð í
januar mánaða.
Hann sigur, at útlitini
í Barentshavinum eru, at
kvoturnar fara at minka, men
prísirnir hava verið góðir.
– Árið í ár hevur roynst
rímiliga væl hjá báðum
skipunum, og vit vóna, at
komandi ár eisini verður
á eini leið, sigur Hanus
Hansen.
Svartkalvi
Sundaberg var á Klaksvík
herfyri, har okkurt var gjørt
við spølini.
Skipið hevur roynt eftir
svartkalva í Grønlandi, og
reiðarin sigur, at veiðan á
túrinum var eini 300 tons.
Nú skipið var heima á veg
upp í Barentshavið, løgdu
teir ikki veiðina upp.
– Svartkalvin er umborð
enn, og tá ið skipið kemur
heim aftur úr Barentshavinum
í januar, verður øll veiðan
løgd upp, sigur reiðarin,
Hanus Hansen.
Manningarnar
við Skálabergi
og Sundabergi
burtur á jólum
Sundaberg í Ánunum herfyri – júst afturkomin úr Grønlandi, har teir hava fiskað svartkalva. Síðan bar leiðin upp í Barentshavið,
har bæði Sundaberg og Skálaberg verða um jólini
Mynd: Jens Kr. Vang
Stórar ætlanir
Bygdaráðið í Hvannasunds kommunu hevur stórar
ætlanir, og tað sæst eisini á fíggjarætlanini fyri 2007, tí
íløgurnar eru lutfalsliga stórar samanborið við støddina á
kommununi. Bygdaráðið hevur játtað tríggjar mió. krónur
til skúlaútbygging, tvær mió. krónur skulu brúkast til
útstykking og at keypa lendi fyri, og ein mió. krónur fara
til vatnreinsiverk. Skattaprosentið í kommununi er 20,1, og
tað er tað sama sum í ár.
Kveikingardagur
Týskvøldið í næstu viku skipar Agenda 21 Stovan fyri
kveikingardegi um burðardygga menning á Hotel Hafnia
í Havn. Tiltakið er serliga ætlað kommunupolitikarum,
kommunalum starvsfólki og øðrum, sum hava áhuga fyri
at skapa sjálvberandi og varandi menning í kommununum.
Greitt verður frá føroyskum og íslendskum verkætlanum, og
høvi verður at kunna seg um møguleikar fyri orkusparing á
kommunalum stovnum.
Klæmint Weihe,
stjóri í SEV, sigur,
at elfelagið er líka
so ovfarið um olju
lekarnar á tanganum
á Vágsverkinum
sum Brunaumsjón
Landsins, og tí
verður helst ein óheft
kanning sett í verk
Oljuleki
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Jú, vit standa eisini spyrj
andi, hvussu hetta kundi
henda. Vit hava syrgt fyri
tí regluliga eftirliti, sum
skal gerast – og so kortini
hendi hetta, sum ikki eigur
at henda.
Klæmint Weihe, stjóri í
SEV, sigur, at elfelagið í
løtuni umhugsar, hvat gerast
skal til tess at fyribyrgja, at
slíkt ikki hendir aftur.
– Vit umhugsa ymiskar
møguleikar, og ein er at
seta í verk eina óhefta
kanning sum kanska kann
siga okkum, hvørji ráð eru
til at taka.
Nýggjur botnur
Klæmint Weihe sigur, at nú
oljan er fingin úr tanganum,
umhugsar SEV eisini, hvat
skal gerast við stóra tangan
á Vágsverkinum, sum lak í
tveimum støðum.
– Enn er eingin endalig
avgerð tikin, men ein
møguleiki, sum vit umhugsa,
er, at kappa tangan av og
síðan byggja ein nýggjan
botn undir hann.
Stjórin vísir á, at SEV
hevur fylt 1.500 tons av olj
uni, sum var í tanganum á
Oyrunum, í tangar, sum fel
agið hevur á Sundi, og síðan
er restin fylt í tann minna
tangan, ið stendur við síðuna
av tí, sum fór at leka.
Hann sigur, at oljan, sum
er á Sundi, er av júst sama
slagi, sum oljan, ið nú er
komin av Vágsverkinum.
–
Slamsúgvarar
hjá
IRF hava tikið nøkur tons
av olju, sum eru farin til
oljureinsivirkið á Kambsdali,
og síðan er nakað farið út í
tangagarðin, sum í samráð
við myndugleikarnar á
økinum verður reinsaður.
Virksemið tryggjað
Klæmint Weihe sigur, at
sjálvt oljutapið er ikki stórt,
men tað virksemið, sum var
í Oyrunum í sambandi við
hendingina, sjálvandi kostar
nakað av peningi.
– Okkara virksemi er tryggj
að, og sum tíðin líður, fæst
greiði á, hvat oljulekarnir og
tað virksemi, sum gjørdist
neyðugt í hesum sambandi,
fer at kosta felagnum, sigur
stjóri í SEV.
SEV um oljulekar:
Eru líka so ovfarin sum Brunaumsjón Landsins
– Enn er eingin endalig
avgerð tikin, men ein
møguleiki, sum vit umhugsa,
er, at kappa tangan av og
síðan byggja ein nýggjan botn
undir hann, sigur stjórin í
SEV, Klæmint Weihe