Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 8. desember 2006 9 tíðindi - Samráðingarnar um nýggjan sáttmála, ganga væl og allir partar hava sett sær fyri at sleppa undan semingsmanninum hesuferð. Men nú nærkast eini avgerð, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum Sátt­mála­sam­ráð­ ing­ar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Samráðingarnar ímillum Starvs­­man­­n­a­­fel­ag­ið øðru­ meg­in og al­men­nu og hálv­ al­mennu arb­eiðs­gev­ar­ar­nar hinumegin um ein nýg­gj­an sáttmála, nærkast nú end­ an­um. Formaðurin í Starvs­man­ na­fel­ag­num sigur, at sam­ ráð­ing­ar­nar hava gingið væl, men at nú nærkast av­gerð­in um tað verður egg ella ungi. - Vit hava havt níggju ella tíggju samráðingarfundir og tann seinasti var í gjár. Men nú eru vit so eisini komin hartil, at vit fara at orða uppskot til eina semju, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hesar samráðingarnar eru serligar við tað, at Starvs­man­na­fel­ag­ið hesu­ ­ ferð samráðist bæði við Fìggjarmálaráðið, Kom­mu­ n­ala Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag­ið og SEV ísenn fyri at taka allar hesar tríggjar mót­part­ ar­nar í einum. Gunnleivur Dalsgarð sig­ ur, at hetta ger sam­ráð­ing­ ar­nar serliga avbj óðandi, tí hóast allir tríggjar partar hava somu sj ónarmið á nógv­um økjum, hava teir ei­sini hvør sínar serstøður á á­vísum økjum og tað er ein av­bj óðing at samansj óða øll sj ónarmiðini. - Men samráðingarnar hava verið ógvuliga ja­ lig­ar og allir partar sam­ráð­ast við einum son­num vilja til at røkka á mál, sigur formaðurin í Starvs­man­na­ fel­ag­num. Hann leggur afturat, at enn hevur ikki verið upp á tal at senda boð eftir sem­ ing­s­­ manninum. - Vit hava verið rættiliga ó­samd um nógv viðurskifti, men vit hava sett okkum fyri at vit skulu avgreiða samráðingarnar einsamallir uttan at tað skal vera neyð­ ugt at boðsenda sem­ings­ man­ni­num, sigur Gunn­leiv­ ur Dalsgarð. So fer tíðin at vísa um tað fer at eydnast! Fara at orða uppskot til semju Hann sigur, at partarnir ha­va nú verið ígjøgnum all­ ar sáttmálarnar. Í øllum førum eru sam­ráð­ ing­ar­nar komnar so mikið á­leið­is, at nú skal uppskot til eina semju orðast. Gunnleivur Dalsgarð sig­ ur, at beint fyri jól skulu part­ar­nir hittast aftur at við­ gera uppskot til semju. Men við hesum er ikki sagt, at tað endar við semju, tí onki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt. - Tað er alt ov tíðliga at siga nakað um enn, leggur hann afturat. Men hann sigur, at upp­ legg­ið frá Starvs­man­na­fel­ ag­num er, at partarnir gera ein sáttmála, sum er væl longri enn vanligt. - Okkara upplegg er framvegis, at vit gera ein fýra ára sáttmála við teim­ um ásetingum, sum vit hal­da, at ein so drúgvur sáttmáli eigur at hava, sigur Gunnleivur Dalsgarð. -Tað veldst alt um, hvuss u góð­ar sømdir vit fáa, leggur hann afturat. Hann vísir tó á, at Starvsmannafelagið fer ikki at skriva undir ný­gg­j­an sáttmála, fyrrenn á­lit­is­fólk­ ini eru sloppin at siga sína hugsan. Hann ásannar kortini, at samráðingarnar hava verið ov drúgvar, men tað er tí, at Fìggjarmálaráðið hevur samráðst við onnur feløg inn ímillum. Nú verður egg ella ungi hjá Starvsmannafelagnum Samráðingarnar ímillum Starvsmannafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið, Kommunurnar og SEV hinumegin, eru í einum jaligum anda og allir partar hava sett sær fyri at koma til eina semju. Um tað eydnast, fáa vit at vita heilt skjótt, tí nú fara vit at skriva uppskot til semju, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannfelag fara nú at siga sáttmálarnar við arbeiðsgevararnar upp. Eitt krav verður tímalønin skal hækka. Hini arbeiðarafeløgini hava ikki tikið støðu Sátt­mála­sam­ráð­ ing­ar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey tímaløntu í Føroyum skulu hava meiri í løn. Tað heldur Føroya Ar­beið­ ara­­fel­ag. Sáttmálin ímillum ar­beið­ ar­a­fel­øg­ini og Ar­beiðs­gev­ ar­ar­nar gongur út 30 apríl. Og Inge­borg Vinther sigur, at æt­lan­in er at siga hann upp, so at samráðingar kunnu takast upp um ein nýggjan sátt­mála. Uppsagnarfreistin er fýra mánaðir, so upp­søgn­in verður send ar­beiðs­geva­r­un­ um nú fyri nýggjár. Og hon váttar, at eitt av høv­uðs­krøv­un­um í teimum kom­an­di samráðingunum, verð­ur at tímalønin skal hæk­ka. - Hesi bæði seinastu árini eru prísirnir farnir nokk so fitt upp og tí er stundin kom­in til at tímalønin hjá vanligum verkafólki hækk­ ar einaferð afturat fyri at byrg­ja upp fyri tí, sigur Inge­borg Vinther. Hon nevnir ikki minst, at oljan er dýrkað rætt­i­li­ga nógv, men allar prís­hækk­ ing­ar­nar gera, at tímalønin er afturútsigld. - Men hvuss u stór løn­ar­ krøv­ini verða, er ó­mø­gu­­ligt at siga nakað um enn. Føroya Arbeiðarafelag og Havn­ar Arbeiðsmannafelag hava samstarvað nógv hesi seinastu árini. Og eisini Hans Joensen, formaður í Hav­nar Arbeiðsmannafelag, stað­ fest­ ir, at sáttmálin verð­ur sagdur upp. - Tað er ongin ivi um, at tíma­løn­in skal upp, tí hesi sein­astu árini eru prísirnir hækk­að­ir nógv og fylgir tíma­løn­in ikki við, verður hon afturútsigld, sigur hann. - Vit noyðast at hyggja eftir gong­d­ini í samfelagnum hesi seinastu árini. Hendan gjøg­num­gongd­in fer so at verða grundarlagið und­ir krøvunum til ar­beiðs­gev­ar­ ar­nar. - Men vit fara bara at seta veru­leika­kend krøv, leggur hann afturat. Men hann ivast heldur ikki í, at onnur krøv verða eisini, eitt nú í sambandi við viðbøtur. Hans Joensen sigur, at ætlanin er at Føroya Ar­­beið­ ar­­afel­ag og Havnar Ar­­beiðs­­ man­­na­­fel­ag fara til sam­ráð­ ing­ar við felags krøv­um, men hann vónar, at øll arbeiðarafeløgini kunnu sam­star­va og samráðast við ar­beiðs­gev­a­rar í felag. - Tað hevði tænt arbeiðaragjøldini best, staðfestir hann. Hinvegin hevur Havnar Ar­beiðs­kvin­nu­felag ikki tik­ ið støðu. Vígdis Johannesen, for­ kvin­na, sigur kortini, at hon vænt­ar, at felagið fer at siga sátt­mál­an upp. - Tað hava vit altíð gjørt, tí tað eru altíð onkrir bat­ ar, sum kunnu gerast í sátt­ mál­an­um, so tað vænti eg ei­s­­ ini, at vit fara at gera hesu­ ferð. Og hon sigur, at uttan iva verð­ur lønarhækking eitt krav, tí tað gongur alsamt fram­á í samfelagnum og tað eig­ur eisini at síggjast aftur í tímalønini. Klaksvíkingar ivasamir Hinvegin eru klaksvíngar meiri ivasamir. Hvørki Klaks­vík­ar ar­beiðs­man­na­ fel­ag ella –kvinnufelag, hava gjørt av um tey fara at siga sáttmálan upp, ella ikki. Men fundur hevur verið í báðum feløgunum og tey báðar nevndirnar hava fing­ ið heimild frá limunum at siga sáttmálararnar upp. Um hendan heimildin so verð­ur brúkt, er ikki greitt enn. Dia Reyðberg, for­mað­ur í Klaksvíkar Ar­beiðs­man­na­ fel­ag, sigur fyri egnu rokn­ ing, at hann vónar, at sátt­ mál­in verður sagdur upp. Og hann vónar eisini, at øll arbeiðarafeløgini kunnu samansj óðað krøvini til arbeiðsgevararnar og sam­ ráð­ast saman. - Tað verður neyvan, at feløgini fara til ar­beiðs­gev­ar­ ar­nar, hvør við sínum krøv­ um. Vit plaga at samansj óða sam­ráð­ing­ar­nar og tað gera vit helst eisini hesuferð, sig­ ur hann. Hanna Isaksen, for­kvin­na í Klaksvíkar Ar­beiðs­kvin­nu­ felag, sigur, at enn er støða ikki tikin til um sáttmálin verð­ur sagdur upp, so hon fær onki sagt enn. Mangan hava samráðingarnar ímillum Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar verið harðar. Nú skulu tey hittast aftur Vilja hava meiri í løn