Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 238 - 8. desember 2006 Nýggjasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum mælir til, at landið tálmar konjukturunum. Búskaparráðið nevnir eina endurskoðan av rent­u­ stuð­ul­in fyri sethúsalán og setir spurnartekin við sign­al­virðið í skattalættanum, sum er partur av sam­ gonguskjalinum. Harafturat mælir Búskaparráðið til betri stýring av kommunalum íløgum. Rentustuðulin kom fyri at eggja og hjálpa fólki at seta føtur undir egið borð. Tó mugu vit staðfesta í dag, at hann er eitt dýrt tiltak. Politiski viljin tykist tó ikki vera fyri at avtaka rentufrádráttin nú, men ein loysn kundi kanska verið at ásett eitt moderat mestavirði fyri lán, sum rentufrádráttur kundi verið latin fyri, ella niðurtrappað yvir eitt áramál. Hitt málið við skattalættanum er ikki minni pol­it­ iskt eymt, tí at skattalættin er partur av sam­gong­u­ skjalinum, sum trupult verður at koma uttanum hjá samgonguflokkunum, hóast fleiri helst einki høvdu ímóti at broytt ætlaða lættan. Føroyingar eru ikki so væl fyri, at man kann økja skattin. So mikið má standa fast. Hóast góð ár og methøgar inntøkur, so er framvegis hart hjá ungum fólkum at fáa endarnar at røkka saman við húsum, børnum og høgum livikostnaði. Tað skerst ikki burtur, at Føroyar er eitt av heimsins dýrastu londum at búgva í, og tað sæst eisini á húsarhaldsbudgettinum hjá fólki. Trupulleikin við kommununum er, at man politiskt ynskir at leggja størri ábyrgd út til kommunurnar. Hetta sampakkar neyvan við ynskið um at økja sen­ tralu stýringina av, hvat kommunur kunna og ikki. Annaðhvørt hevur man frá landsins síðu álit á komm­ ununum, ella hevur man ikki álit á teimum. Borgarnir kunnu ikki vera tjentir við, at landið leggur sentral øki sum eldrarøkt út til kommunur, sum sama land ikki hevur so mikið av áliti á, at lata tær avgera sjálvar, nær íløgur skulu gerast. Her mugu landspolitikarnir taka eina avgerð. At Búskaparráðið rópar varskó, er eitt gott høvi at hyggja at, hvussu vit kundu hildið almennu út­reiðslu­ num og almenna forbrúkið niðri, og harvið køla bú­skap­­in eitt sindur. Hvussu nógv kostar innkrevjingin av hvørjari krónu í skatti? Hvussu nógv kostar um­sit­ ing­in av t.d. sjúkrahúsverkinum gjøgnum øll lið í um­sitingarketuni per sjúkrasong? Hvat fáa vit fyri skattin? Hvat fyri incitament gevur tað teimum, sum ynskja at virka og liva í Føroyum, men annars eru mobil? Sosialurin Búskaparstøðan Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Vit í Føroyum virka í einum samfelag og í einari verð við nógvum informatiónum, sum kunnu verða við til at skapa fortreytir fyri øktum effektiviteti, økt­um produktiviteti og skjót­ari menning – vit í Før­oy­um eru á veg frá einum veiði­sam­ felag til eitt in­formatións­ samfelag. Informatiónir verða útvegaðar umvegis miðl­ar sum sjónvarp, út­varp, bløð, internet o.a. Tað, sum vit eisini uppliva í stóran mun, er eitt kaos av informatiónum og mein­ ingum, og har tey, sum føra seg fram alment, ikki megna at skapa greiðar boðskapir og seta mál, tosa mest sína egnu egoistisku søk, royna at villeiða, tosa abstrakt ella óítøkjuligt o.a. Í øllum hesum informa­ tiónskaos er sera neyðugt við vitanarpersónum og mein­ingsmyndarum, tvs. per­sónum, sum kunnu draga samanum, koma við røtt­um, undirbygdum og greið­um boðskapum og so­leiðis lyfta seg og okkum burturúr kaos og bíligum undirhaldi av øllum slag. Tað er grundleggjandi munur á informatión og vitan. Vitan fæst við dáta­ viðgerð, analysum av in­forma­tiónum, nógvari nýtslu av tíð, peningi og orku o.a. – strategisk vitan er virðisskapandi uppá ym­iskar mátar. Vantandi vitan sæst aftur í teimum nýggjheitum, sum verða borðnar okkum dagliga - tær eru vanliga útvegaðar skjótt og verða viðgjørdar yvirflatiskt, heildin kemur ikki við, ongin dýbd og eru mangulfullar. Vit ger­ ast tí oftast ikki klókari ella betri fyri av tí vit hoyra og síggja umvegis fjølmiðlarnar – vit gloyma eisini tiðindini ógvuliga skjótt og ongi mørk verða flutt. Harafturat hevur tann nógva informatiónin vit fáa, lutfalsliga avmarkaðar handlingar við sær og lítið og onki fær avleiðingar orsaka av informatión – hetta er serliga galdandi innan politisku skipanina í Føroyum. Eisini uppliva vit endurtøkur og aftur endur­ tøkur av somu informa­tión­ um. Teir meiningsmyndarar, sum royna seg í Føroyum eru mest politikarar og religiøs fólk. Tað er í alt ov lítlan mun vinnulívsfólk og leiðarar, sum bera fram sínar meiningar, trupul­ leikar og vísa á loysnir. Tað, sum eisini eyðkennir meiningsmyndarí í Før­ oyum er, at flestu mein­ ingsmyndarar bara koma fram í sam­bandi við ein­støk primi­tiv og lætt atkomulig mál og nærmast balladu­ makarí. Vit hava snøgt sagt ongar meiningsmyndarar, sum arbeiða pro-aktivt (uppá forkant) ella leiða samfelag og vinnu inn í framtíðina – nakrir politikarar royna kortini, men uttan neyðuga førleikan og royndirnar. Í hesum sambandi er eis­ini lívs­­neyðugt at brúka informa­ tiónir til at siga sannleikan og ger­ast tilvitað um okkara veruligu trupulleikar, so vit finna bestu loysnirnar og varðveita okkara demokrati og møguleikar fyri menn­ ing. Spurningurin er so, um vit framhaldandi skulu verða undirdýkt av onki­ sigandi informatiónum og meiningsloysi, slúka all­ar informatiónir rátt og ókritiskt. ella okkum tørv­ ar kompetentar meinings­ myndarar at byggja sam­ felag, vinnu og borgararar upp við dygdargóðari vit­ an. Verður politiska og vinnuliga arbeiðslagið ikki broytt frá nú av, so megna vit ikki at koma víðari frá einum veiðusamfelag, informatiónssamfelag og til eitt vitanarsamfelag við framburði og menning. Meiningsmyndarar ella bíligt undirhald Reidar Nónfjall Í skjótt 10 ár hevur fólka­ flokkurin sitið við flog­ vallarmálinum og eingin ivi er um, at stóð tað til sitandi landsstýrismann, so var útbyggingin av Vága floghavn ongantíð loyst úr hafti. Ein kann siga, at táver­ andi landsstýrismaður fólka­ floksins veruliga saboteraði útbyggingina av Vága floghavn, tá hann kravdi at danir skuldu gjalda. Bragdi, ið sitandi løg­ maður gjørdi við at loysa málið, er kanska nógv størri enn vit geva okkum far um. Tí eingin sum helst ivi er í míni sál, at tók løgmaður ikki um endan nú, so var eingin útbygging av Vága floghavn farin fram í hesum valskeiði. Vit kunna bert ímynda okkum um hvørjar avleið­ ingar tað hevði havt fyri Vága floghavn, um sam­ gongan frá 1998-2002 tók við aftaná komandi løg­tings­val og málið ikki varð loyst. Øll 8 umboð tjóðveldisfloksins standa sum ein maður ímóti útbygg­ ingini av Vága floghavn, sostatt kundi sitandi lands­ stýrismaður hildið áfram við at lagt fótonglar fyri Vága floghavn. Úrslitið ella grundgev­ ingarnar høvdu tá verið at nú var komið so langt áleiðis við kanningunum og projektering av nýggjum flogvølli, at tær 30 mill. kr. sum ætlanin var at nýta til Vága floghavn, sam­ felagsliga loystu seg bet­ur at nýta til »nýggja flog­ vøllin«. So fólkaflokspolitikkarar haldið uppat við at profilera tykkum við útbyggingini av Vága floghavn, tí sum Haldur Hansen, sáli segði, kundi flogvøllurin rullast saman, so var hann fluttur úr Vágum fyri langari tíð síðani. Hinvegin so var tað eitt sætt bragd, at sitandi løg­ maður uttan hovasták fekk loyst málið. Glantrileikur fólkafloksins Frank Davidsen