hósdagur 28. desember 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 8. desember 2006
Í grein í bløðunum 17.11.06
sigur Óli Jacobsen meg
lúgva, tá eg fortelji, at eg
fór inn í málið um kryvji
maskinuna, tá reiðari hevði
kroyst manningarnar longur
enn loyvt var, og teir onga
hjálp høvdu fingið frá Óla.
Søgan er henda: Vit fingu
kryvjimaskinu
umborð
januar - februar í fjør. Á,
tann Harrans lætti.
Í apríl mánað fekk eitt
trolarapar, vit høvdu tætt
tilknýti til, somu útgerð.
Nakað áðrenn hetta arbeiðið
var liðugt, fortaldu hesar
manningar okkum, at teir
umvegis skiparan høvdu
fingið at vita, at teir sjálvir
skuldu gjalda hesa útreiðslu
fyri reiðaran.
Vit lógu á Toftum, og eg
ringdi beint til Óla og bað
hann kvala hesa ætlan í
føðingini, tí hetta var greitt
álitis- sáttmálabrot, sum fór
at skapa fordømi fyri aðrar
reiðarar.
24. apríl koma manning
arnar til skipini, sum nú
hava
nevndu
maskinur
installeraðar. Áðrenn mynstr
að verður, kemur reiðarin
umborð við einum pappíri,
har hann krevur, at fólkið
skal gjalda maskinurnar
við einum hálvum parti
frá hvørjari manning t.v.s.
hálvum øðrum parti,annars
fekk tað fylgjur.
Umboð fyri manningarnar
ringja til F. F. at klaga.
Boðini frá Óla vóru: “Tit
skulu ikki skriva undir!”
og so var samrøðan liðug.
Var Óli nakar maður tá, so
troppaði hann sjálvur upp
á kajini og legði skipini
við brestin, inntil mynstrað
varð eftir galdandi sáttmála.
Manningarnar vóru tá so
sperdar, at tær skrivaðu
undir.
Mundi
Erlendur
Patursson, sum fór í geglið
fyri sínar limir, havt handlað
so jonkasliga?
Hetta var 24 apríl, og
skipini gera hálvan annan
túr og koma inn við maskin
skaða 8. mei. Tástani frætti
eg, hvussu kroystar mann
ingarnar høvdu verið.
Nú sá eg onga meining í
at ringja aftur til Óla, men
ringdi til næstformannin,
sum eg havi samstarvað
væl við í 30 ár.
Eg spurdi hann, hvat
nevndin í F. F. segði til, at
reiðari hevði kroyst sínar
menn til sáttmálabrot.
Svarið var, at nevnda mál
hevði ikki verið fyri á fundi,
og sjálvur hevði hann bara
hoyrt hesi tíðindir í einum
føðingardegi. Tá hugsaði
eg: drìvur Óli F. F. sum
sína egnu kiosk, tá hann
ikki orienterar nevndina
um slíkt álvarsmál?
Einar
fimm
minuttir
eftir samrøðuna við næst
formannin, ringir Óli og
spyr, hvat eg vil. Eg for
telji honum søguna og
sigi annars, at nú fari eg í
bløðini við málinum.
Tann 11. mei skrivar Óli
bræv til Reiðarafelagið (end
urgivið 17.11.06), har hann
í sera mjúkum vendingum
átalar at ávísir reiðarar meir
ella minni trýsta fiskimenn
at skriva undir...
Tann 13. mei skrivar
Edvard í Skorini Joensen
eftir áheitan frá mær grein
um málið í Sosialinum.
Tá var skipara og Naviga
tørfelagið eisini komið
uppí.
Var Óli farin inn í mál
ið, tá eg gav honum tað
fyrsta preiðið, høvdu 3
manningar sloppið undan
at verið eyðmýktar av sín
um reiðara, og Óli hevði
borið seg at sum ein rættur
fakfelagsmaður. Tað gjørdi
hann ikki.
Nei, Harra formaður!
Dan R. Petersen lýgur
ikki. Hann hevur sera gott
minni, og so noterar hann
sær dato.
Hesa søguna kenna nógv
ir sjómenn og rista við
høvdinum yvir sín formann.
Tað er millum mangt annað
slíkar hendingar, sum hava
gjørt, at eg ætli at loysa
hann av 31. januar 2007.
Óli, sannleikin og kryvjimaskinan
Dan R.
Petersen
Í danska sjónvarpinum var
aftur sjón fyri søgn, hvussu
limirnir í tinginum skapa
sær sína egnu mentan, sum
teir barnsliga uppáhalda,
uttan mun til hvat rørir seg
millum borgarar í hesum
landi.
Í kjakinum um samkynt
og teirra rættindi ella tørv
á rættindi, hevur verið sagt
og gjørt almikið, uttan
tó at veruliga málið hev
ur flutt limirnir eitt vet í
parlamentarisku viðgerð
ini.
Í tingvarpinum hevur
verið møguligt at fylt við
orðaskiftinum í tinginum
um at veita samkyntum
innivist grein 266B í revsi
lógini, og tað var ikki huga
ligt at síggja landsins kosnu
grundgeva fyri sínum sjón
armiðum, og í álvara ikki
himpraðust at skjóta seg
undir bæði Gud og hin grá
beinta.
Av teimum, sum býttis
liga hjálptu sær við Bíbli
uni, snúði tað seg ikki
um at skapa rættvísi fyri
ein minnilutabólk – ja, í
veruleikanum er hugsandi,
at tinglimirnir, sum mót
mæla uppskotinum, eru
fullkomiliga líkasælir um
støðuna hjá teimum sam
kyntu.
Tað snýr seg ivaleyst meira
um spæl fyri gallarínum,
fyri at tekkjast veljarum.
Ikki vist at allir veljarar hjá
mótstøðufólkunum góðtaka
teirra fjákalótir, og vónandi
verður tað ikki gloymt, tá
tað aftur stundar móti vali.
Tað vanlukkuliga í øllum
hesum er, at tingið er
avdúkað – bæði herheima
og í útlandinum, sum eitt
avoldað
ódemokratiskt
parlament, har tey mest víð
gongdu sleppa at koma til
orðanna, uttan at fáa veru
ligt mótspæl frá øðrum ting
fólkum, sum kanska ikki
tíma at øna teimum aftur.
Eg ivist ikki í, at flest
tingfólk eru hampakvinnur
og –menn, sum taka sítt
arbeiði í størsta álvara,
men hvat er til at taka, tá
orðaskifti í tinginum verður
drigið niður á so lágt støði,
at tað kanska er skomm at
svara aftur?
Eitt er vist: vit byggja
einki land við slíkum aftur
haldskreftum, sum bert
hava í huga at ”frelsa”
neyðars borgarar í hesum
landi – og tað frá landsins
hægsta røðarapalli. Mín
áheitan til Jenis, Gerhard
og Bill, bara fyri at nevna
nakrar – farið í tykkkara
bønarhús við persónligu
kristnu sannføring tykkara
og latið onnur, sum virða
sítt tingarbeiði, smíða land
sins lógir.
So kann hvalvíksprestur
halda sínar prædikur í kirkj
uni, og ikki sum í danska
sjónvarpinum, rósa sær av,
at í Føroyum kann hann
kalla samkynd pædofil og
samstundis viðganga, at tað
kann hann ikki í Danmark,
tí har er ”sexuel orientering”
innlimað í grein 266B,
og tá hevði hann framt
lógarbrot. Er tað ikki nóg
greitt fyri tingfólkunum og
føroyingum annars, at júst
hetta er kjarnin í málinum?
Hvussu við lógarsmíðin
um í framtíðar føroyska sam
felagnum, tá eitt so pinku
lítið mál kann fylla so nógv
í Føroyum, at tað frættist
Dagny
Joensen
Sermentanin í tinginum
11
Í sambandi við tíðindasend
ingina í SvF í gjárkvøldið
kom fram, at tað var ein
sjálvfylgja at allur Javnað
arflokkurin atkvøður fyri
grein 266b í revsilógini. Eg
vil bara minna á, at hetta
mál tvær ferðir fyrr hevur
verið til atkvøðugreiðslu í
tinginum. Fyrru ferð í mai
1988 við sama orðaljóði.
Tá hevði Javnaðarflokk
urin átta tingmenn, har allir
atkvøddu ímóti. Teir vóru:
Poul Jacob Olsen, Tórálvur
Mohr Olsen, Henrik Old,
Jørgen Thomsen, Jóannes
Dalgsgaard, Jákup Linden
skov, Sverre Midjord og
Tummas Arabo.
Tá málið var til viðgerðar
í fjør vóru teir fýra av sjey,
sum atkvøddu »ja«. Í sjón
varpsins eygum er tað væl
ein stór framgongd.
Kanska ein framgongd?
løgtingsmaður
Henrik Old
Petur Skeel, veð
urfrøðingur, vænt
ar ikki eitt blítt
vikuskifti um oyggj
arnar
VEÐRIÐ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Leygardagin
verður
vindur av útnyrðingi, og
hann veksur vindin út á
kvøldið. Tað verður turt.
Sunnunáttina og sunnudag
in kemur eitt djúpt lágtrýst
við hvarvi inn yvir oyggj
arnar.
- Talan er um líka djúpt
látrýst sum í ódnini í 1988,
sigur Petur.
Hetta gevur storm av
landsynningi og í støðum
upp í hvassan storm.
Hann minkar vindin eitt
vet sunnudagin. Veðrið
heldur fram mánadagin við
nógvum vindi.
Hitin leygardagin verður
3 - 6 stig. Sunnudagin verð
ur eitt sindur lýggjari - upp
til 8 stig. Mánadagin verður
aftur kaldari.
Undirsjóvartunnil millum
Hvítanes og Eysturoy eigur
at verða gjørdur skjótast til
ber. Metingar vísa at hetta
vegastrekki fer at hava nógv
mestu ferðslu í Føroyum.
Talið av bilum verður so
stórt, at verkætlanin kann
fíggjast við rímiliga lágum
tunnilsgjaldi.
Hesin tunnil opnar fyri
ótali av nýggjum møguleik
um, ikki bara í Runavík men
víða um.
Dundrandi skeiv
vegaføring
Eg taki mítt uppskot fram
aftur, har tunnilin gongur
millum Hvítanes og Rit
uvíksháls og verður stívar
7 km langur.
Út fyri Hvítanesi er dýp
ið minst og verður farið
tann vegin, verður hallið í
tunlinum so lítið, sum til ber,
við teimum fyrimunum, tað
gevur.
Tunnilsmunnarnir vera í
óbygdum øki við møguleik
um fyri íbindingum í fleiri
ættir. Eystari tunnilsmunnin
liggur væl fyri til íbinding í
nýggjan veg omanfyri hús
ini í Runavík. – Hesin vegur
má fáa høgan prioritet fyri
at lætta um vaksandi ferðslu
trupulleikar í Runavík.
Tunnilin kann gerast
stytri, um farið verður móti
Æðuvík, men spurningur er,
um tað loysir seg.
Flogvøllur
Í 1963 varð kanning gjørd
at finna best egnaða
plássið til alterna
tivan flogvøll.
Skorhæddin var
mett at vera besta
plássið og grund
gevingar vóru
1. Møguleikar
fyri instrument
flúgving
2. Økið er mitt í
Føroyum
3. Møguleikar eru
fyri tvørbreytum
Á Skorhæddini er rættuliga
javnur vindur – tí hevur
SEV sett vindmyllur upp
har.
Alternativur flogvøllur á
Skorhæddini liggur væl fyri
viðvíkjandi mjørka. Tá tjúkt
er vestanfyri, er næstan altíð
klárt á Skorhæddini. Í góðum
summarveðri kann mjørki
leggjast á Skorhæddina
á eysturætt; men tá er
klárt vesturi í Vágum. Var
flogbreyt á Skorhæddum,
høvdu trupulleikarnir, vit
hava havt av mjørka um
ólavsøkutíð í ár, verið at
kalla burtur.
Flogbreyt í landnyrðing/
útsynning kann vera ca 2000
m. Lendið har er at kalla
slætt, so henda breyt kann
ikki vera so kostnaðarmikil
at gera – og verður arbeiðið
samskipað við tunnilsgerð,
verður tað uppaftur bílig
ari.
Henda breyt hóskar best
til høvuðsættina í Føroyum,
sum er útsynningur.
Við teimum arbeiðstólum,
tøk eru í dag, átti ikki at ver
ið so ovurhond dýrt at fingið
4000 m. flogbreyt eftir røðini
á Eystnesi.
Ófatuligt
At gera framkomnar vind
mátingar í Søltuvík og á
Glyvursnesi, uttan at taka
Skorhæddina við, kennist
ófatuligt. Á vesturætt kann
mjørki vera í Vágum, men
samstundis eisini í Søltuvík
og á Glyvursnesi, og hvussu
er við tvørbreyt í Søltuvík
og á Glyvursnesi?
Krav má vera, at arbeitt
verður fyri at finna bestu
alternativu flogbreyt, og at
vegakervið verður so trygt
og gott, sum tilber.
Undirsjóvartunnil og flogvøll
lækni
Óli
Mikkelsen
Ódnarveður um vikuskiftið