hósdagur 28. desember 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 238 - 8. desember 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tung vóru boðini eg fekk um at Gaga
var farin. Tað var ikki væntað, at tað
bleiv so brádliga. Gaga stríddist við
herviliga sjúku, og tað gekk tíverri
rættiliga skjótt tann skeiva vegin.
Nógv er at minnast afturá, tá man
hevur verið vinfólk í eini 30 ár.
Minnist serliga tá hann og Olivina
komu saman, tað var ein løgin kensla
at møta hesum manni.
Einum manni, sum eg hevði
sitið og hugt eftir úr vindeyganum
í Funningstovu yvir í móti Gjalds
stovuni. Hevði hugsað, at hasin
maðurin arbeiddi bæði nátt og dag.
Hann var til arbeiðis, tá eg fór í
song, og tann fyrsti eg sá aftur, tá eg
vaknaði. Tá var hann aftur til arbeiðis.
Hetta sigur bara nakað um, hvussu
arbeiðsamur hann altíð hevur verið.
Hann livdi fyri sínum arbeiði, so tað
má vera ein stórur saknur hjá hansara
starvsfeløgum.
Hann fylgdi eisini við í øllum sum
hendi í samfelagnum, og hann hevði
sum oftast bæði útvarp og sjónvarp
frá í einum, meðan hann læs bløðini.
Tað var einki sum fór framvið.
Gaga var ein góður vinur at eiga. Um
tú bað hann um hjálp, ella spurdi hann
til ráðs, so var hann altíð klárur.
Hann var vinarligur og fylgdi væl
við, hvussu tað gekk mínum børnum,
sum hann eisini var gubbi at, og spurdi
altíð hvat tey fingust við.
Gaga dámdi væl at arga, erta. Haldi
sjálv, at tað var ein máti, hann vísti,
tá hann var góður við ein.
Eg var og vitjaði hann á sjúkrahúsin
um. Sótu tveyeini, fingu eitt gott prát,
og hann tosaði um, hvussu takksamur
hann var fyri allan tann stuðul Olivina
og børnini vóru fyri hann, vóru hjá
honum úti á Landssjúkrahúsinum til
langt út á kvøldið.
Børnini stóðu honum nær. Hann
hevur stuðlað tær væl í einum og
øllum, og var glaður nú Rakul fór í
læru í Føroya Sparikassa, og tá Randi
byraði í summar á Føroya Studenta
skúla. Ja, hann hugsaði nógv um,
at lærdómur er lykil til mangt, og at
lærdómur ikki er tungur at bera.
At skriva nøkur orð um Gaga,
kunnu ikki gerast uttan at nevna ítrótt,
fótbólt og hondbólt, sum hann brúkti
hvørt vikskifti uppá. Um summrarnar
niðri í Gundadali og vetrarnar í høllini
í Hoyvík ella á Hálsi.
Gaga var ein familjumaður burturav.
Hann gekk høgt uppí sína familju og
ikki minst sína verfamilju, sum tað
eisini verður ein stórur saknu hjá.
Góða Olivina, Rakul og Randi! Hjá
tykkum er saknurin størstur. Má Gud
styrkja tykkum í stóru sorg tykkara,
nú tit hava mist ein góðan mann og
pápa
Við hesum fáu orðunum vil eg lýsa
frið yvir vin mín Jákup Augustinus
sen
Helga
Til minnis um Jákup Augustinussen
Dagurin
9. desember. Rólvur. Teir vita einki halgimenni at navni
Rólvur ella Rudolf. Komið upp í álmanakkan í 1727.
Navnið er týskt, sett saman av hrodr, ið merkir heiður
og wulf, ið merkir úlvur.
10. desember. Judit. Apokrýfiska bókin í Gamla testa
menti greiðir frá konubrotinum Judit, sum høgdi høvdið
av herhøvdinganum Holofernes. Navnið er bíbilskt og
merkir jødakvinna
11. desember. Damasus, deyður ár 384. Diakonur hjá
pávanum Liberiusi og varð sjálvur valdur til páva eftir
hann. Hann er fyrst og fremst kendur sum tann, ið álegði
Hieronymusi at týða bíbliuna av nýggjum
Mánadagin 11. desember
hava hjúnini Svenhilda og
Jofridt Jensen í Fuglafirði
gullbrúdleyp.
Tey eru bæði ættað úr
Fuglafirði. Jofridt er sonur
Thomas Jensen, vanliga
nevndur Tummas í Toftum
og Sofíu (vanliga nevnd
Fía). Jofridt er triðyngstur
av sjey systkjum.
Svenhilda er dóttir Alex
andur og Súsannu (vanliga
nevnd Duda) Kristiansen,
og hon er yngst av sjey
systkjum.
Eftir at Jofridt var liðugur
við skúlan, fór hann í læru
sum skipstimbrari á Bed
ingini í Fuglafirði. Hann
smíðaði eisini eina tíð saman
við Petur Jacob Johannesen.
Í 1953 fór hann, eins og
nógvir aðrir føroyingar, til
Føringahavnina í Grønlandi
at arbeiða. Hann var har í 10
summur. Í 1963 byrjaði hann
sum formaður á Handils &
Frystivirkinum í Fuglafirði,
og har starvaðist hann heilt til
1995. Hesi síðstu árini hevur
Jofridt gjørt ymiskt arbeiði,
og hann er altíð til reiðar at
fara oman í egningarskúrin,
tá ið brúk er fyri egnarum.
Svenhilda arbeiddi sum
ung í Piddasa handli, hon
var á húsarhaldsskúla í
Danmark, og hon var eisini í
húsplássi í Sandavági. Síðani
tey giftust, hevur Svenhilda
ikki arbeitt úti, men tikið sær
av heiminum.
Jofridt og Svenhilda fingu
fýra synir og eina dóttir, Alis,
ið doyði sum nýføðingur.
Synirnir eru Sonni, Agnar,
Sólbjørn og Frants. Agnar
býr í Havn, meðan hinir
búgva í Fuglafirði.
Nógv fólk hava gjøgnum
tíðina vitjað og gist í
heiminum hjá Svenhildu og
Jofridt. Ommu- og abbabørn
ini hava eisini kent tann stóra
kærleikan og blíðskapin frá
teimum. Svenhilda og Jofridt
dáma eisini væl, at familja
og vinir støkka inn á gólvið,
og øll eru altíð vælkomin.
Í frítíðini hava tey verið
virkin í missiónshúsinum
Thabor. Jofridt hevur eitt nú
havt sunnudagskúla í yvir 50
ár. Hann hevur eisini verið
klokkari, síðani hann var
ungur, fyrst sum avloysari
og nú í nógv ár hevur hann
verið fastur í hesi tænastuni.
Umframt hetta, so er tað
seyður og jarðarbrúk, sum
hann nýtir tíðina til og
honum dámar eisini sera væl
at fara á flot.
Gullbrúðarparinum verður
ynskt hjartaliga til lukku við
degnum.
Gullbrúdleyp
Føðingar
30. november fingu Teresa og Magnus Joensen, Lamba,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4050 gr.
1. desember fingu Randi Lamhauge Hansen og Ólavur
Olguson, Glyvrar, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og
vigaði 3600 gr.
2. desember fingu Gunnleyg og Petur Páll Juul, Eiði, eina
dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3900 gr.
2. desember fingu Una og Tórstein á Steig, Sandavágur,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3800 gr.
3. desember fingu Annika Joensen og Ólavur Dam Jacob
sen, Skopun, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3150 gr.
5. desember fingu Ann Jacobsen og Jón Johansen, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3930 gr.
5. desember fingu Finnur og Gitte Klein, Tórshavn, ein
son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3775 gr.
5. desember fingu Ingibjørg Egholm og Jóanes N. Dals
gaard, Hvalvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og
vigaði 4000 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 9. desember kl. 16 giftast í Saksunar kirkju
Vár Solbjerg Lamhauge, Streymnes og Jóhan Jógvansson
úr Dúvugørðum, Saksun. Veitsla verður fyri innboðin í
Kappróðrarneystinum í Streymnesi.
Leygardagin 9. desember kl 16 giftast í Havnar kirkju
Halla Seyer Hansen og Pauli Johannesen. Dagurin verður
hildin á Dýrindalsgøtu 10 í Hoyvík, frá kl 19.
Leygardagin 9. des. giftast i Nes kirkju kl. 14 Ann Julin
Benjaminsen Nes og Hans Anders Jacobsen Strendur. Borð
hald verður fyri innbodnum á Svangaskarði kl. 19.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 5. decembur høvdu hjúnini Marin Elisabeth
og Kaj Johannesen Kaldbak silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin leygardagin 16. december í Pálsstovu frá
kl 18 har vinir og kenningar eru vælkomin at halda dagin
saman við okkum.
Mánadagin 11. desember hava hjúnini Svenhilda og
Jofridt Jensen, Fuglafirði, gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin hjá Sonna á Bjarnavegi 13 frá kl. 18.
70 ára føðingardagur
23. novembur fylti Manne Næs 70 ár. Dagurin verður hildin
í Roynhøllini tann 9. desember frá klokkan 11-15. Øll eru
hjartaliga vælkomin til »brunch« og hugnaliga samveru.
80 ára føðingardagur
Í dag fillur Vinna Eliasen Klaksvík 80 ár. Dagurin verður
hildin heima á Stoksoyrabakka 7 í Klaksvík.