hósdagur 28. desember 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 8. desember 2006
13
Tórhallur Hansen, Norðragøta, andaðist í morg
un á Ríkissjúkahúsinum, 74 ára gamal. Kistan
kemur í Vágar við flogfari fríggjadagin kl. 13:45.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Christoffer Joensen, ættaður úr Sandvík, búsit
andi í Vági, andaðist sunnukvøldið á Suðuroyar
sjúkrahúsi, 81 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum
fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verðu úr Vágs
kirkju leygardagin kl. 13.
Adelaida Olsen, vanliga nevnd Adelaida á Reyð
húsi, andaðist mikumorgunin á Klaksvíkar sjúkra
húsi. Kistan fer frá kapellinum leygarkvøldið kl. 20
heim í Christians kirkjuna. Jarðarferðin verður úr
Christians kirkjuni sunnudagin kl. 13.30.
Andlát og jarðarferðir
Vit sum foreldur og dreingir okkara
vilja minnast og takka Tórálvi fyri
hansara megnar avrik sum venjari.
Tórálvur hevur gjørt eitt gott arbeiði
innan Argja Bóltfelag, og alíkavæl
hevði hann tíð til at venja dreingirnar
frá tí teir vóru 6 og 8 ára gamlir, til
hann nú vegna sjúku mátti gevast.
Hesir dreingir blivu Føroyameistarir
í 1999 og vóru teir fyrstu í AB, sum
komu í unglingadeildina og skrivaðu
sáttmála við AB í 2005, og tá vóru
teir 15 og 16 ára gamlir.
Frá 1995 til 2006 hevur Tórálvur
vant hetta sama lið við stórum nær
lagni og áhuga, sum avgjørt hevur
komið okkara dreingjum og foreldrum
tilgóðar. Ikki at gloyma Haldis, sum
altíð hevur verið trúgv og staðið við
teirra lið, sum ein mamma fyri allar
dreingirnar.
Vit hava mist ein góðan formann,
venjara og vin.
Saknurin er stórur hjá okkum og
ikki minst hjá Haldis, Fróða, Jónas
og Heðin.
Má Harrin styrkja tykkum í tíðini
sum kemur.
Dreingir og foreldur
Minningarorð um Tórálv Stenberg
Fríggjadagin 8. desember
2006 hava hjúnini Emma og
Sigmar Johannesen í Havn
gullbrúdleyp. Tey vórðu vígd
av Akseli Tórgarð, presti,
í táverandi heimi hansara
uppi á Torgarði, nærhendis
Tinghúsvegnum.
Í hesum umhvørvi vaks
eisini Emma upp. Hon var
elst av trimum systkjum,
foreldur hennara vóru Niels
Johannes og Birha Viderø av
Viðareiði. Lívið hjá Emmu
var ikki altíð so lætt, orsøkin
var, at hon hevði heldur veik
bein; men Emma hevði
góðar handaligar gávur og
dugdi bæði væl at binda og
ikki minst at tekna.
Eftir lokið realprógv fór
Emma í læru á sakføraskriv
stovuni hjá Leif Wagestein.
Eftir at hon hevði fingið
prógv, hendir tað, at hon
hittir Sigmar Johannesen frá
Norðskála. Foreldur hansara
vóru Elsa, f. Joensen, frá
Norðskála, og Johannes
Johannesen úr Tjørnuvík.
Emma og Sigmar hava óiva
verið sera forelskaði, tí árið
eftir fór Emma við honum
yvir til Ìslands, har Sigmar
um hetta mundi sigldi við
trolara, ið kallaðist Juni.
Ìmeðan arbeiddi Emma á
einum katólskum sjúkrahúsi,
har var hon so væl dámd,
at nonnurnar vildu, at hon
skuldi gerast ein teirra.
Men Emma hevði aðrar
ætlanir, árið eftir fór hon
niður til Danmarkar, har
hon starvaðist á Skodsborg
baðisanatorium í umleið
tvey ár.
Eitt ár seinni avgjørdu
Emma og Sigmar at koma
heim aftur á klettarnar. Tey
komu at búleikast í Havnini
og keyptu sær grundøki
frá foreldrinum hjá Emmu
í vakra umvørvinum nær
hendis viðalundini. Emma
fór í starv á býráðnum,
har hon starvaðist í mong
ár, eitt nú sum skrivari hjá
býararkitektinum Gunnari
Hoydal. Sigmar keypti sær
ein kranabil og var mong ár
sjálvstøðugur vinnurekandi
og hevði eitt langt tíðskeið
sáttmála við byggifelagið E.
Phil & Søn.
Heimið hjá teimum hevur
altíð verið nógv vitjað, og
vanligt var, at fólk vórðu búgv
andi har í fleiri vikur, eitt nú
tá ið Brøðrasamkoman hevði
samfelagsmøtir, kom familjan
á Viðareiði ofta at gista, og
var hetta sera hugnaligt. Ein
persónur sum ein ikki sleppur
undan at nevna er Birtha,
móður Emmu, sum var ein
hollur stuðul í familjuni bæði
andaliga og verðsliga. Emma
og Sigmar høvdu eisini sín
leiklut í sunnudagsskúlanum
hjá adventistunum, har
Emma dugdi avbera væl at
siga frá søgum, og Sigmar
skipaði fyri útferðum til
Leynavatn.
Sigmar og Emma fingu
bert eittans barnið, Birgir,
sum er giftur við polskari
konu, ið eitur Agnieszka.
Ofta verður sagt, at barna
børnini eru lívsins dessert,
og tað sikkurt nakað
um tað tí. Tvey sera fitt
barnabørn eru við til at ríka
dagligdagin hjá Emmu og
Sigmar.
Vit ynskja tykkum Guds
ríkligu signing framyvir
og vilja takka tykkum fyri
allan tann kærleika tit hava
givið og lært okkum við
lívi tykkara.
Kærastu heilsanir
Agnieszka, Birgir,
Emma og David
Gullbrúðarparið Sigmar og Emma
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum, sum á ymiskan
hátt mintust meg á 80 ára degnum.
Heilsan
Inga Beder
Tøkk
Øllum tykkum, sum á einhvønn hátt
gjørdu 75 ára føðingardagin 20. okt. 2006
ógloymandi, takki eg hjartaliga.
Takk fyri gávur, kort, uppringingar og tøkk
til tykkum, sum komu inn á gólvið.
Harrans signing, við ynskjum um gleðilig
jól og gott nýggjár.
Kristina Poulsen, Hvalba
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
kæra mamma, vermóðir, omma og langomma okkara
Adelaida Olsen
Á Reyðhúsi
Klaksvík
andaðist mikudagin 6. des. á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Kistan fer úr Kapellinum leygardagin
kl. 20 heim í kirkjuna.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
sunnudagin kl. 13.30.
Familjunnar vegna
Ragnar, Arne og Malan
Tey, ið vilja minnast Adalaidu, kunnu í staðin lata eina
peningagávu til Leguhúsið í Nesvík.
nøvn