hósdagur 28. desember 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 238 - 8. desember 2006
Tíðindaskriv
RFF
Á Endurskinsdegnum 7.
des, luttóku um 2.300
næmingar úr 137 flokkum
og 43 skúlum kring landið.
Tilsamans vórðu savnað um
33.000 endurskin. Í miðal
savnaðu næmingarnir 15
endurskin í part.
Sum áður undirstrikað,
hevur “Endurskinsdagurin
7. des” eittans endamál,
nevniliga at fáa flest møgulig
fólk, børn sum gomul, at nýta
endurskin og harvið betra
um trygdina á vegunum í
myrku tíðini.
Kappingin, sum hevur
verið fyriskipað í hesum
sambandi, hevur minni at
týða.
Men hesin formurin at
bera evnið fram er valdur
fyri at skapa spenning og
hann gevur eisini nógvar
møguleikar at viðgera evnið,
ikki bara í skúlastovuni, men
eisini í fjølmiðlunum.
Sjálv uppteljingin av
endurskinum hava lærarar
staðið fyri og hetta hevur
verið gjørt eftir leiðreglum
frá RFF, sí viðhefta skjal.
Kunngjørt verður fríggja
morgunin 8. des millum kl
10 og 11, hvør ið verður nr.
1, 2 og 3. Hetta verður gjørt
í tíðindaskrivið, sum verður
sent til fjølmiðlarnar.
Eftir at næmingarnir hava
dragsað øll hesi endurskinini
í skúlarnar, so hava teir eina
uppgávu eftir, nevniliga at:
BERA ENDURSKININI
HEIM
AFTUR
OG
HANGA TEY UPP Á
VETRARKLÆÐINI HJÁ
ØLLUM HÚSFÓLKUNUM
- OG SOLEIÐIS ELVA TIL
AT TEY VERÐA NÝTT.
Á endurskinsdegnum vóru
nógvar myndir sendar til
RFF og tær verða í næstum
lagdar á www.rff.fo.
Endurskinsdagurin:
Tilsamans 33.000 endurskin
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri samkenslu, tá kæri maður,
pápi, verfaðir, abbi og bróðir okkara
Vilhelm Olsen
Sandavágur
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri allan kærleika á ymiskan hátt. Takk fyri
alla ta hjálp, sum veitt varð okkum í
samband við jarðarferðina.
Takk fyri góð orð í kirkju, kapelli og heimi,
og takk fyri góðan lívgandi sang.
Takk fyri minningarorð, fyri gávur, vitjanir, brøv
og telefonuppringingar.
Takk fyri blómur og kransar, og tøkk tit mongu,
sum fylgdu Vilhelm til hansara seinasta
hvíldarstað á fold.
Gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár øll
somul, við heilsan frá Lukas 4. 18-19.
Familjunnar vegna
Herborg
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá góða mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Johanna Kathrina Jacobsen
vanliga nevnd Lillan
Klaksvík
andaðist og fór til gravar.
Tøkk til Niels Paula Danielsen, prest, og Hans
Jacob Joensen, bisp, fyri góð og troystarrík orð í
kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til sangarar og kirkjutænarar.
Tøkk til tykkum, sum sendu gávu til Norðoya
Røktarheim og til tykkum,
sum sendu blómur og kransar.
Tøkk øll tit, sum fylgdu elskaðu mammu okkara til
hennara seinasta hvíldarstað.
Ásla-Malena og Eyðfin
Mikudagin 6. desember fylti Jens
Hammer, grótlaðari, í Havn, 80 ár.
Jens er hvalbingur, men hann hevur
búð stóran part av lívi sínum í Havn.
Sum ungur var hann sjómaður og
arbeiddi eisini í kolanámunum í Hvalba.
Hann arbeiddi hjá byggifelagnum
E. Pihl & Søn, tá teir gjørdu tunnilin
millum Hvalba og Trongisvág. Jens var
eisini kendur sum raskastu og djarvastu
bjargamonnum.
Jens giftist við Simoniku, f. Zacharias
sen, ættað av Kirkju í Fugloy. Tey fingu
børnini Sigrid og Zacharias. Familjan
búði í Hvalba, til tey fluttu til Havnar
at búgva umleið 1960.
Simonika fekk starv sum sjúkrrøktari
á Landssjúkrahúsinum, og Jens
arbeiddi nøkur ár hjá Peturi Michelsen,
byggimeistara, til hann fekk starv sum
grótlaðari hjá E. Pihl & Søn, sum tá
bygdu nýtt sjúkrahús, bæði sjálvan
høvuðsbygningin og deildirnar oman
fyri vegin.
Seinni byrjaði Jens sum sjálvstøðugur
grótlaðari, fyrst saman við Gudmundi
Gudmundarson, sum eisini er hval
bingur, og seinni saman við beiggjan
um Rólant og abbasoninum Jan. Teir
vóru eitt team í nógv ár. Ein annar
samstarsfelagi var hundurin hjá Jens,
Brio. Hann var altíð við honum til
arbeiðis, og fóru teir eitt ørindi, var
hundurin eftir á arbeiðsplássinum og
ansaði eftir taskum, matpakkum og
amboðum. So løgið tað ljóðar, hjálpti
hundurin eisini til við arbeiðinum - á
sín hátt.
Jens var við til at laða grót nógvastaðni
í býnum, sum t.d. brimgarðin á Mol
anum, grótlaðingina í og uttanum
Norðurlandahúsið, Sjóvinnubankan
(nú Føroya Banki) við SMS og við
Løgtingshúsið.
Hvalbingarnir eru kendir fyri sínar
dygdir sum grótlaðarar í Havn, og
nógvir minnisvarðar standa eftir teir
í býnum.
Simonika andaðist í 1987, 69 ára
gomul, og í 1989 giftist Jens við Lenu
Mortensen á Argjum, einkjuni eftir
Petur Mortensen. Lena, f. Holm, var
ættað úr Skálavík. Tey fingu nøkur ár
saman. Lena andaðist í 2000, 88 ára
gomul. So Jens er tvær ferðir vorðin
einkjumaður.
Jens hevur havt sínu føstu gongd í
Ebenezer og seinnu árini í Hebron á
Argjum, har hann eisini hevur luttikið
við einum orði.
Foreldrini hjá Jens vóru Sigrid, f .
Jensen, úr Hørg í Sumba, og Mikkjal
Hammer úr Hvalba. Jens eigur 8 abba
børn og 6 langabbabørn.
80 ára føðingardagurin varð hildin í
heiminum við Velbastaðvegin hendan
dagin saman við familju, vinum og
kenningum.
Jens Hammer 80 ár
nøvn
Til Mariu og Tórstein Madsen, Kvívík
Elskaðu omma og abbi. Vit ynskja tykkum hjartaliga
tillukku við diamantbrúðleypsdegnum 8. des. Túsund takk
fyri mangar góðar, stuttligar og hugnaligar løtur saman við
tykkum. Jesus signi framtíð tykkara. Muss og klemm
Signar og Emma
PS: Mamma og babba lata eisini heilsa
heilsanir