hósdagur 28. desember 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 8. desember 2006
15
Tá Gunnar Justinus
sen og holdingfelagið
Sjóborg keyptu bila
søluna P/F Wenzel
fyrst í oktober, vórðu
Jógvan Højgaard og
Oddmar Ørvarodd,
sum báðir hava
arbeitt í mong ár í
fyritøkuni, settir sum
stjórar í fyritøkuni
Fyritøka
Fyrst í oktober var elsta
bilfyritøka í Føroyum seld.
Talan er um P/F Wenzel, sum
hevur verið í somu familju í
úti við 90 ár. Fyritøkan hevur
røtur heilt aftur til 1917, tá
Wenzel Petersen stovnaði
ein maskinhandil í Havn.
Fyritøkan seldi fyrsta bilin,
sum kom á land í Føroyum
í 1922.
Nú hevur Gunnar Justinus
sen og holdingfelagið Sjó
borg keypt bilasøluna P/F
Wenzel við bæði bygning
unum og Ford-umboðnum.
Jógvan Højgaard og
Oddmar Ørvarodd, sum
báðir hava arbeitt í mong ár
í fyritøkuni, eru nú stjórar í
fyritøkuni, meðan Gunnar
Justinussen er nevndar
formaður.
Jógvan og Oddmar siga, at
teir síggja nógvar møguleikar
við Ford. Avbjóðingin hjá
teimum er, at Ford fáa ein
enn størri marknaðarpart av
bilasøluni í Føroyum. Teir
hava eitt stórt og spennandi
programm av bæði persón-
og vørubilum. Nýggju Ford
Galaxy og S-Max eru nýliga
komnir á marknaðin, og ein
heilt nýggjur Ford Mondeo
kemur í vár, og seinni kemur
eisini ein nýggjur C-Max.
Hjá P/F Wenzel eru tríggjar
deildir: bilverkstaðurin, eyka
lutagoymslan og bilasølan.
Jógvan og Oddmar
stjórar hja P/F Wenzel
nøvn
Jógvan Højgaard og Oddmar Ørvarodd eru stjórar hjá P/F
Wenzel
Mynd: Alfie
Endurskinsdagurin:
Vinnarar av kappingini
Nr 1: 6.b í Fuglafjarðar Skúla. Teir 15 næmingarnir savnaðu tils. 697 endurskin ella í miðal 46.
Flokkurin fær 3000,- kr
Vinnarar í kappingini,
sum varð fyriskipað á
„Endurskinsdegnum
7.
des 2006“ vóru niðanfyri
standandi.
Føroya Sparikassi hevur
latið vinningarnar.
Nr 2: 7.a í Eysturskúlanum. Teir 19 næmingarnir savnaðu tils. 836 endurskin ella í miðal 44.
Flokkurin fær 2000,- kr.
Nr 3: 4.a í Fuglafjarðar Skúla. Teir 16 næmingarnir savnaðu tils. 6544 endurskin ella í miðal 34.
Flokkurin fær 1000,- kr.