Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 238 - 8. desember 2006 tíðindi tíðindi Asia-toymið hjá Heimamissiónini skipar fyri bóka- og fløgusølu í Miðlon. Fyrireikararnir lata væl at søluni. Pengarnir fara til Asia-toymið, sum skal til Vietnam í summar BÓKASØLA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Asia-toymið hjá Heima­ missi­ónini skipar fyri stórari bóka- og fløgusølu á Torg­inum í Miðlon, og tað gong­ur væl hjá teimum. Sølan hevur verið góð, og nógv fólk hava keypt eina ella fleiri jólagávur har. Á bókasøluni kann ein velja millum umleið 300 ymiskar føroyskar bøkur og umleið 50 ymisk fløgur og bond – hetta er nærum alt tað kristiliga tilfarið, sum nakr­antíð er útkomið á føroyskum og sum ikki er útselt. – Vit hava selt nógv. Eg haldi, at úrslitið verður betri enn væntað, sigur Ernst Magn­ussen, sum hevur staðið við bókaborðið tað mesta av tíðini. Tað hevur gingið so væl, at bókasølan verður opin eisini í næstu viku, hóast ætlanin var einans at hava opið í eina viku. Í næstu viku verður eisini nýggja spælið „Manna“ at fáa. Talan er um spurningar úr Bíbliuni. Í gjár sang Magni Christian­sen á Torginum í Miðlon í samband við bókasøluna. Í kvøld syngur Eyðun Jacobsen. Heimamissiónin hevur nú í nøkur ár sent eitt toymið til Kina um summarið at bera Bíbliur yvir um markið. Í ár fara tey ikki aftur til Kina men fara í staðin til Vietnam. Heimamissiónin skipar eisini fyri missiónsferðum til Afrika, Ísrael, Ukraina, Danmark og eina í Føroyum. Undirtøkan fyri túrunum hini árini hevur verið sera góð, og fólk við alskyns bakgrund hava verið við. Bókasølan er sjálvandi eitt gott fíggjarlit ískoyti til Asia- toymið, men hetta verður helst ikki síðsta tiltakið, sum tey skipa fyri. Gongur væl við bókasøluni Magni Christiansen á Torginum í Miðlon í gjár. Magni sang við bókasøluna hjá Asia-toyminum Mynd: Jens Kr. Vang - Tað er ein almenn uppgáva at geva slíkt tilfar út, men tað verður tíverri ikki gjørt, segði Leila Solmunde, forkvinna í MBF á móttøkuni mánadagin, tá ið bóklingurin varð almannakunngjørdur. Hon fegnast tó um, at hesin bóklingurin er komin út. MBF fer at leggja dent á at fáa kunnandi tilfar útgivið í næstum MBF Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo MBF hevur latið ein nýggjan bókling út, sum kallast „Til foreldur at barni við breki“. Hetta er ein leiðbeining um hjálp og stuðul til foreldur, sum fáa eitt barn við breki. Móttøka var mánadagin í samband við at bókin varð almannakunngjørd, dagin eftir alheims dag teirra brekaðu. – Í ár hevur MBF valt at okkara dagur skuldi haldast við eini útgávu av einum bóklingi, sum vit hava valt at kalla “leiðbeining um hjálp og stuðul, til foreldur at barni við breki”, segði Leila Solmunde, forkvinna í MBF á móttøkuni. – Vit mugu helst staðfesta, at tað er stórur tørvur á kunn­ ingartilfari, ið er málrættað sum upplýsing til fólk við breki, ella teirra avvarandi. – Vit hava í Føroyum tíverri ikki ta siðvenju at virka sum eitt toymið, har stovnar taka seg saman og gera tilfar, sum kann brúkast sum heildaryvirlit. – Av tí sama uppliva vit, at tann, sum hevur brekið ella teirra avvarandi, má renna runt og finna røttu hjálpina. – Tí avgjørdu vit, tá vit í samband við at MBF skuldi hátíðarhalda sítt 25 ára stovningarár í ár, at vit millum annað skulu leggja dent á upplýsandi tiltøk og tilfar, segði Leila og staðfesti, at tað er ein almenn uppgáva at geva slíkt tilfar út. – Tað verður tíverri ikki gjørt, segði Leila. Bóklingurin er hent hjá teimum, sum hava brek eins og teirra avvarandi. Eisini er nógvir stovnar, sum uttan iva við gleði taka ímóti einum slíkum bóklingi. Bókin upplýsir um rættindi hjá foreldrum at einum barni við breki. Har er eisini upplýsing um, hvørjar lógir eru galdandi á økinum. Tað er Eyðvør Mortensen, sum hevur samskipað arbeið­ ið at gera bóklingin. Lea Wolles, Doris Hansen og Oyvindur av Skarði hava lagt til rættis. Bóklingur til foreldur at barni við breki ABC-nevndin mannað Tann 25. november varð avgjørt at stovna eina føroyska deild av íslendska barnahjálparfelagsskapinuim ABC-barnahjálp. Síðani hevur ein bólkur arbeitt við at fáa fólk í nevndina, og nú er hon mannað. Í henni eru Beinta Jacobsen, Rúni Hentze og Margreth Olsen í Havn, Maibritt Frederiksberg á Strondum, Hilda Viderø, Karsten Hansen og Rúna Sivertsen í Klaksvík. Nevndin fer at skipa seg á fundi mánadagin. Leggur frá sær Grønlendski landsstýrismaðurin í íbúðar-, samferðslu- og ráevnismálum, Jørgen Wæver Johansen, handaði í gjár Hans Enoksen, landsstýrisformanni, eina fráboðan um, at hann ætlar sær úr landsstýrinum tann 31. januar. Orsøkin er, at Jørgen Wæver Johansen hevur fingið starv sum stjóri í fyritøkuni Greenland Venture, sum fæst við at gera íløgur í virksemi, sum verður hildið at vera burðardygt. Hans Enoksen sigur seg harmast avgerðina. Eyðvør Mortensen er samskipari av nýggja bóklinginum hjá MBF Mynd: Jens Kr. Vang